mikudagur 14. november 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 220 - 14. november 2001
Nr. 220 - 14. november 2001
13
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Annfinn Brekkstein
vælevni fólkafloksins
Nú fólkatingsval er fyri
framman, hevur Føroya
fólk møguleikan at siga ja
til ríkisfelagsskapin ella
nei. Ein atkvøða til sam-
bandsflokkin er eitt ja til
ríkisfelagsskapin og harvið
ja til framhaldandi sam-
starv við Danmark, sum vit
hava samstarvað við í 600
ár. Eitt fólkatingsumboð
hjá sambandsflokkinum fer
framhaldandi at varðveita
og menna vælferðarsamfel-
agið Føroyar innan karmar-
nar í ríkisfelagsskapinum.
Eitt sambandsumboð á
fólkatingi fer at arbeiða við
at fáa heimastýrislógina
dagførda soleiðis, at hon
verður orðað við umhugsni
bæði fyri tí menningini,
sum hevur verið, síðan hon
kom í gildið, og í samsvar
við viðurskiftini, sum tey
eru í dag.
Sum nýskipanaruppskot-
ið hjá Sambandsflokkinum
sigur: vit skulu greiða ríkis-
rættarligu viðurskiftini, har
tey eru ógreið.
Eg eri ein av teimun, sum
havi tað áskoðan, at vit alla
tíðina hava ment okkum
sum samfelag, tí vit eru í
ríkisfelagskapi við Dan-
mark.
Føroya Fólk vil fram-
haldandi varðveita vælferð-
arsamfelagið Føroyar, tað
krevur at vit fáa umboðan á
fólkating fyri framhaldani
at menna samstarvið mill-
um londini í ríkinum.
Vilt tú verða við at geva
komandi ættarliðum fjøl-
broyttar møguleikar í al-
tjóða høpi, so vel sam-
bandsflokkin; hann gevur
tær møguleikan.
Eitt virðiligt umboð á fólkating
Jógvan Arge
velevni tjóðveldisfloksins
til fólkatingið
Summir flokkar føra seg
fram sum teir einastu, ið
duga at samstarva við dan-
ir, og vilja vera við, at ein
atkvøða fyri Tjóðveldis-
flokkinum er ein atkvøða
fyri konfrontatión við dan-
ir. Hetta er ikki rætt. Tjóð-
veldisflokkurin á danatingi
fer at virka fyri samstarvi.
Men hann fer at tala greið-
ari, enn eitt nú Fólkaflokk-
urin hevur gjørt.
At tala greitt merkir, at
fólkatingsumboð ikki skulu
leggja seg út í danskan
innanríkispolitikk. At tey
ikki skulu flyta føroyskar
ósemjur upp á røðarapallin
í fólkatinginum. Og at tey
ikki skulu brúka tíðina til at
keglast við hitt føroyska
fólkatingsumboðið.
Hetta hava vit sæð alt ov
mong dømi um seinastu
fýra árini. Innanhýsis kegl-
ið á fólkatingi hevur stað-
fest danska fordómin um,
at føroyingar vita ikki, hvat
teir vilja. Men Tjóðveldis-
flokkurin veit, hvat hann
vil. Hann vil fremja forstá-
ilsi fyri sjálvsagda føroyska
sjálvstýriskravinum
við
sakligari og siðiligari upp-
lýsing.
Ein flokkur, sum førir
fram, at føroyingar vilja
hava staðfest síni tjóðar-
rættindi, at føroyingar eru
ein sjálvstøðug tjóð, og at
føroyingar eiga fullan rætt
at stýra sínum egna landi,
verður altíð ein flokkur, ið
talar vegna alla tjóðina.
Semja er um hesi viður-
skifti í Føroyum. Og tí má
boðskapurin út.
