Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. august 2009 – Nr. 156 Grand Prix-finalur Í kvøld klokkan 18 byrjar triðja og síðsta Grand Prix-umfari í frælsum ítrótti fyri børn og ung. Hvirlan og FÍF skipa fyri kappingini, sum er á Tórsbreyt. Gentur og dreingir frá 12-13 upp í 18-19 ár kappast í klingruvarpi og trístøkk, meðan gentur og dreingir 8-9 og 10-11 ár kappast í bóltkasti og longdarlopi. Santos tríggjar dagar Alex José dos Santos, sum spælir við EB/Streymi, hevur fingið karantenu í tveir dystir, eftir at hann vísti so vánaligan atburð í dystinum ímóti ÍF í Fuglafirði tann 8. august, at hann var vístur út. Tá eitt ógvusligt fríspark var gjørt ímóti Santos, kókaði yvir hjá honum, og við stórum bókstavum fortaldi hann dómaranum – eisini við skumpi – hvat hann helt um tað. Hóast ÍF og B36 eru ávikavist nummar sjey og átta á stigatalvuni, so er so sum so við spenninginum undan dystinum, tí ÍF sær út til at hava fingið gongd á, meðan B36 fullkomuliga er uppsteðgað FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá kappingarárið byrjaði, legði B36 út sum eitt ódnarveður og var oddalið fyrstu trý umførini. So kom stígur í, og so líðandi er B36 gliðið longur og longur burtur frá oddasessinum. Nú er støðan hinvegin hættislig á triðniðasta plássinum, tí B36 er liðið, sum bæði KÍ og 07 Vestur hava sett sær fyri at fáa aftur. ÍF var bragdligast, áðrenn kappingin byrjaði, tí spælt var út við, at liðið fór at blanda seg upp í oddastríðið. So væl hevur tað ikki gingist, men síðstu dystirnar tykist ÍF vera komið væl fyri seg. ÍF hevur vunnið tríggjar av síðstu fimm dystunum, spælt ein javnan og tapt ein, og liðið sær út til at hava framgongd í spælinum. Framvegis er ÍF ikki 100 prosent tryggjað, hóast tað sær gott út, meðan mótstøðuliðið í kvøld desperat hevur brúk fyri trimum stigum. Eydnast tað B36 at vinna, er tað eitt bakkast fyri liðini aftanfyri, so lítið man vera at ivast í, at gestirnir fara at leggja nógv fyri í kvøld, samstundis sum vertirnir sjálvandi eisini vilja vinna. ÍF misti tveir miðverjar í dystinum í Gøtu sunnudagin. Fyrst fekk Høgni Zachariassen skaða og læt seg skifta út við Kaj Ennigarð, ið eisini fekk skaða. Høgni er ivasamur til dystin í kvøld, meðan Kaj í øllum førum ikki spælir. Eisini Áki Petersen er skaddur, men hinvegin er Poul Ennigarð klárur aftur eftir karantenu. Eitt sindur betur stendur til við skaðalistanum hjá B36, sum ikki er so øgiliga langur. Poul Arni Jacobsen er ivasamur, og støða verður í síðstu løtu tikin til, um hann fær spælt ella ikki. Sjúrður Thomassen, sum hevur verið frá við skaða, er ikki klárur aftur fyrr enn í næstu viku. Lið um lið og langt frá Jákup á Borg og hinir í B36, sum leygardagin á heimavølli taptu ímóti Kenneth Jacobsen og AB, skulu nú á útivølli ímóti ÍF gera enn eina roynd at venda skeivu gongdini Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir AB ger ein B68 B68, sum fyri tað mesta hevur vunnið ella fingið stig í ár, hevur tapt síðstu tveir dystirnar. Gestirnir á Toftum í kvøld, AB, hava eftir laka byrjan vunnið síðstu tríggjar dystirnar FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Heldur tað, sum AB er í gongd