mikudagur 14. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 220 - 14. november 2001
Nr. 220 - 14. november 2001
11
Heðin Mortensen
ÍSF-forseti
Vanligt er, tá fólk vera
óvæntað álopin, at taka til
orðini: eisini tú, sonur mín
Brutus.
Í seinastuni hevur ment-
unarblaðið Fregnir skrivað
eina greinarøð ímóti før-
oyskari olympiskari viður-
kenning.
Søgan
um
føroyska
olympiska viðurkenning er
í stuttum henda. Miðskeiðis
í 80’unum tekur ÍSF stig til
at arbeiða fram ímóti før-
yskari luttøku á olympisku
leikunum.
Tað er olympiska rørslan,
ið skipar fyri olympisku
leikunum. Olympiska rørsl-
an er ein óheftur felags-
skapur, óheftur av politisk-
um stjórnum og øllum
øðrum almennum, privat-
um
og
átrúnaðarligum
áhugamálum.
Ovasti myndugleiki hjá
olympisku rørsluni er IOC,
International
Olympic
Council, tað olympiska
ráðið. Limirnir í IOC eru
einstaklingar, sum IOC
sjálvt velur. Limirnir um-
boða ikki heimlond síni í
ráðnum.
Olympiska ráðið viður-
kennir síðani altjóða ser-
sambond, herímillum t.d.
FIFA, atljóða fótbóltsam-
bandið. Ráðið viðurkennir
fleirítróttarsambond,
t.d.
altjóða ítróttarsambandið
fyri brekað International
Paralympic Organisation.
Loksins viðurkennir IOC
eitt
ítróttarsamband
úr
hvørji landi, sum lýkur
treytirnar fyri viðurkenn-
ing. Fremstu treytirnar fyri
viðurkenning
eru,
at
ítróttarsambandið umboðar
sersambond og fleirítróttar-
sambond, ið hava vunnið
sær viðurkenning frá al-
tjóða sersambondunum.
Men, sjálvsagt er ein
spurningur, hvat er eitt land
í olympiskum høpi? Av
teimum
um
200
v i ð u r k e n d u
ítróttarsambondunum eru
12 úr londum, hvørs ríkis-
rættarliga støða minnir um
støðuna hjá Føroyum. Har-
afturat hevur ÍSF fullan
stuðul frá danska ítróttar-
sambandinum, so ongin ivi
er um, hvør umboðar Før-
oyar í olympiskum høpi.
Men fremsta treytin er
viðurkenningin, sum før-
oysku sersambondini hava
fingið. Tað er tann viður-
kenningin, sum ger, at FSF
kann senda lið at umboða
Føroyar í fótbóltskapp-
ingum, at ÍSB svimjarar fáa
heiðursmerki
handaði,
meðan merkið veitrar og
tjóðsangurin ljóðmar.
Politiska eindin Føroyar
og føroysku stjórnarstovn-
arnir, løgting og landsstýri,
fáa ikki olympiska viður-
kenning, men ítróttarsam-
bandið, sum í umveldi er
samanfallandi við landið
Føroyar.
Tá Heri Simonsen á
Fregnum sigur, at vit
ístaðin áttu at spælt "Hon er
omma mín" er tað púra
burturvið. Somuleiðis er
tað fullkomiliga misskilt at
rokna frástøðuna millum
USA og Guam sum avger-
andi ella at leggja inn treyt
um viðurkenning frá teim-
um europeisku londunum.
Føroyingar halda fast um
tjóðsangin og merkið, og
teir sleppa av kappast í
olympisku leikunum vegna
Føroyar,
um
ÍSF
fær
viðurkenning frá olympiska
ráðnum.
Tað nyttar ikki at halda
fram við hesum kjaki, sum
tí endar her. Í mun til
Fregnir ger ÍSF heimaar-
beiðið til lýtar og fær tí
væntandi olympiska viður-
kenning. Eftir situr lesarin
hjá Fregnum og spyr seg
sjálvan, um alt tilfarið í
blaðnum er líka ófyrireikað
og tendensiøst.
