Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 157 - 20. august 2009 Siga nei til ES Skuldu stórtingsvalevnini í Troms gjørt av, um Noeg skal fara upp í ES ella verða verandi uttanfyri, er eingin ivi um úrslitið. Av teimum 17 valevnunum siga 13 nei til ES-limaskap, tvey siga ja, og tvey vilja ikki svara spurninginum. Tað eru valevnini hjá Arbeiðaraflokkinum, sum siga ja ella ikki vilja svara. Framburðsflokkurin er harðliga ímóti at fara upp í ES, og eitt av valevnum floksins sigur, at skal avgerð takast, skal fólkið spyrjast á einari fólkaatkvøðu. Samstundis eru øll valevnini til reiðar at taka undir, at fyrimunir og vansar við ES-limaskapi verða kannaðir. Óheppin stavivilla Í gjár var kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, og vitjaði býin Iqaluit, sum er høvuðsstaður í inuittaøkinum har norðuri í landinum. Men tað var ikki sjálv vitjanin, sum fólk hugsaðu mest um, men heldur ein stavivilla, sum embætismenninir hjá forsætisráðharranum høvdu gjørt í ferðaskránni. Orðið Iqaluit merkir "tað góða miðið" ella "plássið við nógvum fiski", men av misgáum høvdu fyrireikararnir stavað býarnavnið Iqualit. Tað var óheppið, tí hetta orðið merkir "plássi við teimum skitnu afturpørtunum" ella "staðið við bremsusporunum" - og her hava bremsuspor einki við bilkoyring at gera. Tíðliga í morgun kom stórur hálendskur trolari á Vestmanna eftir frystum gulllaksi og til at taka ímóti gulllaksi hjá føroyskum ísfiskatrolarum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ariende, sum trolarin eitur, er 90 metrar langur. Hann er komin higar til lands at taka ímóti frystum gulllaksi hjá virkinum Atlantic í Vestmanna, men hann er eisini komin higar til at taka ímóti gulllaksi hjá føroysk- um ísfiskatrolarum. Ein av monnum aftanfyri hesa verkætlan er Tummas Christophersen, reiðari, men hann var ikki til at fáa fatur á, tá vit ringdu til at fregnast í morgun. Sum skilst á Havna- skrivstovuni í Vestmanna er Ariende umleið 1500 bruttotons stórur. Sosialurin hevur skilt, at skipið væntandi kemur at liggja á Vestmanna, til skipið hevur fingið fulla last – av frystum og feskum, sum gulllaksaskip veiða. Síðan er ætlanin, at Ariende fer av landinum við fiskinum og kemur síðan aftur til at fylla lastina einaferð aftrat, áðrenn Stórur trolari á eftir gullla Ariende er umleið 1500 bruttotons stórur og kemur komandi dagarnar at taka ímóti gulllaksi á Vestmanna Mynd: Birgir W. Høgnesen Hóast fiskimenn við broytingum í ALS- skipan ini á pappír in- um áttu at verið und ir eini – fyri teir – betri skipan, ótolnast menn eftir pengum úr skipan ini Fiskimenn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun var ein kvinna inni á gólvinum á Sosiali- num og fýltist á, at fiski- menn framvegis ongan pen- ing fáa úr Arbeiðs loysis- skipan ini, tó at lógin er broytt, og kunngerðin um ”út gjald til fiskimenn, tá ið skip verða løgd vegna um væl ingar” er lýst í Kunn- gerðar blaðnum. Kvinnan vísti á, at hon hev ur nært tilknýti til fiski- mann, sum onga inntøku hev ur havt síðan í vár, tí skip ið, hann var við, alla hesa tíð hevur verið til um væl ing ar. - Nú broytingar eru framd ar í lógini um arbeiðs- loysis trygging og arbeiðs- ávís ing, kundu vit vænta, at fiski menn vóru komnir und ir betri umstøður í skipan ini. Teir gjalda jú inn í ALS-skipanina, men í gjøgn um øll hesi ár, síðan skipan in varð sett í verk, hev ur verið sera trupult hjá teim um at fingið nakað úr skipan ini aftur, tá ástendur. Kvinnan hevði kunn gerð- ina, sum fevnir um broyt- ingarnar, í hondini, nú hon kom inn á gólvið. - Kunngerðin er lýst hin 20. juli í ár – ella fyri júst ein um mánaði síðan, men lóg in, sum fevnir um hesar broytingar, er frá 25. mai í 2009. Hon sigur, at tó at menn hava verið hjá ALS, hava fylt út umsóknarbløð og hava havt váttan við sær, sum sigur, at teir onga inn- tøku hava havt, tí skipið er til umvælingar, so er eingin peningur komin kortini. - Hjá ALS hava tey áður víst á, at neyðugt var við lógar broyting, og tá lógar- broyt ingin var samtykt í mai, vístu tey á, at eingin kunn gerð var á økinum. Men nú hevur ALS bæði lóg ina og kunngerðina, sum Jóhan Dahl, lands stýris- maður, hevur undirskrivað. Veita tænastu Kvinnan sigur, at hon eisi ni hevur verið í samband við Johan Dahl, men hann hev ur sagt, at lógar broyt- ing in er samtykt, eins og kunn gerð in er lýst, og tí ligg ur málið hjá ALS. - Eg haldi, at fiskimenn so leingi hava verið fyri van býti í ALS-skipanini, at tað nú virkuliga er upp á tíðina, at skil kemur á, og at fiski menn, sum hava rindað sín stóra part til hesa skipan, fáa síni náttúrligu rættindi. Hon sigur, at ALS eisini hev ur víst á, at hetta er feriu tíð, men hetta heldur hon ikki nógv um. - Tey eiga at leggja sær í geyma, at ALS er ein tænas- ta, sum eigur at virka fyri all ar bólkar í skipanini, eisi ni í summarfrítíðini. Kvinnan sigur seg vóna, at øll, sum varða av fiski- monnum, ALS og myndug- leikar nú taka seg um reigg og lata fiskimenn og teirra familjur fáa tær sømdir, sum hesin samfelagsbólkur hevur uppiborið. Lóg og kunngerð – men eing Hóast fiskimenn sambært lóg hava goldið sín part av ALS-skipanini, síðan skipanin varð sett í gildin í Føroyum, hevur verið trupult hjá teimum at fáa nakað úr skipanini aftur, tá tørvur hevur verið á tí. Nú er lógin broytt, eins og kunngerðin um útgjald til fiskimenn er lýst – og so kortini sær út til at vera trupult hjá fiskimonnum at fáa nakað úr ALS Mynd: Karstin Vang