Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. august 2009 – Nr. 157 Massa klárur í oktober Formel 1-koyrarin, Felipe Massa, sigur seg nú vera komnan væl fyri seg eftir vanlukkuna í Ungarn síðst í juni, tá hann var lagdur undir skurð í skundi og var seingjarliggjandi í níggju dagar. Massa ætlar at vera klárur aftur, tá Grand Prix-kappkoyring verður í Brasil 18. oktober. Í samrøðu við Globo TV sigur hann, at vinstra eygað enn ikki er 100 prosent í lagi og at hann framvegis einki minnist frá vanlukkuni. Kallur gevst fyri í ár Svenski rennarin, Susanna Kallur, ið mundi fáa samkenslu frá øllum heiminum, tá hon datt í finaluni í forðarenning í OL í Peking, gevst at kappast fyri í ár. – Eg havi mælt henni til at steðga, so hon ikki fær fleiri skaðar, meðan hon enn roynir at koma fyri seg, sigur svenski landsliðslæknin, Thomas Eriksson, ið tó væntar, at Susanna Kallur aftur er við í kappingum í januar mánaði. AB B68 Enn eina ferð vísti AB, at liðið er nóg væl fyri at halda tørn um plássið í bestu deildini, meðan plágaðu toftamenninir í nógva vindinum ikki megnaðu at taka av, tá ið møguleikin at leggja seg á odda í kappingini um silvurmerkini var har FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Argja Bóltfelag verður eisini í 2010 partur av bestu deildini. Avrikini síðani summarsteðgin hava verið undirstriking av, at AB-liðið er ivaleysa gott til at kappast í bestu føroysku deildini. Spælararnir eru likamliga væl fyri – teir eru skjótir, sterkir og orka væl – og avrikini og úrslitini hava borið við sær, at sjálvsálitið støðugt er økt. Alt hetta er sera týdningarmikið, og so kemur tað eisini væl við, at tað ber til at manna liðið væl og virðiliga, hóast tað er stutt millum avbjóðingarnar. Eitt dømi um hetta er ódnin í vinstra verjuborði. Inntil mitt í summar var Alex Mellamgaard sjálvskrivaður vinstri vongverji, og umframt at røkja tann leiklutin væl og virðiliga tók hann sær av at avgreiða allar deyðbóltarnar. So varð hann knæskaddur, og tíverri tykist tað fara at taka sína tíð, áðrenn hann aftur verður førur fyri at spæla. Hesar seinastu ferðirnar hevur Janus M. Joensen aftur verið vongverji í vinstru. Í gjár var hann leikbannaður. Unglingaspælarin Tummas Justinussen, sum inntil Mortan úr Hørg flutti út á Argir, í eitt langt skifti var vongverji í høgru, røkti leiklutin í vinstru, og tað megnaði hann væl. Umskipað B68-lið Tað er ikki so langt síðani, at toftamenn høvdu fokus á at varðveita plássið í bestu deildini. Í ár hevur tað gingið so mikið væl, at B68-fokusið hevur verið í hinum endanum. Tapið í Gundadali ímóti HB bar við sær, at dreymurin um at vinna FM er burtur. Silvurmerkini hava verið kám, men sum tað lagaði seg í gjárkvøldið, so er tann møguleikin størri, enn hann var undan 20. umfari. Eftir longu og góðu røðina, hevur B68-úrtøkan burtur úr trimum teimum seinastu ferðunum verið eitt stig – javnleikurin í gjárkvøldið. At tað ikki hevur hilnast so væl, sum tað gjørdi fyrr í summar er tað eyðsýnd orsøk til. Heldur ikki hesa ferð var liðformaðurin, veteranurin Øssur Hansen, nóg væl fyri at spæla, Pól Jóhannes Justinussen var leikbannaður. Tað bar við sær, at Ndende ikki var á miðvøllinum, men í staðin í miðverjuni, og tað var steinur oman á byrðu, at álopsessið, Jóan Símun Edmundsson, hevði verið sjúkur í vikuni, og tískal bara var førur at spæla síðsta lítla hálva tíman. Avloysararnir vóru stinnir – eitt nú vinstri vongverjin, Niklas Poulsen, sum fyri fyrstu ferð í ár var á besta liðnum – men tað sigur seg sjálvt, at tað kennist aftur, tá ið útskiftingar verða gjørdar á liði, sum við samanspæli í nógv umfør hevur funnið gott stev. AB fekk sítt stig AB setningurin var at vinna eitt stig, og tað eydnaðist. Kostnaðurin var gula kortið, sum málverjin sá fyri ikki at gera nóg skjótt av. B68 hevði ikki yvirskot til at skapa nógvar spentar støður framman fyri AB-málið, men ta einu ferðina endaði bólturin í málinum. Keita fór avstað við bóltinum og setti hann í málið, eftir at málverjin hevði slept honum. Linjuverjin markeraði fyri frísparki, og dómarin fylgdi hansara ráðum. Tað vóru heimamenninir ikki fegnir um. Gestirnir lógu í fyrra hálvleiki aftarlaga, teir vóru væl skipaðir, og so dúvaðu teir upp á snarálop. Eftir steðgin var AB uppaftur betri við, tá ið teir høvdu vindin ímóti. Eina ferð brast bólturin í tvørtræið aftan fyri Vlada Filipovic. Tað varð myrkt, tað var vátt, og so var tað vindurin, sum oyðilegði spælið. Tað var spell, tí fyritreytirnar kundu annars havt verið fyri góðari fótbólts uppliving. Venjararnir mæltu frá Tað var ivaveður í gjár- kvøldið, og á Svanga skarði darvaði vindurin so mikið, at tað var vónleyst at fáa skipað fótbóltsspæl í lag. B68 venjarin, Bill Jacob- sen, ásannar, at vindurin oyði legði uppgerðina: – AB venjararnir, Allan Mørkøre og John Petersen, og vit í B68 vóru samdir um, at tað ikki vóru líkindi at spæla fótbólt. Dómarin metti, at tað bar til at spæla, og tí varð spælt, sigur Bill, sum vísir á, at í Føroyum er tað soleiðis, at tá tað ein dag er illveður, so eru rættiliga stór sannlíkindi fyri, at tað dagin eftir verður gott fótbóltsveður. – Eg ivist ikki í, at líkindini at spæla fótbólt verða betri hóskvøldið, enn tey vóru mikukvøldið. Bæði AB og okkum hevði dámt ta loysnina betur, men nú varð tað, sum tað varð. Vindurin gjørdi, at tilvildin ráddi, og tað er spell, tá bæði argja- menn og vit síðani á nýggjár inum hava fyrireikað okkum at spælt fótbólt. Ahmed Keita, B68, roynir at sleppa fram við Rasmusi Nielsen, AB Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir B68-AB 0-0: Peika hvør sín veg