hósdagur 20. august 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 157 - 20. august 2009
Fólkatalið veksur støðugt í Føroyum. Aftur
er talan um met. Ongantíð áður hava so
nógv fólk búð í Føroyum
FÓLKATAL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í tólvmánaðar skeiðinum 1. juli 2008 til 1. juli 2009
gjørdust vit 293 fleiri fólk í Føroyum, harav burðarav
lopið var 261 og nettoflytingin til Føroya var 32 fólk.
Í talið er fólkavøksturin størstur í Suðurstreymoy,
meðan størsti lutfalsligi vøksturin var í Koltri har talið
av fólki vaks úr tveimum upp í fimm, ið er ein vøkstur
uppá 150 prosent.
Fólkavøkstur er í Viðoy, Eysturoy, Streymoy, Vágoy
og Koltri meðan talið av fólki í hinum oyggjunum
fækkast ella stendur í stað. Í talið er størsta minkingin í
Suðuroy, har tey fækkaðust við 82 fólkum, skrivar Hag
stovan á heimasíðu síni.
Fólkatalið
setur met
Nýggjar kunngerðir um vinnukavarar
Nýggj lóg um vinukavarar kom 15. mai 2007, men komu ongar nýggjar kunngerðir tá. Tí blivu táverandi
kunngerðir framvegis galdandi til nýggjar kunngerðir komu. Tær eru nú komnar Nú eru nýggjar kunngerðir
um vinnukavarar komnar, og tær, ið higartil eru komnar, eru um Læknakanning av kavarum, Kavaraskúlar,
Kavaraarbeiði og um gjøld. Hartil kemur eftir ætlan ein kunngerð um kavaraútgerð. Nógv viðurskifti eru tey
somu eftir nýggju reglunum, men tað eru tó broytingar, sum eru rættuliga avgerandi og her kann nevnast
loyvisbrøvini, sum nú eru Kavari við andingarevni frá landi, SCUBAkavari, Bjargingarkavari og Kavarahjálp
arfólk. Arbeiðseftirlitið umsitur lóg og kunngerðir í samband við vinnukavarar og kavaraútgerð.
Í sambandi við Tórs
havnar Matfestival
leygardagin 22.
august 2009 fara
tríggjar matstovur
í miðbýnum at
borðreiða við serfør
oyskari matskrá um
kvøldið
MATFESTIVALUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Saman bjóða matstovurnar
eina føroyska matskrá til
ein fastan prís, sum er 350
kr fyri hvønn. Prísurin
fevnir um fýra rættir og øl
ella vín.
Talan er um fasta matskrá,
soleiðis at ikki ber til at
bíleggja annan mat ella
drekka
hetta
føroyska
kvøldið á Tórshavnar Mat
festivali.
Matarskráin á matstovun
um er eins hetta kvøldið,
soleiðis at skilja, at rávør
urnar eru tær somu, men
kokkarnir – matlistarmenn
irnir – tulka tær á sín egna
hátt.
Rávørurnar eru nýflett
lambskjøt úr Skálavík, neta
kjøt úr Suðurstreymi og
Norðoyggjum, fyrtstafloks
føroyskur fiskur, epli, røtur,
kál, rabarbur og føroyskar
kryddurtir úr bø og haga.
Føroyska
kvøldið
á
Matfestivalinum í Havn er
skipað soleiðis at tvær setur
verða
á
matstovunum
Gourmet, Hotel Hafnia og
Hvonn Brasserie klokkan
18:3020:50 og klokkan
21:1023:00.
Hetta fyri at so nógv sum
gjørligt kunnu fáa høvi at
royna føroyskar rávørur
millum fjals og fjøru, lyft
upp á hægstu matlistarligu
tindar hetta fagnaðarkvøld.
Kokkar eru John Johansen
(Hvonn tel 350035), Jørn
Bossen (Hafnia tel 313233)
og Leif Sørensen (Gourmet
tel 322525 og 217575).
Aftaná bjóðar Tórshavnar
Matfestivalur
matstovu
gestum frá Hvonn, Hafnia
og Gourmet inn í Reinsaríið
í Tórsgøtu at fáa nýbrent
kaffi frá Brell. Har verður
eisini livandi tónleikur at
hoyra. Reinsaríið í Tórsgøtu
letur upp kl 20:00 og heldur
fram alt kvøldið, har upp
livingarnar kunnu sodnast,
skrivar Tórshavnar komm
una á heimasíðu síni.
Matarlist í miðbýnum
Leif Sørensen er
millum kokkarnar,
sum leygarkvøldið
fer at borðreiða við
serføroyskari matskrá
Mynd: Jens Kristian Vang