fríggjadagur 21. august 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 158 - 21. august 2009
Samskipari til NSR
tænastuna í Eysturoy
náms- og sálarfrøðilig ráðgeving
Av tí at samskiparin fer í farloyvi er eitt avbjóðandi
og spennandi starv sum samskipari í NSR
tænastuni í Eysturoynni leyst at søkja. Starvið er
tíðaravmarkað frá 15. september 2009 – 31.
juli 2010. Dagliga tænastustaðið verður NSR
tænastan í Eysturoy, men er samskiparin partur
av leiðsluni fyri sernámsfrøðiliga virkseminum,
ið Sernámsdepilin stendur fyri.
Førleikakrav:
• útbúgving sum lærari ella pedagogur við
eftirútbúgving og royndum
• og/ella kandidatur innan námsfrøði /
psykologi
Harumframt vænta vit, at umsøkjari:
• hevur leiðsluroyndir
• kann menna sernámsfrøðiliga virksemi í
skúlum og dagstovnum
• kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð
samstarvsevni
Uppgávur:
Arbeiðsuppgávurnar vera at leiða og fordeila
arbeiðið í tænastueindini og skipa sernáms-
frøðiliga virksemið í skúlum og dagstovnum í
økinum.
Vit bjóða:
• áhugavert og avbjóðandi starv við
fjølbroyttum uppgávum
• fakligt og námsfrøðiligt mennandi umhvørvi
í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í
hinum tænastueindunum og í
Sernámsdeplinum
• førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu við Føroya
Lærarafelag ella avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin, við avriti av prógvum, CV og øðrum
viðkomandi skjølum, skal verða Sernáms depli-
num í hendi innan mikudagin 31. august 2009
kl. 16.00 og sendast til :
Sernámsdepilin
Frælsið 32 · Postrúm 2036 · FO 165 Argir
Tlf. 360200 · Faks 310196
Ella sum teldupost til: sernámsdepilin@snd.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Emmy Joensen, stjóra, á tlf. 360200.
Sernámsdepilin
Sernámsdepilin hevur ábyrgdina av at samskipa sernáms-
frøðiligt virksemi og veita ráðgeving til foreldur, stovnar og
skúlar o. ø. sum varða av børnum og ungum. NSR er stytting fyri
náms- og sálarfrøðiligu ráðgeving depilsins. NSR- tæn astur nar
eru skipaðar í Eysturoynni, Suðuroynni og í Tórs havn.
Kalbaksfjørður og
Nólsoy vóru í gjár
karmur um eina víð
fevnda og fjøltáttaða
samskipaða bjarg
ingarvenjing millum
eindir á landi og sjógvi
Venjing
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Nógvur útrykningur var at
hoyra í Havn í gjár, tá fleiri
ambulansur fóru við fullari
ferð gjøgnum býin. Talan
var tó ikki um nakra stóra
vanlukku, men um eina
stóra samskipaða venjing.
Venjingin byrjaði klokkan
16.05 við at Tórshavnradio
fekk umbøn um hjálp av
kavarum frá fiskiskipinum
Tjaldrið.
Ein kavari á Tjaldrinum
sum var við at skera trol av
skrúvuni var løstaður av
skrúvuni og sokkin til botns.
Manningin á Tjaldrinum
hevði nógv um at verða tí
roykur kom úr maskinrúm
inum og ein maður var
saknaður umborð.
Seinni boðaði Tjaldrið
frá at roykurin í maskin
rúminum hevði ment seg
og bað um roykkavara
hjálp.
Í maskinrúminum vóru fýra
skaddir persónar funnir.
Skaddur kavari og
vilstir bjargamenn
Um somu tíð fekk MRCC
fráboðan frá politinum, at
ein bátur, Pansarin, hevði
boðað frá, at ein persónur
sum hevði kavað frá bátin
um flotnaði knappliga upp
uttan luft fløskur og sá
skaddur út. Teir høvdu fýra
tímar frammanundan sett
tveir mans á land í Nólsoy,
har teir vildu klintra upp á
Nevið.
Teir høvdu ikki givið boð
frá sær sum avtala og Pans
arin hevði maskintrupul
leikar og kundi ikki koma tí
skadda og saknaðu klintrandi
persónunum til hjálpar.
Hart strongdir
Venjingin var sera fjøltáttað.
Av tí at tað vóru fleiri hend
ingar ísenn vóru allir partar
hart strongdir.
Knud Rasmussen kom
við figurantum og kavarar
frá Knud Rasmussen vóru á
botni fyri at heinta upp eina
dukku. Roykkavarar frá
Knud Rasmussen vóru send
ir í maskinrúmi á Tjaldrinum
fyri at sløkkja og heinta upp
fýra skaddar persónar.
Tjaldrið
var
tað
neyðstadda skipið har ein
stórur partur av venjingini
var lagdur.
Tyrlumanningin
hevði
nógv um at vera. Teir skuldu
leita á sjónum eftir einum
persóni og hiva skaddan per
són upp av sjónum og flyta
hann til landssjúkrahúsið.
Teir endaðu við at undir
torførum umstøðum at taka
umborð teir tveir ið skuldu
klintra upp á Nevið, sum
skaddar og flyta teir til
landssjúkrahúsið.
Lív var settur til at leita
eftir einum persóni á sjón
um og leita eftir teimum
saknaðu
persónunum
í
Nólsoy. Teir endaðu við at
seta tann skadda í land á
ísbryggjuni.
Pansarin setti tveir per
sónar í land í Nólsoy og var
við sum figurantur í sam
band við tann skadda kavar
an.
Sjúkraflutningstænastan
vóru tríggjar ferð á Sundi
eftir skaddum persónum og
á ísbryggjuni eftir skaddum
persóni.
Tilbúgvingarstovan
sminkaði figurantarnar.
MRCC og Tórshavnradio
samskipaðu venjingina.
Venjingin var liðug klokk
an 19.40 og gekk sera væl.
Venjandi partarnir vóru,
MRCC,
Tórshavnradio,
Atlantic Helecopters, Lív,
Tjaldrið, Knud Rasmussen,
Pansarin, Politiið, Sjúkra
flutningstænastan, Færøer
nes Komando og Tilbúgv
ingarstovan.
Eldur í maskinrúminum, ein saknaður
kavari og tveir vilstir bjargamenn