VIÐMERKINGAR
Eisini tit, Fregnir?
Eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum
verða ikki broyttar...
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Hóast fólkatingsval og løgtingsval eru tvey ymisk
val, bendir nógv á, at fólkatingsvalið í stóran mun er
ein upphiting til eitt løgtingsval. Hetta hevur ikki
altíð verið so, og kanska serstakliga er hetta gald-
andi fyri valini hesaferð. Eitt nú tí spurningarnir,
sum verða tiknir fram til hetta fólkatingsvalið eru og
verða teir somu, sum man fer at viðgera til komandi
løgtingsval. Her ikki minst spurningar, sum snúgva
seg um sjálvstýristilgongdina og vælferðina.
Hvat vit so enn halda um týdningin av hesum
fólkatingsvalinum, so verður tað áhugavert at síggja
úrslitið, tí tað fer at geva eina ábending um, hvussu
eitt møguligt løgtingsval fer at laga seg. Tað er rætt
sum samfelagsfrøðingurin sigur við blaðið í gjár, at
val til fólkatingið hevur verið meira ein spurningur
um persónar, tó at tað hesaferð er broytt í og við at
tjóðskaparspurningurin er vorðin so sentralur. Men
nettup tí hesin spurningurin er vorðin so týðandi fyri
allar flokkar longu til fólkatingsvalið kunnu vit
eisini rokna við, at ein útmelding frá veljarunum um
nettup tjóðskapar- ella sjálvstýrisspurningin fer at
geva eina týðuliga mynd av, hvussu eitt komandi
løgting fer at síggja út.
Vit mugu so heldur ikki gloyma, at umframt
sjálvstýrisspurningin fara bæði valini uttan iva at
snúgva seg um vælferðina. Tað hava í hvussu er
báðir stóru andstøðuflokkarnir meldað út við.
Meðan Javnaðarflokkurin tosar um fólkið hevur
Sambandsflokkurin lagt út við at tosa um tey eldru.
Hesir báðir andstøðuflokkarnir vilja við hesum vísa
á, at verandi samgonga hevur fokuserað so nógv
uppá fullveldistilgongdina, at onnur gerandismál
eru burturgloymd ella eru raðfest ov aftarliga.
NÚ nevndi løgmaður í sjónvarpinum, hvussu
nógvan pening hetta landsstýrið hevur játtað til eitt
nú almannamál. Neyvan sigur løgmaður ósætt um
hetta, men hetta er so bara ikki allur sannleikin. Tí
veruleikin er tann, at ongantíð hevur samfelagið
verið so ríkt sum nú, ongantíð hevur fíggjarlógin
verið so væl fyri sum nú og ongantíð eru so nógvir
pengar lagdir til síðis sum nú. Alt gott um tað. Men
samtíðis er tað ein sannroynd, at vit hava eitt
heilsuverk, sum koyrir uppá pumpurnar, t.d. er ikki
meira til raksturin av sjúkrahúsinum í dag enn tað
var fyri nógvum árum síðani, so pengarnir eru farnir
til lønarhækkingar aleina. Starvsfólkini eru fram-
vegis ovbyrjað eftir at náttúrligi vøksturin í rakstr-
inum varð steðgaður frá politiskari síðu og kunnu
stovnarnir ikki veita ta optimalu tænasturnar, sum
áttu at verið ein sjálvfylgja í einum vælferðar-
samfelag sum okkara. Skúlaverkið er niðurslitið og
soleiðis kundi verið hildið fram. So spurningarnir til
fólkatingsvalið og løgtingsvalini verða hesir somu:
sjálvstýristilgongdin og vælferðin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Fólkatingsval –
løgtingsval
Eivind Jacobsen
Olav Enomoto
Michael Jensen
Finnur Jensen
Eingin hevur enn gjørt
nakað við eftirlønirnar,
sum skuldu virka við aftur-
virkandi kraft. Landsstýris-
menn játtaðu sær sjálvum
hægri eftirløn uttan hóva-
sták fyrr í ár. 1. januar
verður lógin sett í gildið.
