Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 220 - 14. november 2001 Nr. 220 - 14. november 2001 9 Nýggi leiðarin í Atlantis ætlar at fáa lív í mentanarhúsið, og hann vónar, at húsið kann bjóða eitt breitt úrval av til- tøkum MENTAN Eyðun Klakstein Klaksvík: Jógvan Eliasen tekur í morgin við sum leiðari í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík. – Eg eri sera spentur at fara í gongd. Málið hjá mær verður at fáa lív í hús- ið, fólk skulu brúka Atlant- is og verða góð við tað, sig- ur hann. Jógvan Eliasen hevði í sjeyti- og áttatiárunum nógv við Klaksvíkar Sjón- leikarfelag at gera. Hann var eisini við til skipa fyri tiltøkum av ymsum slagi, men seinnu árini hevur hann verið í privatu vinn- uni. Nú leitar hann aftur til mentanina, og tað verður nú hansara uppgáva at fáa tiltøk aftur í Atlantis. Biografur Eitt tað fremsta, sum skal fáast at virka, er biografur- in. Biografur var í Atlantis, tá húsið lat uppaftur eftir umbyggingina, men hetta virksemið steðgaði. Nú er ætlanin at fáa biograf aftur sum skjótast. – Eg vóni, at Atlantis kann bjóða nógv spennandi mentanartiltøk framyvir. Vit koma at samstarva við onnur um hetta, men fara eisini at gera okkara egnu tiltøk, sigur Jógvan Eliasen. Atlantis verður rikið sum sjálvsognarstovnur, men Klaksvíkar kommuna ætlar at játta hálva millión krónur til húsið komandi ár. Mostir Charley er ein klassisk farsa við misskiljingum, mannfólki í konu- fólkaklæðum, kær- leika og einum góð- um enda. Per Johann- essen er framúr í leiklutinum sum tann falska mostirin UMMÆLI Eyðun Klakstein Mostir Charley er ein skemtiligur jassur. Hann, ella skuldi vit sagt hon – mostirin altso – er sentral í leikinum, sum er uppkallaður eftir henni. Mostirin er umberingin fyri, at tveir ungir mans kunnu bjóða gentunum, sum teiru skotnir í, heim til døgurða, og mostirin er eis- ini orsøkin til tær mongu misskiljingarnar. Sjónleikurin Mostir Charley, sum varð frum- sýndur í Atlantis leygar- kvøldið, er ein farsa av tí rætta slagnum. Har er alt, sum slíkur leikur skal hava. Fólk misskilja hvør annan, nógv verður gjørt fyri at lumpa fólk, og tá alt rennur seg fast móti endanum av leikinum, er einki at gera uttan at avdúka rætta sam- anhangin. Men áðrenn tað verður gjørt er nógv at uppliva og flenna eftir. Umberingin Leikurin snýr seg í stuttum um, at tveir ungir mans vilja bjóða unnustum sín- um heim til døgurða. Men tá í tíðini – tað er fyri ein- um 100 árum síðani – kundu ungir mans ikki bara bjóða gentum heim. Moralsku krøvini vóru øðrvísi. Tí hava teir brúk fyri eini umbering, og tann umber- ing verður Mostir Charley. Hon skal koma at vitja, og tí verður hon orsøkin til at boðið verður til døgurða. Men mostirin kemur ikki, tá hon skal koma, og so er góða ráð dýr. Endin er, at triðji ungi maðurin skal spæla mostirin, og har byrj- ar snýtið, misskiljingarnar og tann stóri láturin. Gott spæl Leikurin gongur væl, og nógv er at flenna eftir. Leygarkvøldið, tá leikurin var frumsýndur, tóktist spælið eitt sindur merkt av nervum fyrstu løtuna, men tá leikararnir vóru komnir í gongd, var einki at fílast á. Per Johannessen er fram- úr í leiklutinum sum most- irin, og hann fær fólk at flenna, bara hann er í nánd av pallinum. Hann dugir væl at hava samband við áskoðararnar, og falska mostirin er passaliga frek bæði í atburði og málburði. Karl Marius Poulsen hev- ur ein av minni leiklutunum í leikinum, men hann loysir uppgávuna sum Brasset ómetaliga væl. Og so eru tað allir hinir leikararnir. Hans Hjalti Skaale við tí krevjandi leik- lutinum sum Jack, Øssur Hentze sum einasti taparin í leikinum, Jan Gardar sum Charley og so hinir leikar- arnir við størri og smærri leiklutum. Tað verður spælt væl og sannførandi, og tað einasta, sum fingurin kann setast á, var tann eitt sindur ótrygga byrjanin fyrsta kvøldið. Men tað skyldast ivaleyst meira spenningi og nervum enn nakað annað. Gerandismál Nýggja týðingin av leikin- um, sum Andreas Justesen hevur