týsdagur 13. november 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 219 - 13. november 2001
Nr. 219 - 13. november 2001
27
Jóannes Eidesgaard
fólkatingsmaður
Tað er rætt, tá Lisbeth Pet-
ersen sigur, at tað bert eru
tveir flokkar, sum hava eitt
einfalt
svar
til
ríkis-
rættarliga spurninginum.
Sambandsflokkurin hevur
síðan 1906 sagt nei, og tað
merkir, at alt bert skal vera
júst, sum tað er. Tjóð-
veldisflokkurin hevur síðan
1948 sagt ja, nú skal
loysast, men tíbetur eingin
loysing. Eitt ja ella eitt nei
má tí sigast at vera einføld
svar, men tó als ikke vegur
til nakra loysn. Eitt ja ella
eitt nei heldur verandi
støðu fasta.
Hesir báðir báðir flokkar
halda í veruleikanum lív í
hvørjum øðrum og eru
bestu garantar fyri, at
eingin loysn verður funnin
á ríkissrættarligu støðuni.
Fastlæsta
støðan
hjá
Sambandsflokkinum,
serliga valskeiðið 94 til 98,
gjørdi, at Tjóðveldisflokk-
urin fekk eyka vind í
seglini. Tí ber til at siga, at
besti stuðul fyri loysingar-
vongin er ein sterkur
Sambandsflokkurin.
Men verður ríkisrættar-
liga málið loyst einaferð
med alla, so hava hesir
mótpolar knappliga einki at
stríðast fyri, og tí hava teir
ein ávísan áhuga í at halda
lív í kjakinum um loysing
ella samband.
Eitt týdningarmikið mál í
komandi valskeiði verður at
fáa hetta málið loyst og lagt
afturum okkum, so vit
sleppa í holt við tey veru-
liga málini, sum bíða eftur
okkum, og sum hava verið
forsømd nú í skjóttt 4 ár.
Og henda loysn, sum kann
savna ein breiðan meiriluta
á tingi og millum manna
eitur
sjálvstýri
innan
ríkisfelagsskapin. Loysnin
eitur hvørki loysing, ella at
einki skal henda, tað mugu
vit gera okkum púra greitt.
Og um onkur heldur, at
ríkisrættarliga málið er
svart ella hvítt, ella at
Sambandsflokkurin
ella
Tjóðveldisflokkurin
sita
inni við loysnini, so er tað
ikki rætt. Verður Sam-
bandsflokkurin nóg stórur,
so hendur einki, tað vita vit
av royndum. Verður hin
vegin Tjóðveldisflokkurin
ov stórur, so hendir heldur
einki, tí eingin annar
flokkur vil fylgja honum til
at loysa her og nú.
Ríkisrættaliga
loysnin
liggur mitt millum hesar
báðar flokkar. Realistiska
loysnin er also hvørki svørt
ella hvít. Og júst hesa loysn
kann sjálvstýrislógin verða
grundarlag fyri, og eg
kenni meg sannførdan um,
at henda verður loysnin í
seinasta enda.
Ein skilir partvís reak-
sjónina hjá teimum mongu,
sum ræðast loysinga og
fullveldið, at tey fara so
langt yvir í mótsatta borð,
at tey fara í sambands-
grøvina. Tey fara so langt,
sum tey sleppa. Tað eru
kanska nógv, sum halda, at
hetta er ein heilgardering.
Men soleiðis er tað nú
einaferð ikki. Tað sum er
umráðandi er, at vit fáa sett
alternativið upp móti loys-
ingini, og alternativið er ein
loysn, sum er sjálvstýri
innan
ríkisfelagsskapin,
sum Javnaðarflokkurin um-
boðar.
Vit mugu gera okkum
greitt, at broytingina sleppa
vit ikki undan, Tíðin krevur
broyting, og broytingin
loysir málið.
Lat okkum tú sláa kalt
vatn í blóðið og velja flokk-
in, sum vil hava loysnir. Lat
okkum for Guds skyld fáa
lagt hetta málið afturum
okkum, so vit sleppa at
viðgera veruliga politikk
bæði á Løgtingi og í
Tinganesi. Lat okkum velja
ta savnandi loysnina.
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Uttan mun til hvar fólk
standa í sjálvstýrismálin-
um, so eru tey flestu óivað
leidd og troytt av tí
áhaldandi og úrslitaleysa
klandrinum og eljustríð-
num fyri og ímóti fullveldi,
sum hevur troðkað alt
annað til viks nú í 4 ár. Tí
er tað av størsta týdningi, at
vit skjótt koma fram til eina
semju í hesum máli, sum
ein avgjørdur meiriluti í
fólkinum kann taka undir
við. So at vit kunnu leggja
hetta afturum, og kunnu
nýta alla orku til øll hini
týdningarmiklu politisku
samfelagsmálini, sum hava
ligið á láni.
