Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 • 21. august 2009 Vikuskifti 13 hevur hon víst stóran áhuga fyri familjuni í USA. “Randi gav okkum øllum eina innbjóðing at koma at vitja seg. Eg hugsaði, at tað kundi verið stuttligt at farið ein túr yvir, men lat so tankan fara framvið. So fyri nøkrum mánaðum síðani valdi eg at spyrja Lucie, um hon ikki hevði hug kortini,” sigur John Michael róliga. “Ja,” er Lucie skjót at svara til, “eingin annar í familjuni hevði møguleika at fara nú, og eg var satt at siga heldur ikki so øgiliga trygg við tankan. Vit hava til dømis ongantíð verið uttanfyri USA fyrr, so tað var ikki bara bara. Men tað tók John Michael minni enn trý sekund at yvirtala meg, og tað var so tað,” sigur Lucie við einum smíli, sum útstrálar, at hetta var ein røtt avgerð at taka. “Eg ornaði alt tað praktiska við at keypa billet og skaffa okkum pass,” sigur John Michael. “Hini, sum eru eftir heima, eru eitt lítið sindur øvundsjúk inn á okkum, tí vit sleppa at uppliva føðilandið hjá abba,” sigur Lucie smáflennandi, “men tey eru sjálvsagt glað okkara vegna. Mamma, sum er dóttir Peter Ejling, hevði ógvuliga gjarna viljað verið við, og ætlar hon sær kanska at koma næsta ár.” “Men tað er mest okkara lítlasystir, sum hevði viljað komið við. Hon er tó ov lítil til at ferðast útum USA, so hon má bíða, til hon verður eitt sindur eldri,” skoytir John Michael uppí. Skulu duga føroyskt áðrenn næstu vitjan Lucie og John Michael eru á einum máli um, at hetta hevur verið ein frálíka góður túrur í Føroyum. “Eitt er at síggja, hvar okkara røtur stava frá, men allar upplivingarnar her í Føroyum hava verið heilt ótrúligar,” sigur John Michael. “Ein av teimum mongu ríku upplivingunum, vit hava havt her í Føroyum, var tá vit vóru á floti í Sørvági. Heimafturkomin stoktu vit fiskin, sum vit høvdu fingið. Tað var stuttligt og nógv øðrvísi enn tað, sum vit uppliva har heima,” sigur Lucie. “Av øðrum upplivilsum, vit hava havt, er eitt nú ein túrur til Saksunar, har vit vassaðu í pollinum. Eisini hava vit verið ein túr við Gjógv og sóu ta vøkru og djúpu gjónna har. Ein dagin gingu vit frá Havnini til Kirkjubøar. Hetta hevur alt verið sera stuttligt og áhugavert,” sigur John Michael. Tá tað kemur til føroyskan mat, er tað ikki alt, sum tey munga eftir. “Teimum dámar turran fisk, men skerpikjøt leggja tey einki serligt í,” sigur Randi skemtandi. Meðan Lucie og John Michael hava verið í Føroyum, hava tey roynt saman við Randi at fingið samband við so nógva av tí føroysku familjuni sum gjørligt – ikki minst tað yngra ættarliðið. “Eitt, sum vit ógvuliga fegin vildu, áðrenn vit komu higar, var at koma í samband við tey ungu í Føroyum, og tað eru vit eisini sera takksom fyri at vera komin. Ein dagin vóru vit átta ung, sum fóru í biograf. Helvtin var ættarfólk hjá okkum, meðan hin helvtin var vinfólk hjá teimum. Tað er ordiliga stuttligt, at tey ungu tíma so væl at taka sær av okkum,” sigur Lucie. Meðan Lucie og John Michael hava verið í Føroyum, hava tey verið í bókhandlinum og keypt sær bæði føroyskar fløgur og orðabøkur. “Næstu ferð vit koma til