fríggjadagur 10. mars 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
JÁKUP MØRK
Neistin-H71 29-23 (14-14)
Gjøgnum alt kappingarárið,
og serliga seinastu vikurnar,
hevur stórur munur verið á,
hvussu hevur hylnast hjá
teimum báðum liðunum,
sum mikukvøldið skuldu
royna seg í Ítróttarhøllini á
Hálsi.
H71 hevur alt kappingar-
árið talst millum niðaru lið-
ini á stigatalvuni, meðan
Neistin hinvegin hevur ver-
ið í toppinum, og meðan
Neistin higartil hevur vunn-
ið allar sínar dystir í enda-
spælinum, hava hoyvíking-
ar fingið lemjandi kritikk
fyri síni avrik seinasta má-
naðin ella so.
Tískil var kanska vænt-
andi, at Neistin fór at vinna
ein stórsigur, og á tann hátt
betra eitt sindur um mál-
munin, sum kann fáa av-
gerandi týdning í seinasta
enda.
H71 gavst ikki
At byrja við var eisini líkt
til, at júst ein stórsigur var
tað, sum neistaleikararnir
høvdu í huga. Eftir fáum
minuttum var støðan longu
5-1, og so hildu fáu áskoð-
ararnir í høllini, at hesin
dysturin var avgjørdur.
Neistaleikararnir hildu
helst tað sama, men trupul-
leikin var bara tann, at teir
høvdu gloymt at spurt hoy-
víkingar eftir. Hoyvíkingar,
uttan skadda Olaf Vester-
gaard, men stryrktir við fys-
iskt sterka Allan Mørkøre
og kvika Jákup á Borg, fóru
nú spakuliga í holt við at
taka leiðsluna aftur.
Um hálvan hálvleikin
høvdu teir vunnið seg fram
um Neistan, og síðani gekk
javnt á, tað næsta korterið.
Liðini bæði skiftust um at
hava leiðsluna, og javnleik-
ur mundi tí vera ein hósk-
andi hálvleiksstøða.
Sama søgan
Seinna umfarið byrjaði eins
og fyrra, og tá einir tíggju
minuttir vóru farnir av hálv-
leikinum, var Neistin fram-
man fyri við einum fimm
málum. Hoyvíkingar, sum í
fleiri dystum hava tykist at
orka ov lítið eftir steðgin,
megnaðu tó enn eina ferð
at skapa nakað av spenningi
í dystin.
Hesu ferð gjørdust teir tó
ov stuttir, men komst serliga
av, at Petur Magnusson nú
framdi fleiri bjargingar, og
so at Áki Olsen rættuliga
tók dik á seg. Stórskjúttin
úr Vestmanna fekk mál
burtur úr so at siga øllum,
og var kanska meira enn
nakar annar maðurin, sum
tryggjaði Neistanum stigini
hetta kvøldið, hóast áhaldni
hjá Kára Mortensen ikki er
at forsmáa.
Hin stórskjúttin á Neista-
liðnum, Heini Joensen, hev-
ði als ikki nakran góðan dag
mikukvøldið. Skotroyndir-
nar vóru tó eins nógvar, og
tær vanliga eru, men antin
var neyvleikin ikki nóg góð-
ur, ella varð royndin møtt
av hoyvíksverjuni.
Nærri enn tveimum mál-
um komu hoyvíkingarnir so
ikki í seinna hálvleiki, og
móti endanum, tá alt var
mest sum avgjørt, kundi
Neistin so fáa nøkur løtt mál
afturat.
Kanska í framtíðini
Sjálvsagt var frøi á neista-
leikarunum, nú teir aftur eru
ájavnir vestmenningum í
stigum, men hugburðurin til
Fingu neyðugu stigini
Neistin vann sær bæði stigini móti H71 mikukvøldið, og eru teir nú ájavnir
vestmenningum, men tað er púra vist, at teir skulu finna annað spæl fram
komandi vikurnar, um gullvónirnar skulu varveitast
JÁKUP MØRK
Tjaldur-StÍF 21-34 (10-
14)
Eftir at dysturin millum
liðini bæði varð avbrotin
fyri viku síðani, skuldu
Tjaldur og StÍF enn eina-
ferð hittast mikukvøldið.
Tjaldursmenninir høv-
du kanska vóna, at tað
skuldi bera til at fáa eitt
líkinda úrslit burtur úr
dystinum,
tí
tá
undanfarni dysturin varð
steðgaður, hevði gingið
hampuliga javnt á, hóast
dysturin kanska hevði
verið heldur rokmikil.
Eingin ivi
Dysturin mikukvøldið
byrjaði eisini hampuliga
javnt, men eftir at Tjal-
drið hevði javnað til 4-4
gekk bara ein veg, og
hetta var til fyrimuns fyri
føroymeistararnir
av
Strondum.
Teir settu snøgt sagt
ferðina eitt sindur upp,
og síðani vóru teir á
heimaliðnum ongantíð
nær námind sensatiónini.
Í hálvleikssteðginum
var munurin tó ikki hin
stóri, men í seinna hálv-
leiki øktu strandingar
støðugt um munin, so-
leiðis at stóri sigurin
kundi tryggjast.
Dupultan leiklut
Tað skal tó leggjast aft-
urat, at Tjaldrið viknaði
munandi í seinna hálv-
leiki. Fyrst fekk Ragnar
Olsen reyða kortið fyri
at toga Artur í armin, tá
hesin hevði beina kós
móti málinum, og móti
endanum
av
seinna
hálvleiki fekk Tummas
Magnussen
eisini
ostaskorpuna at síggja
fyri sama brot móti sama
leikara.
Tá so Súni Fríði eisini
noyddist av vøllinum,
vóru góð ráð dýr, tí nú
vóru einans fimm úti-
leikarar eftir á liðnum.
Ráðini vórðu tí, at Jørgin
Gudmundson varð tikin
úr málinum og latin í
nýggja troyggju, soleiðis
at
hann
á
dómaraseðlinum
varð
skrásettur tvær ferðir. Jør-
gin megnaði eisin at fáa
eitt mál móti endanum av
dystinum, og avloysari
hansara, Sjúrður Jacob-
sen stóð seg bara heilt væl
í málinum.
Hanga í
Við sigrinum mikukvøld-
ið helt StÍF fast um vón-
ina um at endurvinna
meistaraheitið, og eftir
dystin var venjarin, Jón-
leif Sólsker, eisini væl
hýrdur. Serliga lat hann
væl at skjóta spælinum,
sum lið hansara hevði
sýnt.
Tað verður helst eisini
neyðugt hjá StÍF at vísa
seg frá sínari bestu síðu
komandi vikurnar, tí eftir
at teir sunnudagin skulu
royna seg móti H71,
standa tríggir sera torførir
heimadystir á skránni.
Neistin, VÍF og Kyndil
koma á vitjan í nevndu
raðfylgju, og ivaleyst
kann hetta samanberast
við at leika tríggjar stey-
pafinalur á rað, tí StÍF
hevur valla ráð til at tapa
nakran av hesum dystum.
Tað høvdu teir forrestin
heldur ikki seinasta ár um
sama mundi…
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinus-
sen 8 (4), Arngrímur Arn-
grímsson 4, Tummas
Magnussen 3, Súni Fríði
Johannesen 2, Arnfinn
Langgaard 1, Áki L. Han-
sen 1, Svenn Olsen 1, Jør-
gin Gudmundson 1
StÍF: Artur Johansen 9
(2), Jónleif Sólsker 6,
John Petersen 5 (3),
Sveinbjørn Poulsen 5,
Pauli Hansen 3, Leivur
Justinussen 2, Marius Jo-
ensen 2, Alexandur Jo-
hansen 1, Poli Hansen 1
Brotskøst:
Tjaldur 4, StÍF 5
Útvísingar:
Tjaldur 1, StÍF 3
Diskvalifikatiónir:
Tjaldur
2
(beinleiðis
reytt)
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar
Petersen
og
Kristian Johansen
Stórsigur
Eingin ivi var um úrslitið, tá Tjal-
dur og StÍF mikukvøldið gjørdu
útsetta dystin av sær. StÍF vann
greiðan sigur, og heldur framhald-
andi fast um FM-vónina
uppgávuna skal í øllum før-
um broytast, um teir ætla at
gera sær nakrar vónir um
gullmerkini.