Men hesi farnu 4 árini
hava prógvað til fulnar, at
vit fáa onga loysn í
sjálvstýrismálinum, uttan at
tað verður ein semjuloysn,
sum
røkkur
tvørturum
miðjuna. Men tjóðveldis-
loysnin røkkur ikki yvir um
miðjuna,
tí
Sambands-
flokkurin
og
Javnaðar-
flokkurin fara ikki taka
undir við loysingini. Sam-
bandsloysnin røkkur heldur
ikki yvir um miðjuna, tí
hvørki Fólkaflokkurin ella
Sjálvstýrisflokkurin kunnu
góðtaka
eitt
nýskipan-
aruppskot, ið bert verður
ein heimastýrislóg í nýggj-
um hami. Tí skulu aðrar
loysnir til, sum kunnu fáa
so mikið stóran stuðul frá
báðum síðum aftan fyri
seg, at tað verður ein stórur
breiður meiriluti, bæði í
tinginum og í fólkinum.
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin hava latið
seg sum uppgávukonur í
føvningin á Tjóðveldis-
flokkinum, so har er onki at
heinta. Javnaðarflokkurin
hevur tí einasta alternativið,
sum stendur eftir, nevnliga
Sjálvstýrislógina sum ta
einastu politisku loysnina,
íð kann savna ein meiriluta
aftan fyri seg frá báðum
síðum.
Sjálvstýrislógin, í stuttum:
• Viðurskiftini
millum
Føroyar og Danmark
verða ásett í einum sátt-
mála landanna millum, ið
skipar londini sum javn-
bjóðis partar í ríkis-
felagsskapi hvørt við
annað.
• Sáttmálin, sum eisini
staðfestir sjálvsavgerðar-
rættin, verður fráboðaður
altjóða myndugleikum og
fær harvið altjóðarættar-
ligt gildi.
• Sáttmálin er grundarlag-
ið undir eini Sjálvstýris-
lóg, sum kemur ístaðin
fyri Heimastýrislógina,
og sum ásetir:
• at øll málsøki kunnu
yvirtakast og koma undir
føroyskt lóggávuvald, tá
Løgtingið ynskir tað, og
• at Løgtingið sum umboð
fyri Føroya fólk er hægsti
myndugleiki og harvið
evsta
vald
í
øllum
málum, sum eru yvirtikin
og løgd undir føroyskt
lóggávuvald.
Við støði í Sjálvstýrislógini
ber til at finna eina semju-
loysn, sum umframt Javn-
aðarflokkurin eisini Sam-
bandsflokkurin,
Sjálv-
stýrisflokkurin og Fólka-
flokkurin kunnu taka undir
við. Hetta er tann savnandi
møguleikin. Annar møgu-
leiki er neyvan.
Edmund Joensen
Sambært ríkisgrundlógina
eiga Føroyar tvey umboð á
fólkatingi,
umboð
við
fullum
rætti,
eisini
í
donskum innlendis viður-
skiftum.
Fólkatingið er felags
lóggávutingið hjá øllum
ríkisborgarum, eisini hjá
føroyingum í ikki yvir-
tiknum málum. Ì yvirtik-
num málum lóggeva føroy-
ingar og grønlendingar
sjálvir á Føroya Løgtingi og
í Grønlendska Landsting-
inum.
Tað liggur í skipanini, at
so hvørt sum londini átaka
sær størri skyldur, so
verður lógarøkið flutt úr
fólkatinginum til løgting og
landsting - og tað gongur
bara ein veg.
Tí virkar tað órímuligt,
um føroyingar og grøn-
lendingar leggja seg út í, og
fremja beinleiðis broyt-
ingar í donsk innlendis
viðurskifti, sum ikki hava
ávirkan á okkum. Hetta er
ein vanvirðing av skipanini
og
ein
vanvirðing
av
dønum.
Tað er tí forkastuligt, tá
valevnini fyri Tjóðveldis-
flokkin og Fólkaflokkin
boða frá, at tey ætla at
leggja seg út í danskan
innlendis politikk. Hetta
kan bara takast sum enn ein
roynd at gera seg inná
skipanina, ella at gera enda
á skipanini innanífrá .
Ongin skipan er betur
enn tey fólkini sum skulu
umsita hana gera hana til.
Vit kunnu hyggja at okkara
egnu
stýriskipanarlóg,
hvussu hon er viðfarin
undir hesum landstýrinum.
Dømini tróta ikki.
Eitt sambandsumboð fer
á fólkatingi av øllum alvi at
virka fyri betran av við-
urskiftunum, bæði hjá før-
oyingum í Føroyum og før-
oyingum í Danmark. Vit
fara eisini at royna at
byggja upp aftur tað sum er
brotið
niður
í
viður-
skiftunum millum Føroyar
og Danmark
Men vit fara ikki at
leggja okkum beinleiðis út í
danskan innlendis politikk,
fyri at fremja broytingar í
málum, sum bert viðkoma
dønum, sum t.d. skatta- og
avgjaldsviðurskifti
og
annað.
Líka lítið sum vit vilja
hava danir at blanda seg
uppí
okkara
innlendis
viðurskifti, líka lítið skulu
vit blanda okkum uppí
burturav donsk innlendis
viðurskifti.
