Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 220 - 14. november 2001 Nr. 220 - 14. november 2001 5 Fólkatalið í Føroyum veksur alsamt og heldur hendan gongdin fram, fer tað skjótt at seta met FÓLKAVØKSTUR Áki Bertholdsen Fólkatalið í Føroyum er støðugt vaksið hesi seinastu árini og heldur hendan gongdin fram, verður tað ikki leingi til tað hevur set met. Seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni og Landsfólka- yvirlitinum, vísa, at 30. september búðu 46.801 fólk í Føroyum og so nógv fólk hava ikki búð her síðani í 1986, tá vit vóru 46.272 fólk í Føroyum. Hagstovan og Lands- fólkayvirlitið meta, at á nýggjárinum fara 47.056 fólk at búgva í Føroyum. Tá ið flest fólk búðu í Før- oyum, var tað í 1989, tá ið 47.839 fólk búðu her, ella 783 fólk fleiri enn metingin vísir, at fólkatalið verður á nýggjárinum. Heldur metingin um fólkavøksturin restina av árinum, verður tað kanska longu næsta ár, ella í 2003, at fólkatalið fer at seta met. Frá 1. januar í ár til 30 september vaks fólkatalið í Føroyum 605 fólk. Hetta er tí, at tað bæði flutti fleiri fólk til landið enn tað fluttu av landinum og tí at fleiri fólk eru fødd, enn tað doyði. Hesar fyrstu níggju mánaðirnar í ár fluttu 1.411 til Føroyar og 1,020 fluttu av landinum. Hetta sama tíðarskeiðið vórðu 477 landsmenn føddir og 263 doyðu og tilsamans gevur nettotilflytingin og burðar- avlopið áðurnevnda fólka- vøkstur upp á 605 fólk. Minkar bara í Klaksvík Verður hugt eftir tølunum í stórum, er tað bara í Klaks- vík, at fólkatalið minkar. 1. januar búði 4.780 fólk í Klaksvík og 449 fólk í Hvannasundi, men 30 september búðu ávikavist 4.747 og 445 fólk í hesum báðum plássunum. Tað er ein afturgongd uppá 0,7% í Klalsvík og 0,9% í Hvanna- sundi. Annars er fólkatalið í Norðoyggjum annars vaks- ið 1,1%. Annars er tað í økjum, sum ofta hava verið taldir uppí útjaðaran, at fólkatalið veksur mest. Bæði í Sandoynni og í Vágum vaks tað 3,2% fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Í Sandoy búðu 1.448 fólk 1. januar og 1.494 fólk 20 september og í Vágum 2.648 fólk 1. januar og 2.732 fólk 30. september. Í báðum plássum er talan um eina lutfalsliga stóra nettoflyting. Í tíðini frá januar til september í ár flutti 50 fólk uttanlands í Sandoynna og 17 flutti úr oynni uttanlands, og 45 flutti aðrastaðni úr Føroy- um í Sandoynna og 40 fólk flutti úr Sandoynni, aðra- staðir í Føroyum. Næstan sama mynstrið er í Vágum. Heili 99 fólk flutti úr útlondum í Vágar og 28 flutti úr Vàgum, uttanlands. Hinvegin fluttu 51 fólk í Vágar aðrastaðni í Føroyum, men 53flutti úr Vágum. Nú er eisini gongdin so smátt við at venda í Suður- oynni. Har búði 4.964 fólk tann 1. januar, men nú er tað komið upp á 5.042 fólk. Talan er um ein vøkstur uppá 1,6% og har er fólka- talið vaksið í øllum bygd- um. Men her er talan um eina nettoflyting, tí tað doyggja framvegis fleiri suðuroyingar, enn tað verða føddir. Í januar til septemb- er doyðu 45 suðuroyingar og 36 vórðu føddir. Vaksið 17,8% í Havn Í høvuðsstaðnum vaks fólkatalið 1,4% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, tí fyrsta januar búðu 17.748 fólk í Havn og 30. sep- tember var tað komið upp á 17.988, ella 240 fólk fleiri. Viðmerkjast skal, at nú er Kollafjørður taldur upp í. Tað er hent, takkað verið einum burðaravlopið. Tað eru 205 nýggir havnarborg- arar føddir hesa tíðina og 83 eru deyðir og tað gevur so eitt burðaravlop uppá 122 fólk. Harafturat hevur talan verið um eina netto- tilflyting uppá 118 fólk. Hetta er samstundis tað mesta, sum nakrantíð hevur búð í Havnini. Í 1989 búðu 16.232 fólk Í havn og í Kollafirði, men í 1995 minkaði tað niður í 15.276 fólk. Vøksturin frá 1995 til 2001 hevur verið 2.666 