fríggjadagur 21. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 158 - 21. august 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Konstruktivt
máluppskot frá Skaale
At eita Christian ella William er púra vanligt í
Føroyum. Hóast hetta, so eiga c og w ikki innivist í
føroyska alfabetinum. Hetta hevur so tinglimurin
hjá Tjóðveldi, Sjúrður Skaale, skotið upp at gera
nakað við. Uppskotið hjá honum er rætt og
slætt at geva hesum stavum innivist í føroyska
alfabetinum við lóg.
Uppskotið er áhugavert og hevur eina sakliga
viðgerð uppiborið. Tað kann altíð diskuterast, um
lóggáva um alfabet er neyðug, men í hvussu so
er, so er neyðugt, at føroyingurin kennir, at hann
hevur ræði á sínum egna máli. Vit síggja alt ov
nógv til, at sjálvútnevndir málverjar á ivasomum
grundarlag vilja skeikla málið einstakar vegir, og
tað er heldur ikki frítt fyri, at ein óneyðug ræðsla
fyri donskum máli skínur ígjøgnum viðhvørt.
Størsti vandin hjá føroyska málinum er ikki
fremmand árin. Størsti vandin er, at føroyska málið
verður gjørt til nakað, sum bert ein smøl elita skal
kunna úttala seg um. Vit eru ikki har enn, men
vit eru væl áleiðis. Hetta sæst á indignatiónini frá
ávísum síðum yvir, at ein tinglimur – sum annars
per definitión eigar at kunna hava eina meining
um alt – skal ditta sær at seta spurningar við
málkósina, sum seinastu árini hevur verið sett við
ivasomum mandati.
Koma vit hartil, at bert ein lukkað losja skal
kunna úttala seg um málspurningar, so er deyðin í
durinum hjá føroyska málinum.
Tíbetur eiga vit enn eitt livandi mál í menning, og
eingin grund er at stúra fyri málsliga sjálvsálitinum
hjá føroyingum, hóast hetta verður gjørt eitt nú
í óneyðuga restriktivu marknaðarføringslógini.
Føroyingar eru ikki so málsliga óhjálpnir, at teir
noyðast at vera vardir frá útlendskum máli við
lóg. Ei heldur eiga vit at halda fram við at økja
um munin millum tað mál, ið føroyingar brúka
í dagligdegnum og tað mál, ið smalt verður
definerað sum »rætt føroyskt«.
Einki argument hevur verið ført fram fyri, at góður
málburður tekur skaða av at innføra c, q, w og x í
føroyska alfabetið. Duga føroyingar hampuligan
málburð og at benda rætt, so stendur væl til,
óansæð alfabetið.
Tað vildi verið spell, um kjakið um konstruktiva
uppskotið hjá Sjúrði Skaale druknaði í málkonserva-
tismu og undirmetan av málsliga sjálvsálitinum
hjá føroyingum. Hetta hava vit sæð eitt sindur av í
farnu viku. Tó hava eisini konstruktivar reaktiónir
verið. Uppskotið hjá Jeffrei Henriksen um at
innlima burturvilstu stavirnir í føroyska alfabetið
– t.v.s. at skoyta teir upp í verandi alfabet – sam-
pakkar hampuliga væl við uppskotið hjá Sjúrði
Skaale. Kanska okkurt spyrst burturúr.
Livst so spyrst.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Ein køld, slavin hond verð
ur løgd niður eftir bakinum
á øllum, sum roynir at hóra
so nøkulunda undan her á
landi. Krøvini uttan eftir
eru mong og strong, og
viðhvørt tykjast tey órími
lig eisini. Og politiska
ómegdin innan eftir er ræð
andi. Tað sær ikki mætari
út enn, at setningurin er, at
í Føroyum skal fólk ikki
liva og virka. Landið er
fyri fugl og seyð.
Seinasta nosið var at
hoyra um í útvarpinum um
dagarnar, tá bóndin í
Kirkjubø greiddi frá,
hvussu hansara vinnuvegur
nú er fyri hóttafalli.
