Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 219 - 13. november 2001 Nr. 219 - 13. november 2001 25 Signar á Brúnni Ræðumyndir Aftur hesaferð uppliva vit tað, at valevni fyri sam- bandsflokkarnar uppundir folkatingsvali, ræða okkara ungfólk við verri umstøð- um á skúlaøkinum, gerast Føroyar ein fræls tjóð. Mangt verður í neyðini nýtt. Tjóðveldisflokkurin og skúlin Tjóðveldisflokkurin hevur umsitið skúlaøkið í lands- stýrinum í mong ár. Flokk- urin hevur raðfest Skúlan ómetaliga høgt, tí hann hevur dugað at sæð týdningin av einum góðum skúla. Í 1979 yvirtóku vit før- oyingar umsitingina av okkara skúlaverkið. Lands- stýrismaðurin í skúlamál- um tá, var Finnbogi Ísak- son. Vit minnast øll, hvussu sambandskreftirnar tá rinu og hvinu um nevndu yvir- tøku, ið fór at hava allar landsins ólukkur við sær. Vit megnaðu hetta væl og virðiliga, fingu eina dugna- liga umsiting, og tað er neyvan nakar í dag, ið hevði viljað, at skúlaum- sitingin aftur fór á danskar hendur. 1. januar 2002 taka vit stigið fult út - vit rinda sjálvir allan raksturin av okkara skúlaverki, og verða nú ikki bundnir av nakrari danskari rammulóg, sum vit hava verið higartil. Lestrarstuðulin Sitandi samgonga setti sær sum mál, at stuðulin til tey lesandi skuldi hækkast. Sjálvur átti eg tann heiður at umsita skúlamál, haruppi í lestrarstuðulin. Hetta eydnaðist, stuðulin varð hækkaður við 25 pro- sentum á fíggjarlógini, úr 40 mió. kr. upp í 5o mió. kr., samstundis sum hann skuldi prístalsregulerast. Óneyðugt er at siga, at nevnda hækking munaði sera væl. Tann dagin vit átaka okkum fulla ábyrgd av landinum og skulu rinda lestrarstuðul til teirra, ið fara út um landoddarnar at fáa sær útbúgving, er mál Tjóðveldisfloksins, at okk- ara lesandi skulu fáa somu sømdir, sum tey fremstu Norðurlondini, hava skapt sínum lesandi, um somu tíð sum vit fara at gera út- búgvingaravtalur við tey. Í míni tíð sum lands- stýrismaður hevði eg fundir við íslendska, danska og norska skúlamálaráðharr- arnar um skúlasamstarv á ymsum økjum, landanna millum. Allir vístu teir stóran áhuga fyri tí og vóru til dystin fús. Latum tykkum ikki ræða Sum longu nevnt, so rað- festir Tjóðveldisflokkurin skúlamál sera høgt.Eingin skal lata seg ræða av tí , ið afturhaldskreftirnar bera fram um Tjóðveldisflokkin og skúlapolitikk hansara - neyvan verður hann í betri hondum enn í hondum Tjóðveldisfloksins. Atli Hansen valevni fyri Sambandsflokkin Samgonguflokkarnir hava hesa seinastu tíðina brúkt nógva orku til at greiða frá, hví teir stilla upp til eitt komandi fólkatingsval og hvat teir vilja brúka eitt møguligt mandat til. Tað er sum um hetta hóast alt ikki er nakað heilt natúrligt fyri teir og Tjóðveldisflokkurin mátti tí eisini hava ein heilan landsfund bert um hetta evni. Kanska er fløkjasliga støðan hjá samgonguni best lýst í tí viðtalinum, vit hoyrdu við formannin í Sjálvstýrisflokkinum í Út- varpi Føroya á middegi seinasta leygardag. Hann segði nøkulunda soleiðis, at Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til fólkatingsvalið, tí at tað stendur í stevnuskránni hjá teimum, at flokkurin ikki skal senda umboð í fólkatingi og man má ikki taka demokratiska rættin frá fólki til at siga sína hugsan og so var tað okkurt um flogvøllin í Vágum. Tað er avmarkað, hvussu klárt ein kann hugsa mitt í eini sjálvmorðsroynd, men hetta var ein høvuðtungur biðil á ferð til Klaksvíkar at fáa lyklarnar til flokshølini. Sambandsflokkurin hevur ikki hesar trupulleik- arnar. Smb. Heimastýris- lógina eru vit eitt sjálv- stýrandi fólk í danska ríkinum og sum soleiðis hava vit rætt til at velja tvey umboð til fólkatingið. Smb. § 56 í donsku grundlógini