mikudagur 19. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 19. august 2009 – Nr. 156 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Alt bendir á, at dysturin
í kvøld millum HB og EB/
Streym er eitt møti millum
meistararnar í fjør og
liðið, sum verður meistari
í ár. Bæði lið hava týðandi
spælarar sitandi uttanfyri
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tey fýra liðini, sum renna aftan á
HB, eru í hesum døgum
dystarskráin hjá oddaliðnum.
Sunnudagin fall B68 í Gundadali, og
nú er EB/Streymur tað næsta av
hesum liðum, ið stendur fyri tørni.
Síðani koma NSÍ og Víkingur í
tveimum teimum næstu dystunum.
Spurningurin er bara, hvussu
spennandi hesir dystir eru, tí HB er
heili 10 stig framman fyri tað ovasta
av teimum. Skal nakað teirra gera
sær vónir um at fáa HB aftur, skal
viðkomandi lið vinna alt, sum eftir
er, umframt at HB síðstu átta
dystirnar skal missa í øllum førum
14 stig. Og tað ljóðar meira sum
hugsað støddfrøði enn veruleiki.
HB noyðist í kvøld at vera
toppskjútta sín fyriuttan, tí
sunnudagin fekk Andrew av Fløtum
tvey gul kort, og heldur ikki er
Vagnur Mohr Mortensen ordiliga
klárur enn. Heldur ikki spælir
Jógvan Rói Davidsen, sum í Klaksvík
var so óheppin at bróta fótin, tá
gaggan brádliga knekkaði.
Hinvegin er Rasmus Nolsøe heima
hesa vikuna, so hann verður við.
Hjá EB/Streymi er støðan ikki
mætari, tí bæði Pauli G. Hansen og
Gudmundur Nielsen eru skaddir,
umframt at Alex José dos Santos
framvegis hevur karantenu fyri
útvísingina í Fuglafirði fyri tveimum
vikum síðani. Á málmansplássinum
eru kortini fleiri møguleikar, enn
tað hava verið leingi, tí René
Tórgarð er nú klárur aftur, og hann
spældi við sunnudagin.
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Ikki kann sigast annað, enn at
fortreytirnar hjá KÍ og Víkingi eru
sera ymiskar undan dystinum í
Klaksvík í kvøld. Liðini eru í hvør
sínum enda, og annað av tveimum,
tey í løtuni hava til felags, er at tey
øðrumegin seg hava átta lið og
hinumegin eitt – ávikavist botn- og
toppliðið í Vodafonedeildini. Hitt,
tey hava til felags júst nú, er at bæði
taptu sunnudagin.
KÍ er aftur í ár í trupulleikum í
niðara endanum og tilveran hevur
verið niðan fyri
niðurflytingarstrikuna. So hvørt
sum tíðin er gingin, er
fótbóltshýrurin versnaður nógv,
men hann batnaði tó nakað, tá liðið
fekk styrk í summarsteðginum og
síðani vann á liðnum, ið liggur
niðanfyri, 07 Vestur. Men annars er
støðan óbroytt, tí enn hóttir
niðurflytingin.
Hinvegin hevur hetta verið eitt
framúr ár hjá Víkingi, sum bara
hevur verið til síðani í fjør.
Steypafinalan var vunnin,
samstundis sum liðið mestsum alla
tíðina hevur verið við í kappingini
heilt har frammi. Hóast
oddasessurin í løtuni er 10 stig
burturi, er málið framvegis at vinna
so góð heiðursmerki sum gjørligt,
og í kvøld ætlar Víkingur at vera
silvurplássið.
Hjá KÍ eru allir teir »nýggju« klárir
at fara inn á vøllin. Todi Jónsson
hevur verið skaddur síðstu
dystirnar, men er nú klárur aftur.
Hinvegin er meira ivasamt, um
Rudolf Eliasen, sum fór út við skaða
í Runavík sunnudagin, er klárur
aftur.
Víkingur kemur til Klaksvíkar við
øllum sínum fólki, tí har eru allir
tøkir, sum hava verið tað síðstu
mongu dystirnar. Einasta
undantakið er Símun Louis
Jacobsen, sum er farin niður og tí
ikki verður við.
Skjóta um vikuskiftið
Eftir ein steðg í fleiri ár, verður nú aftur farið undir FM-kappingar í
skjóting. Nú eru aftur tvey virkin feløg, Sunda Byrsufelag og Byrsumúli,
so tí hevur Byrsudeildin tikið avgerð um, at nú verða FM-kappingarnar
tiknar uppaftur. Leygarmorgunin 29. august verður kappast í skeet á
breytini hjá Sunda Byrsufelag, og leygarmorgunin 5. september verður
kappast í trap á breytini hjá Byrsumúla.
Meistaramøti í Gundadali
Oddmar á Lakjuni, Steffan Kalsø og Heðin á Lakjuni høvdu tvær ferðir orsøk til at frøast sunnudagin, men taptu kortini. Spurningurin er
so, um betur gongst í hond ímóti Víkingi í kvøld
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Allir eru klárir
Bæði KÍ og Víkingur kunnu senda manningar á vøllin í
kvøld, sum mestsum eru tað frægasta, liðið eiga. Fyri KÍ
er enn eina ferð talan um ein dyst, har alt stendur upp á
spæl, meðan Víkingur skal verja silvurplássið