Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. august 2009 – Nr. 157 Mourinho eftir Lippi Italski landsliðsvenjarin, Marcello Lippi, hevur úttalað seg um, at hann roknar við, at Juventus verður italskur meistari hetta kappingarárið, og tað hevur fingið øði í portugisiska Inter- venjaran, José Mourinho: – Sjálvt um Lippi vónar tað, so er tað respektleyst av honum at siga tað, sigur Mourinho í svari til útsagnirnar hjá Lippi, ið hevur vunnið upp í rúgvur av heiðuri og æru við júst Juventus. Venus tapti óvæntað Amerikanski tennisspælarin, Venus Williams, tapti púra óvæntað í fyrsta umfari í stórari kapping í kanadiska býnum, Toronto, tá ukrainska Kateryna Bondarenko vann á henni við settunum 1-6, 7-5 og 6-4. – Eydnan hevur ongantíð verið við mær í hesi kappingini, og hesa ferð var einki undantak, segði Venus Williams, sum er triðbesti kvinnuligi tennisspælari í heiminum í løtuni. NSÍ 07 Vestur Sunnudagin var 07 Vestur á veg til ein javnleik, men listi hann í yvirtíðini. Ímóti NSÍ í gjárkvøldið var 07 Vestur aftanfyri við tveimum málum, men fekk vunnið seg innaftur í dystin og fingið javnleik FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Meðan tað frættist um vind og vánalig líkindi í sambandi við flestu Vodafonedystirnar í gjárkvøldið, var hetta ikki ein trupulleiki í Sørvági, har 07 Vestur tók ímóti NSÍ. Ættin var góð, og tí gjørdist tað ikki vindurin, ið darvaði hesum dystinum nakað serligt. Uppgávan hjá heimaliðnum var at reisa seg, eftir at sunnudagurin hevði borðreitt við enn einum vónbroti. Tá alt líktist einum 0-0 dysti ímóti greipuvinnarunum frá í fjør, fekk EB/Streymur brádliga eitt mál í yvirtíðini, og so hevði tapt fyri tólvtu ferð í ár. Tó kann ikki sigast, at fortreytirnar fyri stigi til 07 Vestur gjørdust nakað serligar í gjárkvøldið, tí tá minni enn eitt korter var farið, hevði NSÍ lagt seg á odda 1-0. Og uppaftur verri sá út, tá góður hálvur tími var farin, tí tá økti NSÍ til 2-0. Fyrra málið fingu gestirnir eftir eitt brotsspark. Beinini vórðu tikin undan Jann Inga Petersen inni í 07 Vestur-brotsteiginum, og eftirfylgjandi setti Óli Hansen bóltin í málið frá brotssparksblettinum. Og síðani var tað Christian Høgni Jacobsen, sum var á rætta staðnum, eftir at NSÍ hevði sent eitt langt innkast innfyri. Lívligur endi Hóast tað á máltalvuni ikki sá serliga gott út hjá 07 Vestur, vístu vágamenn vilja at koma afturíaftur í dystinum, og hóast tað var í fyrra hálvleiki, at NSÍ fekk síni mál, hevði heimaliðið sínar møguleikar. Ricardo da Silva Braga hevði tveir, harav annar var stórur, men inn fór bólturin ikki. Nógv av tí, ið skapti vandastøður, var eftir deyðbóltsstøður og langskot, men í hinum endanum beit NSÍ eisini frá sær, so her kundi nógv henda. Tað vísti seg eisini, at eftir steðgin gjørdist dysturin uppaftur meira opin, og í øllum førum trutu málmøguleikarnir ikki. So um áskoðararnir kanska ikki fingu tann best spælda dystin, fingu teir undirhald í ríkiligt mát. Eitt korter inn í seinna hálvleik, fekk Tór-Ingar Akselsen birt nýggja vón hjá 07 Vestur, tá hann fekk fatur á einum returbólti og við góðum langskoti minkaði um munin. Framvegis kundi alt henda, og millum annað fekk NSÍ eitt mál annulerað, tá dómari valdi at døma fríspark ímóti Boga Løkin. Teir í NSÍ hildu, at skuldi málið ikki verið viðurkent, skuldu teir hinvegin kanska fingið