Í Mai samtykti løgtingið
pensjónir til Landsstýris-
menn. Sambandsposturin
gjørdi beinan veg vart við,
at lógin var púra burturvið.
14 juli gjørdu vit vart við
hetta í fjølmiðunum. Hetta
fekk alt landið upp úr
stólunum. Næstu vikuna
kundi tú hvørki gloppa eitt
blað ella tendra loftmiðil,
uttan at málið var á skránni.
Meðan onkur arbeiðara-
vinur royndi at verja lógina,
royndu tveir samgongu-
flokkar seg við tíðinda-
skrivi og reklamuherferð,
fyri at bjarga tí, sum bjarg-
ast kundi. Hægsti maður
royndi at slætta sjógv sum
altíð, hóast klárt sást, at
hann ongan hug hevði at
broyta lógina.
Nú 3 mánar eru farnir er
einki hent. Hendan skila-
leysa lóg er framvegis gald-
andi og hendur einki kemur
hon í gildi á nýggjárinum.
Tit lovaðu at málið skuldi
avgreiðast skjótt og væl.
Hvar er trúvirðið.
Hetta eru teir menn, sum
fyri borgum ráða. Hesir
bjóða seg í dag fram fyri
veljaranum. Onkur sigur, at
uppskot er klárt. Løgmaður
sigur, at einki uppskot
verður lagt fram, fyrr enn
semja er í samgonguni. Tað
nyttar lítið at hava uppskot
klár, sum ikki fáa undir-
tøku. Tí ivast vit í um teir
meintu nakað av tí teir
søgdu í juli
Vælsignaðir menn. Tað
er val í hondum. Tá plaga
sjálvt teir dovnastu politik-
ararnir at fáa okkurt av
skafti. Hvat bíða til eftir?
Er tað so livandi galið, at tit
ikki vilja broyta lógina? Er
tað so galið, at tit ikki hava
ráð at frásiga tykkum tað,
sum tit enn ikki hava
fingið?
P.S. Hetta er ikki meint at
verða partapolitiskt, men
partar av samgonguni ella
øll samgongan váttaðu í
juli at lógin bleiv broytt
skjótast gjørligt. Um lógin
skal broytast áðrenn 1.
januar, má hon leggjast
fram beinan veg. Tað tekur
langa tíð at fáa eina lóg
samtykta.
Starvsfólkið á
Dagstovninum í
Hoyvík
Tórshavnar
Kommuna
hevur fyri kortum broytt
upptøkureglurnar um ans-
ingarpláss. Í staðin fyri at
hyggja eftir kyni og aldri á
barninum, verður nú fyrst
og fremst hugt eftir, hvat
nummar barnið er á bíði-
listanum, og so kemur alt
annað í aðru røð. Foreldrini
eru sjálvandi fegin um, at
barn teirra fær eitt stovns-
pláss, tá tað stendur nr. 1 á
listanum, og at ikki eitt
barn, sum kanska stendur
nr. 5 á listanum sleppur
fram um, men vit sum
starvsfólk á einum stovni
síggja
nakrar
aðrar
trupulleikar, sum ikki vísa
seg fyrr enn barnið hevur
fingið eitt pláss.
Tað kann t.d. vera, at
barnið hevur fingið eitt
pláss á einum øðrum stovni
enn systkin síni, at ongir
javnaldrar eru, ella at
barnið noyðist at ganga í
vøggustovu inntil tað er 4
ella 5 ár. Um vit skulu
sleppa undan hesum, halda
vit at tað er neyðugt at
hyggja at tørvinum hjá tí
einstøku familjuni í sam-
starvi við stovnunum, og tá
kann tað gerast neyðugt at
taka okkurt barn fram um
tí, sum stendur nr. 1 á list-
anum.
