mikudagur 19. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 19. august 2009
15
nøvn
Hósdagin 20. august hevur Jóhann
Mortensen 25 ára starvsdag í
Útvarp Føroya, nú útvarpið hjá
Kringvarpinum. Tillukku við degn
um Jóhann við ynski um mong
góð ár aftrat í fjølmiðlabransjuni.
Jóhann fekk longu áhuga fyri at
skriva á ungum árum og eisini at
taka myndir. Stóri áhugin og for
vitnið fyri øllum, sum hendi rund
an um hann, her bæði í samfelag
num, úti í náttúruni og ikki minst
í mentanarlívinum, gjørdi tað
náttúrligt fyri Jóhann at velja sær
journalistikkin sum lívsleið.
Herfyri var áhugaverd grein í
ólavsøkusosialinum um tríggjar
floksvinir í studentaskúlanum í
Hoydølum, sum allir valdu journal
istikkin sum lívsstarv. Jóhann var
ein av teimum, og skoðsmálini hin
ir báðir núverandi starvsfelagarnir
góvu Jóhann vóru nettupp hesi, at
Jóhann hevði ein serstakan persón
ligan og náttúrligan áhuga fyri tí,
sum fór fram rundan um hann. Við
serliga áhuganum fyri fotolistini
varð eisini ruddað slóð fyri jour
nalistikkinum, tvær greinar, sum í
mongum líkjast og fylgjast at.
Eftir lokna journalistútbúgving
í Århuus vendi Jóhann sum so
mangir aðrir í fakinum heimaftur
á klettarnar. Í praktikktíðini hevði
hann arbeitt bæði á Sosialinum og
á Dimmu. Og eftir lokna útbúgv
ing gekk leiðin aftur á Sosialin,
men tað skuldi vísa seg, at loft
miðilin gjørdist framtíðar lívs
starvið, hóast tað lá sera væl fyri
hjá Johan at skriva til bløð. Hann
byrjaði í ÚF í 1984.
Tað fyrsta nógva vit komu at
hoyra til henda tá unga journalistin
var, tá hann saman við Sigmundi
Poulsen, ið eisini var ein av lov
andi journalistunum í útvarpinum,
gjørdi eina sendirøð um granna
okkara Hetland. Teir gjørdu ikki
færri enn 10 sendingar um sam
felagið, mentanina, vinnuna, olj
una oa.har. Longu tá varð bitið
merki í, at hesin nýggi journalist
urin hevði serstakar gávur at við
gera samfelagslig viðurskifti og
fara í dýpdina. Tú fekst ikki bara
eina yvirfladiska sending men har
afturímóti livandi sendingar, sum
góvu lurtaranum innlit og nógv at
hugsa um.
Jóhann arbeiddi mest við so
kallaðum
programsendingum
fyrstu árini í Sortudýki. Eftir boð
um og góðum ráðum frá Niel Juul
og Jógvani leitaði Jóhann við
mikrofonini út um Havnina at
finna spennandi fólksligt tilfar. Og
hetta gav eisini úrslit, heilar tvær
vetrarhálvur virkaði hann sum
útvarpsmaður úti á bygd, eitt
arbeiði, sum útvarpið tíverri í stór
an mun hevur slept síðani. Og at
valið fall á júst Jóhann til hesa
uppgávuna var neyvan av tilvild.
Tí hann hevði her eina barlast sum
fáur. Hansara stóri áhugi fyri fólki
og teirra mentan og fyri náttúruni
úti um landið gjørdi tað lætt hjá
feðgunum í útvarpsleiðsluni at
velja Jóhann til hesa uppgávuna.
Jóhann hevur altíð havt stóran
áhuga fyri føroyska vinnulívinum,
og fiskivinnutátturin gjørdist tí
eisini eitt skifti partur av hansara
arbeiðsdegi. Hetta var ein sending,
sum hevði nógvar lurtarar.
