Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 156 - 19. august 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Alma Hammer, Hvalba, andaðist mánadagin á Suðuroyar sjúkrahúsi, 85 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Kistan við Almu Rasminu Svanhildu Hammer Hvalba fer úr kapelinum úr Suðuroyar Sjúkrahúsið fríggjadagin 21. august kl. 17 í Vitnið í Hvalba. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13. Fyri tey avvarðandi John, Marnar, Ingmar og Eleina Tey, ið vilja minnast Almu kunnu lata eina peningagávu til Zarepta, konta í peningastovnunum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, vermamma, omma og systir Marjun Elida Joensen Klaksvík andaðist í heiminum leygarmorgunin 15. august, 60 ára gomul. Bønarhald verður í kapellinum fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin kl. 13.30. Fyri tey avvarðandi Jón, Petur og Malvinus Tey ið ynskja lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Zarepta ella Leguhúsið í Nesvík, konta í peningastovnunum. Dagurin 19. august. Sebaldus. Sigst at hava verið guðrøkin danskur kongssonur, sum var trúlovaður franskari prinsessu. Men hann fór frá henni og gav seg í kleystur í Nürnberg, har hann doyði í hvussu so er fyri ár 1070. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Nú ein dagin fingu vit eitt skriv inn á redaktiónina um ein fløskupost, sum var sendur frá Gjógv tann 3. august 2007, og var funnin í Kettuvík í Leirvík á heysti 2008 av Olafi Hansen. At senda fløskupost er eitt gamalt fyribrigdi, og nógvir fløskupostar hava ferðast longri enn hesin sum er komin frá Gjógv til Leirvíkar. Men tað er altíð stuttligt at finna ein slíkan fløskupost við eini heilsan í. Her eru tað Aron, Lovisa og Poula, sum búgva í Havn, ið hava sent eina heilsan í fløskupostinum. Kanska tey fáa ella hava fingið vitjan úr Leirvík. mg Fløskupostur Hetta er brævið sum lá inni í pløskupostinum Fløskuposturin varð funnin í Kettuvík, sum er norðan fyri Leirvík. Vegurin framvið Kettuvík, sum varð gjørdur til at koyra tilfar til Norðoyatunnilin, verður vanliga nevndur Strandvejen Mynd: Gudny Langgaard