fólk, ella 17,8%. – Ikki síðani tey tiltiknu áttatiárini, hava so nógvir útlendingar søkt um at sleppa til Føroyar at arbeiða ÚTLENDSK INNRÁS Áki Bertholdsen Tað er rættiligur gravgang- ur hjá útlendingum at sleppa til Føroya at arbeiða. Higartil í ár hava ikki færri enn 400 útlendingar søkt um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum og so stórt hevur talið ikki verið síðani tey kátu áttatiárini, tá ið talið tað “ besta” árið kom upp um 500. Her er ikki talan um norðurlendingar, men um útlendingar uttanfyri norð- urlond. Georg Otthamar á politistøðini í Havn, upp- lýsir, at tað koma umsóknir hvønn einasta dag frá útlendingum, sum vilja sleppa til Føroyar at arbeiða. – Í áttatiárunum vóru eis- ini rættiliga nógvir út- lendingar í Føroyum og arbeiddu. Men tá ið krepp- an rakti, fóru teir allarflestu av teimum av landinum aftur og í árunum aftaná vóru ógvuliga fáar um- sóknir. – Men hesi seinastu árini hevur tað aftur støðugt vundið meiri og meiri uppá seg, at útlendingar søkja um at sleppa til Føroyar at arbeiða og higartil í ár er talið komið upp á 400 og tað er alsamt veksandi. Politisturin sigur, at nógvir umsøkjarir eru úr Evropiskum londum, men nógvir eru eisini í fjar- skotnum londum sum Tei- landi og Filipsoyggjum. – Nógv koma rættiliga langvegis frá til Føroya, staðfestur hann. Men umframt hesar 400, hava aðrir 1.100 - 1.200 útlendingar søkt um ar- beiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum higartil í ár í sambandi við oljuvinnuna, men teir verða taldir fyri seg. Fá víst aftur Georg Otthamar sigur, at útlendingur, sum søkir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, skal lúka ymsar treytir. Hann skal hava øll pappír í lagi, tvs, at hann skal hava gyldugt pass og fólk úr teimum londum, har inn- ferðarloyvi krevst fyri at koma til Føroya, skal sjálv- sagt eisini hava tey viður- skifti ílagi. Harumframt krevst vátt- an frá føroyskum arbeiðs- gevara um, at hann tryggja útlendinginum arbeiði og váttan um, hvussu leingi hann kann tryggja honum arbeiði. – Hetta er ein tann treytin, sum vit leggja størstan dentin á, og út- lendingurin fær ikki lovyi at vera í Føroyum longri enn arbeiðsgevarin vil vátta, at hann kann hava hann í arbeiði. Harumframt fær útlend- ingur, sum er vístur úr einum norðurlandi, heldur ikki arbeiðs- og uppihalds- loyvi í Føroyum. – Men tað eru fáir, sum royna at koma higar, hóast teir eru vístir úr einum øðrum norðurlandi,sigur Georg Otthamar. Hann sigur, at yvirhøvur hava teir útlendingar, sum vilja sleppa til Føroyar øll síni viðurskifti ílagi og tí fáa teir eisini loyvi at koma higar. Hann sigur, at viðhvørt biðjur løgreglan um upplýsingar frá ALS og kommununum, sum út- lendingar skulu búgva í, áðrenn teir fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi, men tað er ikki føst mannagongd. Um alt landið Hann sigur, at tað er um alt landið, at hesir útlending- arnir arbeiða, men hann vil ikki siga nakað um um einstøk pláss í landinum, ella einstakar bólkar av útlendingum, tí tað stríður ímóti tagnarskylduni. Hann sigur tó so mikið um, at teir flestu eru ófak- lærd og tey arbeiða í yms- um vinnugreinum, eitt nú í fiskivinnuni. Men summi eru eisini lærd av ymsum slagi, eitt nú handverkarar, men eisini onnur. Vanliga fáa útlend- ingarnir ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi her í meiri enn eitt ár ísenn, men tað er ójavnt, hvussu leingi fólk eru, summi eru styttri enn tað, onnur eru longri. – Tað veldst alt um, hvussu tíðirnar í Føroyum eru og, hvussu tær verða. Georg Otthamar sigur annars, at løgreglan hevur ongar trupulleikar av teim- um útlendingunum, sum koma hendavegin. – Tey eru hampafólk, sigur hann. Á nýggjárinum