Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 155 - 18. august 2009 Tá eru teir stoltir og rópa við Summarið er so spakuliga farið at halla, og stevnur, festivalar og mentanartiltøk av øllum hugsandi og óhugs­ andi slagi hava, sum ongan­ tíð fyrr, merkt hetta summ­ arið. Politikarar hava havt sína longu summarfrítíð. Nógvir hava við stoltleika og rópi notið fleiri av áður­ nevndu tiltøkum og eru nú farnir aftur til arbeiðis. Summir politikarar hava tó ikki havt tíð at hildið summ­ arfrí. Landsstýrisfólkini hava saman við løgmanni arbeitt við einum politisk­ um verki, sum tey siga skal hava breiða undirtøku í sam­ gonguni, annars riggar ikki. Talan er her um eitt polit­ iskt barn, ið hevur havt mangt nevnið og okkurt eyknevnið eisini. Tað hevur verið kallað ein pakki, ein kreppupakki, ein vakstrar­ pakki, og endin varð, at barnið varð doypt Ólavsøku­ pakkin ... men hann skal ikki koma í gildi fyrr enn á ólavsøku í 2010. Hvat kann ikki henda til ta tíð? Kanska verður Ólavsøkupakkin til jólatrøll? Kreppuvøkstur ella vakstrarkreppa? Sum formaður í LISA var eg ikki sørt spentur um henda vælsignaða pakka. Fyrsta heitið, Kreppupakk­ in, dámdi mær væl. Listin í Føroyum hevur verið í kreppu øll 15 árini, eg havi fingist við hana, so har vónaði eg, at gjørd varð ein ætlan um, hvussu karmarnir til list í Føroyum skuldu mennast, men gakk. Ikki eitt orð, sum kann brúkast. Næsta heitið, Vakstrarpakk­ in, var ikki minni lovandi. Tað hevði jú tænt bæði fólki og tjóð, ja, líkst inn í hvørja stovu hjá Føroya fólki, ummas føroysk list gjørdist ein partur av einari menning­ arætlan fyri samfelagið, men gakk. Ikki eitt orð, sum kann brúkast. Nú hesin leysingur eitur eitt so jánkas­ ligt navn sum Ólavsøku­ pakkin, vóru mínar vónir foknar í summarlotinum. Og rætt fekk eg. Ikki eitt orð, nú hesin pakkin er al­ mannakunngjørdur. Heldur ikki eitt týðiligt til­og frámerki er sett á pakkan. Bla og bla og bla Pakkanum á baki kemur ólavsøkurøða løgmans. Henda røða plagar, um ikki annað, at nevna mentan við yvirskipaðum skvaldri um, at føroyingar skulu vera stoltir av hesum og hasum, og at vit ikki kunnu liva uttan list og mentan og bla og bla og bla. Í staðin fyri yvirskipað orðaskvaldur er løgmansrøðan undirskipað orðaskvaldur, og tað er ikki so frægt sum ein sápu­ bløðra. Man hansara null­ hugsjón vera at siga onki? Tað leggur veljarin onki í! Eg haldi ikki, at eg fari at skriva meir um hesi bæð innanholaðu, politisku hand­ ritini. Pappírið er meira vert enn so. Heldur fari eg at taka fram tað, sum er gjørt, og, sum bara skal setast í verk við eitt sindur av fígg­ ing, og hvat kann gerast fyri at betra um viðurskiftini hjá listafólki í Føroyum og har­ við seta Føroyar á heims­ kortið, sum tikið verður til. Eitt kvøldið, tá ið náttin var friðarlig, og listin var í hásæti, hetta var mentanar­ náttina í Havn, tá stóðu eg og ein vinmaður og tosaðu um mentanarpolitikk. Hann spurdi meg: “Hví skulu politikarar stuðla list?” Hetta er jú høvuðsspurning­ urin í øllum mentanarpoli­ tikki: “Hví skulu politikarar stuðla list?” Fyri vanliga føroyingin ljóða vit sum nøkur ævig grenj. Til henda spurningin eru so ótrúliga nógv svar. Eg svaraði vinmanninum, at: “Ein tjóð eigur at stuðla listini.” “Tað leggur veljarin onki í!” svar­ aði hann. Og rætt er. Síðani svaraði eg honum, at allar framkomnar tjóðir hava onkursvegna eina stuðuls­ skipan, ið veitir listafólkum trygd til at skapa og útinna síni verk. “Tað leggur velj­ arin onki í!” svaraði hann. Aftur hevði hann rætt. Eg royndi við øllum snildum og grundgevingum, sum eg helt vera ein sjálvfylgja, at svara honum aftur, men hann svaraði bara aftur við einum svari: “Tað leggur veljarin onki í!” Rætt hevði hann. Leggur veljarin ikki í, ummas list skal stuðlast, íðan, so leggur politikarin heldur ikki í tað. Hann skal hava sínar atkvøður fyri at verða valdur aftur. Svarið Vit fóru hvør til sítt, og setningurin mól í heysinum á mær í fleiri dagar: “Tað leggur veljarin onki í!” So ein morgunin, eg sat og var politiskt ókorektur, drakk kaffi, lurtaði eftir Útvarpi Føroya og roykti eina góða sigarett, tá kom hjálpin. Í Útvarpinum var ein endur­ sending (sjálvandi), har Sonni Smith tosaði við fróðarmannin, Hans Holm, um indiánar í Suðuramer­ ika. Hans Holm tosaði um ein ættarbólk av indiánum, sum ikki høvdu egið skrift­ mál, sum ikki løgdu so nógv í at skapa list og tí manglaðu at skjalfesta henda partin av mentanini, og tí doyðu tey út. Eg tók telefonina og ringdi til vinmannin og segði honum, at nú hevði eg, við hjálp frá Hans Holm, funnið grund­ gevingina. “Okey, hatta kann eg góðtaka,” segði hann. Tað er jú tað, sum list og mentan í høvuðsheitum er: ein máti at skjalfesta mentalitetin í einum sam­ felagi við at spyrja, hvussu vit sum menniskju eru hvør móti øðrum og harvið ágangseggja samfelagið framá. Soleiðis flytur list mørk. Soleiðis virkar eitt modernað samfelag. Hvør eigur ábyrgdina? Eftir er so spurningurin: Hvør skal í einum so lítlum samfelagi gjalda fyri, at hesi fólkini, ið ikki kunnu liva uttan at skapa list, ið eru tey einastu, sum ikki skulu standa til svars fyri politiskum ella átrúnaðar­ ligum áhuguamálum, kunnu liva? Vit hava altíð hug at samanbera okkum við øll møgulig og ómøgulig. Eg haldi, at vit eiga at venda hesum hugburði bakið. Vit skulu gera okkara egna. Hetta verður bara gjørt við, at vit menna eina skipan, ið eggjar okkara listafólkum at kava niður í andaliga dýpið, uttan at politikarar blanda seg uppí, tí at teir meta listaverkið vera ósømiligt. Vit hava eitt armslongdar­ prinsipp, ið skal verja lista­ fólkini móti politikarum, ið vilja blanda seg. Hetta sama prinsipp skal eisini tryggja, at tey listaverk, ið verða stuðlað við almennum peng­ um, verða stuðlað, tí at tey hava eina ávísa listarliga dygd og ikki tí at onkur til­ vildarligur politikari heldur, tey eru góð. At eggja lista­ fólkum er heldur ikki nóg mikið. Poltikarar eiga at skapa karmar til listafólkini at virka undir, serliga í ein­ um lítlum samfelagi, sum tað føroyska. Marknaðurin er so mikið lítil, at um ikki politikarar og vinnulívið stuðla fólkinum, sum við lív og sál, leggja alt í at skapa tað, sum ger okkum til føroyingar, so kann alt gera tað sama, og vit kunnu gera eins og áðurnevndi ættarbólkur av indiánum úr Suðuramerika; doyggja út. Hetta ljóðar kanska grelt, tí at sagt verður, at vit stuðla listafólki. Jú, tað er so, men tann stuðul, ið verður játtaður, er ikki nóg mikið til, at vit við fattari bringu og stoltleika í eygunum kunnu siga, at vit hava nóg nógva arbeiðsorku