Breiði sjónarringurin og stóri
áhugin hjá Jóhann fyri politikki og
samfelagsviðurskiftum sum heild
mundi eisini vera ein orsøkin til, at
hann er komin víða um í trúgvu
tænastu síni í ÚF. Tá hann hevði
fingið sær royndir í bygda og fiski
vinnusendingum fór hann við jøvn
um millumbili út um landoddarnar
at gera sendingar. Umframt Het
land so gekk leiðin eisini til Grøn
lands, Norðurnoreg, Hirtshals, har
nógvir føroyingar búðu, Guernsey,
Jersey og ikki minst Estland, har
ein heil sendirøð varð gjørd í sam
bandi við, at landið skuldi loysa
frá Sovjet, og har hann hitti nógv
av teimum fremstu innan politikk,
vinnu, mentan, kirkju, andstøðu
osfr., meðan hermenn framvegis
gingu við maskinpistólum og ans
aðu eftir fólki. Eisini blivu tað til
sendingar um føroyska fiskiskapin
í Eystursjónum.
Ráðini hjá føroyskum miðlum
eru avmarkað, og tí hevur tað sjálv
sagt nógv at siga, hvussu leiðslur
nar raðfesta. Men gott er við leiðsl
um, sum ikki bara raðfesta tíðindini
hægst men sum síggja journalistisk
virði í at dekka føroyska samfelagið
í øllum sínum mongu lutum og
geva journalistum, sum eiga íborn
ar gávur at dekka ávís evni og øki,
henda møguleika, ja troyta teirra
evni, har hesi eisini kunnu koma
øðrum og tí føroyska samfelagnum
til góða. Tað gjørdi leiðslan í ÚF,
og gott í hana, tá hon ístaðin fyri at
seta Jóhann í tíðindastólin frá
snimma á morgni til út á kvøldi,
gav honum frítt flog at fara út í før
oysku náttúruna at endurgeva fyri
okkum lurtarum tað hann, sum
góður og kompetentur eygleiðari
sá og hoyrdi. Í heili 14 summur,
haldi eg tað var, gjørdi Jóhann ta
sera vældámdu og nógv lurtaðu
náttúrusendingina ”Frítíð og Nátt
úra”, sum mong enn sakna og
fregnast efir. Áhugin fyri náttúru
og umhvørvi kom til sín rætt. Send
ingar um fugl, gróðurseting, túrar
til vøkur og forkunnug pláss, einar
3040 tilsamans, um náttúruvernd,
seyð, ræning, fleyg, tjalding,
umhvørvi o.s.fr. Alt hetta er bara
nakað av tí nógva, sum Jóhann
Mortensen hevur megnað at borð
reitt við fyri lurtarunum hjá Útvarp
inum. Her mugu vit heldur ikki
gloyma tann almenna týdning,
sum sendingar um orku og alter
nativa orku hava havt. Og her eis
ini útbyggingarnar hjá SEV.
Tað var ikki fyrr enn fyrst í 90
unum, tá stórar avbjóðingar vóru í
vanliga tíðindajournalistikkinum,
at Jóhann varð settur at arbeiða við
tíðindum. Hetta var ein spennandi
tíð men eisini sera strævin, tí
búskaparkreppan við øllum sínum
mongu vinklum kravdi sín mann
og meira enn tað. Tá vóru Helgi Jac
obsen og Jóhann Mortensen á tíð
indadekkinum og gjørdu sína
skyldu, syrgdu fyri, at lurtararnir
frá morgni til kvøld kundu fylgja
við í kreppuni. Her fór tíðindajour
nalistikkurin eitt stig longri og var
entá
frammanfyri
útviklingin
annars.
Jóhann hevur altíð verið sera
bevístur um tað hann fór í gongd
við, og eftir nøkur spennandi og
strævin ár á tíðindadeildini tók
hann í 1995 við sum tíðindaleiðari
og hevði ábyrgdina av tíðindapart
inum til í fjør, tá hann eftir egnum
ynski fór frá, tí hann hevði hug aft
ur at gera sendingar. Í hesum tiðar
skeiði royndi hann at byggja upp
eina góða tíðindadeild, og tað eydn
aðist at fáa nógvar av fremstu jour
nalistunum at manna deildina.