eru fólkatingslimirnir bert bundnir av teirra sannfør- ing. Hetta vil sjálvandi eisini vera galdandi fyri ein sambandsmann, men vit sum stilla upp til hetta valið hava nøkur felags sjónar- mið, sum vit geva lyfti um at arbeiða fyri, um vit gerast limir í fólkating- inum. Og her er § 1 í okk- ara stevnuskrá eitt kardinal- punkt, nevniliga at arbeiða fyri At varveita ríkisfelgagsskapin Eini frílyntari menning av okkara fólki At reka ein framtakshug- aðan politikk á kristiligum grundarlag. So stutt kann tað sigast og hetta er í veruleikanum grundarlagi undir øllum okkara politiska arbeiði her heima á landi eisini. Veljarnir kunnu líta á, at eitt smabandsumboð á fólkatinginum vil arbeiða út frá hesum grund-sjón- armiðum, tí júst hetta er tann sannføring, sum vit sambandsfólk eru felags um. Ein atkvøða fyri samabandsflokkinum er tí ein atkvøða fyri fram- haldandi ríkisfelagsskapi sum verja fyri frílyntari menning, persónligum frælsi, vunnum rættindum, okkara rættarstøðu, okkara vælferðarsamfelag og okkara kristna siðaarvi. Velji Sambandsflokkin FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Skúlin og tey lesandi Hví stilla upp til fólkatingsvalið? Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at aldrin er meira brúkt uppá almanna-, heilsu-, undirvísingar- og mentamál enn nú. Tað sum er avgerandi, er nevnliga ikki bara at telja miljóna- upphæddirnar á fíggjar- lógini. Tað sum er avger- andi, er í hvønn mun tann neyðugi tørvurin á hesum økjum verður nøktaður, samanborið við ta fíggjar- ligu orkuna í samfelagnum. Og her er støðan tann, at aldrin áður hevur verið ein so skríggjandi andsøgn millum tann ónøktaða tørv- in á almanna- og heilsu- økinum og teir rokaðu kassarnar av skattum, av- gjøldum og donskum blokkstudningi. Ta skammiligasta er van- røktin av eldraøkinum. M.a. er tað tann nakni veru- leikin, at hóast ein skríggj- andi tørv, so er í hesi 4 árini við teirri borgarligu loys- ingarsamgonguni ikki bygt eitt einasta røktarheims- pláss. Vit vita eisini hvussu støðan er við landssjúkra- húsinum, sum fyri hvønn dag forfellur meir og meir, uttan at ábøtur verða gjørdar. Og vit kundu hildu áfram, m.a. við teim ó- menniskjansligu viðurskift- unum hjá sálarsjúkum, menningartarnaðum og teimum við skerdum før- leika annars. Játtanin er minni í 2001 enn í 1990, samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna Tá landsstýri samanber hvussu stórur partur av samlaðu fíggjarlógini nú fer til almanna-, heilsu-, undirvísingar- og menta- mál, og samanber hetta við t.d. 1990, so verður myndin snarað av tí, at tá vóru so nógv aðrar útreiðslur, sum tyngdu fíggjarlógina, men sum í dag eru mest sum burtur. Hugsa t.d. um allan fiskivinnustuðulin. Tí kem- ur tað av sær sjálvum, at al- manna-, heilsu- og skúla- málini fylla ein størri part av eini fíggjarlóg, har hinir útreiðslupostarnir eru lut- falsliga minni enn í 1990. Tí er rættari at samanbera játtaninar til almanna-, heilsu- og skúlamál við bruttotjóðarúrtøku okkara, eisini stutt kallað BTÚ. BTÚ er tað sama sum virðið av allari framleiðsl- uni í okkara samfelag, og er tí tað besta máti fyri okkara egnu fíggjarligu orku - her er ongin blokkstuðul rokn- aður uppí. Sí talvu. Nú vísir tað seg, at samanborið við BTÚ, so brúka vit minni í dag enn í 1990 til almanna-, heilsu- og skúlamál. Tað er tann kaldi veruleikin, og tað er onki serligt hjá loysingar- samgonguni at reypa av. Ein skríggjandi andsøgn millum tann ónøktaða tørvin í almanna- og heilsumálum og fíggjarligu orkuna í samfelagnum í mió. kr. 1990 2001 %-vøkstur Almanna-, heilsu- og skúlamál 1.686 2.126 26 % Bruttotjóðarúrtøkan 6.197 8.918 44 % Alm.