gjørt, er passaliga løtt og gerandislig. Málið er soleiðis, sum tað verður tosað á okkara døgum, og at orð sum teenagari verður brúkt í leikinum tykist ikki ónatúrligt, fyrr enn tú fert at hugsað um, at leikurin gongur fyri seg fyri eini øld síðani. Men so heldur tað, enn at málburðurin var sum fyri 100 árum síðani! Fyri at skilja leikin skalt tú brúka moralska grundar- lagið seinast í 19. øld sum grundarlag. Nú á døgum hevði neyvan nakað verið forgjørt í, at tveir ungir hampamenn bjóða konu- fólki til døgurða, men so- leiðis var ikki tá á døgum. Og tað er her kjarnin í leik- inum er. Tað ræður um at lumpa seg fram at. Søgan er ikki nógv fløktari enn tað. Tað er lætt at liva við í leikinum, og sjálvt skemtið – tær knøppu viðmerking- arnar, orðalagið og krops- málið – hevur størri týdn- ing enn sjálv søgan. Jógvan skal leiða Atlantis Frumsýndur í Atlantis 10. november Leikarar: Per Johannessen Hans Hjalti Skaale Karl Marius Poulsen Jógvan Jacobsen Jenny Kastalag Øssur Hentze Joan Heinesen Jan Gardar Adelborg Linklett Petur Eliasen Jakobina Joensen Leikstjóri: Jákup Veyhe Framleiðsla: Bjarni Ziska Dahl Umseting: Andreas Justesen Mostir Charley Skemtilig mostir – Eg vóni, at Atlantis kann bjóða nógv spennandi mentanar- tiltøk framyvir, sigur Jógvan Eliasen, nýggjur leiðari í Atlantis. Mynd: Eyðun Klakstein Per Johannesen er framúr í leiklutinum, sum tann falska Mostir Charley Karl Marius Poulsen kemur sera væl frá leiklutinum sum Brasset UTTAN ÚR HEIMI Norðursamgongan valdi at taka afghan- ska høvuðsstaðin, hó- ast USA og Pakistan mæltu frá. Taliban-herurin var so illa kroystur eftir bardagarnar seinastu dagarnar, at her- menninir tóku seg úr høv- uðsstaðnum Kabul, áðrenn hermenninir hjá Norður- samgonguni komu til býin, sum tískil bleiv tikin uttan stórvegis mótstøðu. Amerikanarar og paki- stanar høvdu framman- undan mælt Norðursam- gonguni til at steðga á norðan fyri Kabul, so ST kundi fáa stundir til at skipa eina savningarstjórn, áðr- enn býurin varð tikin. Men leiðslan í Norðursamgonguni helt tað ikki vera ráðiligt at bíða. Sendimaðurin hjá sam- gonguni segði í gjár, at tað var neyðugt at tryggja sam- gonguni valdið í býnum fyri at sleppa undan lóg- loysi, nú Taliban-stýrið hevði tikið til rýmingar. Verjumálaráðharrin hjá Norðursamgonguni, Mo- hammed Fahin, sigur tó, at fyribils hevur samgongan sent túsund hermenn og løgreglumenn inn í sjálvan býin, men at sjálvur herurin verður standandi uttanfyri. Samstundis fyrireikar Taliban-herurin seg til at verja býin Kandahar har suðuri í landinum. Býurin er háborgin hjá Taliban- rørsluni, men talsmenn hjá Norðursamgonguni søgdu í gjár, at hermenn hennara fara at halda leiðina fram suðureftir, til Taliban hevur mist valdið í øllum landi- num. Liss og Rósing hava gullbrúdleyp Í dag, mikudagin 14. november, hava Liss og Rósing Rasmussen í Runavík verið gift í hálvt hundrað ár. Stóra dagin halda tey saman við teimum, sum hava teknað seg til veitsluna, í bygdarhúsinum í Leirvík. Liss og Rósing kenna nógv fólk, og tey eru væl kend. Heim teirra við Løkin var altíð opið, har kom nógv fólk á gátt, og har var stórt gestablídni. Tá Runa- víkar kommuna síðst í áttati árunum hevði brúk fyri økinum kring fótbóltsvøllin, vórðu húsini hjá Liss og Rósing tikin niður, og tá fluttu tey bæði í nýggj hús á Rúnarvegi. Rósing er føddur 27. oktober 1929, og Liss er fødd 1. september 1930. Hóast tey bæði eru farin upp um tey sjeyti, so eru tey framvegis virkin. Liss er av Toftum. Hon var yngst av børnunum hjá Sannu og Andreasi Hansen heima í túni. Rósing er úr Søldarfirði. Foreldrini vóru Poulina og Per uppi í Toft. Tey áttu tíggju børn, og Rósing var millum tey í miðj- uni. Rósing fór sum blaðungur til Havnar at læra bilsmíð hjá Wensil Petersen. Seinni sigldi hann – bæði út í stóru verð við gasstangabáti og sum motorpassari til fiskiskap. Tíðliga í tíðini fekk hann sær biðsmiðju í Søldarfirði, og seinni hevði hann bilasølu í Runavík. Har seldi hann