mikudagur 14. november 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 220 - 14. november 2001
Nr. 220 - 14. november 2001
7
Fartelefonirnar hava
gjørt innrás í flest
øllum londum í
Evropa tey seinastu
árini. Ikki kemst
undan, at eisini
føroyingar eru raktir
av hesi fartelefon-
farsóttini, og eisini
heilt smá børn brúka
hesi tólini, ið uttan
iva eru hent, men tó
ikki heilt vandaleys
FARTELEFONIR
Ingrid Bjarnastein
Serfrøðingar á fartelefon
økinum hava júst sligið
fast, at tá eitt fimm ára
gamalt barn brúkar eina
fartelefon, so verða strál-
urnar tiknar inn í allan heil-
an. Hetta skrivar danska
blaðið B.T.
Yngri børn, sum tosa í
fartelefon, súgva upp til
50% meira av strálum inn í
heilan enn vaksin fólk.
Eisini staðfestir nýggja
kanningin, at hjá børnum í
10 ára aldri og uppeftir,
verða strálurnar bert tiknar
inn í teir partarnar av heil-
anum, har telefonin verður
hildin ímóti.
Henda kanning fær fleiri
læknar og serfrøðingar at
halda, at børn skulu ikki
tosa í fartelefon fyrr enn
skølturin er liðugur at
vaksa.
Sms-tummil
Ein annar vandi, ið kemst
av
fartelefonini
verður
kallaður "sms-tummilin".
Læknar eru farnir at
ávara ímóti hesum sokall-
aða sms-tummlinum, tí
hetta er ein áhaldandi, ógv-
uslig og eintáttað tyngd á
tummilin. Hetta kann hava
við sær, at tummilfingurin í
fyrsta umfari verður raktur
av vødda- og liðgikt, og
kann hetta seinni eggja til
álvarsamar
trupulleikar,
sum til dømis slitgikt við
pínu.
Serfrøðingar frá millum
annað svøríki hava longu
funnið fram til børn og ung,
sum vegna overving av
tummlinum hava fingið
trupulleikar við sínum lið-
um og vøddum.
Tummilfingurin er ikki
bygdur til at flytast skjótt
yvir lítlar flatur, sum
knappaborðið á fartelefon-
ini leggur upp til.
Tølini siga, at í miðal
senda danir 106.000 sms
hvønn einasta tíma í døgn-
inum, veit B.T at siga frá.
Mobilstrálur
og sms-tummil
Peter Østergaard, ið
er fiskadjóralækni á
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni, heldur,
at føroyingar eisini
skulu fara undir at
koppseta laks móti
ILA sjúkuni. Loyvi
skal tó fáast frá ES,
áðrenn ein slík ætlan
kann fremjast
ILA
Stefan í Skorini
– At koppseta laks móti
ILA hevði verið ógvuliga
klókt at gjørt í Føroyum,
um vit skulu bjarga alivinn-
uni, sigur Peter Østergaard,
fiskadjóralækni á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni.
Trupulleikin higartil hev-
ur verið, at koppsetingarnar
ikki hava verið nóg góðar,
men nú eru menn komnir
so mikið langt við tí
granskingini, at føroyingar
eisini kunnu fara undir at
koppseta laks.
Í skrivandi stund er Peter
Østergaard
saman
við
landsdjóralæknanum Bjørn
Harlou á veg til Bruxelles á
fund við fiskadjóralæknar
úr Evropa. Peter Østergaard
sigur, at her fara teir báðir
at taka upp spurningin,
hvørt laksur skal koppset-
ast móti ILA ella ikki.
– Vit fara sjálvandi at
taka hetta málið upp á
fundinum, tí hetta er sera
viðkomandi fyri føroyingar
beint nú, sigur Peter Øster-
gaard.
ES skal geva loyvi
ILA er á listanum hjá ES
yvir
tær
álvarsamastu
fiskasjúkurnar. Vanligt er
ikki at koppseta móti sjúk-
unum á hesum listanum og
felagsskapurin hevur enn
ikki givið loyvi at koppseta
móti ILA.
ES ber ótta fyri, at frískur
fiskur kann gerast smittu-
berari og soleiðis breiða
smittuna víða um.
Peter Østergaard væntar,
at føroyingar fáa loyvi at
koppseta nakað skjótt og
vónandi verður tað klárt
komandi vár.
– Í Føroyum kundu vit
gjørt soleiðis, at øll alibrúk
sluppu at koppseta uttan á
Sandoy og í Suðuroy. Hesi
kundu so givið ábendingar,
um koppsetingin hevur ver-
ið við til at basa smittuni.
Tað hevði verið best, um vit
hava nøkur alibrúk, sum
ikki eru koppsett, sigur
Peter Østergaard.
Peter Østergaard heldur,
at norðmenn eisini vilja í
gongd við at koppseta laks,
og hetta kann hava við sær,
at loyvi fæst skjótt.
Peter er samdur við alar-
um og landsdjóralæknanum
í, at ILA óviað verður at
finna aðrastaðni í Føroyum
nakað skjótt.
Mugu ansa betur eftir
Havbúnaðarfelagið
og
vinnumálastýrið hava sam-
an biðið eitt norskt felag
um at gera ein kanning av
smittuvandanum
millum
føroysk alibrúk, og hon
fellur ein lemjandi dóm.
Føroyskir alarar gera sær
ikki nóg stóran ómak fyri at
forða smittum sum ILA í at
breiða seg um landið. Hetta
segði Útvarp Føroya í gjár.
Sagt varð millum annað,
at alarar seta ov lítlan fisk
út í ringarnar. Lítil fiskur er
í størri vanda at gerast sjúk-
ur enn størri fiskur, og tí er
hetta ein vandi, sum alarar
mugu taka til eftirtektar.
Alarar mugu tí eisini taka
í egnan barm og gera sítt
ítarsta fyri at basa smittum,
ið hótta teirra egna lívs-
grundarlag.
Fiskadjóralækni tekur undir við alarum:
Koppseting móti ILA er loysnin
Besta loysnin móti ILA hevði verið at koppsett fiskin, men ES hevur enn ikki givið loyvi til tess, og tí mugu alarar bíða, til evropeiski
felagsskapurin góðtekur koppseting móti ILA
12. – 18. november
2001
Tíðindaskriv
Fyri fimtu ferð verður
skipað fyri bókasavns-
viku. Evnið hesuferð er
»Orð & løg í Norður-
londum«.
N o r ð u r l e n d s k u r
skaldskapur í bundnum
máli,
norðurlendskar
vísur og norðurlendskur
tónleikur vera í fokus.
Undanfarin ár hevur
ein tekstur verið lisin,
men ístaðin fyri at lesa
ein valdan tekst, fara vit
í ár at syngja tríggjar
norðurlendskar sangir.
Sangirnir eru teir væl-
kendu: »Tá tú piparkøk-
ur bakar« eftir Thor-
bjørn Egner, »Fjarild
vingad syns på Haga«
eftir Carl Michael Bell-
man og »Svantes lykke-
lige dag« eftir Benny
Andersen.
Í ár hava yvir 1000
bókasøvn, harav seks úr
Føroyum, meldað seg til
norðurlendsku
bóka-
savnsvikuna.
Á Landsbókasavnin-
um verður vikan hildin
við einum tiltaki hós-
dagin
15.
november
klokkan 19.30.
Á
skránni
verður
sangur og uppplestur.
Rytmiska kórið í Hoy-
dølum fer at syngja teir
útvaldu sangirnar, um-
framt
aðrar
norður-
lendskar sangir. Uttan
iva verður eisini høvi hjá
áhoyrarunum at syngja
við.
Egi Dam og Páll
Danielsen úr Grímu fara
at lesa úr brævaskiftin-
um millum Heðin Brú
og Chr. Matras. Upplest-
urin av brævaskiftinum
var fyri fyrstu ferð fram-
førdur í samband við
100 ára hátíðarhaldið
fyri Heðini Brú.
Norðurlendsk
bókasavnsvika
Heilsusjúkrasystrarn
ar í Suðuroy hava
fingið súkklur at
brúka til arbeiðis í
staðin fyri egnan bil,
sum tær ikki vilja
brúka.Tað boðar ikki
frá góðum, heldur
løgtingsmaður, sum
hevur sett landsstýr-
ismanninum fyri-
spurning um bilarnar
hjá heilsusjúkra-
systrunum
FYRISPURNINGUR
Edvard Joensen
Heilsusjúkrasystrarnar
í
Suðuroy hava fingið súkkl-
ur at flyta seg á, tá tær
skulu til arbeiðis. Slíkt er
púra burturvið, heldur løg-
tingsmaðurin Henrik Old,
sum hevur spurt landsstýr-
ismannin við almanna- og
heilsumálum, hvussu verð-
ur við bilum til skipanina.
Henrik Old, løgtingsmað-
ur, setti seinasta mikudag
Sámali Peturi í Grund,
landsstýrismanni við al-
manna- og heilsumálum,
munligan fyrispurning, um,
hvussu verður við bilum til
heimarøktina.
Tað er soleiðis, sigur
Henrik Old, at heilsusjúkra-
systrarnar hava síðan fyrsta
oktober noktað at brúkt
egnan bil til arbeiðis.
– Tað ber stutt sagt ikki
til at krevja av teimum, at
tær skulu binda ein privat-
bil til arbeiðis um kvøldið,
meðan restin av familjuni
so sitir við ongum, sigur
Henrik Old.
Sámal Petur í Grund,
landsstýrismaður, svaraði,
at Almanna- og Heilsu-
málastýrið hevur biðið um
at fáa pengar til sjey bilar á
eykajáttanarlógini fyri okt-
ober. Hetta skal so hjálpa
upp á tørvin, sigur hann.
Súkklur komnar
Henrik Old sigur í við-
merking, at tað er mikið
gott við at biða um pengar
til bilar. Men enn er eyka-
játtanarlógin ikki komin
fyri tingið, so tað fer at taka
eina tíð enn, áðrenn trupul-
leikin er loystur.
– Men ikki boðar tað frá
góðum, sigur Henrik Old,
at Meginskrivstovan hjá
heimarøktini nú sendir
heilsusjúkrasystrunum
í
Suðuroy eina súkklu til
hvørt øki.
– Jú, tað er »idelig sann-
heit«, tekur hann aftur í
aftur, at tað komu tvær
súkklur suður nú í vikuni,
sum fór. Ein dag seinkaðar,
tí bilurin, sum kom við
teimum, slapp ikki fram
fyri kava, tann dagin, tær
vóru við Smyrli. Tær skulu
brúkast at ferðast innan-
bíggja við, verður sagt.
– Men hvat í Harrans
navni skal ein tilkomin
kona gera á eini súkklu
millum Øravík og Froðba á
nátt í øllum veðri? spyr
Henrik Old.
Hann vísir á, at tað er
eisini sera trupult at brúka
Bygdaleiðir eit nú í norðara
parti av Suðuroy. Ferðast
skal úr Sandvík, til Fámj-
ins. Og tað kunnu gang
tímar í millum, at bussurin
koyrir til Fámjins. So her er
brúk fyri einum bili, vísir
Henrik Old á.
Bilarnir bíligari
Sámal Petur í Grund, lands-
stýrismaður við almanna-
og heilsumálum, váttar, at
hann kennir til trupulleikan
hjá heilsusjúkrasystrunum.
Og hann er samdur við
teimum, sum siga, at tað
ber ikki til at leggja hald á
ein privatbil, soleiðis sum
gjørt hevur verið.
Sámal Petur í Grund sig-
ur, at tey hava kannað á Al-
manna- og Heilsumálastýr-
inum, hvussu nógv tað
kostar at lata heilsusjúkra-
systrunum tænastubilar. Og
úrslitið, tey komu til, var, at
tað vóru beinleiðis pengar
at spara við at keypa økjun-
um hvønn sín bil til ar-
beiðsbrúk hjá heilsusjúkra-
systrunum.
So
eingin
grundgeving er fyri at lata
vera.
Hann gjørdi tí av at biða
um pening til sjey bilar á
eykajáttanarlógini fyri okt-
ober, sigur Sámal Petur í
Grund.
Men at heilsusjúkrasystr-
arnar hava fingið súklur
sendandi til at brúka innan-
bíggja, kennir hann als
einki til.
