fríggjadagur 21. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 • 21. august 2009
Vikuskifti
5
Hetta er tó ikki eitt arbeiðslag,
sum 64 ára gamla Margrete
Auken hevur nýtt tey meiri enn
30 árini hon hevur verið virkin á
reyð/grøna vonginum í donskum
po litik ki, millum annað sum fólka
tings limur. Altíð við umhvørvi og
globalum solidariteti, sum frems tu
stríðsmálini.
Seinastu tíðina hevur Margrete
Auken verið í ljósmálanum á tveim
um mótum. Fyrst varð hon vald
inn í Europaparlamentið á kanón
valinum hjá SF í juni, og seinast við
hjartanemandi og vísu prædiku ni,
tá bróðurin, Svend Auken, fór til
gravar.
Men her í Føroyum hevur hon
eisini verið at síggja í gøtunum,
her hon hevur verið í sambandi við
listaframsýning hjá Arne Haug
en Sørensen, sum hon letur upp
á Listasavni Føroya. Her fer hon
at hugleiða um list og kristin dóm
við støði í verkunum hjá danska
listamanninum.
Piparspray og
knippil suppa
So tað er ein fjølbroytt kvinna,
sum vit hitta á hotellinum í morg
un. Ein lærd kvinna, við nógv um
hjartamálum og drúgvum roynd
um. Men eisini kvinnan, sum
ofta hevur verið í andróðri, tí hon
hvør ki dugir ella vil tiga, tá hon
met ir, at talast skal.
Tí klárar hon heldur ikki at
krógva vreiðina inn á hendingina
her fyri, tá irakisk flóttarfólk, sum
høvdu leitað sær skjól í Brorson
kirkju ni í Keypmannahavn, vórðu
rik in út við politimegi á miðjari
nátt í síðstu viku.
Hon sigur, at hendingin í Bror
son kirkju var eitt sjokk. At tað
ongantíð er komið fyri í nýggjari
tíð, at fólk, sum hava leit að sær
vernd í einari danskari kirkju, eru
rikin út. Og orðið næsta kærleiki
gongur aftur. At sa m kensla er
afturvendandi tema í øllum
religiónum, men, at í kristin
dóminum hava vit eisini vón ina.
At tað er ókristiligt ikki at taka
sær av næstanum og at hjálpa
fólki í neyð. Til dømis flóttar
fólkum, sum ynskja vernd av
humaniterum orsøkum.
Hetta eru ikki kriminell fólk,
men bangin medmenniskju í
einari desperatari støðu. Tey
hava búð í landinum í fleiri ár, og
eru bebberødd fyri at verða send
heim aftur. Tey hava uppiborið
eina virðiligari viðferð, sigur
Margrete Auken.
Hon hevur ikki nógv gott at
bera løgregluni, sum hon heldur
vera alt ov harðrenda.
Politiovastin sigur, at fólk
skulu virða løgregluna. Men vit
kun nu ikki virða eitt harðrent lið
av harðskapsmonnum, sum kem ur
luskandi í náttarmyrkrinum og
bankar ósek fólk. Og brúkar pipar
spray sum kryddarí til knippil
suppu na. Nei, vit hava virðing fyri
mynduga politistinum, sum vísir
seg úti á alljósum degi og skapar
trygg leika millum fólk. Nú mugu
vit snøgt sagt gerast vaksin, sigur
Margrete Auken avgjørd.
Kirkjan skal verja
Í hennara hugaheimi er ongin ivi
um, at kirkjan eigur at taka støðu
og at verja fólk í neyð.
Kirkjan skal tryggja rættin
til vernd hjá teimum veiku og
møgu leikar teirra at mennast.
Kirkj an skal ikki líta tigandi á,
meðan órættur verður framd ur
ella til dømis í stórum um hvørvis
spurningum. Um kirkjan verð ur
varin og bangin fyri valds
harrunum, kann hon eins væl
pakka saman, sigur Margrete
Auken, sum heldur, at hin varna
kirkj an svíkur sjálvt evangeliið.
Og hon vísir eitt nú til Suður
og Norðuramerka, har kirkjur ofta
hava ein virknan leiklut, bæði
sosial politiskt, í umhvørvis og
friðar spurn inginum og í stríðnum
fyri frælsi og mannarættindum.
Misnýta Bíbliuna
Men hvat heldur Margrete Auken
so um støðuna í Føroyum, har
Bíblian og skriftstøð verða brúkt í
politiska orðaskiftinum – eisini í
Løg tingi num. Til dømis í málinum
um §266b?
