mikudagur 19. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 19. august 2009
Føroyska útisetafelagið
í Keypmannahavn, ÍF
Før oyar, stendur í kvøld
framm an fyri síni størstu
ítróttar ligu avbjóðing
nakran tíð, tá steypadystur
skal spælast á Gladsaxe
Stadion ímóti AB, ið annars
spæl ir í næstbestu donsku
deild ini
Í kvøld klokkan
17.30, føroyska
tíð, skal besta
mansliðið hjá ÍF
Føroyum spæla
dyst í donsku
steypa kapp ing ini
ímóti 1. deildar
felag num, AB,
sum millum ann að hevur havt
Christian Høgna Jacob sen í
spælara hópi num til fyri kort um, tá
hann flutti heimaftur til NSÍ.
Hóast ÍF Føroyar á pappírinum
stend ur at hava heimavøll, er
dystur in fluttur til heimavøllin hjá
AB, Gladsaxe Stadion, ið hevur sera
góð ar umstøður og pláss fyri nógv
um áskoðarum.
– Vit valdu at spæla dystin har,
fyri at fáa upplivingina, tí tað er eitt
stórt stadion, ið tekur um 10.000
fólk, sigur Sigmund Mikkelsen, sum
er venjari hjá føroysku monnunum,
ið róliga kunnu sigast at vera tað
lið ið, øll vænta, at AB fer at vinna
lætt liga á.
– Tó vil eg siga, at vónirnar eru so
góð ar, sum tær kunnu verða. Liðið
hjá okkum er so sterkt sum møgu
ligt, men vit mugu helst rokna við,
at tað eru vit, sum eru »underdog« í
hes um dystinum. Men vit taka tað
sum eina uppliving, og tað skal
nokk verða stuttligt.
Undirmeting
Ávegis til henda dystin í Ekstra
Bladet Cup, sum danska steypa
kapp ingin eitur, hevur ÍF Føroyar
sera sannførandi vunnið tríggjar
dyst ir, sum hava verið ímóti KFUM,
Union og Fix. Hinvegin gekk ikki so
væl í fyrsta dystinum í nýggja kapp
ing ar árinum í Seriu 1, sum var
leyga r dagin ímóti Østerbro, ið vann
heili 60.
Tað var nú kanska ikki so heilt
galið allíkavæl, tí líkt er til, at tað
úr slit ið hevur gjørt, at teir í AB ikki
væn ta sær ta stóru mótstøðuna frá
ÍF Føroyum. ABheimasíðan ger
nógv burturúr, at flestu av føroysku
spælar unum eru heima í summarfrí,
og at talan tí er um eitt lið, sum ikki
heilt er í toppformi.
AB mynstrar verri enn so við síni
sterkas tu manning, og tað kundi
kanska bent á eina undirmeting.
Tveir U19landsliðsspælarar eru ikki
við, tí teir eru farnir til Ungarn við
lands lið num, og harumframt verða
fleiri spælarar spardir til aðrar dystir,
har AB heldur, at meira brúk verður
fyri teimum. Og sum byrjunar upp
still ing in hjá AB sær út, fara tríggir
av teirra spælarum at spæla sín
fyrsta dyst á besta liðnum hjá AB í
kvøld.
Góða hjálp
Hóast summarfrítíðin kann hava
tikið eitt sindur, so er føroyska liðið
tó ikki púra »fyri nothing«, tí við
góð ari hjálp frá stuðlum og øðrum
góð um fólki, er eydnast at fáa
spælar ar úr Føroyum til Danmarkar
í ótíð. Eitt nú hevur Atlantsflog ver
ið lagaligt, og tí vænta tey í ÍF Før
oy um, at tað altso verður við
sterkas tu manning, at farið verður á
vøll in á Gladsaxe Stadion í kvøld.
– Millum teirra, vit fáa niður til
dyst in, eru Erling Fles, Ove Brim,
Jákup Olsen, Emil Leifsson Nolsøe,
Johan Gunnarsson og Heini
Kristian sen, sum hava verið í gongd
og spælt, meðan teir hava verið
heima, sigur Sigmund Mikkelsen,
sum í gjárkvøldið hevði allar
spælarar nar savnaðar til eina lætta
venj ing.
– Og hóast allir ikki eru í topp
formi, eru spælararnir øgiliga
spent ir til uppgávuna. Vit kunnu
bara yvirraska, tí vit hava einki at
tapa, men alt at vinna.
Vinnarin av dystinum á Gladsaxe
Stadion í kvøld skal í næsta um fari
num spæla ímóti Søllerød Vedbæk.
Vinnur AB, skal liðið á útivøll, men
vinnur ÍF Føroyar, verður tann dyst
ur in spældur á vanliga heima vølli
num, Kløvermarken.
Størsti dystur nakrantíð
Erling Fles úr Klaksvík og Henry Petersen úr Fuglafirði fyrireika seg her til venjingardyst tíðliga í ár, men skulu í kvøld gera seg klárar til stórdyst, tá ÍF Føroyar á Gladsaxe
Stadion spælir steypadyst ímóti 1. deildarfelagnum AB
Mynd: Rólant Waag Dam
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen