Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. august 2009 – Nr. 158 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. august 2009 B68 hevur í longri tíð verið partur av oddastríðnum, meðan hesin parturin av kappingini er nýggjur fyri EB/Streym, sum í síðstuni hevur vunnið seg uppeftir FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Dysturin við Margáir sunnudagin má sigast at vera ein av fleiri spennandi oddadystum fyri tíðina. Talan er um tvey lið, ið mugu væntast at vilja stríðast til tað síðsta, nú tað mestsum bara sær út til at vera silvurið, ið eftir er at spæla um. B68 hevur tapt tveir av teimum síðstu trimum dystunum, men vil sjálvsagt koma fyri seg aftur sum skjótast, meðan EB/Streymur sær út til at hava fingið ferð á. Ikki minst, nú liðið hevur vunnið tveir teir síðstu dystirnar við málum í yvirtíðini. Sunnudagin má EB/Streymur vera tveir av teimum royndaru spælarunum fyriuttan. Alex José dos Santos hevur ein dyst eftir av karantenuni frá ÍF-dystinum, og so hevur Marni Djurhuus eisini karantenu hesa ferð. Pauli G. Hansen er ivasamur, meðan Gudmundur Nielsen er langtíðarskaddur og tí í øllum førum ikki er við. Toftamenn spældu mikukvøldið ein dyst, har einki kort var latið, og tað mundi koma væl við, tí nú hava teir síðstu dystirnar mist ein í verjuni hvørja ferð. Men hesa ferð er Pól Jóhannus Justinussen so klárur aftur. Øssur Hansen og Niclas Joensen er framvegis ikki klárir, so enn eina ferð má B68 klára seg uttan teir báðar. Slagið um silvurið Hvørki B36 ella KÍ hava ráð at tapa stóra botndystin í Gundadali sunnudagin, sum er millum tvey av teimum stóru feløgunum, ið mugu sigast at vera í stórari fótbóltsligari kreppu FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað eru tveir av risunum í føroyskum fótbólti, sum sunnudagin mugu leggja rygg til tað, ið helst líkist ársins botnbraki í Vodafonedeildini. B36, sum tekur ímóti, hevur millum ár og dag vunnið átta meistaraheiti, meðan vitjandi KÍ hevur vunnið meistaraheitið heilar 17 ferðir. Hesi hagtølini eru tó fortíð, tí dagførdi gerandisdagurin í 2009 er tann, at bæði B36 og KÍ eru sera langt frá nøkrum, ið bara minnir um eitt meistaraheiti. Tvørturímóti hava bæði knívin á barkanum, og við einum stigi og niðurflytingarstrikuni ímillum sín, stríðast tey av øllum alvi fyri at sleppa undan 1. deildarfótbólti næsta ár. Hóast 21 stig framvegis eru eftir at spæla um, hevur hvørki liðið ráð til at tapa henda dystin, sum tí kann væntast at gerast eitt satt brak, hóast hann er millum tvey tey vánaligastu í ár. Sum støðan er í løtuni, kappast tey um at skula flyta niður saman við 07 Vestur, men framvegis er ein møguleiki eisini, at bæði B36 og KÍ flyta niður, meðan 07 Vestur yvirlivir. Karantenur í KÍ Venjararnir hjá B36 hava stórt sæð óavmarkaðar møguleikar at blanda kortini sunnudagin, tí allir mans eru tøkir uttan ein. Tað er Poul Arni Jacobsen, sum var ivasamur undan ÍF-dystinum, har hann eisini bara helt ein hálvleik, áðrenn hann noyddist út við skaða. Helst verður hann uttanfyri nakrar dystir. Hjá KÍ er eitt sindur verri vorðið, tí har eru ikki færri enn tríggjar karantenur. Bæði Steffan Kalsø og John Hammer fingu sítt fimta gula kort í dystinum ímóti Víkingi, tá eisini Høgni Madsen at enda mátti fara av vøllinum, tí hann fekk tvey gul kort. Harumframt eru bæði Rudolf Eliasen og Jan Andreasen ivasamir, men lítið man vera at ivast í, at brúk verður fyri teimum, melda teir seg klárar. Dystir um vikuskiftið Dystur Byrjar Dómari Víkingur-07 Vestur Leygardagin kl. 18.00 Ransin Djurhuus EB/Streymur-B68 Sunnudagin kl. 15.00 Dagfinn Olsen NSÍ-HB Sunnudagin kl. 15.00 Michael Tykgaard B36-KÍ Sunnudagin kl. 15.00 Lars Müller AB-ÍF Sunnudagin kl. 17.00 Eiler Rasmussen Fyrru dystirnir í ár: 3. umfar 12. umfar Víkingur-07 Vestur 6-2 07 Vestur-Víkingur 0-0 EB/Streymur-B68 3-0 B68-EB/Streymur 3-2 NSÍ-HB 2-1 HB-NSÍ 5-2 B36-KÍ 1-0 KÍ-B36 2-2 AB-ÍF 2-0 ÍF-AB 3-0 Støðan: vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 20 13 - 5 - 2 48 27 21 44 2 NSÍ 20 10 - 4 - 6 44 33 11 34 3 Víkingur 20 10 - 4 - 6 37 27 10 34 4 B68 20 9 - 6 - 5 38 31 7 33 5 EB/S 19 9 - 4 - 6 35 25 10 31 6 AB 20 7 - 5 - 8 20 23 -3 26 7 ÍF 20 6 - 5 - 9 28 31 -3 23 8 B36 19 4 - 6 - 9 22 37 -15 18 9 KÍ 20 4 - 5 - 11 24 41 -17 17 10 07 Vestur 20 2 - 6 - 12 28 49 -21 12 1. deild, kvinnur KÍ-B68/NSÍ Kári J. á Høvdanum AB-Víkingur Búi F. Clementsen EB/Streymur-Skála Ragnar Nielsen 1. deild, menn TB-Víkingur Páll Augustinusen VB/Sumba-HB Petur Reinert B68-SKÁLA Bent Tommy Linklett FC Hoyvík-B71 Alex Troleis MB-NSÍ Bárður Mortensen Stóra botn- brakið Alt, sum kann krúpa og ganga av B36- og KÍ-fjepparum, fer óivað at vera upp á pláss í Gundadali í morgin fyri at síggja, hvat av liðunum verður omaná Mynd: Álvur Haraldsen