Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 157 - 20. august 2009 - Sjálvandi er tað best, at flokkurin fer út sum ein maður í slíkum málum, men hinvegin er tað held- ur ikki so, at nakar fær munnkurv, sigur Alfred Olsen, formaður Sam bands- floksins á tingi POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Alfred Olsen, formaður Sam bandsfloksins á tingi, vísir aftur, at tingmanningin ikki hevur verið kunnað um samráðingarnar um so ­ nevnda ólavsøkupakkan. ­ Tingmanningin hevur verið við. Ein annar spurn­ ingur er so, nær man er nóg mikið við, men eg kenni ikki, at vit ikki hava verið við í tilgongdini, sigur Al ­ fred Olsen. Hann sigur, at Sam bands­ flokkurin alla tíðina hevur lagt dent á, at talan ikki er um ein kreppupakka, men um ein vakstrarpakka. ­ Tingini kundu kanska havt verið gjørd eitt sindur ørvísi, men tað er nú, at tað stóra arbeiði byrjar. Vakstr­ ar pakkin eru nakrar ramm­ ur, sum vit nú skulu útfylla við lógararbeiði og rað fest­ ingum, sigur Alfred Olsen. Hann sigur, at tað fyri tað mesta hava verið floks for­ menninir í sam gongu flokk ­ unum, sum hava arbeitt við so nevnda ólav søku pakka­ num, men heldur kortini ikki, at ting mann ingin hev­ ur veirð hildin uttan fyri. ­ Íløgurnar vórðu jú hækkaðar 100 milliónir krón ur, og tað er júst mein­ ingin við vakstrar pakka­ num. At spræna pening út í samfelagið til arbeiðs skap­ andi endamál. Nú verður tað so upp til okkum at finna út av og raðfesta, hvat peningurin skal brúkast til, sigur Alfred Olsen Floksdisiplin Tað er eingin loyna, at bæði tingmenn úr Sambands­ flokkinum og úr Javnaðar­ flokkinum hava verið úti al ment og kritisera bæði ólav søkupakkan og arbeiðs­ gongdina í sambandi við hann. Men formaður Sam­ bands floksins á tingi heldur kortini ikki, at floks disip­ linin í Sambands flokki num er vána lig. ­ Sjálvandi er altíð best, at ein flokkur er púra samd­ ur í slíkum málum. Hinvegin hevur tað ongantíð verið sambandspolitikkur at geva tinglimum munnkurv, sigur Alfred Olsen. Hann sigur, at man skal varða seg fyri at gera tingfólk til nikkudukkur, og at positivur kritikkur er góður. ­ Fíggjarlógaruppskotið skal verða liðugt um mán­ aðarskiftið august/sep tem­ ber, og tað gevur okkum ein mánað til politiska við gerð av uppskotinum, sum skal leggjast fyri tingið 1. okto­ ber. Og so fáa vit at vita, hvussu fíggjar lógar upp­ skot ið fer at síggja út í mun til ólavsøkupakkan, sigur Al fred Olsen. Hann hevur sostatt einki ímóti at úttala seg til mið­ larnar og heldur tvørtur ímóti, at tað púra óvanligt í ein ari politiskari demo kra­ tiskari tilgongd, at geva sær sjálvum munnkurv, eins og flokkarnir hava gjørt í samband við viðgerðina av pensjónsmálunum. Alfred Olsen heldur ikki, at floksdisiplinin í Sam bands flokk­ inum er vánalig. Tvørtur ímóti heldur hann, at positivur kri­ tikk ur er sunnur Ikki vána floksdisiplin Nøgdin av burturkasti minkar Fyrra hálvár 2009 hevur IRF tikið ímóti 72.127 rúmmetrum av burturkasti. Hetta er ein minking upp á 7,5 prosent í mun til fyrra hálvár í 2008. Ein tann fyrsti vísarin, ið neyvt kann vísa fíggjarstøðuna hjá einstøku familjunum í landinum, er mongdin av burturkasti. At fólk