Tað liggur ongin kon-
frontatión í hesum. Tjóð-
veldisflokkurin
ætlar
hvørki í samanbrest við
danir ella aðrar føroyskar
flokkar á fólkatingi. Hann
stríðist fyri at savna tjóðina
og seta fram sjálvstýris-
kravið allastaðni. Uttan
Tjóðveldisflokkin var ong-
in greið tala. Uttan hann
var sjálvstýrismálið longu
kódnað.
Tí er tað so umráðandi at
velja tjóðveldisfólk á dana-
ting hesaferð. Tjóðveldis-
flokkurin víkir ikki frá síni
stevnu, tá á stendur. Hann
gruggar ikki boðskapin og
gloymir at siga tað týdning-
armesta, tá á stendur, tí
hann er bundin av donskum
flokkum.
Hann er tann frælsa rødd-
in, ið best kann røkja før-
oysk áhugamál á fólkatingi.
X við E á valdegnum 20.
november.
Ikki konfrontatión
- men samstarv
Høgni Hoydal
velevni tjóðveldisfloksins
til fólkatingið
Aðrir flokkar rópa nú:
Niður við Tjóðveldis-
flokkinum!
Lat okkum taka teir
uppá orðið og senda
Tjóðveldisflokkin niður á
fólkating. Tá fáa allir før-
oyingar eina frælsa, før-
oyska rødd, ið vinnur
tjóðini virðing.
Hinir stóru flokkarnir
kappast nú um at leggja
eftir
Tjóðveldisflokki-
num. »Rumbulsflokkur«.
»Konfrontasjón«. Rópa
teir.
Um tað er rumbul at
standa við síni orð og sín
rætt.
Um tað er rumbul, at
halda avtalur.
Um tað er rumbul, at
vera støðufastur og tala
greitt.
Um tað er rumbul at
hava stýrt búskapinum,
so Føroyar í dag eru eitt
betri og tryggari samfel-
ag, enn nakrantíð áður.
Um tað er rumbul at
fremja tað, sum aðrir
flokkar hava lovað føroy-
ingum.
Ja, so er Tjóðveldis-
flokkurin ein rumbuls-
flokkur. So er rumbul eitt
orð fyri broyting og
frælsi, meðan hinir flokk-
arnir renna undan sínum
lyftum.
Alt er gjørt
sum avtalað
Fyri fýra árum síðani
stóðu aðrir flokkar annars
framman fyri Føroya
fólki og lovaðu sjálvstýri
og uppgerð við Danmark.
Javnaðarflokkurin skuldi
enntá draga danska for-
sætisráðharran fyri ein
mannarættindardómstol.
Og teir lovaðu eina ís-
lendska loysn – har Før-
oyar skuldu gerast sjálv-
støðugt land.
Tjóðveldisflokkurin
tók teir uppá orðið. Vit
hava ígjøgnum 4 ár fyri-
reikað og gjørt alt klárt til
at fremja ta loysn, sum
javnaðarflokkurin
og
fólkaflokkurin søgdu seg
vilja fremja fyri 4 árum
síðani.
Alt er greinað út í æsir
– sáttmálin er klárur at
skriva undir. Vit hava ført
ein búskaparpolitikk, har
vit bert hava brúkt ein
triðing av blokkstuðli-
num, men hava kortini
raðfest fleiri pengar enn
nakrantíð fyrr, til tey sum
treingja mest. Júst sum
vit lovaðu fyri 4 árum
síðani.
Men danska stjórnin
noktar at hava nakra
virðiliga samráðing. Hon
noktar at halda avtalur og
at viðurkenna øll tey rætt-
indi, sum hava verið fyri-
gyklað Føroya fólki í
heimastýrinum.
Kappbakka
Og hvat hendir? Nú
bakka teir flokkar, ið
hava rópt harðast. Nú er
tað knaplliga Tjóðveldis-
flokkurin, sum er trupul-
leikin, tí hann heldur fast
við okkara tjóðarrættindir
og okkara sjálvsvirðing.
Tí hann heldur fast við
tað, sum avtalað er. Tí
hann heldur fast um, at
tað einasta virðiliga mill-
um Føroyar og Danmark
er javnbjóðis samstarv
millum sjálvstøðu lond.
