fríggjadagur 21. august 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 • 21. august 2009
Vikuskifti
Brent Mason,
el-guitar
Brent Mason hevur 14 ferðirnar
vunnið “Academy of Country
Music Guitarist of the Year”
heiðurslønina og er tvær ferðirnar
verið kosin CMA Award Musician
of the Year”. So seint sum í ár
vann Brent Mason eina Grammy
heiðursløn. Hann byrjaði at
spæla guitar sum fimm ára
gamal. Tað var ongin minni enn
guitarlegendan Chet Atkins, sum
uppdagaði Brent Mason, eftir at
Mason var fluttur til Nashville fyri
at royna seg. Chet Atkins bjóðaði
unga guitarleikaranum at spæla
á fløguni hjá sær “Stay Tuned”.
Síðani hevur Brent Mason spælt
við á túsundtals fløgum við
altjóða artistum. Teirra millum
kunnu nevnast Alan Jackson,
Alabama, Brooks & Dunn, George
Strait, Neil Diamond, Rascall
Flatts, Dolly Parton, George
Jones, Randy Travis, Travis Tritt,
Lorrie Morgan, Clint Black, Merle
Haggard, Vince Gill, Shelby Lynn,
Tanya Tucker, Keith Whitley,
Natalie Cole, Trace Atkins, Terri
Clark, Shainia Twain, Faith Hill,
Tim McGraw, Reba McEntire, The
Judds, LeeAnn Womack, Willie
Nelson, Toby Keith, Martina
McBride, Trisha Yearwood og
mong, mong onnur.
Paul Franklin,
steel-guitar
Paul er snøgt sagt kongurin yvir
allar, tá tað snýr seg um at spæla
steel guitar. “Tey siga, Paul er tann
allarbesti – men fyri mær tykist
hann at gerast betri allatíðina!”
er Mark Knopler endurgivin fyri
at siga. Hóast steel guitarin er
óreingiliga tengdur at country
tónleiki, so hevur Paul Franklin
spælt við nøvnum sum Dire
Straits, Sting, Barbara Streisand
og hart rockandi metal bólkinum
Megadeth. Haraftrat hevur hann
spælt saman við Alan Jackson,
Shania Twain, Nothing Hillbillies
og George Strait. Paul Franklin
hevur í áravís verið mest brúkti
steel guitaristurin í Nashville.
Hann er seks ferðirnar kosin
“Steel Guitar Player Of The Year”
og hevur verið nomineraður níggju
ferðir til “Ársins tónleikari” til
Country Music Awards. Paul
Franklin spælir eisini rúgvu av
øðrum ljóðførum, eitt nú pedal
steel guitar, lap steel guitar, dobro,
fiól og trummur. Franklin hevur
seinastu árini verið fastur fúsur í
Nashville og hevur spælt á fleiri
enn 500 fløgum.
Edgar Struble, klaver
– orkesturleiðari
Edgar Struble er maðurin, sum
øll hesi 20 árini hevur verið høgra
hondin hjá Jákupi Zachariassen
í Nashville. Og hóast hann
seinastu árini hevur búð í Los
Angeles, so hevur samstarvið
millum Jákup og Edgar hildið
á. Edgar er mest kendur fyri at
vera ein orkesturleiðari og hann
hevur staðið fyri tónleikinum fyri
The American Music Awards og
The Academy of Country Music
Awards síðstu árini. Edgar hevur
skrivað og arrangerað tónleik til
ótal av sjónvarpsrøðum. Mest
kendur er Edgar Struble fyri
síni 15 ár við Kenny Rogers, um
tað mundið, tá Rogers fekk sítt
altjóða gjøgnumbrot við The
Gambler. Herfyri gjørdi Struble
ein medley fyri Brooks and
Dunn, Taylor Swift, Rascal Flatts,
Sugarland og Carrie Underwood.
Dolly Parton er endurgivin fyri at
siga, at Edgar Struble “er ein av
teimum bestu orkesturleiðarum,
sum eg havi arbeitt saman við!”
John Hobbs,
keyboards
John Hobbs er allarhelst
mest brúkti tangentspælarin í
Nashville. Samstundis megnar
hann at halda sera lágan profil
í almenninginum. Hann hevur
onga heimasíðu, onki stendur um
hann á Wikipedia. Samstundis er
hann orkestur leiðari hjá country
heimsstjørnuni Vince Gill. John
Hobbs er serliga kendur sum ein
inniligur tónleikari, ið samstundis
hevur ekvilibristiskar gávur. Hann
spælir klaver, men er eisini nógv
umbiðin sum orgulspælari. Og
hann spælir eisini ofta wurlitzer
á fløgum. So seint sum í 2008
luttók hann á 33 fløgum, sum
komu út í USA. Tað er sannar
heimsstjørnur, hann spælir við.
