Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mars 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2000 JÁKUP MØRK Legardagin leiktu yngru leikararnir seinasta umfari í Grand-Prix kappingini. Kappast varð í einmansleiki, og fór kappingin fram í badmintonhøllini í Havn. Hetta var sætta kappingin, sum hildin varð í vetur, og í hvørjari kapping, hava einstøku leikararnir fingið stig, alt eftir hvussu tey hava staðið seg. Nú seinasta kappingin varð leikt, kundu stigini teljast saman, soleiðis at endaligu vinnararnir av Grand-Prix kappingini kundu kjósast, og vórðu hesi sum víst niðanfyri: Gentur 10 ár: Nr. 1 Brynhild Carlsson, HBF 1500 stig Nr. 2 Agnas Olsen, VÍF 1330 stig Nr. 3 Conni Kass Jacobsen, HBF 1185 stig Dreingir 10 ár: Nr. 1 John André Niclasen, ÍF 1500 stig Nr. 2 Magnus á Rógvu, VÍF 1310 stig Nr. 3 Jan Ellingsgaard, ÍF 1185 stig Gentur 10-12 ár: Nr. 1 Rannvá á Rógvu, VÍF 1400 stig Nr. 2 Ulla í Dávastovu, VÍF 1380 stig Nr. 3 Christina Eriksen, VÍF 1295 stig Dreingir 10-12 ár: Nr. 1 Niclas Eysturoy, HBF 1500 stig Nr. 2 Hilmar Kass Jacobsen, HBF 1355 stig Nr. 3 Bjarki Kristian Gram, HBF 1215 stig Gentur 12-14 ár: Nr. 1 Lis Christoffersen Hansen, VÍF 1012 stig Nr. 2 Margith Durhuus, VÍF 470 stig Nr. 3 Elisabeth Petersen, VÍF 444 stig Dreingir 12-14 ár: Nr. 1 Thomas Rubeksen, HBF 1475 stig Nr. 2 Gunnar Poulsen, HBF 1297 stig Nr. 3 Jákup á Lakjuni, ÍF 1280 stig Dreingir 14-16 ár: Nr. 1 Høgni Madsen, ÍF 1325 stig Nr. 2 Dánial Pauli Joensen, ÍF 1235 stig Nr. 3 Steinar Jacobsen, ÍF 1190 stig Kvinnuunglingar: Nr. 1 Elin Hansen, HBF 800 stig Nr. 2 Fríða Næs, VÍF 445 stig Nr. 3 Guðrun Poulsen, VÍF 444 stig Mansunglingar: Nr. 1 Bjartur Lamhauge, HBF 1150 stig Nr. 2 Aksel Poulsen, HBF 1140 stig Nr. 3 Marius Thomassen, HBF 735 stig Okkum hevur tíverri ikki eydnast at fáa myndir av øllum vinnarunum, men flestu av myndunum hava vit fingið, og eru hesar vístar á næstu síðu. Vaksnu leikararnir royndu seg eisini um vikuskiftið. Grand-Prix kapping teirra er tó ikki liðug enn, tí enn resta tvey umfør í, áðrenn endaligu vinnararnir kunnu kjósast. Vinnararnir sunnudagin vóru hesi: Kvinnur: Nr. 1 Ingun Hansen, Strálan Nr. 2 Elin Jacobsen, HBF Menn: Nr. 1 Ragnar Rasmussen, HBF Nr. 2 Erland Poulsen, HBF Hóast Grand Prix kappingin hjá yngru leikarunum nú er liðug, so er kappingarár teirra kortini ikki av enn. Næsta kappingin verður FM í badminton, har kappast verður í bæði einmans- og tvímansleiki. Grand-Prix í badminton Um vikuskiftið var seinasta umfar í kappingini hjá yngru leikarunum leikt. Vaksnu leikararnir hava enn tvey umfør eftir at leika JÁKUP MØRK Bólkur C Farvæl til Matthaus Oddaliðið í Bólki C, Bay- ern München, styrkti um støðu sína, tá teir á heima- vølli vunni 4-1 á Real Ma- drid. Dysturin var bert fýra mi- nuttir gamal, tá Mehmet Scholl legði týska liðið fram um, og á hálva tím- anum økti brasiliumaðurin, Elber, upp í 2-0. Real Madrid kom tó na- kað fyri seg aftur, og tá hálvur tími var eftir at leika, minkaði Helguera um mun- in. Týsku meistararnir góv- ust tó ikki á nakran hátt, og tvey mál frá Alexander Zickler syrgdu fyri enda- ligu støðuni. Hetta var annars eitt sera kensluborið kvøld fyri týsk- a veteranin, Lothar Matt- haus, við tað at hetta var Dynamo Kiev hevur fingið ferð á Hálvfinalistarnir frá undanfarnu kapping, Dynamo Kiev, hava nú vunnið tveir dystir á rað, og eru nú ájavnir Real Madrid á øðrum plássi í bólki C. Í bólki D er alt framvegis púrasta opið seinasti dystur hansara í reyða Bayern búnanum. Í dag gongur leiðin til USA, har hann ætlar at enda yrk- isleið sína hjá New York Metrostars. Sostatt eru týsku meist- ararnir mest um vísir í at koma til fjórðingsfinalurin, meðan Rela Madrid hin- vegin nú er undir hørðum trýsti frá Dynamo Kiev. Ukrainsku meistararnir leiktu mikukvøldið á úti- vølli móti norska Rosen- borg, og við tveimum mál- um frá Sergei Rebrov, eydnaðist tað at teimum at fáa ein tepran sigur heim aftur við sær. Rebrov, sum nú verður settur í samband við Tott- enham, skoraði til 1-0 eftir góðan hálvan tíma, men løt- u seinni javnaði Orjan Berg fyri norsku meistararnar. Eftir hetta gekk javnt á, men Rebrov sløkti enn einaferð norsku vónirnar, tá hann um miðjan seinna hálvleik skeyt seinasta mál- ið í dystinum. Á odda í bólki C er fram- vegis Beyern München við tíggju stigum. Dynamo Ki- ev og Real Madrid hava nú bæði seks stig, meðan Ros- enborg á fjórða plássinum hevur eitt stig. Bólkur D Støðan er sera spent Í bólki D eydnaðist tað Chelsea at vinna seg upp á ovastu rók, eftir at teir á heimavølli vunnu 1-0 á O- lympique Marseille. Málið fingu teir um mið- jan fyrra hálvleik, tá lið- skiparin, Dennis Wise, sendi eitt hart skot í netið. Spælið hjá enska liðnum var tó einki at reypa av, og venjari teirra, Gianluca Vi- alli, segði eisini eftir dystin, at teir mugu finna annað spæl fram, um framhald- andi luttøka í kappingini skal tryggjast. Týdningar- miklu stigini komu tó til høldar, og hetta fegnaðist italiumaðurin eisini um. Í hinum dystinum í bólk- inum, eydnaðist tað holl- endska Feyenoord at fáa ein málleysan javnleik á heimavølli móti Lazio, hó- ast tað meginpartin av dyst- inum vóru rómverjarnir, sum høvdu mesta spælið. Ofta gekk tað tó ov seint fyri seg, og tískil megnaði Feyenoord at halda mót- støðuliðnum frá teimum stóru møguleikunum. Tó var tað um reppið, at Lazio fór avstað aftur við øllum stigunum, tá Feye- noord málverjin, Dudek, kiksaði eitt útspæl, soleiðis at Marcelo Salas slapp at halda beina kós móti mál- inum. Málverjin megnaði tó at bøta um skaðan, og harvið tryggja heimalið- num annað stigið. Feyenoord og Chelsea er- u nú á odda í bólki D við sjey stigum í part, meðan Lazio á triðja plássinum hevur fimm stig. Aftast er Marseille við trimum stig- um, so enn er einki avgjørt í bólkinum. Unga spanska stjørnan, Raul, takkar farandi týsku stjørnuni, Matthaus fyri dystin mikukvøldið Vinn pláss hjá Herfølge Komandi fýra vikurnar ber til at vinna sær pláss á oddaliðnum í donsku superliguni JÁKUP MØRK Danska Tipstænastan he- vur nú gjørt av, at kom- andi fýra vikurnar verður lutakast millum tey, sum tippa í sonevnda Tips 12. Tips 12 fevnir um dyst- irnar í donsku kappingini, og fyri at gera vart við spælið, nú danska kapp- ingin byrjar aftur um vi- kuskiftið, hevur Tipstæ- nastan tikið hetta stigið. Viku sáttmálar Millum allar røðirnar, sum vinna nakað sum helst komandi vikurnar, verður lutur kastaður um 10 eykavinningar, sum eru ein vikulangur sátt- máli við oddaliðið í Su- perliguni. Venjarin, Joh Faxe Jen- sen, hevur lovað at taka væl móti nýggju leika- runum, og sleppa teir so- statt at venja og ferðast saman við liðnum. Faxe vil tó ikki siga na- kað um, hvørt nýggju leikararnir fáa møguleika at royna seg í dysti. Vinnararnir av luta- kastinum hava eisini møguleika fyri at býta sáttmálan um við 25.000 kr. Føroyskir jugo- slavar í Týsklandi Teir báðir jugoslavarnir, Ninoslav Milenkovic og Velibor Kopunovic royna seg nú í týskum fótbólti JÁKUP MØRK Seinastu árini hevur talið av útlendingum í føroyskum fótbólti verið alsamt hækk- andi. Nakrir av hesum útlend- ingum støðast rættuliga væl, meðan aðrir bert eru her eitt ár ella so, fyri síðani at royna aðrar leiðir. Tveir av hesum seinnu nevndu eru teir báðir, Ve- libor Kopunovic og Nino- slav Milenkovic, sum báðir hava roynt seg í føroyskum fótbólti. Velibor kom henda vegin saman við táverandi VB venjaranum, Tomislav Si- vic, tá hesin kom til landið í 1996. Ninoslav hevur roynt seg í føroysku kapp- ingini seinastu tvey árini, har hann hevur verið fastur fúsur á B36 liðnum, eisini við Tomislav Sivic sum venjara. Eftir at teir eru farnir úr Føroyum, hevur lítið verið at hoyrt til teir, men nú hev- ur ein vakin lesari funnið nøvn teirra á heimasíðuni hjá týska liðnum Dynamo Dresden. Dynamo Dresden liggur í løtuni á 12. plássi í re- gionalliguni fyri landnyrð- ingspartin av Týsklandi. Gentur 10 ár, Agnas, Brynhild og Conny Dreingir 10 ár, Magnus, John André og Jan Gentur 10-12 ár, Ulla, Rannvá og Christina Dreingir 10-12 ár, Hilmar, Niclas og Bjarki Kristian Dreingir 12-14 ár, Gunnar, Thomas og Jákup Mansunglingar, Aksel, Bjartur og Marius Dreingir 14-16 ár, Dánial Pauli, Høgni og Steinar Vinnarar av Grand-Prix 2000 Sum greitt frá á undanfarnu síðu, so hevur tað tíverri ikki eydnast okkum at fáa myndirnar av øllum vinnarunum. Hjálagt eru tó myndir av tirmum teimum fremstu leikarunum í nøkrum av deildunum Sosialurin ynskir øllum vinnarunum hjartaliga til- lukku við sigrinum