Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 13. november 2001 19 Til tíðir var spælið beinleiðis óftantaligt, tá Neistin leygardagin vann ein lítið sann- førandi sigur á koll- firðingum HONDBÓLTUR, MENN Jákup Mørk Fyrstu dystirnir hetta kapp- ingarárið hava víst, at tað serstakliga er Neistin, sum er avbjóðari hjá vestmenn- ingum í gullstríðnum, og leygardagin skuldu teir taka enn eitt tak í oddastríðnum, tá teir vitjaðu KÍF í Vest- manna. Royndin miseydnaðist Tað eydnaðist eisini Neista- num at vinna dystin, men lat tað verða sagt alt fyri eitt, at talan var langt ífrá um nakað sannførandi av- rik frá oddaliðnum. Stóran part av fyrra hálv- leiki vóru tað nevnliga koll- firðingar sum vóru við yvirlutan, og umframt at álopsspælið ikki koyrdi nakað serliga væl, so var tað serstakliga í verjuparti- num, at Neistin hevði al- stórar trupulleikar. Fyri at bøta um striku- spælið, sum ikki hevur virkað serliga væl í ár, varð Hans Áki Dal-Christiansen fluttur inn á vøllin, meðan John Petersen var á veingi- num frá dystarbyrjan, men í hvørgum endanum av vølli- num virkaði hendan loysn- in serliga væl. Serstakliga hevði mið- verjan ilt við at halda Reg- ini Petersen og Iljan Topic frá skotroyndum, meðan John Petersen í bæði álops- og verjupartinum hevði ilt við at gera nakað við Petur Martin Poulsen. At Neistin so kortini helt sær inni í dystinum, komst av teirri orsøk, at Fyrst Heini Joensen og síðani Kári Mortensen og Jacob Jónsson megnaðu at skjóta neyðugu málini, sum skuldi til, umframt at Zeljko Jotic tók sær av stórum parti av tí, sum kollfirðingar tveittu eftir honum. Og so var tað eisini tað, at KÍF snøgt sagt dummaði seinasta partin av fyrra hálvleiki, tá mistøk í álopsspælinum høvdu við sær, at ístaðin fyri at heima- liðið økti um munin, slapp Neistin at minka úr 17-13 niður 17-15. Jacob X 6 Í seinna hálvleiki var alt fyri eitt greitt, at nú vóru gestirnir í øllum førum meira ágrýtnir. Rættiliga skjótt fingu teir lagt seg á odda, og hóast teir alla tíðina hildu nevið frammanfyri, so fór spenn- ingurin ikki úr dystinum. Heilt góðar mundu vónir- nar hjá kollfirðingum ger- ast, tá fyrrverandi bygdar- felagi teirra, Heini Joensen, fekk reyða kortið fyri at hava skumpað Kristian Madsen, tá hesin ikki vildi geva sær bóltin, men í min- uttunum, sum fylgdu eftir hetta, setti Neistin alt upp á pláss. Iljan Topic fekk tvær ferðir tveir fingrar og reytt kort, og tá kollfirðingar løtu seinni fingu enn eina útvísing, settu Neistin og serliga Jacob Jónsson ferð á.) At hvørki dómaraborð ella dómarar síðani revs- aðu, at kollfirðingar komu ov tíðliga innaftur á vøllin, er ein onnur søga.) Seks mál á rað vórðu skotin frá hansara hond, og so var dysturin í roynd og veru av- gjørdur. Vinna stigini Saman um tikið var talan aftur um ein av hesum dyst- unum hjá Neistanum, har spælið ikki hevur verið ser- liga sannførandi, men har stigini kortini koma inn á kontina, og tað er so ein dygd í sjálvum sær. Tað skerst tó ikki burtur, at teir eftir dystin mundu iðra seg um útvísingina, sum Heini Joensen fekk, og sum sostatt heldur honum frá at spæla, tá teir komandi vikuskifti vitja StÍF á Skála. Ein dystur, sum kann vísa seg at gerast sera trupul. Ikki minst nú STÍF hevur nakað at prógva eftir óvæntaða tapið fyri Tjaldri. Fyri KÍF tóktist dysturin hinvegin vera enn eitt prógv um, at teir aftur í ár hava