við í løtuni, fram við at rigga, kunnu argjamenn helst gleða seg stórliga til næsta ár, tí teir eru nevniliga í ferð við at gera »ein B68«. Í fjør hevði B68 eina laka byrjan, men var eitt tað formsterkasta liðið eftir summarsteðgin, og soleiðis hevur árið hjá AB eisini sæð út. Fylgja teir B68 til fulnar, fáa teir eitt gott kappingarár næsta ár… Um toftamenn so megna at reisast aftur eftir tvey tap á rað, fæst at síggja í kvøld, men liðið er so verri enn so fullmannað. Øssur Hansen er framvegis ivasamur og Niclas Joensen er uttanfyri við skaða. Jóhan Dávur Højgaard, sum hevði karantenu sunnudagin, er við aftur, men afturfyri situr nú hin miðverjin, Pól Jóhannus Justinussen, uttanfyri við karantenu. Hjá AB hevur Janus M. Joensen eisini karantenu, og somuleiðis mugu argjamenn vera Nikolaj Eriksen fyriuttan. Hann var júst komin fyri seg eftir skaða, men er longu skaddur aftur. John Hansen er framvegis niðri og Høgni M. Joensen er enn knæskaddur. Strævið í Sørvági Eydnan hevur ikki verið við 07 Vestur í ár, og hóast tørvurin á stigum bara veksur og veksur, er NSÍ kanska ikki besta mótstøðuliðið at fáa á vitjan FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast hinir báðir dystirnir millum 07 Vestur og NSÍ eru endaðir við greiðum sigrum til runavíkingar, nýtist tað ikki at merkja, at 07 Vestur ikki hevur góðar vónir í kvøld. Fyrr ella seinni má og skal tað venda, og tá tað skal henda, ber neyvan til at velja sær, hvørjum tað skal verða ímóti. Givið er í øllum førum, at við styrkinum í summarsteðginum er vágaliðið væl betur ført fyri at bjóða øllum av. Men eyðsæð er, at fótbóltstilveran er strævin í Sørvági, tí enn er rákið ikki vent, so fleiri stig eru komin á kontuna. NSÍ hevur verið svingandi, men er kortini favorittur í útidystinum í Sørvági í kvøld. Sum úrslitini lagaðu seg sunnudagin, kom NSÍ upp á triðjaplássið, og einki er at ivast í, at útiliðið í kvøld ætlar sær ikki at enda lægri, enn har liðið er nú. 07 Vestur kann senda allar teir á vøllin, ið hava verið til taks síðstu dystirnar. Jens Erik Rasmussen, sum var sjúkur sunnudagin, er klárur aftur, og framvegis er Jovan Radinovic-Panic skaddur. Hjá NSÍ er greitt, at Károly Potemkin ikki verður við, tí hann hevur karantenu. Einasta ivamálið er Jóhan Troest Davidsen, sum fekk ein skaða sunnudagin, men støða verður undan dystinum tikin til, um hann fær spælt ella ikki. Vodafonedeildin, 20. umfar Dystur Klokkutíð Dómari HB-EB/Streymur 18.00 Petur Reinert ÍF-B36 18.30 Rúni Gaardbo KÍ-Víkingur 19.00 Dagfinn Olsen 07 Vestur-NSÍ 19.00 Eiler Rasmussen B68-AB 19.00 Bárður Mortensen Fyrru dystirnir í ár: 2. umfar 11. umfar HB-EB/Streymur 1-0 EB/Streymur-HB 2-3 ÍF-B36 1-2 B36-ÍF 0-0 KÍ-Víkingur 2-2 Víkingur-KÍ 4-1 07 Vestur-NSÍ 1-4 NSÍ-07 Vestur 5-1 B68-AB 1-0 AB-B68 0-3 Støðan: vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 19 13 - 5 - 1 48 26 22 44 2 Víkingur 19 10 - 4 - 5 37 25 12 34 3 NSÍ 19 10 - 3 - 6 42 31 11 33 4 B68 19 9 - 5 - 5 38 31 7 32 5 EB/S 18 8 - 4 - 6 34 25 9 28 6 AB 19 7 - 4 - 8 20 23 -3 25 7 ÍF 19 6 - 4 - 9 27 30 -3 22 8 B36 18 4 - 5 - 9 21 36 -15 17 9 KÍ 19 3 - 5 - 11 22 41 -19 14 10 07 Vestur 19 2 - 5 - 12 26 47 -21 11