Í frásøgn síni um, tá
Tróndur gamli fyrireikaði
norðanmenn at fara... “til
Havnar suður á tann trún
arfund´”, letur I.P.G. hann
siga soleiðis:
“Skulum vær níga Ólavi
kongi,
skulum vær honum lúta?
Skulum vær krúpa so í
krógv,
tá man mangur súta!”
Í dagsins Føroyum tykist
einki at sleppa at virka,
uttan at fylgja ES góðkend
um reglum og treytum.
Ivaleyst í fleiri førum skila
góðum og neyðugum. Men
viðhvørt tykist tað ov nógv
av tí góða. Tað kann ikki
bera til, at eingi frávik ella
tillaging til lokal viður
skifti eru møgulig.
Í summar var tað ullin,
sum skuldi hava góðkenn
ing. Ímynda tær, kæri
lesari! Djóralækni á hvørji
rætt at góðkenna 70.000
seyðir áðrenn royting. Tað
skulu nógvir djóralæknar
til, tí ikki er óvanligt, at
farið verður á fjall í fleiri
hagapørtum sama dag.
Bóndin í Kirkjubø, sum
hevur lagt seg eftir at
fremja í verki tað, sum
føroyingar, ikki minst
politikarar, dagliga tosa
um. At liva av egnum
tilfeingi. Hann hevur roynt
at bygt upp eina vinnu, har
hann knýtir saman tað
søguliga tilfeingið, staðið
eigur, og tað, ið vinnist av
egnum lendi. Nevniliga
seyðin úr haganum.
Men nú er komið í ljós,
at tað ber als ikki til, tí
loyvt er ikki at selja kjøtið
vegna manglandi heilsu
váttan. Trupulleikin er
bara, at slík váttan fæst
ikki í Føroyum, tí vit hava
ikki førleikan til at geva
hana. Hyggjuráðini eru tí,
at so má vinnan, sum livir
av hesum, halda uppat.
Ferðavinnan verður
dúgliga umtalað sum tað
nýggja beinið, vit skulu
standa á. Í Kirkjubø hevur
hetta verið víst í verki í
nøkur ár. Men nú dregur
samanum.
Álvaratos. Nú er tíðin
saktans komin til, at
ábyrgdarhavandi, tað vil
siga politiski myndugleik
in, ger av, um vit skulu
taka hesa vinnu í álvara,
ella bara lata hana fara.
Higartil hevur hon verið
kastibløka millum ymsar
landsstýrismenn. Seinast
varð hon gjørd til uttan
ríkismál. Alt gott um at
ferðast uttanlands. Men tað
er hóast alt av vinnuni her
á landi, vit skulu liva.
Kirkjubøbóndin er eitt
gott dømi um, at tað kann
bera til. Men hann ger tað
ikki einsamallur. Og tá tey,
ið fegin vilja ráða yvir
vinnuni, ikki hava hugflog
– ella hvat tað nú er, ið
vantar – so er einki at gera.
Ikki gerst tað lættari av, at
ymsu málsøkini rekast
millum ymisk aðalráð, alt
eftir hvussu politisku
kabalirnar skulu ganga
upp, og hvussu nógvar
landsstýrismenn, og harvið
aðalráð, vit skulu hava.
So var tað ferðavinnan
EdvArd Í
SKorðINI
JoENSEN
Onkur hevur funnist at ti
sum eg segði um at Svend
Auken ikki var av før
oyskari ætt.
Faðir hansara Gunnar
Auken var bóndasonur úr
Norðurjútlandi. Svend
hevði eisini Gunnarsen til
millumnavn.
Móðir hansara Kirsten
Auken var dóttir Svend
Lomholt, lækna, og hon
varð fødd í 1913. Í 1920
doyði móðir hennara Maria
Kirstine Sigumfeld Beck..
Í 1925 giftist Svend
Lomholt uppaftur við
Gudrun Finsen, sum var
fødd ár 1900 og var dóttir
Niels Ryberg Finsen og
Ingeborg Dortheu Balsev,
sum var dóttir C. F.
Balslev, biskup.
At Niels Finsen var
innborin føroyingur er vist
og satt. Men hann kann so
ikki teljast millum for
fedrarnar hjá Svend Auken.
Ikki av føroyskari ætt
ZAKArIAS
WANg
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.