fingið eina sera ringa byrjan upp á kappingarárið. Í fjør vóru teir annars mill- um bestu liðini í endaspæli- num, men grundað á vána- liga grundspælið rakk hetta ikki til nakað heiðursmerki. Tí vóru vónirnar góðar undan hesum kappingarári- num, men heldur ikki hesa ferð tykist eydnan vera við teimum. Tað er tó lítið at iv- ast í, at KÍF hevur meira í sær, enn støðan á talvuni sýnir, og spurningurin tyk- ist bert vera, nær teir fara at prógva, at so er. Dysturin í tølum KÍF-Neistin 25-31 (17-15) Málskjúttar: KÍF: Petur Martin Poulsen 5, Regin Petersen 5, Iljan Topic 5, Kristian Madsen 3, Durica Tomic 3(1), Finn Heri Johannesen 2, Petur Martin Johansen 1, Jákup Dam 1 Neistin: Jacob Jónsson 10, Kári Mortensen 6, Heini Joensen 5(1), Áki Mørk 4, John Petersen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Ári Rouch 1 Brotskøst: KÍF 2, Neistin 2 Útvísingar: KÍF 5, Neistin 2 Diskvalifikatiónir: KÍF 1 (3X2 minuttir), Neistin 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr StÍF: Poli Han- sen & Jústinus Justinussen. Best at skriva sum minst um eitt avrik, sum avgjørt ikki hoyrir til teirra bestu. Hvidovre spældi javnt, og Randers Freja tapti móti botn- liðið, tá 15. umfarið í donsku 1. deild varð avgreitt um vikuskift- ið DANMARK, 1. DEILD Jákup Mørk Tað gekk einki serligt hjá føroysku fótbóltsútisetun- um í Danmark, tá enn eitt umfar í næst bestu deildini varð avgreitt leygardagin. Mistu aftur Í Hvidovre vóru ætlanirnar stórar, tá Peter Schmeichel fyri einum ári síðani keypti partapeningin í felagnum. Eitt nýtt lið skuldi byggjast upp, og hetta kappingarárið skuldi miðjast eftir oddi- num, men tað gongst ikki altíð, sum prædikað verður. Hvidovre hevur upplivað hópin av vónbrotum, og leygardagin kom so aftur eitt av slagnum, tá teir á úti- vølli leiktu móti B1913. B1913 hevur annars stað- ið seg væl í ár, men tá gott 20 minuttir vóru eftir at leika, var tað framvegis Hvidovre, sum var á odda í dystinum. Sum tað so ofta hevur víst seg í ár, so megn- aðu Óli Johannesen og teir tó ikki at halda fast, og tí máttu teir fyri sættu ferð í ár taka til takkar við einum javnleiki. Taptu á botnliðið Hjá Randers Freja og Atla Gregersen hevur gingist heldur betri enn hjá Hvid- ovre, men sunnudagin mistu teir eitt týdningar- mikið fet í oddinum. Roknað varð annars ikki við, botnliðið úr Fredericia skuldi gera stórvegis við oddaliðið, men eftir at teir heilt tíðliga í dystinum løgdu seg á odda við brots- sparki, eydnaðist teimum at halda Randers Freja frá fatinum í 86 minuttir, og sostatt fingu teir úr havnar- býnum sín triðja sigur hetta kappingarárið. Ein sigur, sum samstundis lyfti Fredericia upp um niður- flytingarstrikuna. Hvørki í Hollandi ella í Onglandi vóru føroyskir leikarar á vøllinum hetta vikuskiftið Í Hollandi høvdu Súni Olsen og liðfelagarnir frí hetta vikuskiftið, men kortini kann sigast, at teir komu eitt sindur nærri oddinum, tá oddaliðið, Excelsoir, bert fekk javn- leik í sínum dysti. Í Onglandi var Julian Johnsson heima við krími, tá liðfelagarnir fyri aðru ferð á rað fóru av vøllinum sum taparar. Hetta tá Lincoln City á heimavølli basti Hull 2-0. Sagt verður á heimasíð- uni hjá Hull, at Lincoln alla tíðina var betra liðið, og at Hull snøgt sagt skapti ov lítið til at nakar veruligur spenningur skuldi vera í dystinum -jm KÍF-Neistin 25-31 (17-15): Rótut í Vestmanna Millum hópin av