mikudagur 14. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2001
15
Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins
til fólkatingið
Allar dagar hevur tað víst
seg at vera trupult at fremja
broytingar. Tá broytingar
verða framdar á arbeiðs-
plássum,
er
mótstøðan
mangan hørð, tí starvs-
fólkini hava ilt við at venja
seg til nýggju manna-
gongdirnar. Tey óttast tað
ókenda og vilja varðveita
tað, tey kenna.
Soleiðis er eisini, tá
broytingar skulu fremjast í
londum. Mótstøðan erstór,
tí óttin fyri tí ókenda vinnur
á viljanum til at taka við
nýggjumavbjóðingum. Ein
stórur partur av politiska
stríðnum í Føroyum kemst
avtílíkum ótta. Mótstøðan
ímóti fullum sjálvstýri er
grundfest í óvissu og po-
litiskum óvilja.
Men Føroyar eru mitt í
eini broytingartíð. Ikki bara
á heimliga pallinum.
Tíðarandin seinnu árini
hevur verið, at sjálvt fátøk
hjálond taka róðrið íegnar
hendur. Hetta hava tey gjørt
við stórum hepni, tí viljin
til at takaábyrgd var stórur.
Tey gjørdust sjálvstøðug, tí
tey ásannaðu, at tað var
neyðugt.
Hesin viljin er eisini til
staðar í Føroyum. Hann er
sterkari
enn
nakrantíð.
Heimastýrislógin er koll-
dømd, og broytingar verða
framdar fyrr ella seinni.
Men tær ganga seint, tí ein
partur av politiska lívinum
óttast avbjóðingar og pá-
stendur, at broytingar eru
av tí ónda.
Men tað er onki politiskt
bragd at prædika svart-
skygni, at venda blinda
eygað til tíðarandan og
halda fast við tað verandi,
tá tað verandi er ótíðar-
hóskandi. Lívsáskoðanin
hjá andstøðuni hevur ofta
negativt
fortekn.
Men
framburður skapast bara
við góðum treysti og bjart-
skygni. Hann skapast í
viljanum til at liva.
Í roynd og veru snýr tað
seg um at fara á føtur
hvønn morgun og trúgva
upp á framtíðina. Dóma-
dagsspádómar elva ikki til
annað enn ræðslu. Forsagn-
ir um undirgang, tí eitt fólk
vil taka við fullari bú-
skaparligari ábyrgd, hava
onki veruligt innihald. Tær
eru ráðaleysir pástandir út í
tóman heim. Svørt tala, ið
brýtur niður.
Tjóðveldisflokkurin
byggir ikki sína lívsáskoð-
an á svartskygni og døpur
framtíðarútlit. Hann veit, at
bakkøst kunnu koma. Men
hann er til reiðar takkla tey
í staðin fyri at ræðast tey.
Hann
gongur
ikki
á
Christiansborg og rópar um
hjálp. Hann hevur sjálvs-
virðing og vil siga dønum,
at føroyingar eiga at taka
við ábyrgd.
Tí er umráðandi at velja
rætt hesaferð. Tíðin krevur
broytingar. Og tær eru onki
at ræðast. Verður Tjóð-
veldisflokkurin ikki við í
fremstu røð, tá hesar broyt-
ingar verða framdar, hevur
tjóðin onga trygd fyri, at
tær verða nóg góðar. Hann
veit, hvat hann vil. Og hann
talar greitt.
X við E á valdegnum 20.
november.
Thomas Arabo
Fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Ein atkvøða til Sambands-
flokkin ella Tjóðveldis-
flokkin er ein atkvøða fyri
status quo í spurninginum
um Føroya støðu í ríkis-
felagsskapinum.
Sam-
bandsflokkurin vil varð-
veita tað verandi, um hann
gerst nóg sterkur, og Tjóð-
veldisflokkurin klárar ikki
at samla fólkið aftanfyri
sínari víðgongdu og óprag-
matiskari fullveldisætlan -
ikki eingongd samgongan
stendir aftanfyri hesa ætlan.
Tað vil vera sera mann-
minkandi fyri Føroyingar,
um tað eydnast Tjóð-
veldisleiðsluni at úflyta
klandur til Danmarkar. Tað
er uppá tíðina, at Tjóð-
veldisleiðslan gerst meira
semjusøkjandi og tekur
undir við einari millum-
loysn. Valið til hettar
fólkatingsvalið er ikki eitt
val millum fullveldi og
svartasta samband - henda
uppfatanin tryggjar bert
støðuna sum er, og týdn-
ingarmikið er, at tann
millumvegur, ið klárar at
samla ein breiðan meiriluta
av Føroya fólki verður
royndur. Seinastu 3 árini
vísa, at annað skinn má
takast um bak.
Javnaðarflokkurin hevur
skotið upp eina loysn, ið
liggur innanfyri ríkisfelags-
skapin, men gevur okum
møguleikan at víðka um
Føroyskt sjálvstýri við tí
ferð, vit ynskja.