verða yvir 47.000 fólk í Føroyum 400 útlendingar søkt um arbeiðsloyvi í Føroyum Verður landið býtt sundur í øki, veksur fólkatalið allastaðni, uttan í Klaksvíkarøkinum. men veksur tað í Sandoyar og í Vágaøkinum og í Havn hava tað ongantíð búð so nógv fólk, sum nú Í løtuni eru fyri- reikingar ígongd til eina verkætlan, har dentur verður lagdur á at læra meira grundlógir og umsiting. Ágúst Thór Árnason stendur á odda fyri verkætl- anini, og hann ætlar at fáa føroyingar við VERKÆTLAN Heri á Rógvi Tað var í farnu viku, at Ágúst Thór Árnason vitjaði í Føroyum. Ørindini hjá honum vóru at kunna seg um nøkur viðurskifti í Føroyum. Ágúst Thór Árnason er víðagitin í út- búgvingarhøpi, og er hann knýttur at fleiri hægri lærustovnum, bæði í Ís- landi og aðrastaðni. Sjálvur er hann útbúgvin sum rættarfilosof í Týsklandi. Hetta er ein útbúgving, sum ikki er til nógvastaðni í okkara parti av heiminum. Umvegis sína útbúgving og sítt arbeiði hevur Ágúst Thór Árnason samlað saman servitan um grund- lógir og umsiting í hesum sambandi. Hann hevur so avgjørt eisini áhuga fyri Føroyum og føroyingum. Verkætlan Sum áður nevnt, var Ágúst Thór Árnason í Føroyum fyri at kunna seg meira um føroyskt viðurskifti. Tað er í sambandi við eina verk- ætlan, at Ágúst Thór Árna- son vitjaði í Føroyum. Tá vit hittu hann, var hann ikki reiðiliga farin í holt við sínar kanningar í Føroyum, men hann virkaði ógvuliga bjartskygdur. Eftir hvat skilja á lagnum, spurdist eisini okkurt spennandi burturúr, og Ágúst Thór Árnason er eftir øllum at døma væl nøgdur. Verkætlan tekur støði í smásamfeløgunum, eitt nú Føroyar og Grønland. Fleiri hægri lærustovnar eru knýttir at hesari verk- ætlanini, ið eftir ætlan skal fara av bakkastokki kom- andi ár. Ætlanin er, at fólk skulu koma til Føroya aðrastaðni frá og læra frá sær. Horna- steinurin í verkætlanini er sum vera mann grund- lógararbeiði, og hvussu støðan og fatanin av hesum er. Ágúst Thór Árnason er sannførdur um, at støðan hjá Føroyum er nakað serligt, men tað hevur týdn- ing, at vitanarstøði verður betra um. Á vitjan sínari í Før- oyum, legði Ágúst Thór Árnason leiðina framvið hjá m.a. umboðum fyri Grundlógarnevndina, al- mennu umsitingina og Fróðskaparsetur Føroya. Sum støðan er nú, so verður tosað um, hvat er tað rætta stigið at taka víðari í arbeiðinum. Amt Ágúst Thór Árnason hevur umframt sín fakliga áhuga fyri Føroyum, so hevur Ágúst Thór Árnason eisini fleiri spennandi meiningar um føroysk viðurskifti. Hann heldur m.a., at undir núverandi støðu, so eru Føroyar mestir at meta sum eitt amt. Hann heldur tað hevur stóran týdning, at Føroyar fáa staðfest sína støðu, sum Ísland eisini gjørdi á sinni. Samstundis vísir hann á, at við einari nýggjari og modernaðari grundlóg, so kunnu Føroyingar fyri sovítt vera at meta sum undangongubátur á hesum økinum í okkara parti av heiminum. Hann vísir á, at danska grundlógin er ótrúliga trupul at arbeiða við, og hetta er óheppi, tá ið hon skal vera eitt slag av einum fundamenti. Finnar fingu fyri kortum eina at kalla heilt nýggja staðfest- ing í grundlógini, og hetta hevur betrað um støðuna munandi, sigur Ágúst Thór Árnason. Spennandi verkætlanin hjá Ágúst Thór Árnason tykist at vera í fyrireik- ingarfasuni, og tað verður spennandi at vita, hvat víðari fer at henda. Heimasjúkrasystrarn ar í Suðuroy ætla ikki ar røra súkklurnar, tær fingu sendandi úr Havnini um vikuskiftið HEIMARØKT Áki Bertholdsen Ósemjan ímillum heima- røktirnar í Suðuroy og mynduglerikarnar í Havn tók eina nýggja vend um vikuskiftið. Heimasjúkrasystrarnar hava boðað frá, at frá 1. november í ár høvdu tær ongan bil at brúka í ar- beiðnum Hetta er eitt elligamalt stríð og fyri nógvum árum síðani fóru