fríggjadagur 21. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. august 2009 – Nr. 158 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15
Sleppur ikki at súkkla
Danski súkklarin, Michael Rasmussen, sum var tveittur úr Tour de
France í 2007 – tá bert fáir dagar vóru eftir og hann var í gulu
troyggjuni – tí hann skuldi havt sloppið sær undan
dopingeftirliti, sleppur ikki við til sponsku kappingina, Vuelta a
España, tí tilmeldingin ikki skal vera í lagi. Sjálvur hevur Michael
Rasmussen illgruna um, at tað er altjóða súkklisambandið, UCI,
sum forðar honum í at fáa gongd á aftur súkklingina.
Dopaðir sprintarar
Fimm sprintararnir frá Jamaica, sum fullu í dopingroyndum fyri at
hava tikið stimbrandi evnið, methylxanthin, eru koyrdir úr
HM-hópinum hjá Jamaica, hóast teir upprunaliga blivu fríkendir,
orsakað av einum formligum feili. Tí kundu Yohan Blake, Marvin
Andersson, Sheri-Ann Brooks, Allodin Fothergill og Lansford Spence
saktans kappast, nú HM er í Berlin, men altjóða sambandið fyri
frælsan ítrótt, IAAF, hevur rátt Jamaica frá at latið teir kappast.
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Sæð úr sjónarhorninum hjá
vágamonnum, er ynskiúrtøkan
hetta umfarið, at 07 Vestur vinnur á
Víkingi í Gøtu í annaðkvøld, og at
dysturin sunnudagin millum B36
og KÍ endar við javnleiki. Hendir tað,
hevur 07 Vestur otað seg ein bita
longur upp.
Hinvegin er hetta neyvan
lættasta løtan at vitja Víking, sum
júst hevur tapt tveir dystir og av
øllum alvi vil reisa seg. Júst tað
kann tó gera, at hesin dysturin
millum topp og botn kann gerast
serastakliga lívligur, tí bæði hava
nógv at spæla fyri.
Undan dystinum í morgin gera
tveir aktuellir skaðar, at liðið hjá
Víkingi møguliga ikki verður
fullmannað. Hans Jørgen Djurhuus
fór skaddur út eftir bara eitt korter
ímóti KÍ, og 10 minuttir inn í seinna
hálvleik fekk Hanus Jacobsen eisini
skaða. Báðir eru ivasamir til dystin
ímóti 07 Vestur, so møguliga verða
broytingar á liðnum.
Hinvegin stendur væl til við fólki
hjá 07 Vestur, sum hvørki hevur
karantenu ella nakran nýligan
skaða at dragast við. Einastu, sum
ikki eru tøkir, eru Jovan Panic og
Hendrik Rubeksen, ið hvørgin
hevur spælt, síðani teir báðir blivu
skaddir í dystinum ímóti HB.
Tey, ið renna aftan á HB,
mugu helst seta sínar
vónir til, at oddaliðið skal
snáva enn eina ferð í
Runavík. Dysturnir fækka
og hetta er síðsta útkall,
skulu hini hava kjansin at
fáa HB aftur
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
HB hevur bara tapt tvær ferðir í ár.
Seinna ferðin var mikukvøldið í
Gundadali, tá EB/Streymur vitjaði,
og fyrra ferðin var, tá HB í triðja
umfari var í Runavík og vitjaði NSÍ.
Sum er, eru havnarmenninir 10
stig framman fyri NSÍ og Víking á
stigatalvuni, samstundis sum bara
sjey umfør eru eftir. Sostatt líkist
dysturin í Runavík sunnudagin
síðsta útkalli, um nøkur vón skal
vera fyri, at HB verður tikið aftur.
Dysturin verður spældur tíðliga
sunnudagin, so Bogi Løkin kann fáa
hann við, áðrenn hann seinni um
dagin fer niður í lestrarørindum.
Annars hevur NSÍ ikki nógvar
skaðar ella annað at dragast við.
Jóhan Troest Davidsen tó ikki klárur
enn, eftir at hann beklaði ímóti KÍ.
Hinvegin er toppskjúttin hjá NSÍ,
Károly Potemkin, aftur tøkur, eftir at
hann hevði karantenu 07 Vestur-
dystin.
Somuleiðis fær HB eisini sín
toppskjútta, Andrew av Fløtum,
aftur frá karantenu, og Rasmus
Nolsøe, sum hevur verið heima
hesa vikuna, tekur henda dystin
aftrat, áðrenn hann fer niðuraftur.
Hinvegin er Vagnur Mohr
Mortensen enn ikki klárur, eftir at
hann hevur verið skaddur síðani
dystin ímóti 07 Vestur.
Síðsta útkall
Vágamenn vitja Víking
Andrew av Fløtum er við aftur, nú HB vitjar NSÍ í Runavík. Hann sat uttanfyri við karantenu, tá HB
mikukvøldið tapti fyri fyrstu ferð síðani triðja umfar. Tað var júst ímóti NSÍ í Runavík…
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Miðju-
uppgerð
á Argjum
Bæði AB og ÍF hava
riðið lágt fyrr í
kappingarárinum, men
hava otað seg upp
ímóti miðjuni. AB má
sigast at hava bjarga
sær, meðan ÍF enn
hyggur aftur um seg
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað eru tvey lið, sum hava
verið í einum góðum stima í
síðstuni, sum hittast á Argjum
sunnudagin, tí bæði AB og ÍF
hava vunnið fleiri dystir og
fingið kærkomin stig síðstu
umførini. Og felag fyri tey er
eisini, at tey eftir eina trilvandi
byrjan hava strítt seg upp í
miðjuna á stigatalvuni.
AB hevur staðið seg so
mikið væl, at tey flestu eru
samd um, at argjamenn
mestsum hava tryggjað sær
plássið í Vodafonedeildini
komandi ár, meðan ÍF eisini
eru komnir væl fyri, men enn
ikki eru komnir heilt so langt
upp frá botnstríðnum sum AB.
Argjamenn eru stórt sæð
mannaðir á sama hátt, sum
teir hava verið tað síðstu
dystirnar. Nikolaj Eriksen, sum
hevur verið óheppin við
skaðum í ár, er aftur skaddur
og ikki klárur enn. Heldur ikki
Høgni M. Joensen og Alex
Mellemgaard, sum er skorin í
knænum, eru tøkir. Hinvegin
sat málverjin, Heðin Stenberg,
á bonkinum, tá AB vitjaði á
Toftum mikukvøldið.
Hjá ÍF er miðverjan aftur
fullmannað, nú Høgni
Zachariasen hevur meldað seg
kláran aftur. Hann fór skaddur
út ímóti Víkingi, og Kaj
Ennigarð, sum kom inn fyri
hann tá, fór seinni í tí
dystinum av vølli við skaða, og
hann verður helst úti í eina tíð.
Andy Olsen fór út við snuddi
mikukvøldið, men er helst
klárur, meðan Áki Petersen
enn er ivasamur.
Sosialurin 21. august 2009 – Nr. 158 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15
07 Vestur vísti styrki, tá tað mikukvøldið eydnaðist
at berja seg upp á javnt ímóti NSÍ, samstundis
sum Víkingur í Klaksvík mátti lúta fyri KÍ