Javnaðarflokkurin hevur
stak góðar royndir frá sam-
starvi við Tjóðveldisflokk-
in, og tað skal vera mín
vón, at tær pragmatisku
kreftirnar í Tjóðveldis-
flokkinum aftur fáa fótin
fyri seg. Betongformalist-
arnir, ið nú ráða hesum
flokki koma bert at tryggja
status quo í viðurskiftunum
millum Føroyar og Dan-
mark. Føroyar eru ein tjóð,
men ikki ein natión í ST
høpi. Tað kunnu vit blíva í
morgin, um vit ynskja tað,
men tað gera vit ikki. Hetta
er ein veruleiki Høgni
Hoydal og flokkur hansara
mugu finna seg í, og ikki
sær tað pent út, tá hesir
royna at seta vognin fyri
ryssuna heldur enn øvugt,
og vilja hava danskarar at
viðurkenna, at Føroyar er
ein natión, fyri so at skula
samráðast um at blíva
natión.
Vil tú eina loysn á viður-
skiftunum millum Føroyar
og Danmark, ið viðførir økt
sjálvstýri, so atkvøð fyri
Javnaðarflokkinum
til
fólkatingsvalið.
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Broytingar eru onki at ræðast
Atli Hansen
Valevni hjá
Sambandsflokkinum
Ríkisfelagsskapurin verjir
vælferðina - og fólkapen-
siónina, sigur Sambands-
flokkurin.
Undir hesi samgonguni
er tað ferð eftir ferð
staðfest, at um valið er
millum fullveldi og at gera
okkurt skilagott her heima
á klettunum, so hevur sam-
gongan valt fullveldi. Og
tað sær út hareftir.
Nú gremur eitt valevni
hjá Tjóðveldisflokkinum
seg um at fólkapensiónin er
lægri enn í Danmark og at
hetta líkist ongum. Hesum
kunnu vit øll geva honum
rætt í, men hví hevur hann
og hansara flokkur, Tjóð-
veldisflokkurin, einki gjørt
við hetta? Teir hava nú sitið
3? ár við ræðið og hava
havt fram úr góðar fíggj-
arligar møguleikar fyri at
gera okkurt við trupul-
leikarnar, men nei, teir hava
sett peningin á bók í staðin
m.a. tí at teir ikki sjálvir
trúgva upp á fullveldis-
projektið. Eitt sum heild
niðurpínt land, tí samgong-
an helst í heimildarloysi
hevur uppkravt ein okurs-
skatt til at leggja í grunn í
staðin fyri at brúka hann til
rakstur av samfelagnum.
Skúlar,
sjúkrahúsverkið,
eldraøki, allar røktarskip-
anir skríggja eftir hjálp
hvør á sínum øki. Alt til
fánýtis, tí samgongan skal
hava sítt fullveldi.
Sambandsflokkurin tví-
heldur um ríkisfelagsskap-
in, tí í honum hava vit nógv
størri møguleikar fyri at
menna okkara samfelag -
harundir at skaffa okkara
eldru eina virðiliga fólka-
pensión. Vit eiga ikki at
sleppa hesum fyrimunum
uttan víðari.
Ein atkvøða fyri Sam-
bandsflokkin
er
ein
atkvøða fyri ríkisfelags-
skapinum og fyri íløgur í
framhaldandi vælferð.
Veljið Sambandsflokkin!
Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin
garantar fyri núverandi skipan
Fullveldi fram fyri fólkapensión, sigur samgongan
Jógvan á Lakjuni
tingmaður og valevni
Fólkafloksins
Tá ið eg havi latið meg
stillað upp til fólkatings-
valið, er tað tí, at eg haldi,
at tað ongantíð sum nú
hevur týdning, at Fólka-
flokkurin
framhaldandi
eigur minst annað umboðið
har niðri.
Fólkaflokkurin hevur í
hesum valskeiðinum við
Anfinni Kallsberg, løg-
manni, á odda fingið sera
góð úrslit í sambandi við
viðurskifti okkara við danir
- vit kunnu bara hugsa um
loysnirnar í bankamálinum
og ikki minst um semjuna
um sjálvstýristilgongdina
frameftir.
Óli Breckmann, sum í
mong ár hevur umboðað
Fólkaflokkin á fólkatingi,
hevur verið ein týðandi
brikkur í hesum loysnun-
um. Hann hevur verið ein
virðilig føroysk rødd, sum
altíð hevur vart føroysk
sjónarmið við lív og sál. Vit
vita eisini, hvussu hentur
hann hevur verið fyri
mangan føroyingin, tá ið
brúk hevur verið fyri hjálp
á ymsan hátt.
