mikudagur 19. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 19. august 2009
13
Herfyri setti Jógvan Sund
stein, fyrrverandi løgtings
maður, millum annað undir
ritaðu í Sosialinum spurn
ingin, hvussu skal áseting
in »lívfrøðiliga burðardygg
veiða« skiljast. Ivaleyst eru
fleiri definitiónir av hesum
hugtaki, skal stutt lýsa
hugtakið samsvarandi míni
fatan av hesi orðing.
Stutt kann sigast, at tá ið
støddin á gýtingarstovnin
um er avgerandi fyri,
hvussu nógv verður fiskað,
er veiðan burðardygg.
ICES hevur ásetingar um,
nær stovnurin er soleiðis
fyri, at ein kann fiska ávísa
nøgd, nær tað er í lagi at
fiska, um ávís verjutiltøk
mótvegis stovninum verða
sett í verk t. d. friðingar av
ávísum økjum í ávísa tíð,
og nær t. d. toskastovnurin
er so illa fyri, at ikki er
ráðiligt at troyta hann meir.
Um vit fylgja hesum áset
ingum, so hava vit eina
lívfrøðiliga burðardygga
veiðu.
Fyri at útgreina hetta
nærri fari eg at endurgeva
Skipannarnevndina tann 8.
februar 1996: »Stovnsrøkt
arendamálið er rokkið, um
gýtingarstovnurin er oman
fyri ávísa minstustødd, og
veiðutrýstið síðan er so, at
umleið ein triðingur av
stovninum verður veiddur
á hvørjum ári«, kelda:
www.frs.fo
At vit eiga at hava eina
burðardygga veiðu er eisini
ásett í lógini um vinnu
ligan fiskiskap: »Dentur
verður lagdur á, í umsit
ingini av hesi lóg, at varð
veita tilfongi og at troyta
og gagnnýta hetta burðar
dygt á skilabesta hátt, lív
frøðiliga og búskaparliga«,
kelda: www.logir.fo
At vit eiga at veiða burð
ardygt fyri at lata nokk av
hesum tilfongi víðari til
okkara eftirkomarar er
sjálvsagt. Í dag er tað eisini
alt meira vanligt, at ein
ikki fær nøktandi prís fyri
veiðuna, um hon ikki er
fingin til høldar á ein
burðardyggan hátt.
Vónandi er hetta eitt
nøktandi svar.
Lívfrøðiliga burðardygg veiða
løgtingskvinna
Eyðgunn
SamuElSEn
Iktys
Tíðindaskriv
Í skjótt trý ár hevur ”Neyð
hjálp fólkakirkjunnar” havt
lítlan handil á horninum M.
A.
Winthersgøta/Tróndar
gøta, har brúkt klæðir verða
seld fyri lítiðog lætt. Pening
urin fer til hjálparfelagsskap
in ”Neyðhjálp fólkakirkj
unnar”, og fólkini í handli
num arbeiða sjálvboðið.
Dentur verður lagdur á
góða
kundatænastu
og
hampulig klæði. Á hvørjum
plaggi er fest prísmerki, og
um tú hyggur væl eftir,
sært tú tekst, skrivaðan við
heilt smáum stavum. Her
stendur,
hvat
t.d.
ein
hálvtrýsskrónuseðil kann
brúkast til, har illa stendur
til úti í verðini. Fyri 50
krónur kann Neyðhjálp
fólkakirkjunnar tryggja, at
eitt gøtubarn í Kirgistan
fær mat, song, heilivág og
ráðgeving í 4 dagar.
Handilin arbeiðir væl
saman við tí donsku ”Folke
kirkens nødhjælp”, men er
tó lagaður til føroysk viður
skifti. Tvinni sløg av hjálp
eru: Hjálp, tá ið katastrofur
ráma og hjálp til fólk, so
tey verða før fyri at breyð
føða seg og sína familju.
Nógv fólk fregnast eftir
og ivast í, um nú alt hetta
hjálpir nakað. Vit vita, at
tað hjálpir, og hetta gevur
okkum treysti til at halda
fram.
Niðanfyri finnur tú dømi
um, hvussu peningurin
kann gagna.
