Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 219 - 13. november 2001 Tað var ikki fyrr enn seinastu 20 minuttir- nar at Stjørnan tryggjaði sær sigurin móti einum væl kempandi StÍF liðið HONDBÓLTUR, KVINNUR Jákup Mørk Tað var botnur móti toppi á Skála sunnudagin, og sum so mundi eingin ivast í, at talan fór at verða um ein hampuligan lættan dyst hjá Stjørnuni, sum í vetur bert hevur mist stig ta einu ferð- ina. Í Vestmanna móti før- oyameistarunum. Kanska roknaðu klaks- víksgenturnar eisini sjálvar við, at stigini fyri dystin fóru mest sum at koma av sær sjálvum, tí í fyrra hálv- leiki var lítið og einki, sum bendi á, at sigurin skuldi gerast so ómaksleysur. Javnt í fyrra StÍF legði nógv fyri beint sum dysturin byrjaði. Við mansverju syrgdu tær fyri, at leikluturin hjá Simonu Dziu- gyte ikki skuldi gerast eins stórur og vanligt, og tá eing- in av hinum leikarunum á stjørnuliðnum kundi gera nakað serligt til tess at økja um leikferðina, so gekk so toluliga væl hjá heima- liðnum at halda álopsspæli- num úr Klaksvík í skák. At so Ingun Mørkøre í máli- num eisini stóð seg sera væl, og ikki minst tók sær av hóp- in av gjøgnumbrotum frá vengrunum báðum, gjørdi ikki støðuna verri. Á álopsspælinum royndi heimaliðið eisini at nýta umhugsni, soleiðis at ferð- ina ikki varð sett ov langt upp, men at tær istaðin spældu bóltin runt fyri at bíða eftir, nær okkurt holið kom í verjuna. Ofta riggaði hetta eisini væl, soleiðs at tá Stjørnan gjørdist óansin fekk onkur á heimaliðnum smoygt sær innum. Soleiðis gekst heldur javnt allan fyrra hálvleik, og hóast venjarin hjá gest- unum royndi at vekja sínar leikarar við einum time- out, so batnaði einki. StÍF hekk framvegis í, og at Stjørnan førdi við einum máli, tá farið varð til hálv- leiks, var eingin ábending um, at tær nú vóru ávegis einum sigri. Skjótálopini avgjørdu Í seinna hálvleiki skuldi ein kanska hildið, at nú máttu gestirnir vakna, men fyrstu løtuna sást einki til hetta. Ístaðin var tað nú aftur StÍF, sum legði seg á odda, men langt um leingi kom spaku- liga ferð á Stjørnuliðið. Fyrst og fremst var broyt- ingin, at tær fingu skil á verjuspælið. Una Olsen, sum langt ífrá var sannfør- andi inni á strikuni, varð skift við Beintu Klakstein, og tá Stjørnan samstundis fekk forða Alinu Oraru at bróta ígjøgnum, gjørdist alt meira trupult hjá heimalið- num at skora. Hetta við- førdi so eisini, at kontra- álop kundu setast ígongd, og hetta var nakað, sum hóvaði Annu Kristinu Sam- son. Av teimum átta sein- astu málunum hjá Stjørnuni átti Anna Kristina tey seks, og tað sigur ikki so lítið um leiklut hennara hendan seinasta partin av dysti- num. Ætla sær uppeftir Hóast dysturin soleiðis end- aði við einum hampuliga tryggum sigri til Stjørnuna, so var hetta tó eisini ein áminning um, at eingin sigur kemur av sær sjálvum. Hinvegin prógvaði hetta eisini, at tær hjá StÍF eru til reiðar at taka av, um ein møguleiki brádliga stingur seg upp, tá spælt verður móti liðum, sum liggja ovarligari á stigatalvuni. Hetta kundi bent á, at StÍF ætlar sær annað og meira enn leiklutin sum stiggevari hetta kappingarárið, og eftir sera laku byrjanina, sum liðið fekk upp á árið, skal tað als ikki takast sum giv- ið, at liðið noyðist eina deild niður at leika kom- andi veturin. Dysturin í tølum StÍF-Stjørnan 16-22 (8-9) Málskjúttar: StÍF: Ileana Manolescu 5, Anna Maria Berthelsen 3, Alina Olaru 3, Anna Berg 2, Guðrun Ólavsdóttir 2, Sunfríð B. Jacobsen 1 Stjørnan: Anna Kristina Samson 8, Simona Dziu- gyte 7(2), Andrijana Milo- danovic 3, Joan M. Joensen 2, Beinta Klakstein 2 Brotskøst: StÍF 1, Stjørnan 2 Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 2 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Eyðun Samuel- sen. Gjørdi ikki nakað hóvasták burtur úr einum løttum dysti. StÍF-Stjørnan 16-22 (8-9): Stjørnan ridlaði Anna Maria Berthelsen var ógvuliga sentral í miðverjuni hjá StÍF, har m.a. Una Olsen hevði sera torført við at fóta sær Mynd: Álvur Haraldsen Støðan 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 6 - 0 - 0 185 110 75 12 2 Stjørnan 6 5 - 0 - 1 171 130 41 10 3 Neistin 6 4 - 0 - 2 145 123 22 8 4 VB 6 3 - 0 - 3 142 146 -4 6 5 Kyndil 6 1 - 0 - 5 137 171 -34 2 6 Sóljan 6 1 - 0 - 5 127 170 -43 2 7 StÍF 6 1 - 0 - 5 109 166 -57 2 Støðan 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 5 - 1 - 0 179 140 39 11 2 Neistin 6 5 - 1 - 0 167 151 16 11 3 StÍF 6 3 - 0 - 3 159 156 3 6 4 H71 6 3 - 0 - 3 162 165 -3 6 5 Tjaldur 6 1 - 1 - 4 142 155 -13 3 6 KÍF 6 1 - 1 - 4 147 170 -23 3 7 Kyndil 6 1 - 0 - 5 140 159 -19 2 Máltindarnir Kvinnur: Simona Dziugyte Stjørnan 70 (14) Gabriella Fekete VB 67 (18) Asta Petrauskine Sóljan 58 (5) Lotte Sørensen Kyndil 42 (14) Ioana Rápa VÍF 41 (8) Katrin á Neystabø Neistin 39 (19) Birita Wardum Neistin 34 (2) Anna K. Samson Stjørnan 32 Nicoleta Radu VÍF 30 Ileana Manulescu StÍF 29 (2) Súnfríð B. Jacobsen StÍF 28 (12) Andrijana Milodanovic Stjørnan 27 (2) Jacklin Durhuus VÍF 26 (1) Joan M. Joensen Stjørnan 25 Sóleyð Mikkelsen VÍF 25 (1) Menn: Ingi Olsen VÍF 42 (6) Jacob Jónsson Neistin 40 (5) Finnur Hansson H71 39 (13) Sámal Joensen VÍF 38 (5) Heini Joensen Neistin 38 (10) Costin Dumitrescu StÍF 38 (11) Bjarni Wardum H71 35 (11) Halgir Dahl Olesen H71 33 (6) Mortan Hansen Tjaldur 32 Jónleif Sólsker Kyndil 32 (14) Høgni Klein Kyndil 31 (2) Dragisa Stojovic Tjaldur 28 Hans Áki Dal-Christiansen Neistin 25 (4) Sverri Justinussen Tjaldur 25 (5) Iljan Topic KÍF 24 C M Y K 22 Nr. 219 - 13. november 2001 23 FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Eivind Jacobsen Strendur Samfelagið letur í dag fyritíðarpensjón til nógv fólk, sum hava ymisk brek. Hesi fólk kunnu ikki arbeiða eins og tey, sum eingi brek hava. Men tey kunnu nakað. Samfelagið loysur trupulleikan hjá teimum við at geva teimum pengar. Sjálvandi skal hetta framhaldandi verða møguligt. Eisini byggja vit stovnar, fyri at tey skulu hava okkurt at fara til. Hesir stovnar eru góðir. Umframt hesar skipanir átti eisini at verið møguligt hjá nevndu fólkum at arbeitt á jøvnum fóti við øll onnur. Í dag kunnu tey tjena uml. Tkr. 40 áðrenn tað ávirkar veitingina frá tí almenna. Í dag forðar lógin fyri at fólk við smærri brekum kunnu tjena eina vanliga inntøku. Tað átti at verið møguligt at virkir og almennir stovnar settu fólk í starv sum høvdu brek. Í dag hava virkir ikki ráð at seta fólk í starv sum hava smærri brek. Tey skuldu fingið løn, sum svaraði til starvið. Almannaverkið kundi síðan endurgoldið arbeiðsgevarum tað sum arbeiðsevnini hjá starvsfólkinum var niðursett orsaka av brekinum. Hetta er vinningur fyri øll. Samfelagið hevði spart útreiðslur til stovnar. Framleiðslan í landinum hevði verið munandi størri. Tann brekaði kundi á jøvnum fóti við øll onnur arbeitt. Eisini hevði hann fingið møguleika at vinna sær líka stóra inntøku, sum øll onnur og at liva júst sum øll onnur. Hetta hevði bøtt munandi um lívsvirðið hjá teimum brekaðu. Tá høvdu tey ikki sæð seg sjálvan sum eina byrðu fyri onnur, eins og nógv av teimum gera í dag. Tað hevur nógv stórri tídning enn fíggjarligu fyrimunirnir. Finnleif Guttesen Fólkatingsvalevni hjá sambandsflokkinum At Tjóðveldisflokkurin skal verða einasta frælsa føroysaka røddin á fólkatingi, er at niður- gera allar aðrar føroy- ingar, sum ikki taka undir við teirra politikki. At umboð uttanfyri Tjóðveldisflokkin ikki kunnu skapa virðing og gerast ein virðilig fræls føroysk rødd á fólka- tingi, er ein útspilling av øllum føroyingum. Bert at vilja umboða loysingarflokkarnar og ikki alt føroya fólk á fólkatingi, er ein niður- gering av øllum føroy- ingum. At siga, at øll sum ikki velja loysingarflokkar- nar eru undirbrotlig og uttan sjálvsvirðing, er útspilling av øllum før- oyingum. Hendan útspillingin og vanvirðingin av før- oyingum frá Tjóðveld- isflokkinum kann bert verða eitt tekin uppá undirlutakenslur, tí tað er bert loysingarflokk- arnir, sum tosa um, at føroyingar eru undir- brotligir og uttan sjálvs- virðing. Um umboð vi om- anfyri nevndu hugburði verður valt á Fólkating, so kann ikki vantast nógv gott til gagns fyri Føroyar og føroyingar. Sjúrður Skaale Trygdareiður Jóannesar Eidesgaards til donsku sosialdemokratarnar hevur staðið sterkari enn hansara lyfti til føroysku veljararnar "Valkvøldið í marts 1998 stóð á jøvnum millum teir borgarligu og stjórnina hjá Nyrup. 89-89. Við tí seinasta mandatinum, tí nr. 90, boðaði eg frá, at eg ikki fór at fella eina danska javnaðarstjórn, og tískil fekk hon ikki ein meiriluta ímóti sær og kundi halda áfram". Soleiðis skrivar Jóannes Eidesgaard í Sosialinum hósdagin. Henda "fráboð- an" var sum ein treyta- leysur trygdareiður. Hon gav donsku stjórnini fríar teymar. Hon gjørdi millum mangt annað, at stjórnin púra trygg kundi seta landsstýri og løgting (eisini Føroya Javnaðarflokk) til viks tá tey kravdu, at før- oyskt skuldi viðurkennast sum tjóðarmál Føroya. Sat nakar annar føroy- ingar við tí 90. mandatin- um, hevði hann sagt stopp. Her til og ikki longur. Men ikki Jóannes Eidesgaard. Hann stóð við sín trygd- areið til teir donsku sosial- demokratarnar. Jóannes hevur ikki hevur verið formligur limur í tí sosialdemokratiska ting- bólkinum. Men partur av donskum partapolitikki hevur hann verið. Trygd- areiðurin til sosialdemo- kratarnir hevur staðið sum høgdur í klett. Trygdareiðurin hevur verið sterkari enn lyftið til teir føroysku veljararnar um, at Jóannes skuldi vera ein sjálvstøðug føroysk rødd á fólkatingi. Tey brekaðu Heðin Jørgensen Sørvágur 6. nov. 2001 Las grein og viðmerking í Sosialinum í dag. Greinin snúði seg um, hvussu væl nøgdir Fólka- floksmenn eru um sam- starvið við Tjóðveldis- flokkin, og hvussu fegnir teir vilja, at hetta samstarv heldur fram í minst fýra ár aftrat. Hví man tað vera so? Hví eru fólkafloksmenn so glaðir fyri at samstarva við Tjóðveldisflokkin? Áttu Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin ikki at verið idealogist á hvør sínum spori? Jú! Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vóru einaferð tveir ólíkir flokkar. Fólkaflokkurin høgrasinn- aður, við nøkrum limum, ið vildu meiri á sjálvstýris- leið, menn, sum tó sverm- aðu mest fyri høgra- politikki floksins. Ímeðan Tjóðveldisflokkurin var ein vinstraorienteraður flokkur, sum vildi væl meir á sjálv- stýrisleið, enn flest aðrir flokkar. Tjóðveldisflokkurin er broyttur, so tað passar høgraorienterðaða Fólka- flokkinum sum fótur í hosu. Frá at vera ein vinstraorienterðaður loys- ingarflokkur, er Tjóð- veldisflokkurin blivin ein loysingarflokkur burtur av. Einasta mál floksins er at fáa ríkisfelagsskapin Dan- markar og Føroya ímillum upploystan, ongantíð ov skjótt. Hetta er tað, sum hóvar tí nógv minni loysingar- sinnaða Fólkaflokkinum so væl. Samstarvið millum hesar flokkar merkir, at sjálvstýrismálið koyrir við eini ferð, sum hóvar Fólka- flokkinum, meðan tann minni hóvligi Tjóðveld- isflokkurin, orsakað av alt ov lítlari undirtøku frá fólk- inum fyri sínum víðgongdu ætlaðum, berjist við pann- uni ímóti múrinum. Fólkafloksmenn hava verið snildir. Meðan henda støðan hevur staðið uppá, hava hørgraekstremistar sum hr. Djúrholm, Breck- mann, Petersen og seinni Niclasen hóreiggja sær, og lættliga fingið sjónarmið síni um tildømis privati- seringar av almennum ognum og 10 ára skiftistíð fyri fiskiloyvi á dagsskrá, eins og teir hava steðgað solialdemokratisku ætlað- unum við samhaldsfesti føroyinga. Jóhann Mortensen, sigur í viðmerking, at einasta rætta hjá føroyskum ungdómi at gera, er at velja ein moderniseraðan Tjóð- veldisflokk við Høgna Hoydal á Fólkating. Góðu Føroyingar, ung eins og gomul, at velja Fólkaflokkin ella Tjóð- veldisflokkin, sum hann nú er vorðin, er eitt og tað sama, nevniliga at styðja Fólkaflokshugsjónir. Høgni Hoydal og Tjóðveldis- flokkurin er ein úlvur í seyðaskinni. Í hugaheimi mínum síggi eg ein Tjóðveldisflokk, ið líkist meiri tí gamla, ein flokk, sum saman við Javnaðarflokkinum kann taka skilagóð stig á sjálvstýrisleið, men sum eisini kann arbeiða fyri vælferð føroyinga. Eg tori bara ikki at trúgva hesum, og ætli aftur hesuferð at velja Javnaðarflokkin. Gott val! Útspillingin frá Tjóð- veldisflokkinum av øllum føroyingum, sum ikki taka undir við teirra politikki Trygdareiður Jóannesar Úlvur í seyðaskinni Johan Dahl Tað verður nú frá Tjóð- veldismonnum fokuserað nógv uppá, at FØR- OYSKA røddin skal um- boða føroyska fólkið á fólkatingið,- og har skulu teir náa tað sum teir ikki hava verið førir fyri tey seinastu 4 árini í sam- gongu, - nevniliga at fáa breiðar semjur við danir. Nei, góðu føringar, latið tykkum ikki villeiða av hesum monnum, tí alt tað teir higartil hava víst í verkið er so langt burtur frá tí sum fólkið vil , og tann demokratiska rættin at latað fólkið talað í maj,- hann tordu teir heldur ikki at geva okkum . Hví kunnu vit so spyrja okkum sjálvi??? Svarið er sera einfalt, - nevniliga tað at Føroyska fólkið vildi ikki tað sum teir vildu, - teir ræddust úrslitið!!! Fólkatingsvalið hesaferð verður ikki einans spurn- ingurin um at fáa Føroysku røddina, - SAMBANDS- RØDDINA valda inn á fólkating, og harvið verða við til at byggja land - men eisini eitt val har vit sum veljarar mugu vísa loys- ingarflokkunum hvar vit standa í forhold til Ríkis- felagskapin við Danmark og Grønland . Áheitan mín til Ung sum Eldri er: Verið við til at tryggja framtíð tykkara,- fari á val 20 . novembur og seti krossin við eitt av umboðum SAMBANDS- FLOKSINS, vit tæna tykkum best. Fólkatingsvalið 2001 Lat ta føroysku røddina – sambandsrøddina – umboða teg á fólkatingi 23