Hinir flokkarnir kapp-
bakka. Men Tjóðveldis-
flokkurin sleppur ikki
endanum. Hann heldur á,
hóast avtalur verða brotn-
ar. Eisini tí hann veit, at
um ikki hildið verður
fast, so rena aðrir flokkar
skjótt landið á heysin aft-
ur og so enda vit afturi í
amtstíðini eftir eini løtu.
Tí er Tjóðveldisflokk-
urin trygdin fyri, at vit
vinna á mál við støðufesti
og greiðari talu. So
kunnu fólk kalla tað rum-
bul, um tey vilja.
Niður við
Tjóðveldis-
flokkinum!
Rani Nolsøe
fólkatingsvalevni
Tjóðveldisflokksins
Størsti trupulleikin vit hava
at dragast við í Føroyum í
dag er politiskur, ikki bú-
skaparligur.
Fyrst í 90’unum var hann
búskaparligur. Men eftir
kreppuna er búskapurin
komin fyri seg á einum
nýggjum og haldbærum
grundarlagi.
Fíggjarstýringin hjá sit-
andi landsstýri hevur á hes-
um búskaparliga grundar-
lagi vent tí vanliga undir-
skotinum í landskassanum
til yvirskot.
Hóast hendan glottan
seinastu fýra árini, er langt
á mál, áðrenn vit kunnu
siga, at vit politiskt eru
komin eins langt eftir
kreppuna, sum vit hóast alt
eru búskaparliga.
Nøkur dømi um hetta
finna í Javnaðarflokkinum.
Í februar í ár arbeiddi
javnaðarflokkurin fyri, at
tað almenna skuldi seta 25
milliónir í partapeningi í
Smyril Line.
Í september ljóðaði av
landsfundinum
í
Vest-
manna, at skuldi flokkurin
kunna halda síni vallyfti,
var neyðugt at biðja um
øktan blokkstuðul úr Dan-
mark.
Fyrst í november avdúk-
aði ein av tingmonnunum
hjá javnaðarflokkinum sína
hugsan á vinnuliga økinum,
við at skýra ta so avgjørt
mennandi »avmonopoliser-
ingina« av føroyska vinnu-
lívinum - sum eitt nú avtøk-
an av telemonopolinum er
eitt dømi um – fyri »sjón-
leik« og »tragikomik«.
Hesi dømi vísa, hvussu
skjótt positiva tilgongdin
kann fara fyri bakka.
Hvussu skjótt vit aftur
kunnu enda í almennum
loftingarpolitikki, aftur í al-
mennu monopoltíðini og í
bindingini til danskar veit-
ingar, um vit ikki varða
okkum.
Nei, stóri trupulleikin í
føroyska samfelagnum er
ikki búskaparligur, sosialur
ella mentannarligur.
Hann er framvegis poli-
tiskur og avgerandi er, at
hann alla tíðina verður
nørdur av spekulatiónum í
donskum pengum.
Júst hesin politiskt-bú-
skaparligi leiklutur, sum
eitt nú javnaðarmenn lata
donsku veitingarnar hava,
ger tað alneyðugt at knýta
ein greiðan politik í Før-
oyum saman umboðanina á
fólkatingi.
Tí fer tjóðveldisflokkurin
niður á fólkating uttanum-
tos: vælferðin í Føroyum
skal byggja á einar sjálv-
berandi og samhaldsfastar
Føroyar – og ikki á danskar
pengar. Vit vilja samstarv,
men á jøvnum føti.
Búskaparligi leikurin í
talvinum er fluttur. Við
tjóðveldisflokkinum taka
vit eisini politiska leikin.
Uttanumtos verður tað
sjálvbjargni og samhalds-
festi, sum byggir hetta land
og skapar virðing altjóða -
og har í millum í danska
fólkatinginum.
Einki uttanumtos!