Fyri 40 krónur kann Neyð
hjálp fólkakirkjunnar (N.F.)
tryggja, at eitt flóttabarn
kann verða ansað í 3 dagar,
har tað fær kreppuhjálp fyri
sálarligu løstir sínar.
Fyri 45 krónur kann N.F.
keypa 35 kg. av rísi til tey
burmesisku flóttafólkini í
Tailandi.
Fyri 60 krónur kann N.F.
tryggja einum kastuleysum
indiskum barni uppihald á
kostskúla í 6 vikur.
Fyri 90 krónur kann N.F.
keypa køksgreiðir við t.d.
gasskókara, gassi og pann
um til eina familju, sum hev
ur mist alt í eini katastrofu.
Fyri 100 krónur kann N.
F. keypa 600 proteinkeksir,
sum geva 100 fólkum (í
flóttafólkalegu eftir kata
strofu) mat í ein dag.
Fyri 125 krónur kann N.
F. bjóða eini kvinnu í
Guatemala eitt skeið í
sniðgeving, framleiðslu og
sølu av listahandverki, sum
kann tryggja lívsgrundar
lagið hjá allari familjuni.
Frágreiðing um Neyðhjálp fólkakirkjunnar og handilin »Iktys«
LeItILoyvI
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Loyvini hjá tveimum av
oljufeløgunum, sum hava
verið við í forkanningunum
og leitingini eftir olju við
Føroyar, BP og Anadarko,
gingu út mánadagin.
Tað var 17. august í ár
2000, at landsstýrið lat tey
fyrstu leitiloyvini á ser
stakari hátíðarløtu í Norður
landahúsinum. BP og Ana
darko hava latið sínar skriv
stovur aftur men umboð
fyri feløgini koma tó at
brúka nakað av tíð aftrat til
at rigga av. Umboðsmaður
fyri BP er Hjarnar Djurhuus
og fyri Anadarko er tað
Johan Mortensen.
Tey bæði oljufeløgini
hava verið við í oljuvirk
seminum síðani miðskeiðis
í 90unum. BP var leingi
eitt av lokomotivunum í
leitingini við Føroyar men
gjørdi herfyri av at gevast í
Føroyum eftir at William
brunnurin varð turrur.
Nú eru so 9 feløg eftir í
leitingini. Tey eru Statoil,
ENI, Dong, OMV, Shell,
Chevron, Geysir og bæði
føroysku feløgini Atlantic
Petroleum og Faroe Petrol
eum. ENI fer í mars ella
apríl næsta ár at bora ein
brunn á landgrunninum, og
Statoil hevur boðað frá, at
tað fer at bora ein brunn
helst í 2010.
Tvey oljuleitiloyvi ganga út
Stjórin á lemma
virkinum Rock
Trawldoors í Vági
undrast á, at tað
eru stórtíðindi, at
útlendingar nú koma
við einum modelli
av flótitrolslemmum
á marknaðin og siga
monnum, at hesir
saman við botntroli
skulu fara betur við
botninum
FIskIvInna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Hans J. Joensen er stjóri á
lemmavirkinum
Rock
Trawldoors í Oyrunum í
Vági, og hann er ørkymlaður
í hesum døgum. Ørkymlaður
av stórtíðindunum um, at
nakrar royndir hjá trolaran
um Rankanum av Tvøroyri
skulu hava víst, at ein
lemmatrolari sum brúkar
flótitrolslemmar, saman við
tungum ketuvektum, skal
verja
botnin
meir
enn
vanligir botntrolslemmar.
Sambært tíðindunum í
Kringvarpinum ger Rankin
kanningarnar í samstarvi
við eina smiðju í Thyborøn
í Danmark.Men tað ber ti,
at fáa lka góðir flótitrols
lemmar á Oyrunum í Vági.
Á okkara verksmiðju
hava vit gjørt flótitrols
lemmar í áravís, og á okkara
heimasíðu, sum eitur www.
rock..fo, kunnu fólk lesa,
hvussu nógva olju Enniberg
spardi við at fara yvir til
okkara flótitrolslemmar í
2006, sigur Hans J. Joensen.