Hetta eru eisini týðandi eginleikar
hjá einum leiðara, tí tú ger einki utt
an dugnalig starvsfólk. Tá tíðinda
deildin var í hæddini mundi hon
helst vera tann fremsta redaksjónin,
sum hevur verið her á landi við
Dagmar, Óluvu, Karolinu, Solby,
Dia, Dánjali, Helga, Jón Briani,
Elini, Sigmari, Gunnari, Høgna og
Inga. Møguliga er onkur gloymdur.
Hesi fólkini gjørdu so eisini aktual
itetssendingar, eitt nú 5aran, Før
oyar í dag o.a. Tíðindaflutningurin
mentist nógv hesa tíðina.
Fyrstu árini varð høvuðsdenturin
lagdur á politikk, pengar og tosk.
Síðani broyttist hetta til eisini í
størri mun at fevna um bleytu
virðini, sosial, heilsu, skúla og
mentamál, har kvinnurnar gingu
undan. Ein kann altíð spyrja, um
raðfestingarnar bara hava verið
rættar, um ikki ÚF í størri mun
eisini átti at gravað djúpri í týð
andi samfelagsmálum. Men við
avmarkaðum ressursum mást tú
gera eitt val, og tað er ikki altíð
lætt vita øll, sum arbeiða í miðla
bransjuni, og ein týðandi fortreyt
er eisini at hava góð og væl
útbúgvin fólk.
Jóhann Mortensen eigur at gleð
ast um hesi 25 árini í útvarpinum
eins og vit onnur eiga at gleðast.
Eitt dømi um ein nærlagdan og
seriøsan
føroyskan
journalist,
sum við innliti og áhuga fyri øll
um tí, ið fer fram rundan um okk
um, hevur ríkað føroyska fjøl
miðlaheimin og samfelagið.
Hvussu vónandi mongu árini
aftrat innan hetta yrkið fara at laga
seg hjá Jóhann veit neyvan nakar.
Vit kunnu bara vóna, at hann
kanska fer aftur til tað, sum hann
var so serliga góður til: at geva okk
um sendingar um okkara náttúru og
umhvørvi og alt tað livandi, sum
her finst. At lata eygu og oyru okk
ara upp fyri okkara egna samleika.
Tað vit eiga og skulu verja og hjúkla
um. Nettupp í tíðum við álvarsligum
ávaringum móti dálking av náttúr
uni er brúk fyri journalistum, sum
ikki bara hava innlit í hesi viður
skifti men sum eisini hava ein
inniligan tokka til evnið – sum í
síni frítíð hava sameint seg við
føroysku náttúruna og djóralívið.
Við jøvnum millumbili verður
tosað um føroyskan journalist
skúla. Hann er harðliga tiltrongdur,
og ein av uppløgdu undirvísarunum
á einum vónandi komandi skúla
vildi verið Jóhann, sum við sínum
mongu royndum hevði verið góð
ur fyri komandi ættarlið av jour
nalistum: at givið teimum gott í
beinið, at fingið teir at fáa eygu
og oyru upp fyri øllum tí vakra,
sum finst á hesum oyggjum og
ikki minst: at fingið teir at síggja
tað týdningarmikla í at varðveita
eitt reint og vakurt umhvørvi. So
Jóhann, tín tíð sum aktivur og
gevandi journalistur eigur ikki at
vera av enn á sinni. Og meðan bíð
að verður eftir skúlanum skuldi tú
kanska farið í gongd við at skriva
onkra biografi, nakað, sum títt
nærlagni og innlit vildi verið ein
borgan fyri.
Fari saman við mongum øðrum
av tínum starvsfeløgum í journal
istyrkinum at ynskja tær tillukku
við starvsdegnum. Vónandi fær
tú og tey, ið standa tær nær, mong
mong góð ár aftrat.
Jan
Jóhann Mortensen
25 ára starvsdag í Útvarpinum
Mynd: Jens Kristian Vang