Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. august 2009 – Nr. 158 Mamman talar at Nú ivi er sáddur um kynið hjá Caster Semenya, hevur mamma hennara, Dorcus Semenya, loyst frá posabandinum í suðurafrikanska dagblaðnum, The Star: – Dóttir mín er ein kvinna, og tað kann eingin broyta, tí soleiðis er tað. Eg skilji ikki, at nakar skuldi ivast í tí, og eg veit, hvør og hvat mítt egna barn er. Tit kunnu bara spyrja øll onnur í míni heimbygd, og tey vilja siga tað sama, at dóttir mín sjálvandi er ein kvinna, sigur mamma skjóta rennaran. Kvinna ella hvat… Altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt, IAAF, ætlar at kynskanna HM-gullvinnaran í 800 metra renning hjá kvinnum, Caster Semenya úr Suðurafrika. Hon vann HM-finaluna í Berlin mikukvøldið, tá hon vant burtur úr kappingarneytunum og var næstan tvey sekund framman fyri næstfremsta rennaran. IAAF váttar, at Semanya verður kannað, tí ivi er reistur um, um hon veruliga er konufólk, men svarið verður ikki greitt fyrr enn eftir HM-kappingina. Sum væntað, gjørdist tað 1. deildarfelagið AB, ið vann steypadystin mikukvøldið ímóti føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyum. Men føroyingarnir stríddust væl og góvu AB so fræga mótstøðu, at einki var avgjørt fyrr enn í allarsíðstu minuttunum FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá lutakastið í donsku steypa kapp- ing ini var greitt og tað vísti seg, at ÍF Føroyar skuldi spæla ímóti fyrr- verandi felagnum hjá Christian Høgna Jacobsen, AB, vóru tað fleiri, ið ristu við høvdinum, tí á pappír- inum skuldi eitt lið í tí lokalu Seriu 1 ikki havt allarminsta møguleikan ímóti einum, sum spælir í 1. deild og fyri fáum árum síðani enntá var í donsku superliguni. Serliga stúrdu fleiri fyri, at før- oysku útisetarnir, ið bert spæla fót- bólt í frítíðini og venja millum lítið og einki, fullkomuliga skuldu gera sær fyri skommum. Men tá dysturin varð spældur mikukvøldið á Glad- saxe Stadion, gjørdist tað til eitt heiðurligt føroyskt avrik, ið allir mans kundu kennast við. AB vann dystin 3-0, men tað var ikki fyrr enn í allarsíðstu minutt u- num, at munurin á máltalvuni gjørdist so stórur. Í hálvleikinum var AB á odda 1-0, og tann støðan helt sær líka til 88. minutt. Stríddust væl – Allir stríddust væl og góvu alt, sum teir áttu. Okkara spælarar vóru væl við og vístu, at vit hava eitt lið, ið saktans kann standa seg á hægri stigi, enn tað spælir á til dagligt her niðri. Fyri okkara viðkomandi er tal- an er um góðar spælarar, sum hava royndir úr føroyskum fótbólti, sigur Uni L. Hansen, formaður í ÍF Før- oyum. – Sjálvandi er kropsliga venjingin á muni, tí hinir venja kanska fýra til fimm ferðir um vikuna, meðan vit kanska venja tvær ferðir. AB hevði yvirvág og hevði bóltin nógv, men kom kortini ikki til so nógvar kjansir. Hjá okkum ráddi um at standa øgi- liga væl á vøllinum, so vit ikki blivu ov lætt yvirspældir. Men disiplinin var í toppi og hugburðurin hjá spælarunum var ótrúliga góður. Tað var enntá um reppið, at ÍF Føroyar kom á odda, tá bara einir fimm minuttir vóru