brotsspark. Spælið helt fram við at bylgja aftur og fram, og tá bara níggju minuttir vóru eftir, var tað innskifti Jóhan Petur á Stongum, ið tryggjaði heimaliðnum javnleik og stig. Eftir eitt hornaspark var bólturin skallaður út frá NSÍ- brotsteiginum, og har fekk Jóhan Petur gott skot á. Tað sá út til, at Meinhardt Joensen í málinum fór at fáa fatur í bóltinum, men ein NSÍ- fótur á vegnum avrættaði bóltin, so Meinhardt var uttan møguleika – og so var 2-2. Kundu tikið alt Nú kom lívligasta løtan í dystinum, tí báðir partar gjørdu sítt ítarsta fyri at vinna hann. Fleiri kjansir vóru aftrat til báðar partar, og í sjálvari yvirtíðini var um reppið, at Klæmint Olsen tryggjaði NSÍ øll trý stigini, tá hann av Christiani Høgna var spældur púra leysur fyri málinum, men bumbaði bóltin uppum. Fyri heimaliðið hevði tað nógv at siga, at tað júst ímóti NSÍ eydnaðist at vinna stig, tí fyrr í ár hevur NSÍ vunnið bæði 4-1 og 5-1 á 07 Vestur. Og framvegis livir møguleikin fyri, at Vágaliðið kann fáa tey aftur, ið eru beint frammanfyri. Viljin er har, og so fæst at síggja, um tað eisini fer at røkka, tá tingini skulu gerast á vøllinum. NSÍ var undan dystinum á triðjaplássið, men vann seg eitt pláss fram, tí Víkingur tapti í Klaksvík. Liðini hava sama stigatal, men málúrtøkan hjá runavíkingum er eitt mál betri, so munurin er marginalur, nú kappingin um silvur- og bronsuheiðursmerkini harðnar, so hvørt sum kappingini líður. Gott at fáa stig – Hjá okkum kom tað øgiliga væl við at fáa stig, tí hóast KÍ vann og B36 spældi javnt, er munurin ikki størri enn so, at vit eftir tveimum dystum kunnu taka tey aftur, segði Jóhan Petur á Stongum, sum skoraði útjavnandi málið fyri 07 Vestur ímóti NSÍ, smáar 10 minuttir eftir at hann var skiftur inn. – Vit trúgva framvegis upp á tað, tí enn eru 21 stig eftir at spæla um. Og haraftrat hava vit eisini bæði KÍ, B36, ÍF og AB eftir, so nógv kunnu vit avgera sjálvir. Jóhan Petur helt, at dysturin ímóti NSÍ var ein lívligur dystur, um hann kanska ikki var so væl spældur, tí málkjansir vóru nógvir báðar vegir. – Javnleikur var kanska í lagi, tí bæði lið høvdu sínar møguleikar at avgera, og aftan á dystin haldi eg, at spælarar á báðum vóru vónsviknir av, at tað ikki eydnaðist at vinna, segði hann. hil Skuldu hildið – Tað er altíð keðiligt at missa tvey stig, tí vit áttu at hildið leiðsluna, tá vit longu í fyrra hálvleiki komu framum 2-0, staðfesti venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, sum sostatt slapp at smakka sítt egna medisin, tí sunnudagin var NSÍ í øvugtu støðuni – aftanfyri 0-2 í hálvleikinum, men vann 3-2. – Hinvegin skal einki takast frá 07 Vestur, sum er eitt fínt lið. Eg vænti eisini, at vágamenninir fara at fáa fleiri stig, tí teir eru betri, enn plássið á stigatalvuni sigur. Við javnleikinum kom NSÍ upp á annaðplássið, við sama stigatali sum Víkingur, men betri málúrtøku. – Vit jagstrað silvurmerkini, tí sum kappingin nú sær út, er tað bara tað, sum er niðan fyri HB, ið eftir er at kappast um. Og vit ætla okkum at enda so frammarlaga sum gjørligt, segði Pauli Poulsen. hil 07 Vestur-NSÍ 2-2 (0-2): Vágamenn vístu vilja Tór-Ingar Akselsen kveikti ein vón hjá vágamonnum, tá hann eitt korter inn í seinna hálvleik minkaði um munin. Vónin bar partvíst á mál, tí 07 Vestur megnaði javnleik ímóti NSÍ Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir