týsdagur 18. august 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. august 2009 – Nr. 155
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 18. august 2009
Niðanfyri eru nøkur av frægastu sms-
boðunum, sum lurtararnir sendu inn til
sendingina »Triði hálvleikur« sunnudagin:
Tíbetur eydnaðist ikki (Al)-Keita at bumba í
dag!
Kerr gav ikki Arnbjørn nakran hita, men eitt
kann eg siga honum, at tá ið Arnbjørn fær
hita, runga bóltarnir inn og har sum teir skulu
sita ;-)
Øssur Dalbúð trillaði runt vid báðum
landsliðsmiðverjunum hjá Víkingi í dag…
Sodan, ÍF!
FSF hevur Brian uppbakning fyri
Svangaskarði – Brian Kerr uppbakning
Heðin loyvir EB/Streymi at eta kaku. Fer hann
eisini at loyva teimum at eta
AskHamburgarar?
AB hevur fingið nógv stig og Stig-Roar
Um HB flytur upp úr Vodafonedeildini, so
sleppur B36 kanska at halda fram í deildini
07 Vestur broytir navn til Niður og norð 09
Hilmar Jan tosar so títt, at tað er vandi fyri, at
hann svølgir tunguna ella doyr av iltmangli
Hvat er tað við hesum reyðu liðunum?
Manchester United, Liverpool, HB…? Øll hava
dómaran við sær
Avskaffið yvirtíðina, ríkiligt at spæla 90
minuttir :-P 07 Vestur viðhaldsmaður
Skurarnir eru fleygaðir og rosinurnar eru
svølgdar! Finnur finnur einki, og
matchvinnarin hjá ÍF eitur nú aftur Dalbúð!
Tey trý fremstu liðini í
bestu kvinnudeildini vunnu
øll sínar dystir sunnudagin,
og tað merkir, at støðan
er óbroytt. Kappingin um
meistaraheitið millum KÍ
og AB er framvegis víðopin
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
KÍ-kvinnurnar vóru stórfavorittar
undan dystinum á Skála, og tær
gjørdu eisini sína skyldu, tá tær
vunnu ein greiðan 6-0 sigur og
varðveittu oddasessin. Merkisvert
var tó, at øll seks málini komu í fyrra
hálvleiki.
Longu í fyrsta álopinum skoraði
Sigrid Jacobsen til 1-0, og síðani
komu hinir málskjúttarnir kropp á
kroppi – Paula Mikkelsen, Rannvá
Andreasen, Sofía Purkhús, Tove
Sólheyg og Ása Thomsen.
Var fyrri hálvleikur hendingar- og
málríkur, var seinni hálvleikur beint
tað øvugta, og var talan heldur ikki
um tað stóra fótbóltsspælið. Men KÍ
fekk sín sigur og vann við rímiliga
stórum tølum.
AB fylgir við
Argastu kappingarneytarnir hjá KÍ
eru tær í AB, sum vóru á Toftum og
spældu ímóti felagsliðnum, B68/
NSÍ. Her vann AB ein tryggan 5-0
sigur, eftir at hava verið á odda 3-0 í
hálvleikssteðginum.
Bjørg Syderbø legði AB á odda
heilt tíðliga, og beint fyri hálvleik
økti Rannvá Poulsen við tveimum
tøttum málum til 3-0.
Í seinna hálvleiki gekk næstan
ein hálvur tími, áðrenn hol kom á
aftur, og tá var tað Asta Magnussen,
sum økti við brotssparki, og 10
minuttir fyri tíð staðfesti Lisa í Liða
5-0 sigurin.
Sostatt fylgir AB væl við KÍ, tí
liðini hava sama stigatal. KÍ hevur tó
nógv betri málmun og er tí tað
fremra av teimum.
Styrktur Víkingur
Eitt sindur aftan fyri tey bæði
oddaliðini liggur Víkingur upp á lúr,
og har sær eisini út til at ganga eftir
ánni. Millum annað er liðið blivið
eitt sindur betur fyri, síðani Hanna
Isaksen er komin við aftur, so
spennandi verður at síggja, um
Víkingur kann bjóða KÍ og AB av í
komandi dystum.
Hesa ferð var talan um heimadyst
ímóti EB/Streymi, og tað gjørdist til
ein 4-0 sigur. Tær báðar systrarnar,
Mariann og Kristbjørg Isaksen,
skoraðu til 1-0 og 2-0, áðrenn Heidi
Sevdal fyri steðgin økti til 3-0. Eitt
mál kom aftrat í seinna hálvleiki, og
tað skjeyt Heidi eisini.
Hálvur oddadystur
Sunnudagin verður næsta umfarið í
kvinnukappingini, og tá er serliga
tann eini dysturin áhugaverdur,
sum er dysturin inni í Vika á
Argjum, har AB tekur ímóti Víkingi.
Hetta er ein hálvur oddadystur, tí
her má og skal AB vinna, um liðið
ikki skal missa sambandið við KÍ.
Hinvegin man lítið vera at ivast í,
at Víkingur kanska dyrgir eftir at fáa
silvur, um annað av teimum fremru
skuldi snávað. Gamaní, er Víkingur
átta stig aftan fyri hini bæði, men
framvegis eru seks dystir eftir, so
nógv kann henda.
KÍ tekur sunnudagin ímóti B68/
NSÍ, og EB/Streymur hevur
heimavøll ímóti Skála. Har er KÍ
stórfavorittur í sínum dysti, eins og
Skála eisini má metast sum
favorittur í sínum.
1. deild, kvinnur:
Tríggir favorittsigrar
Ásleyg Súnadóttir og hinar
í AB mugu vinna torføra
heimadystin ímóti Víkingi
sunnudagin, skulu tær gera sær
vónir um at fylgja KÍ heilt til
dyrnar
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
1. deild, kvinnur, støðan
D
V
J
T
Mál
Munur
Stig
1
KÍ
14
11
2
1
63- 6
+57
35
2
AB
14
11
2
1
36- 6
+30
35
3
Víkingur
14
8
3
3
31-16
+15
27
4
Skála
14
4
1
9
16-41
÷25
13
5
EB/Streymur
14
2
1
11
8-48
÷40
7
6
B68/NSÍ
14
1
1
12
5-42
÷37
4
Bestubitar úr »Triðja hálvleiki«