farnir. Hetta var eftir eitt álop í vinstru síðu, har Pætur Dahl sendi bóltin fram til einsamalla framherjan, Erling Fles, sum teir í AB ongantíð fingu fatur á, og hann smekkaði bóltin fram við málverjanum – men á stongina! – Hevði hasin bólturin farið inn, kundi dysturin myndað seg heilt øðrvísi, tí so vænti eg, at panikkur hevði komið í AB. Men tíverri fyri okkum, so spurdist ikki mál burt ur- úr, sigur Uni. Góða hjálp Tað var ikki sørt, at innsatsurin hjá ÍF Føroyum minti um onkrar av lands dystunum hjá Føroyum, har mótstøðan var í væl betri venjing og hevði nógv meira orku. Men fleiri av føroysku spælarunum hava eitt nú royndir frá at spæla euro- peiskar dystir fyri síni feløg heima í Føroyum. – Tað hava eitt nú Emil Nolsøe Leifsson, Johan V. Gunnarsson, Pætur Dahl og kanska aðrir við gjørt, so teir vistu nøkulunda, hvat teir fóru inn til. Serliga í verju- spælinum lá væl fyri, og miðverj ar- nir báðir, Jákup Olsen og Ovi Brim, fingu fatur á stórt sæð øllum, sum kom inn í okkara brotsteig, sigur Uni L. Hansen. – At tað eydnaðist at fáa Atlants- flog og aðrar góðar stuðlar at fáa okk um einar seks av teimum frægaru spælarunum niður til dyst- in, so vit kundu stilla upp við sterkastu manning, gjørdi øgiliga góðan mun, og vit vilja takka teim- um, ið gjørdu tað møguligt hjá okk- um at taka dystin upp við AB. Fyri spælararnar og tey, sum eru rundan um føroyska fótbóltsfelagið í Keypmannahavn, gjørdist dysturin í øllum førum ein stór uppliving. – Hetta var øgiliga stuttligt hjá okkum at sleppa at royna, tí ÍF Før- oyar hevur í gerandisdegnum eina øgiliga anonyma tilveru í Keyp- manna havn. Tað eru ikki nógv, sum hoyra um okkum, hóast felagið fyllir øgiliga nógv hjá okkum, sum eru niðri og eru í felagnum, sigur Uni. – Kanal 5 fylgdi væl við dystinum, umframt at bæði Rás 2 og Kring- varpið høvdu fingurin á pulsinum, so vit fingu nógva umrøðu burtur úr hesum kvøldinum. Vit høvdu her ein gyltan møguleika at gera nógv burturúr, og tað bleiv eisini gjørt. Tað eru vit glaðir fyri, og so eisini tað, at vit stóðu okkum væl. FAKTA um dystin ÍF Føroyar-AB 0-3 (0-1) Steypadystur á Gladsaxe Stadion 0-1: Nick Christensen, 38. 0-2: Simon Bræmer, 88. 0-3: Nick Christensen, 89. Dómari: Darko Haramija ÍF-Føroyar: Heini Kristiansen – Stefan í Skorini (Henry Petersen, 85.), Ovi Brim, Jákup Olsen, Kaj á Stongum – Eyðfinn Fjalsbak (Petur Óli Samuelsen, 85.) – Hanus Eliasen (Rógvi Arge, 75.), Johan V. Gunnarsson, Emil Nolsøe Leifsson, Pætur Dahl – Erling Fles Venjari: Sigmund Mikkelsen AB: Thomas Seidelin – Kenneth Bjergsted, Jacob Berthelsen, Rasmus Thelander, Jacob Abildgaard (Mathias Tauber, 46.) – Peter Benjaminsen, Rasmus Nielsen, Klaus Lykke (Simon Bræmer,60.), Thomas Asmussen – Casper Henningsen (Carsten Fredgaard, 72.) og Nick Christensen Venjari: Flemming Christensen Áskoðarar: 268 Útisetarnir fullu við æru Erling Fles er áleypari og toppskjútti hjá ÍF Føroyum, og tað var eisini hann, ið átti størsta kjansin hjá føroyska útisetafelagnum í steypadystinum mikukvøldið ímóti danska 1. deildarfelagnum, AB Mynd: Rólant Waag Dam