hósdagur 20. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 20. august 2009
15
Tónleikarar í Tórshavn
stovnaðu í febuar í ár ein
arbeiðsbólk, sum hevði til
uppgávu at arbeiða fyri at
fáa eitt konserthús í
Tórhsavn.
Arbeiðsbólkurin arbeiðir
somuleiðis fyri at betra
umstøðurnar fyri tónleik
arar og áhoyrarar í Tórs
havn og øllum Føroyum.
Tað, sum hevur fyrsta
prioritet er eitt konserthús í
Tórshavn, sum lýkur
altjóða krøv.
Arbeiðsbólkurin hevur
javnan fund og arbeiðir í
løtuni við stuðulstiltøkum
sum vera í heyst.
Í verandi løtu ber til at
vitja bólkin »Konserthús í
Havn« á facebook.com, har
tú kann gera tína meining
galdandi viðvíkjandi
konserthúsi í Tórshavn.
Á síðuni eru trý uppskot
løgd fram um, hvussu
konserthúsið skal verða. Í
hesum sambandi kanst tú
siga tína hugsan við at
skriva eina viðmerking
ella atkvøða fyri tí
uppskotinum, ið tær
dámar best.
Vit eru somuleiðis í
ferð við at víðka um
bólkin, so vit hava eina
enn breiðari umboðan.
Arbeiðsbólkurin telur
sjey fólk og umboðar í
løtuni:
· FUTT
· Jazztónleikarafelagið
· Fólkatónleikarafelagið
· Einleikarafelagið
· Felagið Føroysk
· Tónaskøld
· Mentón
· Kórsambandið
· Umboð fyri áhoyrarar
· Havnar Jazzfelag
· Konsertfelagið
· TUTL
· FUR
Arbeiðsbólkurin fyri
konserthús í Havn
Ynskja altjóða
konserthús í Havn
Nú Sjúrður Skaale, løg
tingslimur, hevur verið so
hugdjarvur at leggja fram
uppskot á Løgtingi um eitt
hóskandi føroyskt alfabet,
er tað áhugavert at so
mong taka positivt undir
við uppskotinum. Ikki tí
okkurt illsinnisgleps er
eisini at síggja í bløðunum,
men hesi eru uttan reella
grundgeving, men meiri á
tann bógvin soleiðis
plaga vit ikki at gera.
Uppskotið hjá Hammers
haimb et al. frá 1846
Faktum er, at tað føroyska
móðurmálið til dags dato
ikki hevur havt ein nøktandi
skrivtbúna, men hevur
hjálpts við Uppskotið hjá
Hammershaimb et al. frá
1846. Hetta Uppskotið,
sum í høvðusheitum byggir
á íslendskan málleist og
ikki føroyskan, er tentativt
(royndarætlað) og ikki
normativ (fyriskrivandi)
fyri føroyska móðurmálið.
Men hóast tað, so hava
nøkur í Føroyum forelskað
seg í Uppskotinum og iden
tificerað tað við føroyska
málið og hava roynt at
einsrættað føroyska málið,
so tað passar inn í Uppskot
ið hug en hæl og klip en
tå princippið. Hetta hevur í
ávísan mun eydnast teim
um, men av tí at henda
hugsan byggir á eina máls
liga missfatan og helst
eisini á móðurmálsligt
ómegn, er missnøgdin við
førda málpolitikkin nú so
stór, at føroya fólk krevur
broyting, so okkara múla
bunda móðurmál aftur kem
ur til heiðurs og æru – bæði
í skrivt og talu! Uppskotið
hjá Hammershaimb var eitt
neyðugt (royndarætlað) stig
á leiðini, men tað er lítið
meir enn systkinabarn við
føroyska móðurmálið.