útvísingum í seinna hálvleiki eydnaðist Jacob Jónsson at skjóta seks mál á rað fyri Neistan, og hetta var tað, sum definitivt avgjørdi dystin leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Kollfirðingurin hjá Neistanum, Heini Joensen, mátti sita á beinkinum seinastu 7 minuttirnar, og komandi dystin má liðið vera sterka bakkin fyri uttan Mynd: Álvur Haraldsen Einki serligt Høvdu frí 19 18 Nr. 219 - 13. november 2001 Neistakvinnurnar vunnu ein kanska óvæntaðan sigur í Vági, og í fyrstu atløgu er VB nú dottið av heiðurs- merkjaplássunum HONDBÓLTUR, KVINNUR Jákup Mørk Hondbóltskvinnurnar úr Vági hava seinnu árini verið í støðugari menning, og eftir at hetta í fjør kastaði eitt bronsumerki av sær, er málið í ár at betra seg enn meira. Nú fjórðingurin av kapp- ingarárinum er farin aftur um bak, er tó ikki líkt til, at hetta verður veruleiki í ár. Sum úrslitini hava verið, er líkt til, at VÍF og Stjørnan fara við fremstu sessunum, og sunnudagin syrgdu neistakvinnur so fyri, at tær hava sett seg á bronsu- plássið fyri fyrst. Vunnu í verjuni Hóast talan alla tíðina var um ein javnan dyst í Vági, so var tað kortini Neistin, sum hevði munin størsta partin av tíðini. Vágbing- unum dámar væl at spæla skjótan hondbólt, og teim- um so vant, so løgdu tær út við einari framrættaðari verju, har ætlanin so var at fáa nøkur skjótálop í lag. Hetta hevur ofta givið teimum góð úrslit, men sunnudagin gekst illa í hond. Álopsspælið hjá Neistanum var kanska ikki so flótandi, men tað koyrdi hampuliga væl, og tær komu aloftast til skot- royndir, soleiðis at talan ikki gjørdist um óneyðuga nógv skjótálop til vertirnar. Har afturat mundi tað eisini koma væl við hjá liðnum, at Annika Thomsen og Mildrid Jacobsen, sum higartil hava verið heldur tamari enn vanligt, báðar fingu glið á málskjótingina, soleiðis at breiddin í álops- spælinum gjørdist størri. Í verjupartinum lá sera væl fyri hjá Neistanum. Spælt varð alla tíðina við flatari verju, og umframt at hetta gjørdi tað tungt hjá VB at koma ígjøgnum, so megnaðu tær eisini væl at halda skjúttunum hjá heimaliðnum burturi. Hetta gav veruliga at bíta, tá góður helmingur var farin av fyrra hálvleiki. Neistion vann seg tá fimm mál fram um heimaliðið, og hóast VB í seinna hálvleiki megnaði at toga seg heilt upp ímóti Neistanum, so komu tær ikki nærri ennn tí eina málinum. Neistin svar- aði tá aftur, og hóast VB royndi at fara út eftir teim- um bláu seinastu løtuna, so megnaðu tær ikki at stressa tær somikið nógv, at úti- sigurin kom í vanda. Ikki bara útlendsk Við sigrinum syrgdi Neisin fyri, at tær halda fast í bronsuplássinum, sum í løtuni tykist vera tað hægsta, sum tær kunnu røkka. Fyri at røkka hægri enn hetta, tykist eingin ivi vera um, at neyðugt er við útlendskum leikarum at styrkja um liðið, soleiðis sum eitt nú VÍF og Stjørnan hava gjørt tað. Í veru- leikanum er Neistin einasta liðið í kvinnudeildini, sum er fullkomuliga uttan út- lendska arbeiðsmegi, og í so máta kann tað ikki vera annað enn eggjandi, at tær megna at halda fast um heiðursmerkjaplássini. Hjá VB eru í ár tríggjar útlendskar kvinnur á liðnum, og tí má tað helst metast sum eitt fyribils vónbrot, at tær í løtuni eru at finna á fjórða plássinum. Ikki minst eftir at tær í fyrsta heimadystinum í ár vóru so sera nær við at koppa VÍF. Tað er tó ein veruleiki, at VB – hóast útlendsku arbeiðsmegina – ikki