Av teimum kunnu nevnast: Willie
Nelson, Leann Rimes, Billy Ray
Cyrus, Vince Gill, Julie Ingram,
Bob Seger, B.B. King, George
Strait, Brad Paisly, Loretta Lynn,
Lynard Skynard, Lionel Richie,
Kenny Rogers, Shania Twain,
Royal Philarmonic Orchestra,
Peter Cetera, Bad Company, Cher,
Michael Bolton, Kenny Chesney,
Amy Grant, Toby Keith – ja, listin
er endaleysur.
Bryan Sutton,
akkustiskan guitar
Bryan Sutton er ein bluegrass
guitaristur av teimum heilt stóru.
Hann fekk sítt gjøgnumbrot, tá
hann gjørdist partur av bólkinum
hjá einum øðrum guitar virtuosi
Ricky Skaggs og hansara bólki
Kentucky Thunder í 1997. Árið
eftir stóð hann longu á pallinum
og spældi, tá Grammy heiðurslønir
vórðu handaðar og um hetta
mundið spældi hann á bluegrass
útgávunum við mætum bluegrass
artistum sum Aubrey Hayne, Jery
Douglas, Don Rigsby og Bobby
Hicks. Í 1999 valdi Bryan Sutton
at gevast í Kentucky Thunder
og satsaði upp á at gerast
studiotónleikari fulla tíð. Í dag er
hann nógv umbiðin og hansara
eyðkenda guitarspæl kann eitt nú
hoyrast á milliónseljandi fløguni
“Fly” við Dixie Chicks og tað er
eisini Bryan Sutton, ið spælir
guitar á báðum sera væl móttiknu
bluegrass fløgunum við Dolly
Parton “Little Sparrow” og “The
Grass Is Blue”. Bryan Sutton var í
2000 kosin “Ársins Guitarleikari”
av International Bluegrass Music
Association.
Paul Leim, trummur
Tað var ikki av ongum, at lesararnir
í tíðarritinum Modern Drummer
í 2006 valdu Paul Leim at vera
besta trummuspælara í heiminum.
Fáir aðrir tónleikarar hava megnað
at spælt við so nógvum artistum –
bæði á fløgu og eisini til konsertir
– sum Paul Leim. Haraftrat er
hann kendur fyri at spæla trummur
til tónleik hjá filmskomponistum
so sum John Williams og Doc
Severins. Somuleiðis er tað Leim,
ið spælir trummur til tematónleikin
í stórfilmum sum "Star Wars
“Return of the Jedi”, "The
River” og “Dirty Dancing.” Paul
Leim er einasti av amerikansku
tónleikarunum, sum hevur verið
í Føroyum áður. Hetta var í 2006,
tá hann spældi inn trummur
til fløguna Fjakkari við Regini
Guttesen. Paul Leim hevur eisini
spælt á million seljandi fløgum við
Lionel Richie, Dolly Parton, Peter
Cetera, Tanya Tucker, Randy Travis,
Michael W. Smith, Reba McEntire,
Kenny Rogers, Lorrie Morgan,
Mark Chestnut, Lyle Lovett, Sandi
Patti, Amy Grant, Colin Raye,
Lonestar, Shania Twain, Faith Hill,
Bob Seger og Kenny Chesney.
Leim hevur seinastu árini eisini
verið á konsertferðum við Randy
Travis, The London Symphony, Tom
Jones, Tim McGraw og “ELVIS,
The Concert”.
David Hungate
David Hungate er uttan iva tann
kendasti av øllum tónleikarunum,
sum koma at vitja í Føroyum.
Hetta kemst fyrst og fremst av,
at hann var ein av stovnarunum
av superbólkinum Toto og
spældi við á fýra teimum fyrstu
útgávunum. Í 1980 flutti David
Hungate til Nashville og í 1982
fór hann úr bólkinum Toto. Men
hetta hevur ikki steðga eminenta
bassleikaranum í at útfoldað seg.
Hungate hevur seinastu skjótt 30
árini spælt við á 100 tals fløgum
saman við altjóða nøvnum so
sum Chet Atkins, Mark Knopfler,
Dolly Parton, Linda Ronstadt,
Rickie Lee Jones, Kenny Rogers,
Glen Campbell, Diana Ross,
Toby Keith, Alice Cooper, Gladys
Knight. Í studio høpi er David
Hungate kendur sum “Mr. One
take” – tvs, at tað kemur næstan
ikki fyri, at Hungate spælir eitt
lag inn meira inn einaferð.
Hesir manna amerikansk
Talan verður um nakrar av heimsins bestu tónleikarum, ið trína
á pall til stóru Nashville.fo gallakonsertina á Hálsi 29. august
Paul Leim
10