Broytingin og Jóannes
Patursson í 1896 kom upp
skot um broyting í stavset
ing, ið skuldi lætta um tað
føroyska skrivtmálið og
eisini leggja tað nærri upp
at tí føroyska móðurmálin
um. Uppskotið kom kom
frá eini sjeymannanevnd vit
góðum fólki: V.U. Hamm
ershaimb, Dr. Jakob Jakob
sen, J. Hammershaimb, J.C.
Olsen, Chr. Bærentsen, C.
L. Johannessen og Fr. Peter
sen, men uppskotið vann
ikki frama, tí Jóannes
Patursson tvíhelt um tann
íslendska málleistin heldur
enn tann føroyska.
Øll menning í Føroyum
er komin frá Europa
Tey seinastu mongu hundr
að árini er stórt sæð øll
menning í Føroyum komin
frá Europa serliga via Týsk
land, Danmark og Noregi.
Bæði kristindómur og
reformatiónin, yrkisfakligir
sum intellektuellir førleik
ar, læristovnar, skúlar og
universitetir og ikki at
gloyma musikkin og list
ina. Alt hetta floymdi for
nýggjandi og svalandi inn
yvir okkara fjarskotnu og
fámentu oyggjar, saman
við hóskandi terminologi
um ella orðfari avleitt av
alskyns tungumálum og
ikki minst frá tí ikki tosaða
málinum, latíni. Við tíðini
gjørdust hesi fyribrigdir
ein integreraður partur av
okkara móðurmáli, og tí er
sjálvsagt neyðugt at hava
eitt hóskandi føroyskt alfa
bet, um vit skulu kunna
festa móðurmálið á blað.
Hetta alfabetið finna vit
ikki við at venda okkum
frá Europa men til Europa.
Men hvat hendir. Hesi
seinastu 50 árini hava nakr
ir málsøknir puristar her á
landi roynt at niðurbróta og
tilonkisgera henda okkum
so náttúrliga givna móður
málsliga førleika og hava
innført íslendsk hugtøk og
onnur lættisoppa finn–
upp–á hugtøk, samstundis
sum okkara heimligu
altjóða terminilogiir verða
bannlýstar. Hetta hevur
verið til óbøtaligan skaða
fyri okkara mál, tí string
ensurin í málinum hvørvur,
og móðurmálið, sum
skuldi verið grundstøðið
undir allari menning og
intellektuellari tilvitan,
endar sum eitt nýføroyskt
esperanto uttan sál, mið og
mál! Kendi eysturríkski
filosoffurin Ludvig Witt
genstein (18891951) sigur
tað sera greitt: »Eingin
kann hugsa longri enn
hann hevur mál til«.
Frælsi til móðurmálið og
føroyskt alfabet
Tað er vælskiljandi, at
onkur av puristisku mál
pávunum eftir 50 ár við
einaveldi og móðurmáls
ligari misskiljing nú fær
kaldar føtur, tí Sjúrður
Skaale, løgtingslimur, nú
tekur fyrsta stigið til frí
gering av fjøtraða føroyska
móðurmálinum, við at
geva tí eitt alfabet so hósk
andi skrivtbúni kann geva
móðurmálinum frælsi og
veingir til tað andans flog í
altjóða høpi, vit føroyingar
so leingi hava bíðað eftir.
Góðan byr Sjúrður!
Føroyska ABC’ið hjá Sjúrði Skaale
- Ein fortreyt fyri at tað føroyska móðurmálið fær nøktandi skrivtbúna
Regin eikhólm
Tað var ikki einans blokk
urin sum frysti í 2002.
Fyri Helga Abrahamsen
eru bæði tíðarrokning,
visjónir og framtíðar
møguleikar av hesi orsøk
fullkomuliga blokkeraðar.
