Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 21. august 2009 13 nøvn Kistan við Marjun Elidu Joensen, Klaks­ vík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minn­ ast Marjuna, kunnu lata Zarepta ella Leguhúsin­ um í Nesvík eina gávu, konta í peningastovnun­ um. Hansina Mortensen, fødd Lisberg, ættað úr Fámjin, búsitandi í Tórs­ havn, andaðist á Eldra­ sambýlinum oman Hoy­ dalar mikudagin, 94 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 15. Tey, sum vilja minnast Hans­ inu, kunna lata Eldra­ sambýlinum oman Hoy­ dalar eina gávu, konta í peningastovnunum. Kistan við Almu Hammer, Hvalba, fer úr kapellinum á Suður­ oyar Sjúkrahúsi fríggja­ dagin kl. 17. Jarðar­ ferðin verður úr Vitnin­ um í Hvalba leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minn­ ast Almu, kunnu lata Zarepta eina peninga­ gávu. Konto í pening­ stovnunum. Vilmund Hvíthamar, ættaður úr Sandavági, búsitandi í Albertslund, andaðist á Glostrup Sjúkrahúsi mánadagin, 75 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður frá Opstan­ delseskirke í Albertslund týsdagin 1. september kl. 11. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma og omma okkara Ingrid Mikkelsen Vágur andaðist og varð jarðað. Takk til Símun Jacobsen, prest fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar og sangarar Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Vágs Kirkju. Hjartans takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið Takk til tykkum mongu, ið fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Eileen, Ingun og Unn Tann dagin í august, tá ið vit minnast, at Sovjetsamveldið gjørdi innrás í Prag fyri at fáa enda á tjekkoslovakiska várinum, fyllir Malan Johannesen 60 ár. Tjekkoslovakia er í dag tvey lond, Kekkia og Slovakia. Mong kenna Mal­ una úr Sjónvarpi Føroya, har hon í mong ár myndaði mentanarsendingar­ nar. Fyrst Gluggan saman við Berljót Hentze, og seinni stóð hon sjálv fyri avloysaranum Skáanum. Umframt tær hevur hon stílað fyri mongum øðrum menanarsendingum og lagt rødd til eina ørgrynnu av sendingum bæði í út­ og sjónvarpi. Tey seinnu árini hev­ ur Malan starvast á skrádeildini hjá sjónvarpinum. Á ungum árum fekk Malan herviliga giktsjúku at dragast við, men hóast hon hevur sett djúp spor og hevur volt nógva pínu, hevur Malan varðveitt sítt víðskygda sinni og ljósu lívsfatan. Malan er fødd í Vestmanna sum tann triðja av fýra systkjum. Tey mistu tíðliga pápa sín, Martin Johannesen, sum sló út av skipi. Mamma teirra, Annika, var av Djurhuus­ættini í Kollafirði. Hon seymaði fyri fólk og gjørdi mangt annað arbeiði fyri at geva børnunum gott í beinið, so tey kundu fáa sær útbúgving. Malan hevur studentsprógv frá studentaskeiði í Keypmannahavn og er cand.phil. í norðurlendskum frá universtitetinum í Keypmannahavn, har hon búði á Garði meginpartin av lestrarárunum. Tá ið hon hevði skrivað høvuðsritgerð um føroyskar barnabøkur kom hon heim og var studentaskúlalærari í Hoy­ dølum í donskum. Tað skeiðið í frálærukynstri, sum studentaskúlalær­ arar skulu taka eftir loknan lestur, fór Malan niður aftur til Keypmannahavnar at taka á tí bókmentaliga gitna stud­ entaskúlanum Metropolitanskúlanum – tað er har skaldsøgan Det forsømte forår eftir Hans Scherfig fer fram. Mong munnu tey vera sum minnast Maluna sum tann blíða, sáttliga og altíð væl grundaða læraran. Umframt góða rødd hevur Malan eisini góðan penn. Sum úrslit av granskingarstyrki frá Fróðskaparsetr­ inum, skrivaði hon ta forvitnisligu greinina “Sum himmalsins fuglar” um uppvøkstur í 1950­árunum, tá børnini høvdu góðar umstøður at mennast gjøgnum spæl, sum tey sjálvi skipaðu fyri, samstundis sum nógv kundu fylgja við hvussu foreldrini arbeiddu, tí arbeiðsplássini vóru í nánd og opin. Nakrar skemtiligar søg­ ur við broddi eru komnar frá hennara hond og mangar frálíkar týðingar ser­ liga av yrkistekstum. Við sínum ser­ liga dirvi og skemtingarsama áræði hevur hon sett ferð á á mongum fund­ um eitt nú á altjóða kvinnustríðsdegnum í heimbygdini, í bátafelagi og í felags­ skapum hjá fólkum, sum eru sjúk og bera brek. Malan fylgir væl við í bókmentalig­ um, filosofiskum og politiskum við­ urskiftum, og hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri lívskorum og hugs­ anum víða um. Tí vísti hon ofta sam­ hug við kekkar og slovakar við at møta upp á mótmælisfundum teirra á føðingardegi sínum, meðan hon búði í Keypmannahavn. Malan eigur dóttrina Ásu, sum er M.Sc. í djóraatburði. Í løtuni starvast hon so langt burturi sum í Uzbekistan. Vit ynskja Maluni hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta. Vinirnir Mentakona seksti Mynd frá realskúlaframsýningini sum Jórunn Dánialsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í 2007. Her er ein mynd, sum er tikin fyri 45 árum síðan í Sandágerði av einum realskúlaflokki í 1964. Aftast f.v.: Rannvá Lindarstein, Maria Mortensen, Bogi Mikkelsen, Johan Jacobsen, Jógvan við Ánna (lærari), Karstin Simonsen og Bjartur Dalsgarð. Fremra rað f.v.: Peddy Davidsen, Anna Katrina Næs Joensen (Dukki), Ólavur Michelsen, Bergur Djurhuus, Birgir Mortensen, Elmar Højgaard, Steimgrím Abrahamsen og Regin Hentze. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon: 226024. (mynd nr. 307) Myndaeigari: Peddy Davidsen Realskúlanæmingar í 1964