Nú vil onkur kanska siga,
at tað er órættvíst, at nøkur
børn skulu sleppa fram um
onnur, bara tí at teirra barn
ikki hevur rætta kyni ella
aldur, men tað sum vit
síggja er, at tá ið nú børnini
hava fingið eitt pláss, byrja
foreldrini at seta spurningar
og krøv til stovnin og
starvsfólkini (tað skulu tey
eisini). Tað, sum hendir er,
at hugburðurin hjá for-
eldrunum broytist, tá tey
hava fingið eitt pláss. Nú
fara tey at hugsa um kvali-
tetin á stovninum - hevur
barnið tað gott, fær tað nóg
nógvar avbjóðingar, eru
nakrir javnaldrar o.s.fr.
Í Dagstovninum í Hoyvík
eru 3 vøggustovur og 3
barnagarðar við íalt 72
børnum. Longu nú síggja
vit, at børnini í vøggustov-
unum um fá ár verða bæði
4 og 5 ár, áðrenn tey sleppa
yvirum í barnagarð. Sum
eitt konkret dømi kann
sigast, at í einari vøggu-
stovu, har tað ganga 10
børn í aldrinum 0-3 ár,
verða í 2004 tvey 5 ára
gomul børn og fýra 4 ára
gomul børn. Hesi 6 børnini
áttu at verið farin í barna-
garð í ávíkavist 2002 og
2003, men sleppa ikki, av tí
at onki pláss er í barna-
garðinum fyrr enn ár 2004.
Tað ber við sær, at vøggu-
stovurnar í ár 2004 fáa alt
ov nógv nýggj børn ísenn,
sum skulu integrerast, og
tað er sera ónøktandi, bæði
fyri børn, foreldur og
starvsfólk. Børnini í barna-
gørðunum
verða
tískil
eisini eldri og eldri, og
kann tað eisini enda við, at
bert 5-6 ára gomul børn
ganga í barnagarðinum.
Familjupolitikkur
Vanligt hevur verið, at
systkin sleppa á sama
stovn, men um bert verður
gingið eftir nummarinum á
listanum, verður ikki tikið
hædd fyri hesum. Hetta
halda vit er stórt spell, av tí
at systkini kunnu njóta
nógv gott av hvørjum
øðrum, umframt at hetta er
ein tryggleiki hjá børnun-
um, tí tey síggja ikki for-
eldrini aftur fyrr enn 7, 8
ella 9 tímar seinni.
Familjan í okkara sam-
felagi í dag er so spjadd
frammanundan, og hetta
ger tað bara verri, so vit
seta tí spurning við, hvønn
familjupolitik, býráðið rek-
ur - ella hava teir yvirhøvur
nakran
familjupolitik?
Hvussu vil býráðið, at børn
okkara, sum jú er okkara
framtíð, skulu mennast til
at gerast ábyrgdarfullir
borgarar her í høvuðsstað-
num?
5 ára gomul í vøggustovu
Ein onnur avleiðing er sum
sagt, at børnini, sum ganga
í vøggustovu, ikki sleppa í
barnagarð, tá tey verða 3 ár,
men koma at bíða eitt ella
tvey ár. Tí seta vit nakrar
spurningar til býráðið. Hvat
hendir við hesum børnun-
um? Skulu tey ganga í
vøggustovu til tey eru 5 ár?
Og hvør skal gjalda fyri
tann eyka kostnaðin, sum
tað kostar fyri eitt vøggu-
stovupláss? Ella ynskir bý-
ráðið at niðurleggja vøggu-
stovurnar?
Í dag er prísurin fyri eitt
vøggustovupláss
uml.
2.100 kr. og eitt barna-
garðspláss uml. 1.400 kr.,
so um eini foreldur hava
eitt 4 ára gamalt "vøggu-
stovubarn", sum ikki slepp-
ur í barnagarð, fáa tey eina
meirútreiðslu uppá 700 kr.
um mánaðin, tvs. 7.700 kr
um árið fyri eitt barn!