hevur somu breidd í hópinum, sum tær áður hava havt. Bulurin av heimligu leikar- unum er í løtuni ikki nóg sterkur, og hóast útlensku leikararir sjálvandi eru ein góður styrkur, so megna hesar ikki einsamallar at vinna dystirnar. Dysturin í tølum VB-Neistin 20-24 (10-13) Málskjúttar: VB: Gabriella Fekete 11(6), Margreth Augustin- ussen 3, Sólrun Krosslá 2, Regina Radó 1, Rannvá Augustinussen 1, Jensia Petersen 1, Durita Rouch 1(1) Neistin: Katrin á Neystabø 7(3), Birita Wardum 5(1), Nildrid Jacobsen 4, Annika Thomsen 4, Gunnleyg Berg 3, Bjørg Patursson 1 Brotskøst: VB 7, Neistin 4 Útvísingar: VB 2, Neistin 5 Dómarar úr StÍF: Pole Han- sen og Jústinus Justinussen Einki roks var um nakað sum helst, tá VÍF sunnudagin vann stórsigur á Sóljuni HONDBÓLTUR, KVINNUR Jákup Mørk Tað var ikki væntandi, at Sóljan kundi gera stórvegis við oddaliðið úr Vest- manna, og tá liðini dyst- aðust sunnudagin, skuldi hetta eisini vísa seg at gerast sannleikin. Einki roks Eftir at gestirnir sluppu at spæla við fyrstu løtuna, meðan heimaliðið hitaði upp, settu meistararnir ferð á, og so var í veruleikanum lítið og einki at tosa um. Uttan at tær nakran tíð vórðu noyddar at spíla seg út, og uttan at tær nakran tíð vóru undir nøkrum trýsti, var tað eitt sindur torført hjá VÍF at toga nakað meistaraspæl fram, men tað, sum tær vístu, var tó ríkiliga nógv til at basa Sóljuni. Hvussu leingi Við sigrinum syrgdu vest- menningar um ikki annað fyri, at tær framvegis hava fult stigatal, nú grund- spælið er hálvrunnið, og ivaleyst man størsta av- bjóðingin vera at halda fast um positivu hagtølini, sum siga, at VÍF ikki hevur sett stig til, síðani tær tann 15. oktober í fjør leiktu 23-23 í Klaksvík. Tapt hava tær ikki síðani seiansta dystin á vári 2000, tá Neistin vitj- aði, og einasti spurningur í løtuni tykist vera, hvussu leingi sigursrøðin hjá VÍF fer at halda fram. Ein spurningur, sum tað væl kann taka sína tíð at svara. Hjá Sóljuni eru tað aðrir spurningar, sum rúgva meira tann um sigursrøðina hjá VÍF. Fyrst og fremst ræður um at sleppa av botnsessinum, og hetta tykist fyrst og fremst at gerast ein dystur ímóti Kyndli. Gaman í hevur StÍF somuleiðis tvey stig, men eftir at tær nú aftur eru fullmannaðar, tykist tað vera sera sannlíkt, at tær fara at skava okkurt stigið afturat saman. Hetta er so í øllum førum nakað, sum meira fæst at vita um innan alt ov leingi, tí um tvær vikur kemur StÍF á vitjan í Vágoynni, og hóast talan enn bert er um grundspælið, so kann hesin dysturin fara at geva eina ábending um, hvussu kappingin í botninum fer at laga seg í ár. Dysturin í tølum: VÍF-Sóljan 40-16 (22-9) Málskjúttar: VÍF: Ioana Rápa 8(1), Nicoleta Radu 8, Sóley Mikkelsen 6, Fríða Marj- unardóttir 5, Jacklin Dur- huus 4(1), Nicolina Eyð- bjørnsdóttir 3, Jórun Lud- vig 3, Alis Høghamar 2, Randi Kúrberg 1 Sóljan: Asta Petrauskiene 7, Hertha Simonsen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Jana Jacobsen 1, Jóhanna í Horni 1 Brotskøst: VÍF 3, Sóljan 1 Útvísingar: VÍF 1, Sóljan 5 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuel- sen VB-Neistin 20-24 (10-13): VB datt úr heiðursmerkjarøðini Millum annað takkað verið góðum spæli frá Mildrid Jacobsen, sum her sæst á veinginum, eydnaðist tað Neistanum at vinna ein týdningarmiklan sigur á VB í Vági Mynd: Áki Bertholdsen VÍF-Sóljan 40-16 (22-9): Ikki nakar dystur C M Y K 18