Á meginskrivstovuni hjá
heimarøktini, sum hevur
sent súkklurnar til Suður-
oyar, ber ikki til at fáa orð á
leiðaran, Jákup Foldbo.
Hann er á skeiði, verður
upplýst, og hann hevur
boðað frá, at hann vil ikki
órógvast.
Henrik Old, løgtings-
maður, fer at spyrja
landstýrismannin við
fiskivinnumálum,
Jørgen Niclasen,
hvussu tað ber til, at
enskur trolari kann
sleppa at fiska undir
Føroyum í fýra dagar
uttan fiskiloyvi, fyri
síðan at verða tikin
FYRISPURNINGUR
Edvard Joensen
Henrik Old, løgtingsmaður,
fer at spyrja Jørgen Niclas-
en, landsstýrismann við
fiskivinnumálum, hvussu
tað ber til, at ein enskur
trolari kann fiska fleiri
dagar undir Føroyum, uttan
at føroyskir myndugleikar
gera vart við, at hann als
einki fiskiloyvi hevur.
Tað var í seinastu viku, at
enski trolarin Farnella varð
tikin fyri at fiska uttan
loyvi undir Føroyum. Men
tá hevði hann verið her í
fýra dagar, uttan at Vaktar-
og
Bjargingartænastan
hevði gjørt hann varugan
við, at hann ikki hevði loyvi
at royna undir Føroyum.
– Tað er ótrúliga klossut,
at so skal vera, sigur Henrik
Old, sum vil hava at vita frá
Jørgeni Niclasen, hvar feil-
urin liggur. Um tað er hjá
reiðarínum í Bretlandi, ES
fyrisitingini ella hjá okkara
egnu fyrisiting, í hesum
førinum Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuni.
Henrik Old vísir á, at tað
at skiparin hevur boðað frá
í góðari tíð, at hann kom
inn á føroyskt øki, bendir á,
at hann helt alt vera í lagi.
– Eingin fer at ringja til
Førya Banka í arbeiðstíð at
siga frá, at hann ætlar at
bróta inn i bankan um nátt-
ina, vísir Henrik Old á sum
eina samanbering.
Hann sigur, at tað skal
eingin ivi ver um, at í somu
løtu, sum fráboðanin kom,
átti Fiskiveiðieftirlitið at
sagt
skiparanum
frá,
hvussu vorðið var. So var
sloppið undan, at menninir
mistu inntøku, og at vit
standa við einum slíkum
brølara, sum ikki eigur at
koma fyri.
Hann heldur tað vera
beinleiðis at halda fiski-
menninar fyri spott at lata
teir fiska í fýra dagar fyri
síðan at senda Brimil eftir
teimum og taka teir til
Havnar, har teir aftur mistu
nógvar dagar, meðan málið
var fyri í rættinum.
Henrik Old, sum sjálvur
er fiskimaður, sigur, at
hann hevur sent nógvar
slíkar
fráboðanir,
sum
bretski skiparin sendi. Og
tað er beinanveg, at svar er
komið aftur, antin so ella
so. Teir, tú sendir fráboðan
til, vita, áðrenn tú kemur,
um tú hevur loyvi at fiska
ella ikki, og tað eiga føroy-
ingar eisini at vita.
Tað tænir ikki føroying-
um at bera seg soleiðis at
sigur Henrik Old, sum nú
vil hava Jørgen Niclasen,
landsstýrismann við fiski-
vinnumálum, at staðfesta,
hvar feilurin liggur.
Súkklurnar eru komnar
Klossut fiskiveiðieftirlit
Skiparin á Farnellu bar seg
rætt at, men varð hildin fyri
gjøldur av føroyskum
myndugleikum, heldur
Henrik Old, løgtingsmaður,
sum nú vil hava Jørgen
Niclasen, landsstýrismann
við fiskivinnumálum, at
staðfesta eina ábyrgd
Mynd: Jens Kristian Vang
Henrik Old hevur spurt landsstýrismannin við almanna- og
heilsumálum, hvussu verður við bilum til heimarøktina.
Úrslitið higartil er tvær súkklur, sum heilsusjúkrasystrarnar
skulu ferðast um Suðuroynna við
C
M
Y
K
7
6