Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. august 2009 – Nr. 158 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Ribery fingið søluprís Uli Hoeness, sum er venjari hjá týska stórfelagnum, Bayern München, viðgongur, at um felagið í summar hevði fingið eitt boð upp á 750 milliónir krónur fyri franska landsliðsspælaran, Franck Ribery, hevði hann verið seldur. Ribery hevur sáttmála við Bayern München til 2011, og Uli Hoeness sigur, at um felagið til ta tíð hevur vunnið Champions League tvær ferðir, hevur hann einki ímóti, at fraklendingurin fer púra ókeypis frá felagnum – annars ikki. Felag fær mutursrevsing Russiska hondbóltsfelagið, Lada Togliatti, hevur fingið 215.000 krónur í bót fyri mutur. Felagið royndi fyri trimum árum síðani at ávirka úrslitið av einum Champions League- dysti ímóti danska felagnum, Slagelse, við at bjóða dómarunum pengar. Eisini royndi felagið at ávirka úrsliti av einum dysti ímóti einum øðrum donskum felag, Viborg. Formaðurin í felagnum, Oleg Jepifanov, er útihýstur frá øllum altjóða hondbólti í fimm ár. SÚKKLING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Gott vinarlag hevur í fleiri ár verið millum føroyskar og íslendskar súkklarar, og á hvørjum ári eru fleiri kappingar teirra millum, umframt at teir eisini onkuntíð hittast til kappingar aðrastaðni. Um vikuskiftið verður ein av hesum kappingunum, har føroyingar og íslendingar bjóða hvørjumøðrum av. Kappingin minnir um Statoil Kring Føroyar, tí fleiri teinar eru, og kappast verður um ferðasteyp, sum føroyingar og íslendsingar hava vunnið tríggjar ferðir í part higartil. Hesa ferð er kappingin stytt ein dag, so súkklað verður í kvøld og í morgin. Fyrr hevur sunnudagurin eisini verið við, men hann er tikin burturúr hesa ferð, og í staðin er tvær kappingar í morgin. Lagt verður fyri í kvøld við tíðarkoyring á einum 20 kilometra teini á Krísuvíkurvegi. Í morgin verður súkklað á Hvalfirði, har koyrt verður tríggjar ferðir runt á einum 20 kilometra teini, áðrenn komið verður á mál. Og seinnapartin í morginári verður so endað við býarkoyring í Vallarhverfi, har súkklað verða 12 umfør í umleið 40 minuttir. Góð manning Fyriskrivað er í kappingarreglunum, at á hvørjum liði skulu vera seks súkklarar, og at tað eru úrslitini hjá trimum teimum fremstu av teimum, ið telja við í kappingini. Færri súkklarar kunnu eisini vera, men ongantíð færri enn tríggir á hvørjum liði. Og ikki kann sigast annað, enn at tað er ein góð manning, ið fer at umboða Føroyar. Hjá monnunum eru tað Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen, Bogi Kristiansen, Gunnar Dahl-Olsen, Jóhann Brend og Morten Hansen. Í fjør vann Haffstein Ægir Geirsson kappingina, men væntast kann, at hann hesa ferð fær serstakliga harða mótstøðu frá Torkil Veyhe, sum herfyri vann Statoil Kring Føroyar og annars er sera væl fyri. Í øllum førum kann væntast, at tað verður millum teir báðar, at størsta einstaklingakappingin fer at standa. Hjá kvinnunum er Súsanna Skylv Sørensen einasta føroyska umboðið, men hon er í toppformi og hevur júst vunnið danska meistaraheitið í hálvum Ironman. Hon vann kappingina í Íslandi í fjør og er tí favorittur til at vinna aftur hesa ferð. Tað verður allarhelst ein av torførastu dystunum hjá AB, nú Víkingur um vikuskiftið vitjar á Argjum. AB má vinna, skal liðið halda fast í kappingina við KÍ FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo So hvørt sum fótbóltskappingin hjá kvinnunum nærkast endanum, gerst tað sera spennandi at síggja, um AB, sum bjóðar teimum nógv vinnandi KÍ-kvinnunum av, megnar at halda fast í teimum bláu. Á stigatalvuni hava KÍ og AB sama stigatal, men KÍ hevur nógv betri málmun. Sunnudagin hevur AB vitjan av Víkingi, og tað má sigast at vera sum at skula upp til roynd hjá kvinnunum á Argjum, tí Víkingur hevur víst styrki og kann gerast liðið, ið kemur at gera av, hvør verður meistari ella ikki. Higartil hava AB og KÍ verið tey bæði bestu liðini, men Víkingur er ikki langt aftanfyri, so hetta er dysturin um vikuskiftið, ið sær mest áhugaverdur út. KÍ-kvinnurnar taka á heimavølli ímóti botnliðnum B68/NSÍ, ið ikki skuldi verið hóttandi mótstøða, um gingið verður eftir, hvussu hilnast hevur higartil. KÍ er stórfavorittur og skal sjálvandi hava síni trý stig, so oddasessurin eftir dystin er líka tryggur, sum hann var áðrenn. Triði dysturin verður spældur millum EB/Streym og Skála, ið liggja á ávikavist fimta og fjórða plássið. Her hevur Skála roynst munandi betur, og hóast talan er um útidyst, er lítið hugsandi, at EB/ Streymur skalar skálakvinnurnar, ið eisini vilja halda fast við fjórðaplássið. Súkklarar til Íslands AB-kvinnurnar upp til roynd Torkil Veyhe, Gunnar Dahl-Olsen og Guðmundur Joensen eru millum føroysku súkklararnar, sum um vikuskiftið fara til Íslands at kappast við súkklarar har Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Um vikuskiftið fer føroyska súkklulandsliðið at kappast í Íslandi. Hetta er sjeynda árið á rað, at kappast verður um ferðasteyp, sum føroyingar hava vunnið tríggjar ferðir og íslendingar tríggjar ferðir