Føroya, ætla vit at kunna tosa føroyskt,” sigur John Michael smílandi, og er Lucie skjót at taka undir við honum Heilsaðu uppá løgmann Tað eru nógv viðurskifti, sum eru sera ólík í USA og í Føroyum. Eitt, sum veruliga gjørdi Lucie og John Michael ovfarin, var, tá tey gingu ein túr í gomlu Havnini. “Randi vildi gjarna vísa okkum runt í Havnini, og vóru vit á veg út á Tinganes. Beint tá kemur ein maður ímóti okkum, og Randi fortelur, at hatta er løgmaðurin í Føroyum. Vit heilsaðu honum, og hann heilsaði fryntliga aftur. Tað var ein ótrúliga løgin kensla, sum eg fekk tá,” sigur John Michael og heldur fram “tí í USA hevði forsetin verið umgirdur av øllum møguligum trygdarfólki og lívverjum. Her var hann bara ein heilt vanligur maður.” Fara kanska hinvegin Hóast Randi hevur verið ordiliga glað fyri vitjanina, so er hon ikki vís í, at hennara familja í Føroyum fer hinvegin í fyrsta umfari. “Eg eri sera glað fyri, at Lucie og John Michael tímdu at koma allan henda langa vegin fyri at síggja fosturlandið hjá abba sínum. Serliga tá hugsað verður um teirra unga aldur, og at tey sjálvi hava fyriskipað alt. Tó hava vit ikki gjørt nakrar tankar at fara hinvegin,” sigur Randi við einum smíli og leggur aftrat “men tað skuldi tó veri løgið, um vit ikki onkuntíð fóru yvir hagar eftir at hava havt hesa stuttligu vitjan.” Fyrst í august mánaði fóru Lucie og John Michael Watkin so aftur til North Carolina, har tey skuldu halda fram við sín gerandisdag - tó nógv minnir og nógvar upplivingar ríkari. gjøgnum Facebook Fyrsta bræva sam skifti millum Randi og Stephen Tá Randi í oktober 2008 sá á Facebook, at Stephen hevði familju í Tórshavn, setti hon seg í samband við hann. Vit prenta her eina týdda versión av fyrsta brævasamskiftinum millum Randi og Stephen. Randi Viderø Thorsteinsson 22. oktober 2008 Kanst tú fortelja mær meira um familjuna í Tórshavn? Stephen Thorsteinsson 22. oktober 2008 Ja saktans. Eg veit ikki so nógv, men omma mín fæst nógv við ættargransking og fortaldi mær hetta: Omma mín er Wanda Jean Arnold. Navnið hjá henni, áðrenn hon uppafturgiftist, var Wanda Jean Thorsteinsson, tí hon var gift við abba mínum, Peter Thorsteinsson, sum var komin til USA frá Føroyum. Abbi mín, Peter J. E. Thorsteinsson var føddur í Trongisvági. Pápi hansara var Thorstein Victor Thorsteinsson (á Brúgv), og mamma hansara var Anna Elisabeth Lindberg. Thorstein hevði 8 børn, einans eitt av teimum er enn á lívi: Hann býr í Íslandi, Andreas Edmund Thorsteinsson. Tvey av teimum fluttu til Keypmannahavnar, restin var verandi í Føroyum. Vit hava roynt at fingið samband við okkara systkinabørn, men vit hava einki hoyrt í seinastuni. Abbi mín doyði, áðrenn eg varð føddur, so eg veit ikki so nógv um hann. Eru vit í familju? Familjumynd av Peter Ejling og Wanda. Gentan á myndini er mamma Lucie og John Michael Systkini John Michael og Lucy Watkin Kári, John, Lucie og Randi. Kári er beiggi Randi og er tann, sum hevur hjálpt Randi við at halda skil á teimum ymisku familjuviðurskiftunum. Eisini hevur hann hjálpt Wanda nógv við at fáa greiði á teimum føroysku familjuviðurskiftunum