hósdagur 20. august 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 157 - 20. august 2009
Í tænastu
hjá trygdini
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Her arbeiði eg
Hóast vitarnir í Føroyum gjørdust sjálvvirkandi longu í 1995, eru
fimm tænastummenn í starvi hjá Farvandsvæsenet í Føroyum, og
hava tríggir av hesum til uppgávu at røkja og umvæla føroysku
vitarnar. Hóast flest øll skip í dag eru útgjørd við gps’arum, eru
vitarnir framvegis av stórum týdningi fyri trygdina. - Tað er ikki
loyvt hjá skipum bert at líta á GPS’arnar. Men vitin er 100 prosent,
sigur fýrpassarin, Hans Petur Kjærbo
Í 29 ár hevur Hans Petur Kjærbo
starvast sum fýrpassari í Før oy
um. Hann sá ein dagin eina lýs
ing í bløðunum og søkti. Eingi
krøv vóru sett til umsøkjararnar,
og Hans Petur varð settur sum
hjálparmaður í juni mánaði 1980.
Eftir hálvt ár fekk hann boðið
fast starv sum fýrpassari, og har
hevur hann verið síðan. Seinni
vóru krøvini herd til at starvs
fólkini á fýrunum skuldu hava
antin maskinmeistara ella skip
ara útbúgving.
Men royndirnar taldu líka
nógv sum útbúgving, so eg havi
ongangtíð tikið útbúgving sum
skipari ella maskinmeistari, sigur
Hans Petur Kjærbo.
Hans Petur Kjærbo er tænastu
maður, og líka sum hinir fýr pass
ar arnir er hann settur í starv hjá
danska Farvandsvæsenet. Talan
er um trý ársverk við vitarnar, og
tvey ársverk eru knýtt at Loran
støðini á Eiði og DGPS støðini á
Bøllureyni. Hesir hava til upp
gávu at røkja og halda við líka
27 vitar og tilhoyrandi hús, sum
hoyra til nakrar av vitunum.
Vitar nir eru tvinnir, lands kenn
ings vitar og vinkulvitar.
Á Mykineshólminum og á
Borðuni hava vit lands kenn ings
vitar, sum eru teir minni umráð
andi í dag. Hinir eru vinkulvitar,
tað er til dømis tann í Havn,
sigur Hans Petur Kjærbo.
Vitarnir eru 100 prosent
Tá hann sigur, at allir vitar ikki
eru líka umráðandi, meinar hann
ikki við, at vit kundu verið teir
fyri uttan.
Tað er ikki loyvt hjá skipum
bert at líta á GPS’arnar, sum øll
skip eru útgjørd við í dag. Tað
stendur í vegleiðingini fyri brúk
av gps’arum, at teir eru bert veg
leiðandi, og at tað tískil eisini er
neyðugt at halda eyga við vitu
num. Tí vitin er 100 prosent álít
andi, sigur hann.
Harafturat hava vitarnir stórt
søguligt virði. Teir eru gamlir,
fleiri teirra eldri enn 100 ár. Tað
hevði verið stórt spell, hevði tann
parturin farið. Men tíðirnar eru
nógv broyttar síðan Hans Petur
Kjærbo tók við starvinum sum
fýr passari, og tað sama má sigast
um arbeiðið.
Vitin á Borðuni er ein stórur
viti, linsan telist millum tríggjar
av teimum heimsins størstu. Fyrr
vóru tríggir mans um at pussa
hana, og bara hetta tók tilsamans
300 tímar. Tað hava vit ikki orku
til longur. Kortini er nokk at
gera. Vit hava egið elverk, vit
ansa eftir motorum, bæði olja og
filt ur skal skiftast hvørjar 1000
tímar, og harafturat skulu vit taka
okkum av allari reingerð, sigur
Hans Petur Kjærbo.
Ávaring umvegis telefon
At vera fýrpassari er sum ein sjó
manstilvera. Hans Petur Kjærbo
fer til arbeiðis mánamorgun, og
tá hann pakkar taskuna, roknar
hann ikki við at vera aftur fyrr
enn hósdag.
Vit skiftast um vitarnar, og eg
veit ongantíð hvar tað er brúk
fyri mær. Tað einasta sum er fast,
er at vit skulu út á Borðuna fimtu
hvørja viku. Síðstu tíðina havi eg
verið eitt sindur oftari á Borðuni,
tí vit hava skift motorarnir út.
Tað er eitt størri arbeiði. Teir
vóru seinast skiftir í 1995.
Tá Hans Petur Kjærbo byrjaði
sum fýrpassari, arbeiddu fýr pass
ararnir 72 tímar, og høvdu 72
tímar frí, og tveir menn vóru á
hvørjari vakt. Í dag er arbeiðs
vikan 37 tímar.
Tað er torført at fáa tímarnar at
ganga upp. Um veturin er væl
minni at gera enn um summarið,
nú allar umvælingar skulu gerast.
Men tímunum heldur ein sjálvur
skil á.
Tá alt gjørdist sjálvvirkandi
vóru allar ávaringar lagdar inn á
teldur og telefonir. Hendir nakað,
fáa fýrpassararnir boð umvegis
fartelefon og teldu. Arbeiðið er
einsligt, tí bert ein maður er á
hvørjari vakt.
Eg havi lært at trívast einsam
all ur. Tað er í veruleikanum ikki
so galið, tí eg avgeri sjálvur nær
eg arbeiði og hvat eg geri. Geri
eg tað ikki, er tað eingin, ið tekur
arbeiðið frá mær. Mær dámar
væl at arbeiða einsamallur. Men
tað ger eisini, at ein fær hug til at
spæla formaður av og á, sigur
hann og flennir.
Mitt í jólaódnini
Umframt at fyribyrgja vanlukkur
á sjónum, er tað uppgávan hjá
fýr passarum at rapportera til
DMI um veðrið.
Fyrr skuldu vit rapportera fýra
ferðir um døgnið, men í dag er
Hans Petur Kjærbo er ein av teimum fimm fýrpassarunum, ið starvast hjá
Danska Farvandsvæsenet. Hesir hava til uppgávu at røkja og halda við líka
27 vitar og tilhoyrandi hús, sum hoyra til nakrar av vitunum
Mynd: Jens Kristian Vang