persónbilar, lastbilar og maskinur av ymsum slagi. Blíður, fryntligur og ein sannur gentle- maður var hesin framúr sølumaðurin. Tað var nógv fólk í arbeiði hjá Rósingi, og tað hevði m.a. við sær, at nógv fólk kom í heimið úti við Tofta- vatn. Har var Liss bestýrarinda. Hon tók sær av ungum eldri, høgum og lágum, føroyingum og fremmanda fólki. Tað hevur ongantíð verið keðiligt at vera har, sum Liss og Rósing hava verið. Tey hava innlit og eru vit- andi um tað, sum farið er, og tað, sum rørir seg í sam- felagnum og tey eru bæði meistarar í at siga frá. Andaliga heimið hjá teimum báðum hevur verið og er í Berøa í Saltangará. Tá gamla Ebenezer miðskeiðis í seksti árunum varð tikið niður og flutt inn í Heiðar og tey fyrstu árini aftaná, vóru tey ikki so mong, sum samlaðust har. Tá vóru Liss og Rósing millum álitis- fólkini. Hesi seinnu árini hava tey bæði verið nógv uppií kristiligum hjálpararbeiði í Eystureuropa. Serliga hev- ur tað verið í Rumenia. Rósing hevur saman við øðr- um verið óteljandi ferðir har niðri, og Liss hevur fleiri ferðir verið saman við honum. Hetta hevur m.a. havt við sær, at vinaskarðin, sum frammanundan var stórur og gekk um fleiri landamørk, nú er uppaftur nógv størri. Liss hevur verið nógv í Zarepta, og í summar var hon – næstan 71 ára gomul – við Ástjørn í Íslandi og hjálpti til. Liss og Rósing eiga seks børn. Anna fødd í 1953, Bogi føddur í 1958, Beinta fødd í 1960, Ingun fødd í 1962, Rógvi føddur í 1963 og Gudny fødd í 1967. Anna og Rógvi búgva á Toftum, Bogi, Ingun og Gudny búgva í Runavík og Beinta býr í Havnini. Barnabørnini eru tjúgu í tali og nú er tað so smátt farið at leggjast afturat í triðja ættarliðnum. Gullbrúðarparinum í Runavík verður ynskt hjarta- liga tillukku. jh Tað er mangan stutt ímillum flogførini í luftini við John F. Kennedy-floghavnina uttan fyri New York, men har er eisini stórt fuglameingi. Longu fáar tímar eftir flog- vanlukkuna, sum kostaði meira enn 260 mannalív, fóru fólk at tosa um, at American Airlines 587 kundi vera dottið niður, tí ein fuglur var komin í ann- an motorin. Flogskiparar, sum eru vanir at flúgva á hesum leiðum, siga, at nógvur fuglur heldur til í vátlendinum nærhendis John F. Kennedy-floghavn- ini, og at hetta tí als ikki er óhugsandi. Amerikansku myndug- leikarnir hava samstundis sagt, at teir hava ongar ábendingar um, at talan var um eina yvirgangsatsókn. Ongar fráboðanir ella hótt- anir vóru komnar, og frá- greiðingarnar hjá eygna- vitnunum í Queens, har flogfarið datt niður, benda heldur ikki á yvirgang. At flogskiparin slepti einum parti av brennievninum bendir eisini á, at hann var greiður yvir, hvat var á vási. Vandamiklir fuglar Millum fuglasløgini, sum halda til við John F. Kenn- edy-floghavnina, eru mási og likka, og flogkønir siga, at ein ella fleiri fuglar kunnu lættliga hava elvt til eina spreinging í einum av teimum stóru GE CF6- motorunum. Ein spreinging í einum so stórum motori kann fáa álavrssamar av- leiðingar, serliga tá flogfar- ið sum í hesum førinum er á veg uppeftir, og motorar- nir tí ganga við fullum snú- ningum. Dettur motorurin av, missir flogfarið sam- stundis ein part av vongi- num, og tað gerst trupult hjá flogskiparanum at stýra tí. Teir serkønu siga, at ein spreinging sum hendan hevði uttan iva eisini havt við sær, at oljutrýstskipanin fer av lagi, og at leki kemur á brennievnisskipanina. Ein fuglur, sum kanska vigar eini tvey kilo, kann sostatt vera nóg mikið til, at sjálvt tey størstu og best út- gjørdu flogførini missa flogið. Soleiðis var eisini, tá ein fuglur kom í motorin á ein- um amerikanskum hernað- arflogfari við Elmendorf Air Base í Alaska tann 22. september í 1995. Tá kom eitt flogfar av slagnum AWACS í ein gásaflokk, júst sum tað var farið á flog. Í hvussu er ein gás endaði í vinstra motori, flogskiparin misti tamar- haldið á flogfarinum, sum datt niður. Øll tey 24, sum vóru umborð, doyðu. Kabul fall uttan bardaga Fekk kanska ein fugl í motorin C M Y K 9 8