-, heilsu- og skúlamál í % av BTÚ 27 % 24 % Elisabeth Joensen (Betta) valevni Sambandsfloksins Í grein 1 í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur: "Sambandsflokkurin hevur til aðalmál, í ríkisfelags- skapi við Danmark, at arbeiða fyri hollari og frí- lyntari menning av Føroya Fólki, stjórnarliga og fíggjarliga og vil á øllum økjum reka ein framtaks- hugaðan politikk á kristi- ligum mentunnargrundar- lagi". Sambandsflokkurin á- sannar, at tíðir og umstøður broytast. Tí hevur flokkurin gjørt eitt nýskipanarupp- skot, sum miðjar eftir at staðfesta Føroyar sum eina sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum. Fyri at kunna vera í einum ríkisfelagsskapi, er neyðugt, at nøkur málsøki eru felags fyri alt ríki. Hesi kunnu vera: kongshúsið, grundlógin, uttanríkismál, verjumál, gjaldoyra og rættarskipanin. Hesi felags málsøki eru garðurin rundanum ríkið. Tað eru hesi, sum gera, at vit kunnu tosa um eitt ríki, og tey skulu ikki kunna yvirtakast. Samband ella loysing. Tað er eingin ivi um, at val- ið snýr seg um framtíðar- viðurskiftini millum Føroy- ar og Danmark Tað hevur mangan verið sagt, at tað bert eru Sam- bandsflokkurin og Tjó- veldisflokkurin sum hava greiða støðu til henda spurning. Hinir hava verið ógreiðir, og veljarin hevur ikki rættiliga vitað, hvat teir hava viljað. Her er tó broyting komin í. Eftir seinasta løgtingsval varð skipað ein fullveldis- samgonga. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum áður høvdu tosað um stig fyri stig á sjálvstýris- leið, vóru fullkomiliga drignir uppá trá av Tjó- veldisflokkinum og fóru algoystir niður til Dan- markar at krevja loysing her og nú. Tað ljóðaði so lætt. Sagt varð, at tey mál, sum føroyingar ikki vóru til reiðar at umsita sjálvir, skuldu bert "útdelegerast" til danir at umsita. Men Nyrup lat seg ikki lumpa, og fullveldissam- gongan kom aftur sum av torvheiðum. Í óðum verkum eru teir nú farnir undir at yvirtaka frá hond og ger hetta, at blokkurin minkar 300 - 400 milliónir komandi ár. Heldur henda gongdin fram, er blokkurin burtur eftir fáum árum, fullveldi er veruleiki, og øll okkara rættindi í ríkisfelagsskap- inum fokin. Hvørja kós skulu vit halda? Tað eru tygum, góði veljari, sum á fólkatingsvalinum 20. november og á løgtings- valinum komandi vár skulu avgera, hvør kósin skal verða. Hesi valini koma at hava alstóran týdning fyri framtíð Føroya. Høvuðs- spurningurin, sum veljarin skal taka støðu til, er: Skulu vit halda fullveldiskósina, sum lækkar vælferðina, ella skulu vit føra sam- bandspolitik sum leggur dent á at menna og varð- veita vælferðarsamfelagið og miðjar eftir, at Føroyar gerast ein sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum. Vel eitt trygt samfelag, vel Sambandsflokkin. Anita á Fríðriksmørk tjóðveldisflokkurin Velur tú at lata avgerðir tínar hvíla á herðum teirra, sum ikki kenna tína mentan og títt móðurmál, og sum ikki vil viðurkenna títt fólk sum eina tjóð? Velur tú at lata tann føroyska búskapin flóta útaftur í ábyrgdarloysi? Nei, tað gert tú neyvan. Og tí er tað, tá ið samanum kemur, sera einfalt at vita, hvat tú velur 20. Nov. Bjóðið sambandinum vælkomnum! Valið snýr seg heilt einfalt um hvørja leið føroyingar vilja ganga á sjálvstýris- leið. Skulu vit verða undir donskum yvirræði, ella skulu vit ganga eftir ynski Tjóðveldisfloksins, um at føroya fólk skal fáa fult vald á egnum viðurskiftum. Føroyska røddin á Danatingi fer at sannføra danska fólkatingi um, hví føroyingar ynskja evsta vald, hví føroyingar vilja siga farvæl til Móðir Barn forholdið og bjóða einum javnbjóðis sambandi vælkomnum, og hví vit ynskja gott samband við danir, á einum støði, har vit