Hetta munnu leikararnir
tó eisini vera fullgreiðir yv-
ir, og einki er at ivast í, at
teir fara geva seg nakað væl
meira, tá mótstøðuliðið eit-
ur StÍF ella VÍF.
Hoyvíkingar hava sein-
astu tíðina leikt nakrar dyst-
ir, sum hava verið alt annað
enn góðir og spennandi.
Mikukvøldið var tó vend
komin í, tí hóast teir ikki
megnaðu at gera Neistanum
nakað, so var aftur vilji at
síggja í spæli teirra.
Eisini var tað ein góður
styrkur, at bæði Allan
Mørkøre og Jákup á Borg
nú eru aftur á liðnum. Allan
er kanska ikki ein eins góð-
ur teknikari sum Jákup, men
kropsliga styrki hansara er
øgilig, og tá hann nýtir hesa
á rætta hátt, er hann ein
fongur, bæði í verju og á-
lopi.
Liðið telur eisini fleiri að-
rar spennandi ungar leik-
arar, so hóast teir enn ikki
hava fingið tað stóra burtur
úr hesum kappingarárinum,
so kann væl verða, at meira
fer at spyrjast burtur úr
komandi árini. Ikki minst,
tá havt verður í huga, at
venjingarumstøðurnar verð-
a bøttar munandi komandi
vetur, tá nýggja ítróttahøllin
í Hoyvík væntandistendur
liðug.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Áki Olsen 9, Kári
Mortensen 7, Heini Joensen
4 (1), Karl O. Rasmussen
3, Finnur Hansson 3, Jákup
Sverri Kass 2, Elmar Ósá 1
H71: Allan Mørkøre 6 (1),
Eyðun H. Højgaard 6, Hal-
gir Dahl Olesen 5, Jákup á
Borg 4, Bárður Brimvík 2
Brotskøst:
H71 4, Neistin 2
Útvísingar:
H71 4, Neistin 3
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans
Thomassen
Tað eydnaðist Karl Oddmari og teimum úr Neistanum at vinna sær vinna sær tvey stig
móti H71, men leingi góvu hoyvíkingarnir harða mótstóðu
Mynd: Álvur Haraldsen
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 VÍF
9
7 - 0 - 2
610
472
138
25
2 Neistin 8
8 - 0 - 0
587
496
91
25
3 StÍF
8
6 - 0 - 2
582
493
89
23
4 Kyndil 8
5 - 0 - 3
562
489
73
17
5 KÍF
9
3 - 0 - 6
468
595
-127
7
6 H71
9
1 - 0 - 8
487
597
-110
4
7 Tjaldur 9
0 - 0 - 9
504
658
-154
3
Støðan, 1. deild menn
Sunnudagin verður farið
undir aftur fótbóltslands-
kappingina í Danmark. 28.
mai verður síðsta umfarið
spælt, og tá verður greitt,
um ein føroyingur fyri fyr-
stu ferð nakrantíð fer at ver-
a við til at vinna ein fót-
bóltsmeistaraskap uttan-
lands.
Átjan umfør vórðu fingin
frá hondini undan vetrar-
steðginum, og nú sjøtul
verður settur á fimtan tey
síðstu umførini, liggur Her-
følge á odda. Teir eru seks
stig undan Brøndby, og hes-
a síðstu vikuna hava nógvir
í Danmark, sum mettir
verða at hava skil fyri fót-
bólti, givið til kennar, hvat
teir halda um møguleikar-
nar hjá Herfølge at varð-
veita oddastøðuna og har-
við fyri fyrstu ferð at vinna
meistaraskapin.
Ikki so sjáldan hevur
sjónarmiðið
verið,
at
Brøndby, sum hevur fingið
nýggjan norskan venjara,
og sum hevur styrkt seg við
fýra norskum og svenskum
landsliðsspælarum, fer at
enda ovast. Men tað eru tey,
ið halda, at Herfølge var so
sannførandi í heyst, at tað
er eingin orsøk ikki at rokna
við, at teir fara at halda tørn.
Bo roknar við
Herfølge
Millum hesi seinast nevndu
er venjarin hjá danska
landsliðnum, Bo Johans-
son. Fyrr í vikuni segði
hann stutt og greitt, at Her-
følge eigur besta fótbólts-
liðið í Danmark. Hann rósti
John Faxe Jensen fyri at
hava fingið so stóra úrtøku
burturúr manningini, og
hann helt, at spælistílurin
líktist ikki so lítið honum
hjá danska landsliðnum.
– Í nógvum donskum fe-
løgum hyggja tey við und-
ran at norska Rosenborg.
Hesi eiga eisini at hyggja
at Herfølge, tí spælistílurin
er rættuliga líkur. Ein spælir
fyri allar og allir fyri ein.
Herfølge var miðvíst í á-
lopspartinum, har teir í
heyst vístu frágera gott
vongspæl, og tað fer at bera
teir langt, er skoðsmálið,
sum felagið hjá Jákupi
Mikkelsen fær frá danska
landsliðsvenjaranum.
Todi er ikki ósamdur
Um Herfølge vinnur DM,
so fara teir at fáa steyp og
gullkrónur eftir 33. og síð-
sta umfarið, og um teir
røkka so langt, so verður
talan um ein av mest óvænt-
aðu DM vinnarunum nak-
rantíð.
Sambært skránni skal
Herfølge í síðsta umfari-
num spæla á heimavølli.
Mótstøðuliðið verður FCK,
og tað vil við øðrum orðum
siga, at tað er væl hugsandi,
at Todi Jónsson verður á
staðnum, tá Jákup Mikkel-
sen kann fara at fáa gull-
krónuna.
Nú skulu vit ikki kanna
Jákupi bitan, áðrenn hann
er svølgdur. Tað ber eisini
til at ímynda sær, at Todi
fer at skora í tí dystinum
og kanska harvið at syrgja
fyri, at Herfølge ikki verður
meistari, men nú mugu vit
bíða eitt sindur við at í-
mynda okkum sovornar
møguleikar.
– Tað hevur verið tosað
nógv um Brøndby, og tað
kann væl vera, at teir fara
at vinna DM. Men møgu-
leikin er eisini har, at tað
fer at gangast hjá teimum,
sum tað gekk hjá okkum í
fjør. Brøndby og Herfølge
hittast longu annað viku-
skifti, og um Jákup og teir
koma væl frá tí uppgávuni,
so fara teir at liggja heilt
væl fyri.
Hetta sigur Todi Jónsson,
og hann heldur fram:
– Tað verður ofta sagt, at
tað er skjótt at vinna seks
stig innaftur. Men í út-
gangsstøðuni er Herfølge
best fyri. Teir hava eitt gott
fótbóltslið, og eg verði ikki
ovfarin, um Jákup og teir
vinna DM.
Hagtølini siga, at liðið,
sum er fremst í vetrarsteðg-
inum, endar á heiðurs-
merkjaplássi. Einasta und-
antakið í níti árunum er
Brøndby, sum í vetrarsteðg-
inum 1991/1992 var fremst,
men sum endaði á áttanda
plássi. Í fýra av sjey kapp-
ingarárum síðani tá, hevur
oddaliðið í vetrarsteðginum
vunnið DM.
Lítil knæskaði plágar
Todi Jónsson hevur hesar
seinastu dagarnar drigist
við ein lítlan knæskaða,
men hann roknar við at vera
klárur sunnudagin. Kapp-
ingin í FCK er stór um
plássini, men sambært tí,
sum FCK venjarin, Kim
Brinck, sigur, so verður
Todi í vinstru síðu á mið-
vøllinum, um hann ikki
verður skaddur.
FCK spældi leygardagin
síðsta venjingardystin und-
an kappingarbyrjan. Teir
høvdu í Parkini vitjan av
Malmö FF, sum varð sent
um Oyrasund við 3–0 tapi.
Todi Jónsson spældi í 75
minuttir, og sambært upp-
lýsingum í donsku pressuni
var tað serliga í vinstru síð-
u, at FCK myndaði vanda-
mikil álop. Todi skoraði
ikki, men ta einu ferðina var
um reppið. Eftir solo gjøg-
numbrot sendi hann lang-
skot upp undir tvørtræið,
men bólturin støkk niður
skeivu megin málstrikuna.
