Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 158 - 21. august 2009 Reyði Krossur Føroya er farin undir nýtt tiltak, sum snýr seg um at senda fólk út í heim at fremja hjálpararbeiði. Annika Hoydal tekur fyrsta tørnið HJÁLPARARBEIÐI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyri nøkrum mánaðum síð­ ani boðaði Reyði Krossur Føroya frá, at hann søkti eftir einum fólki til hjálp­ ararbeiði í Kambodia. Arbeiðið sum so var rætti­ liga væl greinað, og somu­ leiðis útbúgvingartreytir. Men tað tóktist trupult at fáa fólk at reagera. ­ Tað vóru nakrir fyri­ spurningar, men ongar ítøki­ ligar umsóknir, og tí vóru vit meiri ella minni noyddir at boða frá, at umsóknar­ freistin varð longd. Hon var nú ikki so long upprunaliga, mugu vit viðganga, sigur Súni Vinther. Og tað var júst hendan fráboðanin um leingjan av freistini, sum fangaði Ann­ iku Hoydal. ­ Eg hevði ikki ansað lýs­ ingini, men tá eg so hoyrdi, at freistin varð longd, fór eg at kanna eftir. Og tað vísti seg, at arbeiðsøkið var júst innan mítt fakøki, sigur Annika Hoydal. Hon er útbúgvin jarða­ móðir, og uppgávan hjá henni verður, at leggja ver­ andi Reyða Kross starvs­ fólki í Kambodia lag á, hvussu heilsustøðan hjá børnum, serliga undir fimm ár, kann betrast. ­ Barnakonur og nýføð­ ingar eru jú mítt serøki, og partur av uppgávu mínari verður at læra kambodianar­ ar um betrað heilsustøðið hjá teimum, sigur Annika Hoydal. Langa leið avstað... Súni Vinter, sum er formað­ ur í Reyða Krossi Føroya, sigur, at tá avtornaði vóru tvær umsóknir komnar inn. ­ Báðar vóru frá kvinnum, og báðar vóru væl skikkað­ ar. Umsóknin var jú orðað soleiðis, at tað var eitt breitt úrval av útbúgvingum, sum kundi søkja, bæði kvinnur og menn. Men valið fall so á Anniku Hoydal, sigur Súni Vinther. Lýsingin greiddi einki frá, hvussu tað var at koma fram til landslutin, har hjálp­ ararbeiðið skuldi gerast, ei heldur var nakað nevnt um bústaðarviðurskiftini. Men hetta hevur Annika síðani fingið betri greiði á. ­ Eg flúgvi úr Føroyum nú sunnudagin, og so skal eg introduserast hjá Reyða Krossi Danmark mánadag fyrrapart, áðrenn eg flúgvi víðari til Phnom Pen. Har skal eg so introduserast hjá Reyða Krossi Kambodia í, haldi eg, minst tríggjar dag­ ar, áðrenn eg við bili skal koyra til landslutin, har eg skal arbeiða, næsta mána­ dag aftur, sigur Annika Hoy­ dal. Biltúrurin tekur 12 tímar – um væl vil til. ­ Tað er regntíð í Kambo­ dia nú, og tí kunnu vit koma út fyri, at ikki er koyrandi fyri runu, ella í ringasta føri, at vegurin er skolaður burtur. So mugu vit sjálv­ andi steðga, sigur Annika Hoydal. Stór deyðiligheit Landsluturin, har Annika Hoydal skal arbeiða kom­ andi tveir mánaðirnar, eitur Rattanakiri, og liggur í land­ nyrðingspartinum av Kam­ bodia upp móti markinum til Laos og Vietnam. ­ Tað eru sjey smáar bygdir valdar út í hesum landslutinum við einum samlaðum fólkatali upp á 3.280 fólk. Økið er valt út, tí tað er hitt mest fjarskotna øki í landinum, og tí tað er har, at heilsustøðan hjá børnunum er vánaligast og deyðiligheitin millum børn er hægst, sigur Annika Hoydal. Ein hin størsti vansin í landslutinum er trupulleikin at fáa reint vatn, og mentanin er bumbað sundur og saman av leivdunum av Reyðu Khmer deildunum hjá Pol Pot, sum vórðu riknar burtur og flýddu til landslutin, tá einaræðisharrin misti valdið á landinum. ­ Tað er serliga skitna vatnið, sum er sjúkuelvandi. Tað gevur børnunum leysan maga og endar í førum við deyða, sigur Annika Hoy­ dal. Liggur í blóðinum Um orsøkina til, at hon valdi at søkja hetta starvið sigur Annika Hoydal, at tað ljóðaði spennandi og avbjóðandi. ­ Eg havi ongantíð roynt nakað slíkt, og tá børnini nú eru vaksin og tað bar til at fáa frí frá arbeiðinum, gjørdi eg av at søkja, sigur Annika Hoydal. Annars dylir hon ikki fyri, at ein ávísur útferðar­ longsul liggur í blóðinum. ­ Tað liggur til familjuna at fara burtur í onnur lond við ymsum verkætlanum. Abbi mín var í Bolivia í sínari tíð og fleiri onnur hava eisini verið uttanlands í ymsum verkætlanum. Sjálv havi eg einaferð verið á Kuba, men tað var sum ferðafólk, so tá høvið nú beyðst, og tíðin er hin rætta, tók eg av, sigur Annika Hoy­ dal. ­ Eitt av høvuðs endamál­ inum við at senda fólk út í verð, er – burtursæð frá tí sjálvsagda í at hjálpa – at viðkomandi kann koma heim aftur og greiða fólki frá um upplivingarnar. Geva sína meting av nyttuni, sum vit kunnu gera úti í heimi, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya. Annika Hoydal fer sum nevnt avstað sunnudagin og skal starvast í Kambodia í tveir mánaðir. Til Kambodia at betra um barnaheilsuna Heimshøvini heit Síðani byrjað varð at máta hitan í heimahøvunum fyri 130 árum síðani, hevur sjógvurin ongantíð verið so heitur sum í summar. Tað sigur amerikanski veðurlagsstovnurin, ið vísir á, at í juli var meðalhitin í heimshøvunum 17 stig, sum er met. Teir amerikonsku granskararnir siga, at tað er ikki óhugsandi, at heimshøvini hava verið uppaftur heitari í august enn í juli, og at hesin mánaðurin tí fer at seta enn eitt met. Seinast heimshøvini vóru óvanliga heit var í nítiárunum upp undir tað serliga kyrrahavsfyribrigdið El Nino. Gransk­ arar siga, at umstøðurnar nú líkjast teimum, sum tá vóru. Súni Vinther, formaður, og Líggjas Joensen, peningarøkil í Reyða Krossi Føroya, við Anniku Hoydal millum sín Mynd: Jens Kristian Vang