hósdagur 20. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 20. august 2009 – Nr. 157 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Selur seg sjálvan
Grikski verjuspælarin, Sotiris Kyrgiakos, er ávegis til enska
Premier League-felagið, Liverpool. Tað er í øllum førum
tað, 30 ára gamli Kyrgiakos sjálvur sigur. Hann hevur
enntá sagt øllum AEK-fjepparunum heima í Grikkalandi
farvæl, tí hann »er á veg til Liverpool«. Trupulleikin er
bara, at hvørki AEK ella Liverpool hava boðað frá, at
fyrrverandi Glasgow Rangers-spælarin er á veg…
Dopaður forðarennari
Eingin HM-kapping í frælsum ítrótti, uttan at onkur dettur í
dopingfelluna. Og týskvøldið fekk henda kappingin sín fyrsta
dopingsyndara tiknan, tá 25 ára gamli marokkanski forðarennarin,
Jamel Chatbi, var tikin í at brúka clenbutero. Hetta er eitt
stimbrandi evni, sum eitt nú finst í astmaheilivági. Fyri kortum
gjørdist Chatbi miðjarðarhavsmeistari í 3.000 metra forðarenning.
EB/Streymur
HB
Tað tóktist, sum vindurin
hevði takið á liðunum
báðum í fyrra hávleiki
og langt inn í annan. Fáir
málmøguleikar vóru
og lítið gott spæl, og so
stjólu sundalagsmenn
sigurin við einum hálvum
sjálvmáli
FÓTBÓLTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var lítið hjá áskoðarunum at
øsa seg um í fyrra hálvleiki av
dystinum í Gundadali í gjárkvøldið
millum HB og EB/Streym. Tað skal
tó sigast, at vindurin var rættiliga
nógvur, og tóktist darva serliga EB/
Streymi, sum meginpartin av
hálvleikinum spældi langar bóltar
úr verjuni fram í álopið. Vindurin
var so nógvur, at áleypararnir hjá
EB/Streymi ongan møguleika
høvdu at renna bóltarnar upp, og
komu teir beint á, var ferðin so
nógv, at lítið gjørdist.
Málmøguleikar var ikki nevnivert
av. Tá lítið korter var spælt, fekk
Milan Kuljic ein møguleika. Rógvi
Poulsen fekk ein retur í vinstru eftir
hornaspark, og hansara innlegg
rakti beint í høvdið á Kuljic, sum tó
stýrdi bóltin upp um. Einar átta
minuttir seinni fekk Soren Angel
ein møguleika, tá hann snaraði sær
í HB-brotsteiginum og sendi bóltin
móti málinum, men omanfyri var.
Annars vóru fýra gul kort tað
mest øsandi hendingarnar í fyrra
hálvleiki. Og tey komu, hóast
dysturin langt frá var hart spældur.
Eingin opin kjansur
HB-ararnir høvdu lættari við at
spæla bóltin millum sín ímóti
nógva vindinum, men kortini fullu
teir í felluna at lyfta bóltin nakað
nógv fram í brotsteigin, og har
høvdu stóru menninir í EB/
Streyma-verjuni lætt við at beina
bóltin burtur. Nøkur long innkøst
tíðliga í dystinum til EB/Streym
skaptu ongar trupulleikar í
HB-verjuni, og vit skuldu heilt fram
til 37. minutt, áðrenn EB/Streymur
skapti sítt fyrsta gjøgnumspælda
álop.
Í seinna hálvleiki var mestsum
umvent í holuni. EB/Streymur fekk
munandi betri tamarhald á
spælinum ímóti vindinum, meðan
HB hevði eitt sindur trupult við at
umstilla seg at spæla undan.
Arnbjørn Hansen í høgra og
Hans Pauli Samuelsen í vinstra
borði byrjaðu at gera um seg, og
fingu skapt nakrar hálvar
møguleikar tíðliga í seinna hálvleiki,
sum kortini ikki fingu Marcin Dawid
í HB-málinum at sveitta.