Báðir í sjónvarpinum
Sunnudagin á middegi fer
FCK til Aalborg við flúgv-
ara. Dysturin móti meist-
araliðnum úr AaB verður
seinnapartin kl. 17, og hann
verður vístur á sjónvarps-
rásini TV3+. Síðsta løtan
verður at síggja í Onside
sendingini á TV3.
Jákup Mikkelsen og Her-
følge fara ikki í eldin fyrr
enn mánakvøldið. Tá skulu
teir spæla í Lyngby. Tann
dysturin verður sendur
beinleiðis á TV3+ rásini.
John Faxe Jensen hevur
ikki verið heilt nøgdur við
spælið í venjingardystu-
num. Herfølge vann í fyrsta
dystinum 2–1 móti Hvid-
ovre, men sjálvt um teir
Nú fer Jákup at stríðast fyri DM
Superligan: Todi Jónsson er samdur við danska landsliðsvenjaranum, sum heldur, at Herfølge hevur góðar
møguleikar at vinna danska meistaraskapin
hava havt bóltin mest í hin-
um dystunum, so hevur tað
gingið illa at skapa mál-
møguleikar. Síðsta viku-
skifti tapti Herfølge 1–0
móti grannunum í Køge.
– Men mínir spælarar eru
kropsliga væl fyri, og kon-
ditiónin er í topp, sigur John
Faxe Jensen, sum tykist ætl-
a sær at spæla meiri við í
vár, enn hann gjørdi í heyst.
Venjarin
segði
undan
kappingarbyrjan
síðsta
summar, at hann fór at verð-
a nøgdur, um teir endaðu
millum seks tey ovastu
liðini, og Faxe sigur seg
framvegis hava sama mál,
og hann hevur einki ímóti,
at trýstið verður lagt á gam-
la felagið hjá honum,
Brøndby:
– Teir verða torførir at
hava við at gera. Tá eini
seks ella sjey umfør eru far-
in afturum, vera vit nógv
klókari, enn vit eru nú. Um
vit eisini tá fara at liggja væl
fyri, so er ikki óhugsandi,
at vit fara at miðja eftir
einari hægri endastøðu, men
í nakrar vikur afturat fara
vit at miðja eftir sætta
plássinum, er boðskapurin
hjá John Faxe Jensen til øll
tey, sum royna at flyta trýst-
ið yvir á Herfølge.
Størri kapping í AGF
Hóast FCK ikki hevði na-
kað serliga gott heyst, so
verður møguleikin ikki úti-
hýstur, at FCK, sum er á
áttanda plássi við 24 stig-
um, hevur møguleika at
vinna tey fimm stigini, sum
skulu til fyri at enda á heið-
ursmerkjaplássi.
Triðji føroyingurin í su-
perliguni er Óli Johannesen.
Í danska fótbóltsheiminum
verður møguleikin ikki
útihýstur, at stórfelagið í
Århus fer at enda á øðrum
niðurflytingar plássinum.
Eftir átjan umfør er AGF
triðji aftast við fimtan stig-
um. Hini liðini í kappingini
fyri at sleppa undan nið-
urflyting eru Vejle 12 stig,
Esbjerg 14 stig og OB, sum
hevur 17 stig.
Óli Johannesen er við í
stríðnum um plássini á lið-
num í superliguni, og tað
stríðið er ikki minni nú, enn
tað var í heyst. AGF hevur
keypt fýra spælarar í vet-
rarsteðginum.
Anders
Bjerre, sum bæði hevur ver-
ið í miðverjuni og á mið-
vøllinum, hevur verið knæ-
skaddur, men hann venur
aftur.
– Vit hava spælt væl í
venjingardystunum, og tað
vóni eg, at vit eisini fara at
gera í landskappingini. Men
mest týdningarmikið er, at
vit fáa mál og vinna fleiri
stig enn tey liðini, sum vit
kappast við um at sleppa
undan niðurflyting, sigur
Peter Rudbæk, sum verður
venjari í AGF fram til
summarsteðgin.
JH
Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge skulu nú royna at
varðveita fyrsta plássið, sum teir í løtuni eru á
Todi Jónsson og liðfelagarnir skulu nú royna at stabi-
lisera liðið
Í AGF skal Óli Johannesen verða við til at venda AGF
skútuni, sum seinnu árini hevur havt kós niðureftir