Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 158 - 21. august 2009 Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, ásannar, at enn eru broytingarar í lógini um ALS og kunn­ gerðin, sum lýst er í hesum sambandi, ikki komin fiskimonnum til góðar Fiskimenn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár vísti ein kvinna, sum varar av fiskimanni, á, at hóast lógin um ALS er broytt í mai í ár, og kunngerð er lýst um ”útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar”, hava fiski­ menn, sum annars lúka treytirnar fyri arbeiðsloysis­ stuðli, enn einki útgjald fingið. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, viðgongur, at broytingarnar í lógini og nýggja kunngerð­ in, sum er lýst fyri einum góðum mánaða síðan, enn ikki eru farnar at virka til frama fyri fiskimenn. ­ Tað vísir seg, sum so mangan hjá fiskimonnum, at ógvuliga trupult er at koma ígjøgnum í ALS­ skipanini, sigur hann. Nógvir ringja Jan sigur, at nógvir fiski­ menn, sum sambært broyt­ ingunum og nýggju kunn­ gerðini eiga rætt til útgjald úr ALS, hava ringt til felagið og kært sína neyð, nú teir hava verið fyri inntøkumissi, tí skipið, teir eru við, er til umvælingar í longri tíð. ­ Sum eg havi skilt, hava hesir menn enn einki útgjald fingið úr ALS, tó at teir lúka treytirnar fyri útgjaldi. Formaðurin í Fiski­ mannafelagnum heldur hetta vera skuffandi, sum hann tekur til. ­ Eg havi ringt til ALS og havi spurt, hví menn, sum lúka treytirnar, enn ikki hava fingið útgjald. Tey hava sagt mær, at neyðugt er at fundast um, hvussu tey skulu ”takla” nýggju broytingarnar sum viðvíkja fiskimonnum. Jan Højgaard undrar seg yvir, at tað altíð skal taka so langa tíð, tá ið fiskimenn skulu hava nakað úr ALS. ­ Eg skilji ikki, hví tað skal vera so torført hjá fiskimonnum, sum hava rindað í hesa skipan øll hesi ár, at fáa útgjald. Fiskimenn áttu at havt somu rættindi sum onnur í skipanini, leggur hann aftrat. Ilt at skilja Formaðurin í Fiskimanna­ felagnum heldur ikki, at fiskimenn, sum hava verið fyri inntøkumissi, hava betri ráð at bíða enn onnur, og tá ALS ikki er nakar tómur kassi, dugir hann illa at skilja, hví tað skal taka so langa tíð hjá skipanini at finna út av, hvussu við­ urskiftini hjá fiskimonnum skulu ”praktiserast”. Fiskimenn bíða framvegis eftir útgjaldi úr ALS - ALS sigur, at neyðugt er at fundast um, hvussu tey skulu ”takla” nýggju broytingarnar sum viðvíkja fiskimonnum, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag Mynd: Vilmund Jacobsen Mærsk milliardahall Danska stórfyritøkan A.P. Møller­Mærsk hevði tríggjar milliardir krónur í halli fyrra hálvár, og tað er ein sera stór broyting samanborið við sama tíðarskeið í fjør, sum gav 11,9 milliardir krónur í avlopi. Um orsøkina sigur leiðslan, at marknaðurin fyri bingjuflutningi er farin í botn við tí úrsliti, at Maersk Line hevði 5,3 milliardir krónur í halli fyrra hálvár. Harafturímóti gav oljuvirksemið hjá felagnum knappar tríggjar milliardir krónur í avlopi. Tað er kortini nóg minni enn í fjør, tá tað tilsvarandi talið var 6,6 milliardir krónur, skrivar DR. Stjóri í ALS, Ernst Jacobsen, sigur, at nýggja umsóknarblað­ ið, sum fiskimenn skulu fylla út eftir nýggju kunngerðini, verður liðugt í næstu viku Fiskimenn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin í ALS, Ernst Jacob­ sen, sigur, at tey hava fingið nakrar umsóknir frá fiski­ monnum, sum hava søkt um arbeiðsloysisstuðul eftir nýggju broytingunum og kunngerðini um ”útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna um­ vælingar”. ­ Vit hava fingið nakrar umsóknir í summar, og nú eru vit í holt við at gera eitt umsóknarblað, sum hevur tey tingini við, ið fiskimenn skulu fylla út, tá søkt verður um arbeiðsloysisstuðul. Ernst vísir á, at tá ið um­ sóknarblaðið er liðugt, fer ALS at seta seg í samband við teir, sum hava søkt, so­ leiðis at teir beinanvegin fáa høvi at lata inn nýggja formularin, sum fer at liggja til grunds fyri umsóknini. Hann sigur, at ALS eisini hevur verið í samband við Elektron, ið kemur at programmerað eina skipan, sum útgjaldið til fiskimenn skal útgjaldast eftir. ­ Vit vænta eisini, at hetta arbeiði verður klárt í næstum, leggur hann aftrat. Ernst Jacobsen sigur, at tey fara at leggja alla orku í, at fiskimenn, sum lúka treytirnar í broyttu lógini og kunngerðini um útgjald, koma inn í skipanina skjót­ ast gjørligt. Umsóknarblað verður klárt í næstu viku Hóast menn lúka treytirnar, sum eru feldar í kunngerðina um ”útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar”, bíða teir framvegis eftir útgjaldi úr ALS Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit hava fingið nakrar umsóknir frá fiskimonn- um í summar, og nú eru vit í holt við at gera eitt umsóknarblað, sum hevur tey tingini við, ið fiskimenn skulu fylla út, tá søkt verður um arbeiðsloysisstuðul. Hetta arbeiði verður liðugt í komandi viku, sigur stjórin í ALS, Ernst Jacobsen CTD-fyrlestur endursendur Fyrilesturin, sum Ulrike Steuerwald, barnalækni, hevði í Miðlahúsinum og á Rás2 fríggjakvøldið 14. august, verður endursendur á Rás2 nú sunnudagin 23. august kl. 14–17. Miðlahúsið