Foreldrini royna kanska
at finna aðrar loysnir, men
spurningurin
er
bara,
hvussu nógv skift skal man
bjóða einum menniskja, tá
man veit, at børn allarmest
hava brúk fyri tryggleika í
teirra uppvøkstri?
Ein triðja avleiðingin er
tann, at kynsbýtið kann
blíva óregluligt, og tað er
sera óheppið fyri trivnaðin
á einari stovu, sum kann
risikera, at tað út av 14
børnum kanska verða 10
dreingir og 4 gentur ella
øvugt. Í øllum førum kann
tað gera tað, at tað domi-
nerandi kynið fer at kúga
hitt, soleiðis at tað ikki fær
sín tørv nøktaðan, tí gentur
og dreingir hava ikki sama
tørv og mennast heldur ikki
á sama hátt.
Børnini sum agn hjá
politikarunum
Pedagogar sum heild eru
sera lítillátnir og siga alt ov
sjáldan sína meining al-
ment (eisini undirritaðu),
men vit halda, at tað, sum
býráðið hevur valt at gera,
ikki er nøktandi, og vilja vit
tí siga okkara hugsan. Tað
versta er kanska, at býráðs-
politikarnir
hava
spurt
okkum um ráð, men hvat
teir hava brúkt tað til, vita
vit ikki! Eru spurningarnir
bert eitt eiti?
Fyri okkum sær tað út
sum um, at nakrir politik-
arar bert hugsa um at fáa
atkvøður frá okkum for-
eldrum (vit eru jú eisini
foreldur!), og so kunnu
avleiðingarnar bara koma
seinni.
Vit vilja tí fegin hava at
vita, hvørjar stutttíðar- og
langtíðarætlanir
býráðið
hevur viðvíkjandi umsit-
ingini av ansingarplássun-
um. Eisini vilja vit hava
grundgeving fyri hví.
Harumframt vilja vit
eisini vita, hvussu býráðið
raðfestir kvalitet á stovn-
unum, ella um tað bert er
umráðandi, at foreldrini
(stuttsikta) gerast nøgd, við
tað at tey fáa eitt stovns-
pláss?
Neyðugt at gera undantøk
Fyri at venda aftur til bíði-
listan, eru vit klár yvir, at
hetta er ein trupul uppgáva
at umsita, men samstundis
halda vit, at tað er neyðugt
at gera undantøk, soleiðis
at stovnarnir alla tíðina
hava børn býtt sundur í
ymiskum aldursbólkum, og
at familjan er samlað. Tað
kann sjálvandi vera sera
trupult at skilja, at onkur
annar fær eitt stovnspláss,
sjálvt um tú stendur nr. 1 á
listanum, men tað er neyð-
ugt, um tú skalt taka hædd
fyri tíni medmenniskju, og
hetta er nakað, vit læra líka
frá barnsbeini av. Verðin er
sera komplisera - nær er
hon rættvís fyri okkum øll?
Ein spurningur ein kann
seta sær sjálvum er tí: "Fái
eg bestu loysnina, tá eg
standi nr. 1, ella kann tað
løna seg at bíða?"
Tí er ein sera góður
eginleiki at gleðast vegna
onnur, sjálvt um tú ynskir
tær tað sama!
Vit halda tó, at tað er
positivt, at fleiri nýggir
stovnar eru í gerð, sjálvt um
byggiavtalan kann vera
diskutabul, men tað koma
vit ikki nærri inn á her. Vit
vóna sjálvandi, at hetta fer
at gera tað, at bíðilistin
minkar, men tað fer óivað
at taka nógv ár, tí enn er
tilflytingin stór til høv-
uðsstaðarøkið. Tað kann tó
eisini vera ein vansi við at
byggja ov nógvar stovnar,
um nú barnatali lækkar
einaferð í framtíðini. Tí
vilja vit ráða til at byggja
stovnar, sum eisini kunnu
brúkast til onnur endamál -
t.d. ungdómsíbúðir, vardar
íbúðir, eldrasambýli o.s.fr.