Tey gomlu høvdu sum
høvuðsreglu at: ”Vit
skuldu seta tering eftir
nering”. ABC samgongan,
sum Helgi er ein partur av,
hevur havt buktina og
báðar endarnar seinastu
tvey valskeiðini, undan
tikið nakrar mánaðar við
CHE. Upphæddin á blokk
inum er støðug ca. 635
mió, og sambært núverandi
samgonguskjali er ikki
ætlanin at hækka hesa
upphædd:
Ásannandi, at tað er
umráðandi fyri samfelag
okkara at vaksa seg til
ein sjálvberandi búskap,
er semja millum flokkar
nar um, at ríkisveitingin
verður lækkað við 15
prosentum av reella inn
tøkuvøkstrinum av skatt
um og avgjøldum hjá
landskassanum við støði í
meðal vøkstrinum sein
astu 5 árini. Skipanin
kemur í gildi í sambandi
við fíggjarlógina fyri
2010.
Kári á Rógvi
løgtingsmaður hevur roynt
at fingið greiði á loyndar
málinum, hvussu omanfyri
nevndi tekstur skuldi
skiljast, og setti Jóannesi
Eidesgaard landstýris
manni í fíggjarmálum tveir
§ 52A spurningar, nr. 18
og nr.23. Svarið ting
maðurin fekk, gjørdi ikki
støðuna greiðari.
Av tí at fíggjarliga støð
an er sum hon er, verður
spurningurin um heildar
veitingina eftirmettur.
Eisini tí, at ávís ógreiða
er um orðingina í sam
gonguskjalinum.
Helgi, kann tú greiða frá,
hvussu nógv ríkisveitingin
lækkar eftir hesum frym
linum og hví Sambands
flokkurin hevur undirritað
eitt samgonguskjal um
blokkniðurskurð, sam
stundis sum tú tekur
frástøðu til avgerðir, ein
meiriluti av Løgtinginum
hevur samtykt fyri 7 árum
síðani?
Míni orð á tingsins røð
arapalli vóru ein áheitan á
samgonguna, at fíggjarligu
byrðarnar vóru lagdar á
breiðastu herðarnar(300
400 tús. og meira), tí í
desember raktu øll trý
spariuppskotini pensjón
istarnar.
Skattalætti til hægru
inntøkurnar, rentufrítt lán
til ávísar kommunur, at
landið sjálvt ber allan
kostnaðin í ávísa íløgu á
mentanarøkinum móti
siðvenju, íløgur fyri milli
ardaupphædd í undirstøðu
kervið sum fíggjarliga
niðurbindur samfelagið
nógv ár framyvir, er ikki
tekin um skilagóða stýring,
Avbjóðingin er stór, um
vit fíggjarliga ikki skulu
verða tikin av fótum. Ein
tómur ólavsøkupakki
rættar ikki samfelags
skútuna, her skulu aðrir
bollar í suppuna.
Viðmerking til greinina:
Ein risastór rokning til allar føroyingar
løgtingsmaður
káRi P.
højgaaRd
Seinnapartin og
tíðliga á kvøldi í
gjár vaks vindurin
brádliga nógv, og er
hetta helst komið
óvart á mong.
Løgreglan fekk í gjár
onkra fráboðan um
skaða av vindi
112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í gjár gjørdist talan um nakr
ar rættiliga harðar hvirlur
seint á seinnapartinum og
tíðliga á kvøldinum. Hetta
kom helst eisini óvart á
fólk, og onkur smávegis
skaði stóðst av hesum.
Ein bátur sleit í Hvalvík,
men menn fingu tó skjótt
surrað hann væl aftur. Ein
fráboðan kom eisini um leys
ar takplátur, ið lógu og fuku
við rundkoyringina í Søldar
firði. Hetta var helst í sam
band við at eini hús í Søld
arfirði eru undir umvæling.
Um klokkan 18 fekk løg
reglan eisini eina fráboðan
um, at tveir kampingvognar
vóru koppaðir við Leyna
vatn. Eigararnir komu tó
skjótt á staðið, og fingu
surrað kampingvognarnar
fastar, so eingin størri skaði
stóðst av hesum.
Kampingvognar koppaðu av vindi
Hesir campingvognarnir fingu eina heldur harðliga viðferð í nógv vindinum í gjár
Mynd: Jens Kr. Van