Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 • 21. august 2009 Vikuskifti 12 Serliga tað síðsta árið hevur internetsíðan Facebook veruliga tikið dik á seg í Føroyum. Summi halda, at tað er nakað fjas, meðan onnur ikki kunnu liva Facebook fyriuttan. Ein av teimum, sum dúgliga brúkar Facebook, er Randi Thorsteinsson í Havn. Í fjør upplivdi hon nakað heilt serligt, sum hon á ongan hátt hevði havt møguleika fyri at uppliva uttan Facebook: Hon fekk nevniliga samband við ættarfólk yviri í USA. “Facebook er ótrúligt. Summum dáma tað ikki, men eg haldi, at tað er virkuliga gott,” sigur Randi og heldur fram: “Alt hetta familjusambandið byrjaði fyri sløkum einum ári síðani. Eg hevði nýliga stovnað mær ein profil og royndi at finna útav, hvussu alt virkaði har inni. So ein dagin sat eg og royndi teir ymisku møguleikarnar, ið eru. Knappliga heilt av tilvild renni eg meg framá ein bólk, sum kallaðist Thorsteinsson trippy name. Á føroyskum merkir hetta Thorsteinsson stuttligt navn. Tá eg nú sjálv eiti Thorsteinsson, varð eg eitt sindur forvitin. Eg klikti inná hetta, og har kom ein listi fram við eini rúgvu av øðrum brúkarum, sum høvdu meldað seg inn í hendan bólkin. Sum eg hyggi gjøgnum listan, síggi eg, at har er ein, har tað stendur Stephen Thorsteinsson, Tórshavn. Samstundis var tað upplýst, at hann var amerikanari, og at hann var 18 ára gamal. Hetta var heilt ótrúligt, at eg heilt soleiðis uttan víðari skuldi renna meg fram á ein amerikanara við eins egna eftirnavni og við sambandi til Føroya. Eg visti bert, at eg hevði onkra ætt í Amerika, men visti púrt einki um tey. Mítt forvitni var við at bresta, og sendi eg Stephen ein teldupost umvegis Facebook og spurdi hann á hvønn hátt, hann hevði samband við Føroyar. Hann var skjótur at svara, og gav hann mær alla sína familjusøgu. Tá vísti tað seg, at eg var trímenningur við pápa Stephen,” sigur Randi stórsmílandi. Peter Ejling fór til Amerika og kom ongantíð aftur Stephen er systkinabarn við Lucie, 21 ár, og John Michael, 19 ár. Abbi teirra var Peter Ejling Thorsteinsson sáli, sum var føddur og uppvaksin í Trongisvági. Sum 24 ára gamal avgjørdi Peter Ejling í 1951 at siga Trongisvági farvæl og valdi at flyta til USA. Tað var síðstu ferð, at hann gekk á føroyskari jørð, tí Peter kom ongantíð aftur til Føroya. Hetta var júst um tað mundið, tá tað harða Koreakríggið, har yvir milliónin lótu lív, leikaði á. Peter Ejling avgjørdi at melda seg í herin og var útsendur til Korea, har hann var umborð á einum bumbuflogfari. Hann kom tó frá krígnum í øllum góðum, og komin aftur til USA fór Peter Ejling at arbeiða í Pentagon, amerikanska verjumálaráðnum. Men eingin fekk at vita, hvørjum hann arbeiddi við. Eftir Koreakríggið fann Peter Ejling sær amerikanska konu og festi búgv har. Peter Ejling gjørdist ikki gamal, og andaðist hann í 1984, bert 57 ára gamal. Hesi 33 árini sendi hann postkort til Føroya við jøvnum millumbilum. Vistu um føroysku familjuna “Ja, vit vistu, at vit høvdu onkra familju í einum pinkalítlum landi, sum eitur Føroyar,” sigur Lucie á enskum við eini sera amerikanskari accent. Hon og John Michael koma frá statinum North Carolina, miðskeiðis við eysturstrondina í USA. “Vit vistu stórt sæð einki um Føroyar ella ta føroysku familjuna, men áhugin fyri at læra okkara føroysku røtur at kenna hevur tó altíð verið til staðar. Tað er bara ikki so lætt og líkatil, tá man yvirhøvur einki kennir til familjuna,” sigur John Michael. “Tá ið Stephen kom í samband við Randi, gekk tað ikki leingi, fyrr enn øll familjan hevði fingið samband við hana. Omma okkara, Wanda, einkjan eftir Peter Ejling, varð ordiliga spent og fegin yvir at hava fingið samband við familjuna hjá abba. Hóast hon er komin nakað upp í árini, fekk hon sær Facebook dagin eftir einans fyri at koma í samband við Randi,” sigur Lucie smílandi. Valdu bara at fara Eitt er at fáa samband við familju hinumegin Atlantshavið, annað er at taka stigið at fara eysturum at vitja. Líka síðan Randi fekk samband við Stephen á fyrsta sinni, Amerikansk systkin: Funnu føroyska familju Frá 23. juli til 6. august vóru amerikonsku systkini Lucie, 21 ár og John Michael Watkin, 19 ár í Føroyum og vitjaðu familju. Tað serliga við hesari familjuvitjan var, at orsøkin til, at hon kom í lag, var eina og aleina væl umtókta heimasíðan Facebook Ein felagsmynd tikin í Trongisvági umleið 1935. Aftast frá vinstru: Thorstein á Brúgv, pápi Peter Ejling - Elisabeth á Brúgv, mamma Peter Ejling - Elsba Thorsteinsson, omma Peter Ejling – Mary Persson f. Thorsteinsson – Edmund Thorsteinsson, beiggi Peter Ejling – Niels Juul Frástein – Poul Juul Thorsteinsson, beiggi Peter Ejling – Jetta Frástein – Edgar Frástein – Ella Thorsteinsson. Fremst frá vinstru: Esther Zachariassen f. Thorsteinsson – Georg Thorsteinsson, pápi Randi – Peter Ejling Thorsteinsson – Emmy Thorsteinsson – Evelyn Thorsteinsson, systir Peter Ejling – John Thorsteinsson Familja Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Peter Ejling saman við systkinabarninum, Arna Thorsteinsson