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Súsanna Dam
Øll eru vit føroyingar, eis-
ini sambandsfólk, hóast
táttayrkjarin og speirekarin
hava gjørt sítt ýtarsta til at
avnokta at so er. Munurin
er, at sambandsfólk hava
givið sær meira far um tær
givnu treytirnar - ikki bert
tær fíggjarligu - men allar
sum tær eru, til at hava latið
seg tølt av nationalum
rakstrarrópum og niðrings-
herferðum. Sambandsfólk
hava duga at skilt millum
linjurnar, at herrópini í
stóran mun fjala útyvir eina
sera stóra ómegd. Vit mugu
ásanna, at hesi seinasta
nærum fýra árini, er ein
ógvusliga stórur partur av
okkara skattapeningi nýttur
ella rættari misnýttur heilt
ábyrgdarleyst, og uttan at
vit hava sæð nakað ítøkiligt
úrslit. Aftaná nærum 4 árs
arbeiði fyri ótaldar millión-
ir krónur hava vit ikki so
frægt sum hoyrt eitt einasta
orð um, hvørjar ætlanir pol-
itikarar hava, uttan tær, at
teir skulu fáa evsta vald á
»okkara vøkru fjøllum og
ríka havi«. Einki av tí sum
eyðkennir eitt nýmótans
samfelag sær út til at vera
fyrireika og enn minni klárt
at seta í verk í nærmastu
framtíð.
Teir skuldu skapa eina
føroyska krónu, tí uttan eitt
gjaldoyra verður eingin
handil, uttan kanska fyri
tey fáu, sum sita á útflutn-
inginum. Teir skuldu gera
avtalu við okkurt annað
land um samstarv á øki-
num. Antin er hetta eitt sera
loyniligt arbeiði, ella er als
einki gjørt við tað, tí eg
loyvi mær at gita at fjepp-
anin uppí íslendskum bú-
skapi, hvørki kann ella eig-
ur at verða tikin í álvara.
Teir skuldu hava eitt rætt-
arverk at virka, men tíðin
til at fyrireika hetta var alt
ov stutt og arbeiði ov
rúgvusmikið. Serkunnleik-
in á økinum hevur boðað
frá, at ikki ber til at fullføra
arbeiði innan tíðarfreistina;
men hóast hetta hóttir
Høgni Hoydal okkum við,
at rættarverkið og politi-
valdið verða yvirtikin á
nýggjárinum. Um hálvan
annan mánaða!!!
Hóttanin, tí tað er sanni-
liga ein hóttan, ein hin
allarstørsta móti tí tilveru
og frælsi, sum flestu føroy-
ingar ynskja sær, at vilja
avtaka lóg og rætt, uttan at
nakrar veit, hvat verður
ístaðin. Hendan hóttanin er
sett,
hóast
allar
tær
nýggjastu veljarakanning-
arnar vísa, at hann als ikki
hevur meiriluta í fólkinum
fyri sínum ætlanum.
Seinasta og einasta høvi
vit fáa til at steðga slíkum
óðamannaverki, er at nýta
fólkatingsvalið, í staðin fyri
lovaðu fólkaatkvøðuna um
nýggja grundlóg, til so
dyggiliga at vísa at vit á
ongan hátt góðtaka nakra
diktatoriska stýrisskipan.
Tá rættarskipanin er yvir-
tikin verður ov seint.
Góðu veljarar farið tí
fjølment á val og stuðlið
Sambandsflokkin
ella
onkran av valevnunum. Vit
hava altíð og fara altíð at
verja rættartrygd hins ein-
staka.
Tordur Niclasen, Eiði
Anna Dam, Porkeri
Álvur Kirke, Kaldbak
Svein Askildsen,
Havnin
Bjørg av Rana
Nietchke, Tvøroyri
Bill Justinussen,
Saltangará
Jenis av Rana, Havnin
Valevni Miðfloksins til
Fólkatingsvalið
Fullveldisspurningurin
hevur megna at blinda eygu
politikkaranna, so at sam-
gongan ikki ger sær fær
um hvussu mangir av borg-
arum okkara hava tað. Um-
ráðandi er at politiski
myndugleikin aftur fær
sambandi við fólkið, vísir í
verki umorgan fyri teim
veiku, og torir at loyva
fólkinum at tala í týðandi
málum.