eru vorðin meira sparin og ansa betri eftir, hvussu tey gagnnýta hvørja krónu best, sæst nú eisini aftur í mongdini av burturkasti, ið IRF tekur móti. Fyrra hálvár í ár er mongdin av burturkasti minkað við góðum 7,5 prosentum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Meginparturin av burturkastinum verður brendur, góð 77 prosent, meðan sløk 22 prosent verða send til endurvinning. Eitt gott prosent verður tyrvt. Roykjarabørn viga minni Børn, hvørs mammur royktu, meðan tær gingu við teimum, viga minni við føðing enn tey, hvørs mammur ikki royktu. Tilsamans 118 av teimum 679 kvinnunum, ið áttu í 2008, hava upplýst, at tær vóru roykjarar. 514 kvinnur upplýstu, at tær ikki royktu. Í Heilsulýsing Landslæknans fyri 2008 er statistikkur yvir miðalvektina hjá børnum, sæð í samband við um móðurin roykir ella ikki. Tað vísir seg at meðalvektin hjá børnum, ið eru fødd av roykjandi mammum fyri alt landið var 3356 gramm, meðan meðalvektin hjá børnum, hvørs møður ikki vóru roykjarar, var 3695 gramm. Sostatt viga børn at roykjandi mammum í meðal 339 gramm minni enn børn at mammum, ið ikki royktu. Danski formansskapurin í Fólkatinginum er á vitjan í Føroyum, men vegna vána floglíkindi mátti ein túrur til Suðuroyar í gjár avlýsast POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Árligi fundurin millum for mansskapirnar í Fólka­ ting inum og Løgtinginum er í dag. Formansskapirnir sett ust við fundarborðið klokk an tíggju í morgun, og sam bært formans­ skapinum í Løg tinginum er ikki nakað serligt mál fyri, bara tað vanliga. Tað gekst annars rættiliga illa hjá fólkatingslimunum at lenda í Vágum í gjár. Eftir ætlan skuldi flogfarið seta seg um 11­tíðina, men tað regnaði so illa, at tó hjólini næstan vóru niðri at, setti flogskiparin ferð aftur á flogfarið, sum helt leiðina fram til Bergen. Donsku gestirnir lendu tí ikki í Vágum fyrr enn um sekstíðina í gjárkvøldið. Ætlanin var annars, at danska ferðalagið skuldi fara við tyrluni beinleiðis til Suðuroyar, har stór mót­ tøka var fyriskipað í Sumba. Hend an ferðin mátti eyð vitað avlýsast. Tríggir av teimum fimm fólkatingsformonnunum eru við á ferðini, og saman við teimum eru konur teirra umframt stjóri og varastjóri í Fólkatinginum og trý onn ur embætisfólk. Teir tríggir eru Thor Peder sen, formaður, Søren Esper sen, 2. næstformaður og Holger K. Nielsen, 3. næst formaður. Fólkatingsstjóri er Car s­ ten U. Larsen og vara stjóri er Per Anker Hansen. Em bætis fólkini eru Søren Koushede, ráðgevi, Winnie Rutkjær, skrivari og Inge Stokholm, avgreiðslu skriv­ ari. Frúurnar hjá fólkatings­ formonunum vóru í býnum sam an við frúunum hjá løg tingsformonnunum, með an fundurin var, og seinna partin verður vitjað á Forn minnissavninum, áð renn løg tings for mans­ skap ur in er vertur við ein døg urða í kvøld. Fyrrapartin í morgin vitj ar ferðalagið borgar­ stjór an í Havn, Heðin Morten sen, og løgmann, Kaj Leo Johannesen, áðrenn farið verður avstað aftur eftir miðdag. Formansskapur á vitjan Formansskapurin í Fólkatinginum, ytst til vinstru Thor Pedersen (V), síðani stjóri og varastjóri í Fólkatinginum, Holger K. Nielsen (SF) og Søren Espersen (DF) Mynd: Jens Kristian Vang