heimarøktirnar kring landið í verkfall fyri at fáa tænastubil. Nógvar av teimum hava rættiliga stórt øki at røkja og tað er neyðugt at hava bil, fyri at kunna passa sjúklingarnar forsvarligt. Fyrst í ár fóru tær aftur av álvara í holt við at fáa Almanna- og Heilsumála- stýrið at útvega teimum tænastubil. Tær settu freistina til 1. oktober, og boðaðu frá, at eftir tað, fóru tær ikki at brúka sínar egnu bilar. Eftir áheitan varð freistin tó longd til 1. november og seinast í okotober komu so boð um, at Almanna- og Heilsumálastýrið hava søkt um pening til sjey bilar á eykajáttanarlógini fyri ok- tober, sum skal leggjast fram nú. Bilarnir skulu so býtast ímillum heimarøkt- ina í øllum landinum. Heimarøktirnar kring landið arbeiða tískil sum vant. Men ikki í Suðuroy, tí tær vilja ikki lata sær lynda at útseta freistina einaferð enn, tí tær halda, at Al- manna og Heilsumálastýrið hevur havt ríkiligt av tíð at loysa málið. Og tá ið tað ikki er gjørt, er tað tí, at Stýrið misbrúkar støðuna og hevur litið á, at sam- vitskan hjá heimasjúkra- systrunum fór at forða teimum í at seta tiltøk í verk. Kostar nógv Men í Suðuroy stóðu tær sostatt við sítt og síðani 1. november hava tær ongan bil havt. Ístaðin hava tær verið til gongu, brúkt Bygdaleiðir ella koyrt í hýruvogni. Hetta hevur forðað arbeiðnum rættiliga nógv, tí nú fáa tær ikki røkt teir sjúklingar, sum tær hava, so væl, sum tær áttu. Hetta er eisini ein dýr loysn, tí keldur í heima- røktini siga, at tær brúka nakrar hundrað krónur um dagin til hýruvogn, fyri at kunna røkja arbeiðið sum frægast. Fingið súkklu Um vikuskiftið hendi so nakað, sum rættiliga fekk sinnini í kók hjá heima- røktini í Suðuroy. Ístaðin fyri at fáa bil, sum tær hava biðið um, hava tær nú fingið súkklu til ar- beiðsbrúk. Um vikuskiftið sendi Serstovnadeildin tvær súkklur til Suðuroy, eina til Vágs og eina til Tvøroyrar. Hetta er ivaleyst meint sum ein fyribils loysn og fyri at gera tað lættari at koma runt. Helst eru súkklurnar sendar í bestu meining, men tær vóru ikki móttikn- ar í sama anda. – Tað var við eini bland- ing av vreiði og skemti, at vit tóku ímóti súkklunum, siga tær. Heimarøktir, vit hava tosað við, siga, at tað liggur í hvussu so er fast, at tær ætla ikki at røra súkklurnar. – Hesa tíðina er stormur, kavi og gler á vegnum og tað er ofta beinleiðis lívs- hættisligt at fara á súkklu. Tær vísa eisini, at summ- ar av heimarøktunum eru tilkomnar konur, har flestu teirra ikki hava sitið á súkklu síðani tær vóru óvitar og aðrar hava ongan- tíð sæð súkklu fyrr...... Økið, sum hvør heima- sjúkrasystir hevur at røkja er eisini so stórt, at tað er ikki hugsingur um at fara á súkklu. Aðrar, sum hava sæð tað skemtiliga í tí, vísa á, at onkur av heimasjúkrasystr- unum hevur sjúkrasystra- næming í starvsvenjing og spurt verður speiskliga, um ætlanin er at næmingurin skal renna aftaná súkkluna, ella sita aftanfyri??!!?? Tær siga, at súkklurnar hava eina kurv frammanfyri - hon er ivaleyst til journal- irnar hjá sjúklingun- um??!!!??? Onkrar av heimasjúkra- systrunum hava halda, at hetta er tekin um, hvussu lítla virðing Almanna- og Heilsumálastýrið hevur fyri teimum og teimum sjúk- lingum, tær røkta. So súkklurnar, tær standa, har tær verða settar og heimasjúkrasystrarnar brúka framvegis hýruvogn, ella, har tað ber til, Bygda- leiðir, ella tær ganga. Føroyar við í norðurlendskari lógarverkætlan Bóðu um bil – fingu súkklu Íslendingurin Ágúst Thór Árnason var í Føroyum í farnu viku og kunnaði seg um føroyskt viðurskifti. Ætlan hansara er, at Føroyar skulu vera við í einari verkætlan, har m.a. útlendingar skulu koma til Føroya at undirvísa. Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 5 4