Vindurin makaði, og tá seinni
hálvleikur var hálvrunnin, var mest
at kalla gott fótbóltsveður. Hetta
merkti eisini, at HB so líðandi
yvirtók meiri og meiri av spælinum.
Framvegis var tó eingin opin
møguleiki í øllum dystinum, og
nærmast HB var við at skora, var
fimm minuttir áðrenn tíð, tá Milan
Kuljic noyddi eina góða bjarging frá
Rene Tórgarð.
Avgerð í yvirtíðini
Tíggju minuttir fyri tíð gjørdi EB/
Streymur eina hepna útskifting, tá
Brian Olsen kom inn fyri Soren
Anghel. Beinanvegin dysturin fór í
gongd aftur, sendi nýinnskifti Brian
Olsen ein bólt inn í HB-brotsteigin,
har ein blokering frá HB-verjuni
forðaði fyri skotroynd frá Arnbjørn
Hansen, sum í staðin fór út til
horna.
HB royndi at trýsta, men
framvegis megnaðu liðið ikki at
opna gestaverjuna. Tað bleiv til
onkur blokerað skot inni í
brotsteiginum, men einki, sum gav
René Tórgarð trupulleikar. Og so, tá
tey flestu, sum høvdu troðsað ringa
veðrið í Gundadali, høvdu sligið seg
til tols við ein 0-0 javnleik, hendi
tað, sum ofta hendir, tá eitt lið
trýstir fyri at vinna sigurin. Hitt liðið
fer í mótálop og skorar sigursmálið.
Nýinnskifti Brian Olsen gjørdist
knappliga leysur í vinstru síðu og tá
hann legði bóltin innfyri, snittaði
hann Hans á Lag og snýtti harvið
Marcin Dawid í HB-málinum, sum
bert kundi hyggja at, meðan
bólturin trillaði inn í málið. Eitt
sjálvmál, staðfesti Brian Olsen
sjálvur.
Um sigurin var uppiborin, kann
so diskuterast. HB ristir neyvan á
hondini eftir ósigurin, men stílar
framvegis trygt ímóti
meistaraheitinum. EB/Streymur fær
hinvegin uttan iva styrkt sær um
sjálvsálitið eftir góða sigurin á HB í
Gundadali.
HB-EB/Streymur 0-1 (0-0):
Sigurin stolin
í yvirtíðini
Ikki uppi-
borið tap
Liðskiparin hjá HB, Fróði
Benjaminsen, helt eftir dystin í
gjárkvøldið, at teir høvdu
tamarhald á støðuni allan
vegin.
- Vit taptu upp á eitt
mótálop í yvirtíðini í einum
dysti, har vit ikki høvdu
uppiborið at tapt. Men soleiðis
er fótbóltur, segði Fróði
Benjaminsen.
Í dystinum hevði HB stórar
trupullekar við at lirka stinnu
EB/Streyms-verjuna upp, men
HB-liðformaðurin helt, at liðið
tó hevði sínar møguleikar.
- Vit tóku teir ikki í dag, men
vit ætla ikki, at hetta skal spilla
gulldreymirnar, segði Fróði.
Hatta var
sjálvmál
Brian Olsen, sum kom inn 10
minuttir fyri leiklok, fekk stóra
ávirkan á úrslitið av dystinum.
- Ja, eg fekk bóltin í vinstru
síðu, skjeyt innfyri, og har kom
bólturin í Hans á Lag og síðani
í málið. Hatta var eitt sjálvmál,
tí eg spældi bóltin aftureftir, tá
hann kom í Hans á Lag, segði
Brian Olsen, sum sostatt ikki
vil tilskriva sær sjálvum málið.
Hann sigur, at tað altíð er
stuttligt at vinna á HB í Havn,
og úrslitið gevur liðnum góðar
vónir at røkka hægri upp á
stigatalvuni.
Hans Pauli Samuelsen,
EB/Streymur, verður
her jagstraður av Kára
Nielsen, HB
Mynd: Sofus D. Johannesen