eru javnbjóðis og hava felags rættindi hvør hjá øðrum. Herðaklapp fyri egnan vinning À danatingi kann ein rødd við virðing fyri sær sjálvari, tala søk føroyinga, áhald- andi og sannførandi siga dønum frá, hvat í stríð føroyinga um tjóðarfrælsi gongur út uppá. Eg havi mangan tosa við danir, bæði fjølmiðlafólk og onn- ur, og tey standa sum kánus, tá ið tey fáa eina aðra versión enn hana, sum m.a. donsku bløðini borð- reiða við, og sum enntá verður undirbygd av før- oyskum umboði á danatingi Tey hildu jú, at vit vóru danahatarar, fanatiskir fundamentalistar og teir reinu nassarar osfr. Men tað er jú eisini tað, tey fáa at vita. Tað er tí so sera um- ráðandi at vit nýta pallin á Danatingi til at greiða dønum frá, hvat í full- veldismálið snýr seg um. Og halda uppat við at misnýta pallin til at spilla fólkavalda landsstýrið út, - tað er sera sera undirbrot- ligt, og hoyrir ongastaðni heima. Minnir meg líka- sum um onkran, sum vil sleppa at siga tað, sum onnur vilja hoyra, við tí fyri eyga at fáa eitt herðaklepp. Latið okkum gevast við at renna ørindi fyri danskar flokkar Tað veit hvørt mansbarn, sum hevur fylgt eitt lítið sindur við í politikki seinastu árini, at Stats- ministarin hevur lýtt meiri á orð Javnaðarfloksins á Danatingi enn hann hevur hirt at lýtt eftir tí fólka- valda meirilutanum á løg- tingi, - ella kanska rættari, so hevur hann ikki lýtt á, men lýtt honum í oyrað, og hoyrt seg sjálvan, sum eitt ekkó í hesum sama manni. Og hví? Jú sjálvandi tí, at hesin sigur tað, sum statsministarin vil hava hann at siga! Og so kann tað gera tað sama, hvussu ofta hesin sami tingmaður reypar sær av, at hann ikki hevur verið á gátt hjá danska sosialdemokrat- inum, - tað sum hevur týdning er, hví hesin letur seg stýra av Danska Sosialdemokratinum. Hví hann atkvøður soleiðis sum statsministarin ynskir, og hví hann letur verða við at atkvøða, tá ið tildømis tað føroyska málið var gjørt til minnilutamál. Hvar var tá tann føroyska røddin á Danatingi? Og hvar var hendan føroyska røddin, tá ið statsministarin leyp frá øllum avtalum við lands- stýrið. At byggja land krevur hugsjón og dirvi, og ikki minst eina føroyska rødd og sjálvstøðugan hugburð eisini niðri á Danatingi. Hvat tú velur, er títt val! FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Marjus Dam fólkatingsvalevni Sambandsfloksins Um fyritíðarpensionistur flytur frá ella til Føroya, so verður tann, ið flytir til Danmarkar glaður, ímeðan tann ið flytur til Føroya verður keddur. Orsøkin er greið. Pen- siónirnar eru í mongum føri fleiri túsund krónur lægri um mánaðin í Føroyum. Ikki er tað rímiligt, tá ið vit vita, at pensiónin er goldin Føroyum í Ríkis- veitingini. Umsitingin av ríkisveit- ingini eigur at verða broytt, so at ríkisveitingin verður oyramerkt at fara til tað hon eigur at fara til: al- mannamál (m.a.pensiónir), skúla og heilsuverk. Er rímiligt, at fyritíðar- pensionisturin og fólka- pensionisturin skulu fáa skammiliga pensión, sam- stundis sum loysingar- landstýrið roynir at lóggeva sær sjálvum, afturvirkani í hesum valskeiði, eina so feita pensión, at tað í krónum helst svarar til eitt mánaðarligt gjald uppá 30.000-40.000 krónur? Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri, at ríkisveit- ingin fer til tey endamál hon er rokna til at fara. At spara 400 milliónir krónur komandi ár og senda rokn- ingina til pensionistar, skúlaverk og heilsuverk er stór skomm. "Yvirskotið" hjá sitandi samgongu - tað er tað, ið tørvar hjá pensionistum, innan heilsuverk okkara, og innan skúlaverk okkara. Pensiónirnar eiga at hava sama støði í Føroyum, sum í Danmark Saman standa vit sterkari Valið er títt C M Y K 25 24