Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 • 21. august 2009 Vikuskifti 9 mill um innihald og form. Tað er framvegis nógv álvarsemi í mínum verkum, men eg haldi ikki, at álvarsemið skal sleppa at tyngja niður, tí tað skal eisini vera ein frígering í tí. Tað haldi eg faktisk er rættiliga um ráð an di, at myndin ikki skal sleppa at tyngja, tað skal sleppa at spretta og blóma. List er jú so nógv, og eg fari ikki at siga, at eitt rættari enn eitt annað, men fyri meg skal ein frígering verða. Eg eri jú sjálvlærdur, eins og nógvir føroyskir málarar iva leyst eisini eru tað, og eg havi brúkt málaríið sum eitt slag av sjálvs­ upp dragilsi, eg vil fegin røkka út um meg sjalvan og mítt egna ego og mínar egnu meiningar, og tað haldi eg, at eg havi rokkið við at gera mínar myndir lættari. Men er álvarin, tað ónda, pínan og líðingin framvegis týdningarmikil? ­ Ja, og tað var nokk tað, sum var byrjanini, tá eg var heilt ung ur. Eg byrjaði við sovorðnum sosial realistiskum myndum við ar beiðar arum, sum gingu tungliga eftir vegnum og slíkt ómetaliga trist. Eins og Mikines eri eg listarliga uppdrigin við Axel Jørgensen skúla num og øll hasi øgiliga álvars ligu, tungu fólkini, sum gjør du tað til eina dygd at vera í ring um lag. Knappliga gekk tað upp fyri mær, at tað var ein í so lættur og útvendur fasónur at lata seg í ­ hatta við at lívið bara var av helviti til og um ein løtu kemur atom bumban og tað var hildið at vera hóskandi at standa og síggja harm ur út. ­ Tað vildi eg also ikki vera við til. Eg minnist, at tað var ein av gerð eg tók. Eg vildi ikki standa og lúnast og lata sum um eg var deyð ur. Hesi listafólkini vóru so bang in fyri at liva, at tey lótu sum um tey vóru deyð, eins og summi djór gera. So eg gjørdi av, at eg heldur vildi reisa meg upp á bakbeinini og so var tað, at eg gjørdi alla palettina ljósari og gjørdi allar hesar festligu litir nar. Samstundis, sum nakað av innihaldinum var eftir, also tað álvars liga. Men, man skal liva, með an man er her, man kann tíðs nokk doyggja. ­ Fyrst var tað handan har "welt schmerz", síðani bleiv eg satirika ri, og tað fann eg út av, at tað tímdi eg heldur ikki at vera, tí so stendur tú uttanfyri sum ein, ið veit betur, eins og summ­ ir smáir politiskir flokkar gera í dag. Eg vil ikki vera frelstur, eg vil heldur vera saman við teim um glataðu. Tá hasar smáu sektir nar, sum hava ein lítlan eksklu sivan, frelstan bólk, koma til dyrnar, so plagi eg at siga, at eg als ikki vil frelsast. Tað er rættiliga effektivt, so fara tey. Tað var kanska eisini fyri at koma burt ur frá ironiini, at eg byrjaði við religiøsu myndevnunum. Tí um man tekur eina avgerð um, at man vil inn og blanda seg við menniskja lig heiti­ na uppá ónt og gott, so er tað ein máti, at gera tað. Eru religión og list í ætt við hvørt annað? ­ Ja, tað meini eg í allar størst­ an mun at tey eru. Eg trúgvi, tey stava frá somu rót. Handan undran in yvir ella eyðmýgdin mót vegis nøkrum stórum, flottum og vøkrum. Eisini sárbæri í menniskja lívinum, deyðin og sjúka og alt hatta ljóta. Man kann eisini siga, at religión er eitt slag av ynskihugsan, og tað kann kanska eisini kallast list. Og er listin so eisini størri enn listamaðurin? ­ Avgjørt. Heilt avgjørt. Og tað er faktiskt tað, alt snýr seg um. Tað snýr seg um at finna har til, har tú kanst gloyma teg í tí og lata seg missa burtur í tí og so vóna og ynskja sær hasa náði­ gávu na, tá tað eydnast. So tað er ein religiøsitetur í sjálvum tí at mála. Kanska er tað eisini tí, eg brúki tey religiøsu myndevnini, og tí eg haldi at tey eru djúp og for telja alt um menniskjalívið, uttan at eg also á nakran hátt eri religiøs ur fanatikari. Skal listin fortelja nakað? ­ Á onkran hátt skal hon helst for telja okkurt. Eg havi jú roynt at mála nonfigurativa list í mín­ um ungu døgum, tá málaðu øll jú abstrakt. Men eg haldi, at sub stans urin tá skjótt hvørvur millum fingrarnar á mær. Og har vil eg fegin loyva mær at vera generellur og frekur og intolerantur, tí tað haldi eg er galdandi fyri allar nonfigurativar ab strakt ar málningar Eg haldi, at teir kunnu vera ótrú liga flottir, men eftir einum kort eri byrja eyguni at skimast eftir onkrum at halda fast í. Eg haldi, at tað skal vera soleiðis, at tá tú vendir tær frá myndini, sit ur okkurt eftir á nethinnuni. Tað haldi eg hvørvir í nonfigurativari list. Í øllum førum fyri meg. Men tað abstrakta hevur væl ein týdning í tíni list, hevur tað ikki? ­ Tað hevur ein týdning ­ eins og mállæra hevur týnding fyri mál ið. Abstraktión er sum at stan da og benda sagnorð og líknandi. Tað er jú ótrúliga týdningarmikið, man má hava eina ávísa skipan, men eg vil heldur brúka málaríið á ein annan hátt. Til at samskifta við og til at siga nakað, fortelja nak að. Mynd evni hava nógvar møgu­ leik ar. Og hesi gomlu bíbilsku mynd evnini eru ein máti at tosa við aðrar málarar, gamlar deyðar málarar. Tað er krevjandi, tí so nógv ar framúrskarandi myndir eru gjørd ar, til dømis av tá Jesus varð tik in niður av krossinum, men tá eg geri slíkar myndir, føli eg fakt iskt, at eg havi eina samrøðu við fortíðina. Eg føli meg sum eitt bindilið millum fortíðina og nú tíð ina. ­ Tað heilt abstrakta er eisini so pri vat. Tað, tey gera, er so privat, at tað ikki hevur nakað kjølfesti í nøkr um sum helst, og tí er ongin møgu leiki at svara tí aftur. Tað pri va ta er ikki áhugavert, tað er tað, sum vit hava í felag, sum er áhuga vert. ­ Tá tú hevur eitt myndevni, gloym ir tú teg sjálvan. Tá tú skap ar list, snýr tað seg um at gloy ma seg sjálvan og allar sínar framma n undan givnu meiningar. List in skal koma útifrá, kanska er tað ein illusión, men tað kennist júst sum nakað, ið kemur útifrá, tá tú gert tey síðstu strokini, sum skulu til, fyri at fáa tað at vera ordi ligt, sum fáa tað at blíva list. Tað eru ein rúgva av myndum til her í verðini, men tað eru sera fáar av teimum, sum eru list. Tú sigur, at man skal gloyma seg sjálvan, men hjálpir myndevnið tær eisini at goyma teg sjálvan? ­ Heilt erligt, so haldi eg ikki, at eg havi serliga nógv at goyma. Eg havi sgu ikki nakað at goyma. Har er faktiskt onki. Tað er sera lítið eftir av mær, frá tá eg var ungur. Har er onki at ganga og goyma long ur, og eg havi heilt gloymt at vera nakað sum helst. Tað er sera gott. List er ein máti til ikki at blíva nakað. Man blívur bara ein, sum leitar eftir onkrum, man er ikki so nógv. Hatta við at vera tað heilt stóra er ov óstrukturerað. vil ikki frelsast Grøn niðurtøka av krossinum. 2001. Menniskjalig líðing er eitt týðandi tema í listini, og hjá Arne Haugen Sørensen er menniskjaliga líðingin ógvuslig, dramatisk og órímilig. Tað er sostatt ikki tann stilla, diskreta, samanbitna sorgin, sum vit síggja tað hjá Mikines, men ein harðmælt, ódekkað sorg. Men sjálvt um tað ónda, pínan, líðingin og sorgin alla tíðina er til staðar í listini hjá Arne Haugen Sørensen, er tað altíð í fylgi við sínar mótsetningar, og listamaðurin roynir altíð at finna eina harmoni millum lívsins mótpólar Uppreisn. 2005. Teir sterku, næstan skríggjandi litirnir í listini hjá Arne Haugen Sørensen eru við til at skapa ein intensitet og eina nærveru, sum vit eisini kenna frá føroyskari list. Kanska serliga frá Trónda Paturssyni, sum í sínum arbeiði við litum á sermerktan hátt hevur givið sínum verkum eitt egið innara ljós. Á hvør sín hátt hava teir báðir listamenninir megnað at skapa eina mynd, sum tykist næstan sjálvlýsandi og sum hevur eitt serligt innara lív Framsýningin ”Kærleikshondum báðum nær – drúgva ferðin hjá Arne Haugen Sørensen” letur upp í Listasavni Føroya fríggjadagin kl. 17 og heldur fram til 4. oktober 2009