Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2009 13 tað altso átta ferðir um døgnið. So skriva vit hvat vit síggja niður á pappír, sum so verður sent til DMI við telexi. Hans Petur Kjærbo hevur roynt at staðið mitt í hurlivasanum av ringasta veðri. Tað var tá jóla­ ódnin var í 1988. Hann og familj an búði tá í Akrabergi. Um tað mundi búði ein onnur familja eisini í Akrabergi. Børnini vóru tá smá, tað elsta ikki farið í skúla. Vit máldu tá 40 metrar um sekundið, og tá stóð vísarin í botni, meðan Húsareyn máldi heilt upp í 70 metrar um sekund­ ið. Tað bleiv rættiliga dramatiskt hjá okkum, tí ein rútur fór inn í gjøgnum, og eg og grannin máttu hjálpast at við at byrgja upp fyri um náttina, meðan stormurin herjaði. Tá gerandisdagurin kom, valdu báðar familjurnar at flyta. Tað var ikki trygt fyri smá­ barna familjur. Hevði ein hvirla tikið okkum, var berg beint útav, sigur hann. Dreymastarvið Í dag er Hans Petur búsitandi í Vági, og er hvørja viku burturi frá heimbygdini og tekur sær av eini av teimum mest umráðandi uppgávunum á landi – vitunum. Hann siglir nógv fyri at koma runt í landinum, og heldur, at hann helst hevur sæð meir av land inum, enn so nógv onnur. Um framt nevndu uppgávurnar, er tað eisini ein uppgáva hjá fýr­ pass arunum at vera gestablíður. Tað hendir nevniliga meiri enn so, at fólk kemur út á Borðuna, og vilja síggja fýrin og umhvørvið har. ­ Eg arbeiði har, tey flestu droyma um at sleppa. Landið er heilt fantastiskt at ferðast í, og eg kann ikki siga annað, enn at mín tilvera er perfekt fyri meg. Eg veit akkurát hvørjar uppgávurnar eru, tá eg komi til arbeiðis, og eg avgeri mítt egna tempo. Tað er sjálvsagt, at vitarnir onkuntíð fyrr høvdu størri týdn­ ing, men at teir framvegis spæla ein týðandi leiklut, er Hans Petur Kjærbo ikki í iva um. Vitarnir skulu passast. Minst eina ferð um árið skulu fýrpassararnir ein túr kring oyggjarnar at hyggja til smærru vitarnar. Ikki alla staðni er tað líka lætt at sleppa til, og rundferðin kann í fevna yvir fleiri dagar. 37 ár í starvi er pensiónsaldur fyri meg. So eg havi nøkur ár eftir áðrenn eg komi har til. Men persónliga kann eg ikki siga annað, enn at hetta er heimsins besta arbeiðspláss. Her verður arbeiðið ongantíð rutina. Eg kann enda hvar sum helst í Føroyum, tá eg fari til arbeiðis mánamorgun. Vitin á Borðuni er ein stórur viti, linsan telist millum tríggjar av teimum heimsins størstu. Fyrr vóru tríggir mans um at pussa hana, og bara hetta tók tilsamans 300 tímar. Mynd: Jens Kristian Vang Eg arbeiði har, tey flestu droyma um at sleppa. Landið er heilt fantastiskt at ferðast í, og eg kann ikki siga annað, enn at mín tilvera er perfekt fyri meg Mynd: Jens Kristian Vang