Eingin minkan av blokki-
num eigur at verða framd
fyrr enn fólkið hevur sagt
sína hugsan.
Miðflokkurin byggir sín
politikk á kristna lívs-og
menniskjasýnið. Nú spurn-
ingurin um trúarfrælsi er
vorðin miðdepilin í heims-
politikkinum, eru vit sann-
førd um, at neyðugt er
meira enn nakrantíð áður at
halda hesi virði frammi í
politiska
orðaskiftinum.
Kristna lívshugsjónin er
grundarlagið undir frælsu
vesturlendsku samfeløgun-
um, og tí er tað ein náttúr-
ligur partur av okkara poli-
tikki at ávirka, har tað
stendur okkum í boðið. Tí
vil ein møgulig Miðflokka-
rødd á fólkatingi ikki halda
seg uttanfyri, men nýta eitt-
hvørt høvi at peika á
kristnu lívsvirðini, eisini í
málum við beinleiðis ávirk-
an á danskan innanríkis-
politikk.
Í sambandi við viður-
skiftini millum Danmark
og Føroyar harmast flokk-
urin um ta viðferð sam-
gongan hevur givið før-
oyska fólkinum. Tað er bert
fólkið, ið kann og eigur at
sleppa at taka avgerðir í so
týðandi málum. Tí var tað
eitt beinleiðis lyftisbrot
móti føroyingum, tá hesir
ikki sluppu at siga sína
hugsan á fólkaatkvøðuni,
sum samgonguflokkarnir
høvdu lovað, men sum teir
allíkavæl ikki tordu at seta í
verk!
Somuleiðis er tað undr-
unnar- og átaluvert at før-
oyingurin
heldur
ikki
sleppur at siga sína hugsan
um at blokkurin úr Dan-
mark, sambært ætlan lands-
stýrsins, verður skorðin við
367 mió. kr.
Grundgevingar
lands-
stýrsins er villleiðandi, tá
hesir vísa á, at landskassin
»svimur« í pengum. Hetta
verður sagt, samstundis
sum landsstýrið misrøkir
og fremur stórar sparingar á
t.d.:
- eldraøkinum
- stovnsplássum til menn-
ingartarnað og sálarliga
sjúku
- skúlaøkinum viðv. stuðli
til næmingar við serlig-
um tørvi
- sjúkrahúsøkinum
- skúlalæknaøkinum
- og vit kundu hildi fram at
víst á beinleiðis vanrøkt
av týðandi samfelagsøkj-
um
Miðflokkurin fer fram-
haldandi at virka fyri at
gomlu, sjúku og veiku
samfelagsborgarar okkara
fáa mannsømulig kor og at
fólkið sjálvt fær møguleik-
an at avgerða viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark.
Tað er ódemokratiskt og
beinleiðis vandamikið, at
ein fámentur politiskur
meiriluti tekur so týðandi
avgerðir uttan at spyrja ta
fólk, ið her býr.
Eitt fólkatingsval, eingin fólkaatkvøða
Fyrsta uppstill-
ing floksins til
fólkatingsvalið
C
M
Y
K
13
12
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Navn:
Bústaður:
Postnr.:
Bygd/býur:
Telefon nr:
Undirskrift:
Arbeiðsleysur:
Jákup er liðugur
í Herfølge
Ítróttur, s. 13–28
Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00
Dansurin
gekk so
lystiliga
í Havn
síða 4
Fyrstur við tí seinasta
5 ferðir um vikuna
Ja!
Sjálvandi vil eg
halda Sosialin, fyri
einans 400,- kr.
ársfjóðringin og
sparið 380,- í mun
til leysasøluprísin.
Ókeypis
Verður sent
ópostað
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Lesið
-tað loysir seg