týsdagur 18. august 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 18. august 2009 – Nr. 155 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31
Hondbóltsharrar til HM
Hondbóltssambandið hevur meldað manslandsliðið til
komandi HM-undankappingina, har Føroyar eru í bólki
saman við Kypros, Hvítaruslandi og Sveis. Møguliga
verður øll undankappingin spæld á einum stað, sum so
helst verður miðskeiðis í januar á Kypros, har liðini tá
spæla ein dyst ímóti hvørjum øðrum. Spyrst einki burtur
úr hesi ætlan, verður talan sum vanligt um heima- og
útidyst.
Spæla mitt í viku
Dysturin í 1. deild millum VB/Sumba og B68, sum skuldi verða
spældur leygardagin, var av ongum, tí illveður var á Vágseiði, so tað
ikki var spælandi. VB/Sumba vildi hava dystin spældan sunnudagin,
men tað vildu toftamenn ikki. Nú hevur kappingarnevndin hjá FSF
ásett dystin at verða spældan mikudagin 26. august.
Venjarin hjá Víkingi,
Jógvan Martin Olsen,
harmast um trongu
dystarskránna hjá
liðnum og serliga
landsliðsspælarunum.
Hann nevnir sum dømi
Súna Olsen, ið hann
sigur vera snøgt sagt
niðurslitnan eftir seks
dystir í minni enn tríggjar
vikur
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
At ein strævin dystarskrá kann
kosta, var ein partur av
frágreiðingini, venjarin hjá Víkingi,
Jógvan Martin Olsen, brúkti til at
útgreina, hví Víkingur kanska ikki
stóð seg so væl sunnudagin, tá ÍF
var á vitjan í Sarpugerði og vann. Tó
undirstrikaði venjarin eisini, at ÍF
spældi ein góðan dyst og var betri.
– Vit hava havt eitt gott
tíðarskeið, men sum dysturin ímóti
ÍF myndaði seg, var týðiligt at
síggja, at vit ikki hava somu orkuna
til tann spælistílin, vit leggja okkum
eftir. Serliga pressspælið riggaði ikki
nóg væl, staðfesti Jógvan Martin
Olsen, ið eisini ásannaði, at serliga
lyklaspælarar, sum Súni Olsen,
tykjast rættiliga troyttir og moyrir í
hesum døgum.
– Tað sæst týðiliga aftur, at
spælarar eru troyttir. Ein spælari
sum Súni, sum er ein øgiliga
sentralur spælari hjá okkum, hevur
nú spælt seks dystir í 17-18 dagar,
og tað er ein fullkomuliga
ómenniskjanslig dystarskrá. Av tí
sama kunnu vit ikki fáa tað
optimala burtur úr Súna, tí hann er
snøgt sagt niðurslitin, fyri at siga
tað, akkurát sum tað er.
Fáir hvíludagar
Verður hugt nærri at, hvussu tað
sær út teir komandi dystirnar, so
sæst, at frá 29. juli til 30. august eru
ikki færri enn níggju dystir á
skránni hjá teimum spælarum hjá
Víkingi, sum eisini eru við á
landsliðnum. Fyrst og fremst er
talan um Súna Olsen og Atla
Gregersen, men partvíst eisini
Andrias Lava Olsen.
Millum landskappingardystin
HB-Víkingur og landsdystin
Eysturríki-Føroyar er longsti
steðgurin síðani á ólavsøku, tá teir
mest upptiknu spælararnir hjá
Víkingi fáa hvíld í fimm til seks
dagar, men annars heldur tætta
skráin eisini fram í september. Tá er
ein landsdystur mitt í viku, umframt
ein landskappingardystur, og ikki
fyrr enn síðstu trý umførini í
Vodafonedeildini verða tingini sum
vanligt, við einum dysti um vikuna.
– Ímóti ÍF var okkara ætlan heilt
avgjørt at fáa trý stig og at fara eftir
gullinum. Men nú HB er 10 stig
frammanfyri, verður tað øgiliga
ringt at taka HB aftur, sigur Jógvan
Martin Olsen, ið sostatt ásannar, at
tronga dystarskráin hevur kostað
nógv.
– Tað skal tó einki taka frá HB, tí
at liðið nú hevur 44 stig, sigur nógv
um tær dygdir, HB hevur. Eingin ivi
er um, at HB er klárt tað besta liðið í
ár.
Tronga dystarskráin
29. juli
EB/Streymur-Víkingur
Steypafinala
2. august
Víkingur-AB
Vodafonedeildin
5. august
B68-Víkingur
Vodafonedeildin
8. august
B36-Víkingur
Vodafonedeildin
12. august
Føroyar-Frakland
Landsdystur
16. august
Víkingur-ÍF
Vodafonedeildin
19. august
KÍ-Víkingur
Vodafonedeildin
22. august
Víkingur-07 Vestur
Vodafonedeildin
30. august
HB-Víkingur
Vodafonedeildin
5. september
Eysturríki-Føroyar
Landsdystur
9. september
Litava-Føroyar
Landsdystur
13. september
Víkingur-EB/Streymur
Vodafonedeildin
16. september
NSÍ-Víkingur
Vodafonedeildin
20. september
Víkingur-B68
Vodafonedeildin
At bestu spælararnir ikki
fáa hvíld millum dystirnar, tí
dystarskráin er so trong við
bæði landskappingardystum
og landsdystum, heldur
Jógvan Martin Olsen vera
ómenniskjansligt
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Ómenniskjanslig skrá