Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. august 2009 Víkingur KÍ Tað var eitt stríðshugað og heilhjartað KÍ-lið, sum í gjárkvøldið tók ímóti Víkingi. KÍ gjørdi alt rætt í dystinum, tí tað eydnaðist til fulnar at binda fyri, samstundis sum tað var KÍ, ið átti teir flestu og størstu kjansirnar í dystinum. Og tað rakk til trý stig FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Ein tíma undan dystinum í Klaksvík var avlýsingarveður, og serliga í øðrum endanum á vøllinum var nógvur vindur. Men so hvørt sum klokkan gekk, batnaði veðrið, og tá samanum kom, var væl spælandi. Kortini rendi Víkingur seg inn í eitt annað slag av ódnarveðri í Klaksvík, tí KÍ vísti góðan stríðsvilja og gjørdi alt fyri at vinna. Og tað var ikki tí, at Víkingur ikki stríddist fyri sakini, men onkursvegna hevði KÍ bara tað størri yvirskot, og í avgerandi løtunum vóru teir bláu meira nærlagdir og heilhugaðir, og tí bara aftaná ikki til at seta fingurin á sigurin, ið var fult uppiborin. Ikki minst, tí KÍ sá út til at hava lært nakað av dystinum í Runavík sunnudagin, tá ein 2-0 leiðsla fall og endaði við 2-3 tapi. Sæð yvir allan dystin, var hann ikki serliga væl spældur. Liðini royndu, men stríddust helst meira, enn tey spældu. Tað gav so afturfyri dystinum ein intensitet, ið livdi til tað allarsíðsta. Góði, gamli Todi Todi Jónsson, ið hevði verið skaddur síðstu dystirnar, var við í gjárkvøldið, og hann fekk veruliga víst, at hann framvegis er nógv verdur á einum fótbóltsvølli. Framvegis er skjótleikin har og enn koma hesar smáu »spreingingarnar«, ið seta mótstøðumenninar av. Hann var í gjárkvøldið størsta upplivingin á vøllinum, og gott dømi um varðveittar dygdir, hóast nakað er liðið síðani fótbólt á hægsta stigi, vísti Todi í upplegginum til fyrra KÍ-málið. Hann tamdi við bringuni og gjørdi eitt lítið trekk, áðrenn hann spældi bóltin til Hjalgrím Elttør, sum kom úr vinstru síðu og gjørdi eina góða renning beint í bóltin, áðrenn hann við vinstra beini plaseraði flatt fram við Geza Turi í Víkings-málinum. Hetta var eitt gott mál og KÍ so var á odda. Nú kom Víkingur meira inn í dystin og hevði bóltin nógv. Men hóast fleiri hornaspørk og onkur fríspørk, so spurdust ikki opnir málmøguleikar burturúr. Tó hevði Finnur Justinussen eina góða roynd úr spískum, sum Jákup Mikkelsen fekk parerað við fótinum. Yvirhøvur vóru fáir kjansir í fyrra hálvleiki, men KÍ kundi økt beint fyri steðgin. Enn eina ferð var tað Todi, ið stóð fyri uppspælinum, tá hann setti ferð á í vinstru síðu og legði innfyri, men mitt fyri málinum var Steffan Kalsø akkurát ov stuttur til at fáa sett høvdið á bóltin. Uppiborin sigur Gongdin í seinna hálvleiki var gjøgnumgangandi, at tað var Víkingur, sum trýsti, meðan KÍ vardi og gjørdi sær dælt av skjótálopum. Eitt av teimum gav eisini úrslit sjey minuttir eftir steðgin, tá miðverjarnir hjá Víkingi, Atli Gregersen og Niclas Niclasen, vóru so upptiknir av Toda, at teir mestsum gloymdu Hjalgrím. Hann fekk fatur í einum longum bólti og lobbaði upp um Geza Turi. Vindurin steðgaði bóltinum eitt sindur, og fyri málinum fekk eitt KÍ-høvd skallað bóltin á yvirliggjaran. Bólturin stakk tá útaftur til Hjalgrím, ið kundi smekka í fylta málið, har fleiri spælarar lógu í einum trunka. KÍ var framvegis nærri við at økja, enn Víkingur var at koma avgerandi nær einum máli. Hjalgrím var enn eina ferð var spældur leysur av Toda, men Geza bjargaði skotinum, og síðani gjørdist Páll Klettskarð púra leysur, men málverjin kom stormandi langt út og fekk blokerað – og tá bólturin so endaði hjá John Hammer, fór skotið langt omanfyri. Súni Olsen, sum ikki byrjaði dystin, men kom inn tíðliga í seinna hálvleiki, átti størsta møguleikan hjá Víkingi, tá hann úr 20 metrum sendi gott fríspark ímóti nærmastu stong. Men Jákup Mikkelsen fekk við frálíkari bjarging vart fyri, og so kom Víkingur bara ikki nærri, hóast liðið trýsti nógv. Sostatt vann KÍ ein fult uppibornan sigur, ið tó samstundis gjørdist dýrur, nú sera avgerandi útidysturin ímóti B36 verður sunnudagin. Bæði John Hammer og Steffan Kalsø fingu sítt fimta gula kort í ár og hava karantenu, og tað sama er galdandi fyri Høgna Madsen, sum fekk tvey gul og síðani eitt reytt. Góð kensla Hjalgrím Elttør, sum skjeyt bæði málini hjá KÍ í gjárkvøldið, var ovurfegin eftir dystin og sigurin, ið lyfti KÍ enn eitt petti upp frá botninum. – Tað er ein góð kensla, vit sita við nú, tí hetta gevur okkum eitt sera gott útgangsstøði, áðrenn vit nú skulu til Havnar at spæla avgerandi dystin ímóti B36, segði tvífaldi málskjúttin. Tá hann í summarsteðginum hevði skift frá NSÍ til KÍ, var tað bæði fyri at hjálpa barndómsfelagnum, men eisini fyri at fylgja dreyminum um at spæla saman við Toda Jónsson. – Tað er ein stór uppliving at sleppa at spæla saman við honum. Hóast hann hevur verið burtur frá fótbólti í eina tíð, hevur hann framvegis ótrúligar dygdir, sum hann vísti í kvøld, staðfesti Hjalgrím, sum til tað fyrra málið var fríspældur av júst Toda. hil Vónbrotin – Vit fóru eftir trimum stigum, men einki bar til. Vit royndu at spæla og leggja trýst á, men fingu ikki avgerandi møguleikarnar, segði venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, ið serliga var vónsvikin av, at so nógv mál fara inn fyri tíðina. – Nú hava vit tapt tveir dystir á rað, og fýra av teimum fimm málunum, sum eru farin inn hjá okkum, hava vit sjálvir skyldina av. Tað er ikki nóg gott, og tað mugu vit gera nakað við. Jógvan Martin staðfestir, at tey bæði tapini fyri fyrst ÍF og nú KÍ smakka ikki væl, men at so er bara sum skjótast at reisa seg aftur. – Hóast vit sum steypavinnarar longu hava tryggjað okkum europeiska luttøku næsta ár, fara vit inn at stríðast av fullum huga fyri at enda so ovarlaga sum gjørligt, segði hann. hil KÍ-Víkingur 2-0 (1-0): KÍ gjørdi alt rætt Súni Olsen var ikki við frá byrjan ímóti KÍ, men sjálvt um hann millum annað hevði eina góða frí­ sparks roynd, fekk heldur ikki hann vent dystinum og tryggjað Víkingi stig Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir