Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 13. november 2001 21 Hóast skerdir vunnu klaksvíkingar dystin á vestmenningum, og liggja nú liðini bæði jøvn á fremsta plássi TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Undan kappingarbyrjan varð mett at klaksvíkingar, vestmenningar og toppin, og júst soleiðis er núver- andi støða eftir fýra umfør í liðkappingini. Vestmenn- ingar hava havt leiðsluna, men leygardagin mátti teir lúta á fyrsta sinni ár ímóti klaksvíkingum. Spenningur í Klaksvík IM John Rødgaard hevur sera gott tak á tí framfýsna Ólavi Simonsen úr Klaks- vík, og hetta prógvaði hann eisini um vikuskifti í Vest- manna. Teir hittust sum høvdingar á fyrsta borði, og enn einaferð reistist John sum vinnari eftir loknan dyst. Rani Nolsøe sum ikki var við klaksvíksliðnum hendan dystin, sigur at talvið var beint eftir bókini, við fáum feilum og sera góðum spæli frá báðum telvarum. John sum hevði svarta fólkið vann loksins. Annað borð mannaðu fyrrverandi føroyameist- arnar Torbjørn Thomsen og Steintór Rasmussen. Talvið var javnt og kundi fara báðar vegir, men í tíðar- neyðini eydnaðist tað Steintóri at vinna stríðið. Ein góður sigur hjá Stein- tóri. Tummas Martin Anthon- iussen hevur fingið eina góða kappingarbyrjan, og hesum mátti vestmenning- urin John Jacobsen ásanna. Tummas Martin fekk øgi- ligt trýst á John, og undir trýstinum misti John ov nógv materiali og gavst tí. Ungi klaksvíkingurin Rúni Dragaberg fekk ein góðan javnleik ímóti tí roynda Kára Durhuus á fjórða borði. Tískil ein kærkomin 2,5 - 1,5 sigur til sigursvanda felagið úr Klaksvík, sum hendan dagin var skert uttan Rana Nolsøe. Úrslitið boðar frá góðum sæð við klaksvíkseygum. Javnt í Hvalvík Havnarmenn eru enn ikki veruliga komnir í gongd, men kanska er tað eingin vanlukka. Teir lógu nevn- liga í fjør leingi og lúrdu aftanfyri toppliðini, men so við eitt tóku teir lop framum øll favorittliðini og vunnu loksins trygt 1. deild. Í Hvalvík fingu havnar- menn tvey stig heimaftur. Navnarnir Martin Poulsen og Brekká hittust á fyrsta borði, og endin varð at hesin fyrsti vann talvið. Olaf Berg fekk tó ikki knekkað tí meira roynda Finnbjørn Zachariassen, sum vísti rutinu við at basa unga havnarmannin. Herluf Hansen sum í fjør hevði eina ringa kapping, hevur í ár verið álitið á liðnum. Hann vann leygar- dagin á Sámal Christian- sen, meðan fjórða borði hjá hvalvíkingum, Hanus Brekká vann á Andias Ziska, sum als ikki hevur havt eydnuna við sær í fyrru helvt. Hanus Brekká er búsitandi niðri, og verður neyvan við á hvalvíks- liðnum framhaldandi í kappingini. 2-2 er eitt gott úrslit hjá hvalvíkingum sum nú ikki eru einsamallir í botninum. Í Kollafirði vunnu GM Tiger H. Persson & co ein tryggan 3-1 sigur á HT 2. Tiger vann eftir ætlan á Jóhan Gaard, sum tó var treiskur í eini 30 leikir. Tann kendi kollfirðing- urin Hans Kristian Simon- sen vann eftir tógvið stríð á Óla Joensen. Óli leyp hvassiliga á, men Hans Kristian vardi væl og fekk fyrimun og vann hareftir trygt. Á triðja borði hevði havnarmaðurin Johan E. Hansen allar møguleik- arnar ímóti Eyðálvi Jo- hannesen, men telvaði alt ov óneyvt í endatalvinum og hetta revsaði kollfirð- ingurin til fulnar. Jógvan Næs úr havnini hevur verið álitið hjá HT 2. Hann hevur ikki gjørt mætari enn at hava vunnið øll síni fýra talv fyri liðið á fjórða borði. Møguliga eitt gjøg- numbrot fyri tann annars roynda telvaran. Leygar- dagin vann Jógvan ruddi- liga á tí unga Árant Djur- huus. Kollfirðingar fingu luft eftir hendan dyst, meðan havnarmennirnir muga ásannað at tungt verður at yvirliva í fremstu deildini. Støðan eftir 4. umfar KTF 10,5 VT 10,5 HT 8,5 KT 7,5 HT2 5,5 TFS 5,5 Toftamenn beina kós Við 3,5 — 0,5 sigri á vest- menningum hava tofta- menn tikið leiðsluna í 2. deild. Tað er góða gamla liðið við Jens Kristian Han- sen, Helga Joensen, Wenzil Højgaard og superveteran- anum Jústines Hansen, sum enn einaferð eru á veg ímóti hægri málum. Toppdysturin hetta viku- skifti var millum sanda- vágsmenn og runavíkingar. Dysturin endaði 2-2, har eitt nú Bjarki Ziska fekk javnleik ímóti Torkil Nielsen. Helst eru runavík- ingar best nøgdir við úrslitið. Seinasti dysturin í 2. deild varð í Gøtu har klaksvíkingar vitjaðu. Gøtumenn vunnu 2,5 — 1,5. Støðan í 2. deild TT 11,0 RT 10,0 ST 9,5 KTF 7,0 GT 5,5 VT 4 ,0 Í 3. deild liggja havnar- feløgini bæði enn í oddan- um. Eftir fýra umfør hava liðini javnlík stig, meðan sandavágsmenn óvæntað bert eru eitt stig aftanfyri. HT3 vann 3-1 á Róki, meðan HT4 vann tepurt á vestmenningum. Triði dyst- urin varð millum kollfirð- ingar við kendum nøvnum so sum Hanus Joensen og Hans J. Petersen á liðnum, og sandavágsmenn. Hesir seinastu vunnu heldur óvæntað 2,5 — 1,5. Støðan í 3. deild HT4 10,0 HT3 10,0 ST 9,0 Rókur 6,5 VT 6,0 KT 5,5 5. umfar Allar deildirnar fáa nú tvey talvfrí vikuskifti. Fimta umfar verður nevnliga ikki leikt fyrrenn 2. desember. Í 1. deild verða hesir dystir: HT — VT, KTF — KT og HT2 — TFS. Í 2. deild verður áhugaverdur oddadystur millum RT og TT. Føroyska talvfelagið í Keypmannahavn, sum er á odda í donsku 2. deild, skal komandi vikuskifti hitta sterka liðið úr Helsingør. Fyrsta borði hjá føroy- ingunum, John Arni Nils- sen fær torføra uppgávu, tí yvir av honum situr tá stórmeistarin Sune Berg Hansen. Klaksvíkingar vunnu toppdystin John Arni Nilssen fær eina torføra uppgávu komandi vikuskiftið, tá hann á fremsta borðið skal royna seg móti donskum stórmeistara 21 20 Nr. 219 - 13. november 2001 Liðið, sum fyri einum ári síðani misti stig á Svangaskarði hevur hósdagin møguleika at spæla seg til HM- endaspælið ALTJÓÐA FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Leygarkvøldið vóru fyrstu av teimum sonevndu play- off dystunum fyri europe- iska partin av HM-undan- kappingini leiktir. Hetta eru dystir millum tey lið, sum gjørdust næst best í sínum undankappingarbólkum, og sum tískil ikki vunnu sær beinleiðis atgongumerki til HM. Slovenia heldur áfram Eitt av hesum liðum er Slo- venia, sum gjørdist numm- ar tvey í okkara bólki í hes- ari