Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 157 - 20. august 2009 Faroe Seafood í Vest­ manna hevur higartil í ár virkað meira enn 4.000 tons av ráfiski, sum er eini 20­25% meira, enn felagið hevði keypt og virkað fyrra hálvár í fjør Fiskavirking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í summar hevur framleiðslan á nøkrum fiskavirkjum lig­ ið still í einar 14 dagar, með an arbeiðsfólkið hevur ver ið í summarfrí. Á Faroe Seafood í Vest­ manna byrjaðu tey aftur mána dagin í seinastu viku. ­ Vit hava arbeitt hvønn dag, síðan framleiðslan varð tikin uppaftur. Vit ar beid du allar dagarnar í síðs tu viku og hava arbeitt mána dagin, týsdagin og miku dagin í hesi vikuni, men í dag er turt gólv á virki num og eingin fram­ leiðsla. Tað sigur Jákup Eli Thom sen, sum er dagligur leiðari á virkinum í Vest­ manna. ­ Vit vænta okkum fisk aftur í morgin ella mána­ dag in, leggur hann aftrat. Meira rávøra Jákup Eli er annars hampi­ liga væl nøgdur við tað virk semi, sum hevur verið fyrra hálvár í ár. ­ Rávørutilgongdin hevur verið rímiliga støðug, og so leiðis hevur arbeiði á virki num eisini verið á góðari leið. Virkisleiðarin sigur, at samlaða ráfiskanøgdin, sum virkið í Vestmanna hev ur keypt og arbeitt higar til í ár, er stívliga 4.000 tons, og í mun til fyrra hálvár í fjør, er talan um ein vøkstur í ráfiskanøgd upp á eini 20­25%. Fleiri ringja Meðan samfelagshjólini í Før oyum hava malið við nógvari ferð, og einki tóktist ómøguligt, stríddust fiskavirkini við at fáa nóg mik ið av fólki til sína fram­ leiðslu og sítt virksemi. Men hetta er ikki støðan í dag. Jákup Eli Olsen sigur, at tað nú gongur væl at fáa fólk, og tað eru nógv, sum spyrja um arbeiði á fiska­ virkinum í Vestmanna. ­ Vit fáa dagliga fyri­ spurn ingar frá fólki um arbeiði, bæði í Føroyum og úr útlandinum. Hann sigur, at umframt før oyingar, kemur meira enn so fyri, at tað eisini eru út lendingar, sum búgva í út landinum, ið spyrja seg fyri um arbeiði. Skúlanæmingar Í summar hava fleiri skúla­ næmingar hjálpt til á fiska­ virkinum í Vestmanna, og so leiðis hevur verið á hvørj­ um ári í nógv ár. ­ Meðan tað seinnu árini hevur verið ein trupulleiki við at fingið nóg mikið av fólki, er hetta ikki ein trupul leiki í dag, ásannar Jákup Eli Thomsen, virkis­ leiðari. Tá mest er at gera hjá Faroe Seafood í Vestmanna, hev ur felagið meira enn 100 fólk í arbeiði. Nógv spyrja um arbeiði í Vestmanna Meðan samfelagshjólini mólu við nógvari ferð, og einki tóktist ómøguligt, var trupult hjá virkisleiðslum at fáa nóg mikið av fólki til fiskavirkini. Nú er hetta eingin trupulleiki meira. Í staðin ringja bæði føroyingar og útlendingar og spyrja um arbeiði Mynd: Birgir W. Høgnesen Ósemja um aling Á einum tíðindafundia á aliráðstevnuni Aqua Nor í Trómdheimi segði norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, at stjórnin hevur gjørt av at loyva laksaalarunum at økja orkuna fimm prosent næsta ár burtursæð frá nøkrum økjum, sum hava nóg nógva aling. Samtíðis gjørdi hon greitt, at eingi nýggj loyvi at ala tosk verða latin í økjum, sum eru nærhendis gýtingarplássum hjá villum toski. Andstøðan er ikki nøgd við, at laksaalararnir bara kunnu økja orkuna fimm prosent. Eitt nú heldur Framburðsflokkurin, at rúm er fyri 20 prosent øking, skrivar NTB. Eingir pengar til Saab Svenska bilaverksmiðjan Saab fær einki lán frá svensku stjórnini. Tað sigur Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharri. Koenigsegg Group hevur gjørt av at keypa Saab frá General Motors, men keypið er treytað av, at svenska stjórnin veðheldur fyri fyri einum stórum parti av fíggingini, og at seljarin skal fíggja ein part. Fredrik Reinfeldt sigur við svenskar fjølmiðlar, at um Koenigsegg Group ætlar at fáa sersømdir fram um onnur privat feløg í landinum, so verður tann ætlanin av ongum. Tað sama sigur búskaparmálaráðharrin, Maud Olofsson. gulllaksavertíðin er úti. Ariende kann frysta 140 tons um døgnið. Hetta er ein vanligur trolari sum líkist skipinum Pelagos, sum í sínari tíð var heimahoyrandi í Føroyum. Men nú hevur skipið so aðra uppgávu enn at fiska og frysta, men tekur ímóti frystum gulllaksi og feskum fulllaksi. Í morgun eru vestmanna­ trolararnir, Vestmenningur og Fram, inni og veiðan hjá teimum verður fryst umborð á Ariende. Sum skilst, koma Eystur­ búgvin og Vesturbúgvin inn at landa í komandi viku. Teir eru eisini á gull laksa­ veiði og fara sum skilst at landa veiðina umborð á Ariende. aksi gin peningur