fríggjadagur 21. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 • 21. august 2009
Vikuskifti
6
Ein miðvísur mentanarpolitikkur
fær ikki bara ferðafólk at vitja,
men eisini íbúgvarnar at støðast
og onnur at flyta til stórbýin.
Hetta er greiði boðskapurin frá
teimum báðum, Eric Sjöström
og Berit Svedberg, sum eru
ávikavist stjóri í Stockholms
Kulturhus, stórsta norðurlendska
mentanarhúsinum, og
mentanarstjóri í Stockholms býi.
Vit hava sett teimum stevnu,
nú tey eru á vitjan í Føroyum í
sambandi við fyrireikingarnar
til ein stóran norðurlendskan
mentanarfestival, sum verður í
heimbýnum seinni í ár á ársfundi
Norðurlandaráðsins. Niels Halm,
stjóri í Norðurlandahúsinum,
hevur fingið tey hendanvegin.
Sjáldsom
samanseting
Tey bæði eru ikki í iva um, at
Føroyar eiga at vera eitt satt
mentanarparadís fyri fólk kring
allan heim.
- Tit síggja tað kanska ikki
sjálvi. Men tað, sum vit sum
gestir síggja, er ein sjáldsom
og serstøk samanseting av
náttúru, skapandi mentan og
mentanararvi, sum fólk vilja
ferðast langt fyri at uppliva,
sigur Eric Sjöström, stjóri á
størsta mentanarhúsinum í
norðurlondum, Stockholms
Kulturhus. Hann vísir á málbólkin
aktiv ferðafólk, sum fara út
at uppliva verðina á longdum
vikuskiftum.
- Nú hava tey upplivað París
og London og vilja royna nakað
annað – eitt livandi mentanarlív
og eina fantastiska náttúru. Og
tað hava tit, sigur hann.
Vilja kenna pulsin
Tey bæði leggja samstundis
dent á, at høvuðsendamálið við
at raðfesta list og mentan er
ikki at selja landið, men at fáa
fólkið at trívast og at støðast. Í
svenska vælferðarmodellinum
”Folkhemmet” verður ein sterkur
mentanarpolitikkur mettur at
vera eins umráðandi og hiti, el
og vatn. Tí, sum Berit Svedberg,
mentanarstjóri í Stockholmi sigur:
- Hin grundleggjandi tørvin
kanst tú fáa nøktaðan alla staðni.
Men fólk velja eitt stað til, tí
tað hevur nakað meira at bjóða.
Hetta er eisini orsøkin til, at fólk
flyta til stórbýin, tí har finna tey
eina lívsnervu ella ein puls, sum
tey ikki finna allastaðni, sigur
hon.
Og hon reksar upp tilboð,
sum kommunan Stockholm
rekur, so sum listaskálar,
leikhús, konserthús,
mentanarfestivalar, kulturskúlar,
borgara- og mentanarhús,
listaverk í býarmyndini og eini
hálvthundrað bóksøvn, harav
tað nýggjasta liggur niðri í
undirgrundartokstøðini!
Bethoven og ballet
Men Stocholm hevur fyrst
og fremst valt at satsa upp
á eina virkna barna- og
ungdómsmentan.
- Øll børn skulu sleppa at
uppliva og at royna eina breiða
viftu av mentanartilboðum.
Eisini tey, hvørs foreldur ikki
eru stórbrúkarar av mentan,
sigur Berit Svedberg, og nevnir
listaskúlar, musikskúlar og
frítíðartilboð av alskyns slag.
- Við at bjóða tannáringunum
alt frá Bethoven til balletskógvar
geva vit teimum møguleika fyri at
velja sjálvi, tá tey verða vaksin. Tí
eitt sunt grundarlag, skapar heilar
menniskjur, sigur hon.
Fær fólk at vaksa
- Við at játta pening til mentan,
fært tú fólk at trúgva upp á
framtíðina. Og tað er fremsta
treytin fyri, at býurin er eitt
spennandi stað at liva í, eitt stað
í vøkstri, sigur Berit Svedberg. Og
Eric Sjöström leggur afturat:
- Stuðla vit ikki mentanini,
hvat eru vit so fyri menniskju?
Vit hava brúk fyri meira enn bara
at yvirliva: at vaksa og at royna
okkum, at skapa, spæla, skriva,
syngja og dansa.
Mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fólk flyta fyrst og fremst til
stórbýin, tí har eru hópin av
mentanartilboðum. Hetta siga tveir
mentanartoppar úr Stockholm
Pulsurin dregur
Høvuðsendamálið við at raðfesta list og mentan er ikki at selja
landið, men at fáa fólkið at trívast og at støðast, siga tey bæði
Eric Sjöström og Berit Svedberg, sum eru ávikavist stjóri í
Stockholms Kulturhus og mentanarstjóri í Stockholms býi