til at skjalfesta nakað serføroyskt gjøgnum okkara listaverk og at fáa marknaðarført úrslitið av hesum arbeiði uttanlands. “Kreativur búskapur” Fyri stuttum var eitt semi­ nar hildið í Norðurlanda­ húsinum við løgna heitinum “Kreativur búskapur”. Sjálv­ ur var eg ikki har, men skrivarin í LISA var. Hann greiddi mær frá, hvat hetta var um. Seminarið var ikki um at fuska við roknskapi­ num, sum heitið kanska bendir á. Hetta var um, hvussu listafólk, vinnulív og politikarar í felag kunnu menna ein búskap innan skapandi og útinnandi list. Tað ljóðar fagurt, men eftir mínum tykki er hetta enn eitt politiskt átak fyri at parkera mentanarpolitikkin á eitt steðgipláss í óavmarkaða tíð. Stegðið við steðgiplássunum! Tað tykist at vera vorðin ein siðvenja í føroyskum poli­ tikki at byggja steðgipláss bæði her og har, og at politikarar siga listafólki, hvussu tey skulu gera og hugsa. Vit hava nógv hug­ skot um, hvussu listin skal mennast, men øll hugskot steðga við vantandi fígging. Óteljandi álit eru skrivað, ið øll liggja í størstu skuffuni í Mentamálaráðnum. Sein­ asta álitið er um, hvussu Mentanargrunnur landsins verður umskipaður til eitt Listaráð. Hetta er ein íløga (ikki ein útreiðsla, sum annars er vanligt at hoyra) á o.u 5 milliónir, og sagt verður, at hvør króna, sum verður løgd í list og mentan, gevur 10 krónur aftur til samfelagið. Landsstýris­ maðurin í úttanríkismálum, Jørgin Niclasen, segði her­ fyri, at hvør króna í stuðlar ferðavinnuni, gevur 15 aftur til samfelagið. Verður listin og mentanin ikki stuðlað, so hava ferðafólkini onki at koma her til. Tað eru so óluksáliga nógv onnur lond, sum hava fuglabjørg. Vit hava ein múr í Kirkjubø. Orknoyingar hava múrar í hvørjari bygd. Skulu vit fáa ferðafólk higar, mugu vit selja teimum tað, sum ger okkum til eina serstaka tjóð, ikki tað, sum onnur lond eisini hava. Og tað einasta, sum ger okkum til nakað serstakt, er málið, listin og mentanin. Ikki lundar ella tjøldur, sum eru í øllum londum kring okkum. List er ongin atkvøðuslúkur List hevur ongantíð verið tann stóri atkvøðuslúkarin. Hóast politikarar til seinasta val stóðu í einum beinum raði og lovaðu listafólkum, at nú skuldi vend koma í, so er onki hent. Heldur ikki løgmansrøðan, sum skal mynda politiska árið, bendir á, at nakað fer at henda. Heldur ikki hasin ólukku pakkin, sum skal setast í verk í 2010, bendir á, at nakað fer at henda tá. Eg siti tí eftir við sama spurn­ ingi, sum eg havi sitið við tey nógvu árini: Nær fer okkurt at henda? Og hví hendir onki? Eg havi svarið, og tað er ikki flótt at hoyra. Onki hendir, tí at fólkið leggur onki í list, og tá ið fólkið ikki leggur nakað í list, íðan, so leggja politik­ ararnir heldur onki í. Hetta er hin ónda spiralin, ið fer at koma landinum í ólag. Hóast hesa svartskygdu niðurstøðu, so ber ikki til at fella í fátt. Um vit leita, so finna vit onkran glotta ana. Vit bíða eftir nógvum málum, sum fyri langari tíð síðani áttu at verið samtykt í Løgtinginum. Eg kann nevna nøkur her: Ein tjóðpallur er samtykt­ ur, men enn er onki tjóleik­ hús komið. Tað er til vegna vælvild frá Tórshavnar kommunu. Upphavsrætturin er ikki komin í lag. Mentanargrunnur land­ sins er ikki skipaður um til eitt Listaráð. Hetta eru bara nøkur átrokandi mál, sum enn ikki eru í lag. Tvey tey fyrstu punktini hava alstóran týdn­ ing fyri Føroyar sum tjóð. Hitt síðsta hevur stóran týdning fyri listafólkini, sum skulu skapa og útinna síni verk, og tí hevur tað í seinasta enda eisini stóran týdning fyri alt Føroya fólk. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevði fyri stutt­ um eina fylgiviðmerking í bløðunum um, at okkurt fór at henda skjótt. Vónandi hevur hon sæð, hvussu lítið hennara málsøki verður virt í ólavsøkuuppskotinum og løgmansrøðuni og fer at stríðast fyri, at listafólk fáa tað, sum tey hava uppiborið. Tá ið eitt samfelag hevur bú­ skaparligar niðurganga­ stíðir, eiga politikararnir at arbeiða fyri, at fólkið trív­ ist. Við ongari list og ment­ an trívist ongin. Tey flyta hagar, ið tey fáa okkurt fyri pengarnar. Um landsins kosnu vilja avlaga samfelagið, so er besti mátin at gera tað við at ignor­ era tann partin, sum fæst við skapandi og útinnandi list, og soleiðis, sum útlitini eru, so eru tey væl á veg. Við støði í ongum kemur onki burturúr Formaður í Listafólka­ sambandi Føroya Oddfríður Marni rasMussen Eg havi fleiri ferðir spurt tey, sum atkvøddu fyri blokkniðurskurðinum, hvør skal hava rokningina, nú landskassin tømist í stórum, men illa hevur gingið at fingið nakað ítøkiligt svar. Men í farnu viku bragdaði endiliga. Kári P. Højgaard segði tá av løgtingsins røðarapalli, at tey sum hava omanfyri 300 – 400.000 krónur í árligari inntøku, eiga at fáa rokningina. Óført! So komu vit so langt. Eg havi síðani funnið fram til, at tað eru 4.174 føroyingar, sum hava eina ársinntøku, sum er oman­ fyri 400.000 krónur. (Hetta eru tøl fyri 2007). Í løgtinginum hevur Jóannes Eidesgaard upplýst, at blokkniðurskurðurin við fastfrystingini kostar umleið 475 mió. krónur í 2009. Um vit siga at hesin kostnaðurin skal býtast ímillum tey, sum hava meira enn 400.000 krónur í árligari inntøku, so gevur tað eina samlaða rokning á umleið 114.000 krónur í part. Tað vil siga, at skatta­ rokningin hjá teimum sum hava 400.000 krónur í inn­ tøku, skal hækka við 28,5 prosentum av lønini. Tá er bara ein triðingur av blokk­ stuðlinum tikin burtur. Taka vit hinar báðar triðingarnar við (sum loysingarflokkar­ nir ætlaðu), so tosa vit um eini 85 proesent í skatta­ hækking. Tað vil siga, at hesi fólkini skulu gjalda nógv meira enn 100 prosent av lønini í skatti. Eg giti, at tey høvdu ikki tímað at arbeitt leingi undir teimum treytunum. Tí hevði verið neyðugt at sent rokning­ ina víðari til onkran annan, longri niðri í systeminum. Taka vit so øll við, sum hava meira enn 300.000 krónur í árligari inntøku, so eru tey 9.557 í tali. Um tey skulu býta hesa fullveldis­ rokningina ímillum sín, verða tað 49.700 krónur í part (tað vil siga 149.100 krónur, tá allur blokkurin er burtur). Hetta svarar til 12.425 krónur um mánaðin í skattahækking. Tað hevði heldur ikki gingið, so vit mugu nógv longur niður eftir skattastiganum eftir pengum. Eg haldi, at vit skulu gera okkum púra greitt, at hóast tað einki kostar at rópa ”fullveldi, fullveldi”, so verður tað ein herskin biti hjá teimum, sum fáa hesa risastóru rokningina – og tað verða allir føroyingar, heilt frá ovast til niðast á inntøkustiganum. Ein risastór rokning til allar føroyingar løgtingsmaður Helgi abraHaMsen viðmerkingar