Gloymdu vektirnar
Hann undrast á, at tað eru
stórtíðindi, at útlendingar
nú koma við einum modelli
av
flótitrolslemmum
á
marknaðin og siga monnum,
at hesir saman við botntroli
skulu fara betri við botn
umhvørvinum, og at teir
skulu spara so og so nógva
olju. Sum lemmaframleið
arar kanna vit alla tíðina,
hvat kann spara olju, og
hvat kann gerast fyri verja
botnin, men vit eru komnir
til tað niðurstøðu, at ein
hvørki sparir olju ella verjir
botnin við teirri útgerðini,
sum hevur verið umrødd í
kringvarpinum í dagavís,
sigur Hans J. Joensen.
Hann undrast eisini á, at
fólk á Havstovuni siga, at
allir trolarar áttu at brúkt
flótitrolslemmar til botntrol,
tí at tað verjir havbotnin.
Menn greiða frá, at botn
trollemmarnir,
sum
teir
brúktu frammanundan, vig
aðu 2800 kilo hvør, og at
teir lemmarnir, sum teir
brúka nú, viga 1400 kilo
hvør. Men teir gloymdu at
siga, at tvær ketuvektir,
sum viga 12001400 kilo
hvør, hanga á breiðlunum
og skulu eisini dragast fram
eftir botni. Kjølurin á einum
botntrollemmi er 14 cm
breiður, og sostatt røra hesir
eina flatu, sum er 28 cm av
botninum undir towing.
Harafturímóti
røra
tvær
ketuvektir í minsta lagi eina
flatu á 140 cm av botninum
tá towað verður, sigur
stjórin á lemmavirkinum í
Oyrunum.
Aðrir givnir
Hans J. Joensen sigur, at
við at slakka av á motorinum
og towa seinni ber eisini til
at spara nógva olju, men
hvat við fiskiskapinum tá.
Ferðin á skipinum er sera
tíðandi fyri fiskiskapin , og
tí heldur hann, at Havstovan
eigur at gera nógv fleiri
kanningar við at rokna út,
hvat verður spart av olju pr.
kilo veiddan fisk, áðrenn
ein so tíðandi stovnur ferð
út at taka dagar í millum
hvat lønar seg.
Vit fylgja við hvat hend
ur í londunum rundan um
okkum og vita, at í Grøn
landi hava menn kasta
útgerðina upp á land, tí teir
fingu nógv minni í, og
skuldu teir fáa tað sama í
sum aðrir, spardu teir ikki
eina krónu í olju. Trý skip
hava roynt hetta í Íslandi.
Hjá tí eina bátinum, sum
roynir
á
Eystlandinum,
hevur tað gingið væl, tað
vil siga, at teir hava fingið
tað sama sum aðrir. Hinir
báðir hava ikki varið nøgdir,
og
annar
hevur
koyrt
útgerðina í land. Í Noregi
hava fleiri roynt hesa út
gerð. Vit hava just gjørt eitt
botntrolsett til ´´Havbris´´,
sum hevur koyrt útgerðina í
land. Tann skiparin segði,
at skuldu teir fáa tað sama
sum hini skipini, máttu teir
heingja so nógvar vektir á
breidlarnarn, at teir brúktu
meiri olju enn við teimum
vanligu lemmunum, og tí
vildu teir hava nýggjar
lemmar frá okkum, sigur
Hans J. Joensen.
Smærri útgerð
loysnin
Hann harmast um óvanan
hjá føroyingum at leypa á
bláman, tá okkurt útlendskt
kemur fram, at tað ofta eru
summir, sum síggja sær
møguleikan í at fáa stuðul
til alla ta útgerð, sum skal
keypast fyri at kunna fiska
við hesari útgerðini. Hann
ásannar, at hetta kann
møguliga brúkast í fínasta
veðri og góðum streymi,
men spyr, hvussu verður
við oljusparingini, tá veðrið
verður ringt í vetur. Ein
annar spurningur er, hvussu
tað tá fer at gangast at halda
lemmunum 10 metrar frá
botni, og hvat hendir við
tunnu løttu lemmunum, tá
teir fleiri ferð hvørt tow
bresta í botn.
Tann
einasti
veruligi
møguleikin fyri at spara
olju hjá trolarunum er at
brúka minni trol og minni
lemmar og so heldur toga
eina hálva míl skjótari. Tá
ber til at spara olju, so tað
forslær og fiska tað sama,
sigur
stjórin
á
Rock
Trawldoors.
Bara lúsin útlendsk er
Hans J. Joensen