Hon hevur ilt við at taka spurn
ing in í álvara, og øtast um, at
hetta kann vera ein politiskur
spurn ing ur í dag.
Eg hoyrdi einaferð, at onkur
hevði spurt ein samkyndan, um
tað var ein sjúka, sum kundi
grøðast. Tað er absurd, sigur hon
og flennir.
Men hon kennir slagið,
sum sipað verður til, og hon
himprast ikki við at rópa tey
fundamentalistar. Hesi høgra
vendu, sjáldsom í Europa, van
liga ri í USA og her í Føroyum.
Tað er so groteskt, at Bíblian
á hendan hátt verður misnýtt av
fólki, sum óttast tí modernaða.
Tí tað er í veruleikanum tað, sum
øll fundamentalisma er tekin um:
ótta fyri tí ókenda, fremmanda og
modernaða. Og tað hevur onki við
kristindóm at gera, sigur hon. Og
hon skilir millum gomlu klassisku
pietismuna, sum var van lig her á
landi, har lívið á havi n um skapti
eitt natúrligt sam felag við Harran,
og so hesa nýpietismu na, sum
hon metir vera eins ræðan di og
islamisma og onnur funda mental
is ma.
Tey hava eina hjálparleysa
tulk ing av skriftini, tí tey velja
bara tað út, sum teimum líkar.
Skuldu vit eftirlíka øllum, sum
stend ur í Bíbliuni, skuldu kvinnur
held ur ikki klipt hárið og vit
skul du drigist við allar møguligar
leivd ir frá fornari tíð, sum eisini
verða nevndar í Bíbliuni, sigur
hon.
Orðið á móðurmáli
Margrete Auken vísir á, at tá
sagt verður, at orðið skal lesast
á móðurmáli, merkir tað, at tað
skal lesast inn í ta lívsstøðu, sum
menniskju ni eru í.
Hetta er eisini orsøkin til, at
evangeli ini verða fortald fýra
ferð ir og faðirvár tvær ferðir, so
tey kunnu ikki lesast bert á ein
hátt, vísir hon á.
Kristin og politisk sannføring
møtast har tú inni í hjartanum
veitst, hvat er rætt og hvat er
skeivt. Tí skulu vit finna lógina í
hjartan um og ikki í bókini, sigur
Mar grete Auken.
Hon nevnir nøkur dømi um
hjarta sann leikar, sum eru vorðnir
felags arvagóðs. Til dømis, at øll
menniskju eru fødd líka og hava
sama virði. Hetta er ein sjálv
sagd ur sannleiki. Ella, at ongin er
full komin, og tí skulu vit vera á
varð haldi, tá okkurt letst at vera
full kom ið. Tá atfinningar verða
bann að a r, kritiskar ræddir køvdar,
og miðlar og list verða stýrd ella
kúgað.
Ongin synd at elska
Sostatt skal skriftin, sambært
Margretu Auken, ikki lesast ítøki
liga, sum ein fullkomin sannleiki.
Tað er misnýtsla av orðinum,
sigur hon, og nevnir aftur tey
sam kyndu.
Kristindómurin er ein kær
leiks religión og ikki ein frukt bar
heits religión. Tað er ongin synd
at elska, og kærleikin er marg
fald aður: har er kærleiki millum
for eld ur og børn, til makan og so
hin erotiski kærleikin. Sjálvt ikki
í brúðarritualinum verða børnini
ella nøringin nevnd, men bara,
at vit skulu elska og æra hvønn
ann an. Endamálið við erotiskum
kær leika er ikki í sjálvum sær
at gera børn, men at uppliva hin
treyta leysa kærleikan, sum liggur
í nakinleikanum.
ki í bókini
Margrete Gunnars
datter Auken
Fødd 6. Januar 1945 í Århus
Prestur
Fólkatingslimur frá 1979-
1990 og aftur 1994-2004
fyri SF
Frá 2004 limur í Europa
Parlamentinum
Lítlasystir Svend Auken,
fyrrv. Formann hjá
Socialdemokratunum
Mamma Idu Auken, cand.
theol, vald á Fólkating fyri
SF í 2007
Fakta
Margrete Auken, prestur og
politikari, er ein fjølbroytt og lærd
kvinna, við nógvum hjartamálum
og drúgvum royndum. Men eisini
kvinnan, sum ofta hevur verið í
andróðri, tí hon hvørki dugir ella vil
tiga, tá hon metir, at talast skal
Mynd: Jens Kristian Vang