undankapping. Tá teir fyri tveimum ár- um síðani vunnu á Ukraina í líkandi støðu, var tosað um, at hetta var ein sensa- tión av teimum heilt stóru, og skelkurin úr lítlu fót- bóltstjóðini mundi ikki ger- ast minni, tá teir í EM- endaspælinum vóru á odda 3-0 móti stórveldinum, Jugoslavia. Hesin dysturin endaði tó 3-3. Slovenia vann seg ikki úr innleiðandi bólkunum, og tá teir so fyri góðum ári síðani mistu stig á Svanga- skarði móti Føroyum, rokn- aðu tey flestu við, at hetta var líka sum tað frá teirra síðu. Slovenar hava tó víst seg at vera treiskari enn tey flestu, og í seinasta dysti- num í undankappingar- bólkinum tryggjaðu teir sær rættin til play-off dystir við at vinna 3-0 á okkara monnum. Aftur hesa ferð mundu tey flestu halda, at nú steðgaði slovenska ævin- týrið, tí mótstøðuliðið var nú Rumenia, sum ígjøgn- um gott og væl eitt tíggju- áraskeið hevur havt eitt landslið, sum hevur verið at roknað millum tey stinn- astu í Europa. Eftir dystin leygardagin er tó staðfest, at Slovenia veruliga skal roknast við, tá fótbóltsvaldið í Europa verður ásett. Enn eru teir ikki komnir til HM, men 2- 1 sigurin á Rumenia gevur teimum í øllum førum ein góðan møguleika at røkka hesum máli. Alt sá annars ut til at ganga eftir bókini, tá Marius Niculae legði Rumenia á odda um miðjan fyrra hálvleik, men við málum frá Acimovic og Osterc koppaðu slovenar øllum á høvdið. Einki er avgjørt Annars gav eingin av hin- um fýra dystnum eina greiða ábending um, hvat lið fer at vinna seg fram til endaspælið. Best man tað standa til í Írlandi, sum fekk eitt hepp- ið lutakast, tá tað varð greitt, at teir skuldu dystast móti Iran um eitt HM-at- gongumerki. Á Lands- downe Road vann Írland 2- 0 á Iran við málum frá Ian Harte og Robbie Keane, og hóast tað í løtum stóð nógv á móti Iranum, so er sigurin ein góð barlast at hava í viðførinum, tá farið verður til Teheran. At Írland so noyðist at vera Roy Keane fyri uttan til hendan dystin er hinvegin ein strika í rokningini. Liðskiparin segðist vera klárur at spæla dystin leygardagin, eftir at hann hevur stríðst við ein knæskaða, og hóast hann spældi allar 90 minuttirnar, so versnaði skaðin somikið nógv, at ein skurðviðgerð nú tykist sannlík. Eisini Turkaland tykist vera væl fyri, eftir at einsa- malla málið hjá Burur var nóg mikið til at tryggja ein útisigur á Eysturríki, eins og tað má metast sum eitt gott útgangsstøði hjá Týsk- landi, at teir megnaðu at spæla javnt, 1-1, í Kiev móti Ukraina. Her legði heimaliðið seg tíðliga á odda við einum málið frá Zubov, men á hálva tíma- num javnaði Ballack til endaligu støðuna. Seinasti dysturin leygar- dagin var ímllum Belgia og Kekkia, og her tykist alt opið, eftir at Belgia vann heimadystin 1-0. Málið skeyt Gert Verheyen. Seinnu play-off dystirnir verða leiktir mikukvøldið. Støðan, danska 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Køge 15 12 - 1 - 2 32 13 19 37 2 Frem 15 9 - 5 - 1 33 15 18 32 3 HFK Sønderj. 