mikudagur 14. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tey bæði tryggingar-
feløgini, Trygd og
Tryggingarfelagið
Føroyar stríðast nú
um, hvør skal rinda
umfatandi motor-
skaðan, sum Norð-
borg fekk í Noregi í
januar 2000. Eingin
vil átaka sær ábyrgd-
ina. Reiðaríið hevur
tó fingið sítt endur-
gjald
TRYGGING
Stefan í Skorini
Tá Tryggingarsambandið
misti einkarrættin at tekna
tryggingarí Føroyum, byrj-
aði eitt nýtt tíðarskeið í før-
oyskari
tryggingarsøgu.
Avleiðingarnar merkjast nú
við bíligari tryggingum,
men hetta hevur eisini við
sær ósemjur millum trygg-
ingarfeløgini um, hvør skal
gjalda fyri ávísar skaðar,
har ivamál eru.
Nýggja tryggingarfelag-
ið, ið ber navnið Trygd, og
Tryggingarfelagið Føroyar
stríðast nú um, hvør skal
gjalda fyri ein skaða um-
borð á einum skipi, sum
bæði feløgini hava tryggjað
í ymiskum tíðarskeiðum.
Talan er um Norðborg,
sum fekk motorskaða 13.
januar í 2000. Trygd hevði
yvirtikið tryggingina frá 1.
januar í sama ári, og tí mátti
minna felagið í fyrsta um-
fari gjalda fyri skaðan, sum
var 1,5 milliónir krónur.
Talan var sostatt um ein
stóran skaða, men Trygd
góðtekur ikki, at tað hevur
ábyrgdina at gjald fyri
henda skaðan.
Skaði áðrenn yvirtøku
Orsøkin til motorskaðan
var, at sjógvur var í smyrji-
oljuni. Sjógvur er komin í
motorin, og tað endar við,
at Norðborg skal á skipa-
smiðju í Noregi at umvæla
skaðan.
Christian C. Nielsen,
stjóri í Trygd, vil vera við,
at sjógvur er komin í
smyrjioljuna áðrenn 1. jan-
uar, tá Trygd yvirtók trygg-
ingina hjá Norðborg frá
Tryggingarfelagnum Før-
oyar. Tí er tað ikki Trygd, ið
eigur at gjalda fyri skaðan.
– Skaðin hendi, meðan
Tryggingarfelagið Føroyar
hevði
tryggingina
hjá
Norðborg, og tí er tað teirra
ábyrgd at rinda fyri hann,
sigur Christian C. Nielsen
Hann vísir í hesum sam-
bandi á eina kanning, ið
varð gjørd av smyrjioljuni í
motorinum á Norðborg.
Slíkar kanningar verða
gjørdar
við
jøvnum
millumbilum.
Royndin
varð tikin 20. desember,
men úrslitið var ikki greitt
fyrr enn einaferð í januar
mánaði.
Tað vísti seg, at saltinni-
haldið í oljuni var alt ov
høgt, og tað var tað, ið elvdi
til stóra skaðan. Tá motor-
urin hevur tikið sjógv inn
áðrenn 1. januar, sum var
dagurin, tá Norðborg skifti
felag, so heldur Trygd, at
Tryggingarfelagið Føroyar
skal gjalda.
Christian C. Nielsen sig-
ur, at tey hava heitt á kapp-
ingarneytan á Kongabrúnni
um at rinda fyri skaðan.
Hetta hevur tó verið sum at
sletta vatn á gás, tí teir eru
sjálvandi ikki sinnaðir at
rinda fyri ein so umfatandi
skaða, ið kostaði 1,5 milli-
ónir.
Málið kemur nú fyri í
rættinum, sum skal gera av,
hvør skal gjalda skaðan.
Trygd ella Tryggingarfel-
agið Føroyar.
Christian
C.
Nielsen
heldur harumframt, at hetta
er ein avleiðing av tí kapp-
ing, sum er millum trygg-
ingarfeløgini bæði, nú øll-
um stendur frítt at velja
millum
tryggingarfeløg.
Ósemjur standast millum
feløgini, tí tey ikki eru
samd um, hvør skal rinda
fyri ávísar skaðar, har bæði
feløgini hava verið inni í
myndini.
Hetta er fyrstu ferð, at
tryggingarfeløgini í Føroy-
um eru í stríði, sum skal av-
gerast í Føroya Rætti.
Tryggingarfeløg stríðast um skaða
Ósemja hevur tikið seg upp millum tryggingarfeløgini, um hvør skal gjalda fyri motorskaðan uppá 1,5 milliónir, ið Norðborg fekk fyri nærum tveimum árum
síðani. Norðborg hevði tá júst skift frá Tryggingarfelagnum Føroyar til Trygd
2
Nr. 220 - 14. november 2001
Nr. 220 - 14. november 2001
3
C
M
Y
K
3
2