Við hesum vísa tit á
býráðnum ábyrgd, við tað,
at tit hava eina langtíðar-
ætlan, og vit vóna eisini, at
tit taka ábyrgd við at
endurskoða upptøkuregl-
urnar, soleiðis at tær gerast
nøktandi fyri allar partar
við framtíðini í huga.
VIÐMERKINGAR
Børnini og bíðilistin
Karin Kjølbro
stillari tjóðveldisfloksins
Valstríðið til fólkatingsval-
ið verður stutt. Tað er ikki
bert ein fyrimunur fyri tey,
ið stríðast fyri sessunum,
men eisini okkum veljarar.
Tjóðveldisflokkurin kunn-
gjørdi sum hin fyrsti lista
og valskrá. Úrslitið gjørd-
ist, at hinir flokkarnir løgdu
eina valskrá, ið í nógvar
mátar er eitt aftursvar til
tjóðveldisflokkin.
Til seinasta løgtingsval
gjørdist
flokkurin
hin
størsti í landinum, og í
hesum
valskeiði
fekk
flokkurin
nýggjan
for-
mann. Hóast miklan ágang
frá øllum síðum er tað
eyðnast tjóðveldisflokkin-
um alsamt at vera hin
størsti flokkurin til allar
veljarakanningar síðani.
Høgni
Hoydal
hevur
megnað at byggja brúgv
millum tey, ið stovnaðu
flokkin fyri stívliga hálvt-
hundrað árum síðani og
annað og triðja ættarlið.
Øll, ið vilja framat í poli-
tikki munnu hugsa um,
hvussu tað letur seg gera at
fremja slík avrik Svarið er:
Altíð
væl
fyrireikaður,
skilagóður, siðiligur og
høviskur - hann letur seg
ikki øsa, dugur at stýra sær.
Nú er so fyrsta veljara-
kanning kunngjørd eftir at
valið er útskrivað. Okkurt
bendir á, at fjáltur er á
onkrum flokki. Slíkt kann
lætt føra við sær hart val-
stríð, har onkur ella fleiri av
valevnum floksins fara at
kenna seg provokeraðan.
Væl verið tykkum valevn-
um floksins; missið ikki
tamarhaldið
á
tykkum,
mong hava verið noydd at
ásanna, at forrent er ikki at
kunna tiga við afturvirk-
andi kraft.
Umráðandi er við virði-
ligum hampafólki á fólka-
tingi, men tað er eisini
alneyðugt at øll umboð
floksins duga at liva og
virka í løgtinginum og
allastaðni í Føroyum. Í
mong ár hava nógv kent
andstygd og vaml fyri tí, ið
oyra má hoyra úr Føroya
Løgtingi. Tí eru mong, ið
ikki vita, hvat tey skulu
eins og bólkur teirra, ið
ætla at sita heima - helst av
somu grund - er alt ov
stórur.
Kæru tit 18, ið eru á lista
tjóðveldisfloksins til fólka-
tingsvalið. Tit hava eina
góða søk. Setið ljóskastar-
an á hana og bert hana.
Fylgja tit atburðarlagi for-
mansins kunnu tit með-
virka í, at flokkurin ikki
bert er størsti flokkur, men
gerst ein fólkafylking.
Eg vóni, at tit, ið stilla
upp fyri fyrstu ferð kenna
tykkum væl í Tjóðveldis-
flokkinum.
Latið børn tykkara og
okkum, ið undan hava
gingið, og sum nú ganga
aftaná tykkum kunna rætta
ryggin og verða errin av
tykkum og latið okkum liva
tann dag, tá tjóðveldið
Føroyar fær pláss millum
heimsins tjóðir.
Gott val!
Lættari at stýra einum landi - enn at stýra sær sjálvum
Savnsmynd
C
M
Y
K
11
10