15 9 - 3 - 3 31 19 12 30 4 Farum 15 8 - 5 - 2 31 21 10 29 5 B 1913 15 8 - 3 - 4 28 23 5 27 6 AC Horsens 15 6 - 5 - 4 21 15 6 23 7 Herfølge 15 6 - 5 - 4 23 18 5 23 8 Randers F. 15 5 - 5 - 5 22 20 2 20 9 Brønshøj 15 5 - 3 - 7 24 28 -4 18 10 FC Aarhus 15 4 - 5 - 6 22 26 -4 17 11 Hvidovre 15 3 - 6 - 6 22 30 -8 15 12 B 1909 15 4 - 3 - 8 27 38 -11 15 13 Fredericia 15 3 - 4 - 8 19 22 -3 13 14 B93 15 3 - 3 - 9 21 36 -15 12 15 Kolding IF 15 3 - 1 -11 28 43 -15 10 16 Skive 15 2 - 3 -10 19 36 -17 9 30 umfør. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í superliguna. Niðastu trý liðini flyta í 2. deild. Føroyskir leikarar: Óli Johannesen (Hvidovre), Atli Gregersen (Randers Freja) Støðan, hollendska toto-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Excelsoir + 13 9 - 2 - 2 24 10 14 29 2 RBC Roo’daal 13 8 - 3 - 2 31 15 16 27 3 Emmen 12 8 - 3 - 1 27 13 14 27 4 ADO Den Haag 12 7 - 3 - 2 20 10 10 24 5 FC Zwolle 12 7 - 3 - 2 21 15 6 24 6 BV Veendam 13 6 - 4 - 3 26 19 7 22 7 Cambuur/L. 13 6 - 3 - 4 20 13 7 21 8 FC Volendam 13 6 - 2 - 5 27 19 8 20 9 Dordrecht ‘90 13 5 - 3 - 5 21 20 1 18 10 Haarlem 13 4 - 4 - 5 16 18 -2 16 11 Storm/Telstar 12 4 - 2 - 6 18 16 2 14 12 Heracles A. 13 4 - 2 - 7 19 20 -1 14 13 G.A. Eagles 13 3 - 5 - 5 24 26 -2 14 14 Helmond Sp. 13 3 - 4 - 6 8 20 -12 13 15 VVV 13 4 - 0 - 9 22 28 -6 12 16 MVV 13 3 - 3 - 7 18 25 -7 12 17 Top/Oss 13 2 - 1 -10 9 38 -29 7 18 Eindhoven 13 1 - 3 - 9 13 39 -26 6 Perioduvinnarnari eru merktir »+« 34 umfør. Besta liðið flytir beinleiðis upp í heiðursdeildina. Perioduvinnarnari dystast saman við veikastu liðunum úr heiðursdeildini um eitt pláss í heiðursdeildini. Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Støðan, enska 3. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Plymouth 18 11 - 5 - 2 27 11 16 38 2 Rochdale 18 11 - 4 - 3 29 17 12 37 3 Luton 18 11 - 3 - 4 39 22 17 36 4 Mansfield 18 10 - 4 - 4 30 21 9 34 5 Hull 18 9 - 6 - 3 32 20 12 33 6 Scunthorpe 18 7 - 7 - 4 29 19 10 28 7 Shrewsbury 18 8 - 4 - 6 28 23 5 28 8 R&D 18 6 - 8 - 4 20 16 4 26 9 Darlington 18 6 - 5 - 7 22 22 0 23 10 Southend 18 7 - 2 - 9 22 22 0 23 11 Cheltenham 18 5 - 8 - 5 24 25 -1 23 12 Kidderm. 18 6 - 5 - 7 15 18 -3 23 13 Lincoln C. 18 5 - 7 - 6 19 19 0 22 14 Leyton O. 18 6 - 4 - 8 25 31 -6 22 15 Hartlepool 18 6 - 3 - 9 20 17 3 21 16 York 18 6 - 3 - 9 23 31 -8 21 17 Torquay 18 6 - 3 - 9 15 25 -10 21 18 Swansea 18 5 - 5 - 8 24 30 -6 20 19 Bristol R. 18 5 - 5 - 8 14 21 -7 20 20 Exeter 18 5 - 5 - 8 20 34 -14 20 21 Oxford Utd. 18 4 - 7 - 7 17 19 -2 19 22 Carlisle 18 3 - 7 - 8 15 23 -8 16 23 Macclesfield 18 3 - 7 - 8 12 22 -10 16 24 Halifax 18 3 - 7 - 8 12 25 -13 16 46 umfør. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í 2. deild. Liðini frá 3-6 spæla play-off dystir um seinasta uppflytingarsessin. Niðasta liðið flytir niður í Conference- deildina. Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull City) Slovenia steðgar ikki á Hóast teir ferð eftir ferð verða mettir sum »outsidarar«, so heldur Slovenia treiskliga á fram við at taka fótbóltsserfrøðingarnar á bóli C M Y K 20