fríggjadagur 21. august 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 • 21. august 2009
Vikuskifti
8
Verkini hjá Arne
Haugen Søren sen tykjast
okkum ikki so fremmand við
fyrsta eygnabrá. Hóast tað
ikki er føroyska lands lag ið, vit
síggja endurgivið, so kenna vit
beinanvegin aftur tað ógvusliga
og dramatikkin, sterku litirnir
og tey máttmiklu pensla strokini
frá føroysku listini, og tú kundi
lætt ímynda tær, at hesar sterku
myndirnar vóru skaptar av ein um
føroyskum listafólki.
Serstaki mátin at arbeiða bæði
figura tivt og abstrakt samstundis
kann tykjast føroyskur, eins og
tokk in til tað sterkt ekspressiva
og áhugin fyri andaligu aspektu
num í listini saktans kundi verið
knýtt at tí føroysku traditiónini.
Men listin kennir nokk ikki
til landamørk og landafrøði, tí
verkini eru skapt av einum donsk
um listamannni, sum býr í Spania.
Eg havi hitt Arne Haugen Søren
sen til eitt prát um hansara list.
Eg haldi, at tað er okkurt í tín um
verkum, sum ger, at tey ikki virka
so fremmand fyri ein føroyskan
áskoðara. Kennir tú teg sjálvan
aftur í føroysku traditiónini?
Eg havi jú verið limur í
Decembristerne, har Mikines
ei si ni var limur, so eg havi hitt
Miki nes og fylgt eitt sindur við
í føroyskari list. Eg kendi eisini
Ingálv av Reyni. So tað er ikki
ókent land. Hatta álvarsemi í før
oyskari list kenni eg aftur frá mær
sjálvum
Men samstundis havi eg sjálv
ur gjørt uppreistur móti tungu
litu num. Eg havi við vilja ljósnað
alla palettina ógvusliga, soleiðis
at tað faktiskt verður ein kontrast
Eg v
- Einaferð tók eg eina
avgerð. Eg vildi ikki vera
sum hesi listafólkini, sum
vóru so bangin fyri at liva,
at tey lótu sum um tey
vóru deyð, eins og summi
djór gera. So eg gjørdi alla
palettina ljósari og litirnir
festligari. Tí man skal liva,
meðan man er her - man
kann tíðs nokk doyggja,
sigur Arne Haugen
Sørensen, listamaður
millum annað í samrøðu
við Inger Smærup
Sørensen, listfrøðing
Inger
Smærup
Sørensen
Ábraham og Ísak. 1997-99.
Síðani hann fekk sína fyrstu bílegging til at prýða eina kirkju í 1983, hevur Arne Haugen Sørensen verið hugtikin av bíbilskum evnum. Men øvut føroyska
listamanninum Torbjørn Olsen, sum fyrst og fremst savnar seg um formligu møguleikarnar í religiøsu myndevnunum, tykist Arne Haugen Sørensen at vera
hugtikin av søgunum, boðskapunum og møguleikunum at seta nakrar av lívsins stóru spurningum umvegis listina