Til dømis hevur støða
Sambandsfloksins
altíð
verið, at okkara umboð ikki
vildi fella eina danska
stjórn. Hetta vildi verið at
havt ov lítla virðing fyri
sjálvari skipanini.
Hinvegin
fer
umboð
Sambandsfloksins
fram-
haldandi at samstarva við
flokkin Venstre sum limur í
teirra tingbólki.
À tann hátt fáa vit alla
neyðug informatión og
nógv
stórri
beinleiðis
ávirkan á politiska arbeiðið
í síni heild. Vit fáa møgu-
leika at gerast limir í
fólkatingsnevndum, sum
viðgera mál av serligum
føroyskum áhuga.
Vit fara at luttaka í
fólkatingsarbeiðnum við tí
frælsi og tí virðing, sum
Sambandsflokkurin altíð
hevur havt fyri politisku
skipanini, og sum er ein
treyt
fyri
fruktagóðum
samarbeiði.
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Úr naggatódn til loysnir
Sjálvstýrislógin er tann savnandi loysnin í sjálvstýrismálinum
- vinna veingirnir báðumegin, kemur onki annað burturúr enn framhaldandi og úrslitaleyst klandur og stríð
Hvønn leiklut skal okkara umboð á fólkatingi hava ?
VETRAR-
DEKK
Allar støddir av
vetrardekkum
við ella uttan
píkar á
goymslu.
Ókeypis
ásetan
FO-900 Vágur
Tlf. 373680 - 373660
223380
Fax 374680
Ringi og fái meira at vita
Fólkatingsvalið
Til fólkatingsvalið, sum verður 20. november 2001,
verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki
hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið
skeivt fyri,skal viðkomandi siga frá hesum á komm-
unuskrivstovuni í seinasta lagi fríggjadagin 16.nov-
ember 2001, kl. 13.00.
Veljarar í Hvalvíkar kommunu,sum sambært vallóg-
ini lúka tyreytirnar fyri at greiða brævatkvøðu,
kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni, í seinasta
lagi leygardagin 17. november 2001.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á val-
staðið, og sum ynskja at greiða brævatkvøðu
heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf.
422350 í seinasta lagi leygardagin 17. november
2001.
Valið fyri veljarar í Hvalvíkar kommunu fer fram í
skúlanum týsdagin 20. november. Atkvøðugreiðsl-
an fer fram frá kl. 09.00 til kl. 20.00, ella til støðgur
kemur í eftir kl. 20.00.
Hvalvíkar kommuna
Kunngerð
Viðvíkjandi fólkatingsvalinum
tann 20.11.2001.
Tað verður hervið gjørt kunnugt,at atkvøðugreiðsl-
an til fólkatingsvalið týsdagin tann 20. november
2001 verður í gamla skúla.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 09.00 fyrrapartin og
heldur fram til kl. 20.00 og so leingi veljarar møta
uttan steðg.
Valkort verða send øllum,ið sambært vallistan hava
valrætt í Viðareiðis kommunu.
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Veljari sum
ikki hevur fingið valkort, ella sum fær valkort við
villum í, eigur at venda sær til kommunustýrið
skjótast gjørligt.
Brævatkvøður:
Tey,ið av ymsum orsøkum heldur ynskja at velja við
brævatkvøðu á fólkayvirlitinum (kommunuskriv-
stovuni) ella heima, mugu boða Kommunustýrin-
um frá.
Seinasti dagur fyri brævatkvøðugreiðslu er leygar-
dagin tann 17. november 2001.
Viðareiðis kommuna
Fólkatingsvalið
2001
Veljarar í Sjóvar kommunu, ið sambært vallógini
lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu
atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari av-
greiðslutíð til og við 19. nov. 2001.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á val-
staðið, og sum ynskja at greiða brævatkvøðu
heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á
tlf. 447158 í seinasta lagi 19. nov. kl. 11.00.
Strendur,9.november 2001
Sjóvar Kommuna
&
Vælumtóktu merkini
"Reykjavík Collection"
"Pernille Utzon"
fáast nú hjá okkum
Stásið
Niels Finsensgøta
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Kursus:
Personlig udvikling
Skab positive forandringer i dit liv
her og nu!
Kursus i personlig udvikling
den 3.-4. mars 02.
Er du parat til forandringer i dit liv? Så er psykolog,
forfatter og clairvoyant Marianne Suhr atter på
Færøerne med nyt kursus i personlig udvikling.
Kurset henvender sig til alle, som ønsker at ændre
sit liv i en mere positiv retning.
På kurset vil du få en praktisk indførelse af bl.a.dyb-
depsykologi, kreativ visualisering, samt arbejde
med virkeliggørelse af dine drømme m.m.
Marianne Suhr vil være på Færøerne fra d. 27. feb.-
5.mars 02.Også mulighed for individuel konsultati-
on.
Nærmere information og tilmelding.
Tlf. +45 20996140
e-mail: mahsuudk@yahoo.com
C
M
Y
K
27
26