Tað er tí so sera týdning-
armikið, at vit framvegis
eiga hesa borgarligu, før-
oysku røddina á fólkatingi,
og eg fari at heita á allar
føroyingar - og serliga á
veljararnar í mínum egna
valdømi: Góðu eysturoy-
ingar! Sitið ikki heima
valdagin, 20 nov., men farið
á val og stuðlið okkum í
Fólkaflokkinum! Hjálpið
okkum at vinna!
Hjálpið okkum at vinna!!
15
14
Nr. 220 - 14. november 2001
Zakarias Wang
eitt fólkatingsvalevni
tjóðveldisflokksins
Tað eru nøkur, sum stilla
upp til fólkatingsval fyri at
hjálpa ávísum donskum
flokkum at koma til valdið,
uttan at geva sær far um,
hvønn føroyapolitikk hesir
flokkar reka.
Tað er heilt ófatuligt, at
nakar, sum vil móðurlandi
okkara væl, kann fáa seg til
at bera seg soleiðis at.
Sjálvandi hava vit øll
okkara vinir millum danir,
og kundu vit hugsað okkum
at hjálpt teimum.
Tá ið eg fór at lesa við
universitetið í Århus vóru
vit 12 sum byrjaðu. Á jól-
um vóru vit bert 5. Ein av
hesum varð landsformaður
í socialdemokratiska lands-
felagsskapinum hjá stu-
dentum, til hann kom at
klandrast við ein annan,
sum vildi sleppa sær fram í
sama flokki. Hesin fekk tó
ikki nóg mikið burtur úr
har, og er nú limur í
europatinginum fyri danska
fólkaflokkin
(Mogens
Camre). Ein annar av mín-
um feløgum var vinstri-
maður, og gjørdist fólka-
tingsmaður og europating-
maður fyri henda flokk. Ein
annar gjørdist konserva-
tivur fólkatingsmaður. Ein
annar av vinum mínum,
sum byrjaði at lesa tvey ár
seinni, kom skjótt í fólka-
tingið sum javnaðarmaður
og situr nú sum ráðharri
(Sven Auken).
Í 1971 var eg í Viborg
fyri at fáa víðariútbúgving.
Har var eg lærari hjá
nøkrum fáum næming-
unum. Nøkur ár eftir hoyrdi
eg, at ein av hesum var
vorðin ráðharri í stjórini hjá
Schlüter. Einaferð hann var
her í Føroyum spurdi hann
eftir mær, og nú hoyri eg, at
hann er formaður í vinstra,
og sigst at hann verður
forsætisráðharri ? treytað
av at veljarakanningarnar
halda, og tað er jú ikki vist.
Men skal eg fara at geva
føroysku fólkatingveljar-
unum ráð um, hvønn part ið
rætt er at fara upp í í
donskum politikki, alt eftir
tí mær dámar ávísar per-
sónar?
Tað
hevði
jú
verið
fullkomuliga ábyrgdarleyst.
Tá eg las, kundu vin-
menn mínir ongantíð skilja,
at eg ikki vildi koma upp í
nakran av teirra flokkum.
Eg segði við teir, at eg skilti
væl at danir høvdu ymsar
flokkar, men í mun til
okkum vóru teir allir eins,
tí allir vildu teir hava ræðið
á okkum, og tað dámdi
okkum ikki. Tí kundu vit
vera persónligir vinir uttan
mun til hvønn flokk teir
virkaðu í, men politiskt var
eg sum føroyingum uttan-
veltaður í teirra stríði.
Hetta er rætta støðan hjá
føroysku fólkatingsumboð-
unum í dag. Vit kunnu hava
persónligt
vinalag
við
danskar politikarar, men tá
tað kemur til at avgera,
hvør av hesum skulu fáa
valdið, so er tað bert undir
okkara treytum, og fremsta
treytin er, at vit sjálvi skulu
fáa rætt til at taka avgerð
um okkara lagnu.
Higartil havi eg so einki
sæð til, at nakar av teimum
donsku
flokkunum
vil
ganga við til hetta, og so
leingi ber ikki til at taka
nakran av teimum fram um
nakran annan. Nakað annað
hevði verið samstarv við
hitt føroyska og tey bæði
grønlendsku fólkatingsum-
boðini, um so er, at tey
eisini seta okkara áhugamál
fram um tey hjá donskum
flokkum.
Finnleif Guttesen
Valevni fyri
Sambandsflokkin
Loysingarflokkarnir vilja
bert umboða seg sjálvar og
tí áttu allar ávaringarklokk-
urnar ringt hjá øllum før-
oyingum.
Sambandsflokkurin sigur
púra klárt og greitt, at vit
vilja varveita fólkatings-
umboðini og tí stilla vit
sjálvsagt eisini upp til hetta
fólkatingsvalið har vit vilja
umboða allar føroyingar,
eisini teir sum búleikast
uttanfyri Føroyar.
Loysingarflokkarnir við
Tjóðveldisflokkinum
á
odda melda eisini greitt út,
at teir vilja umboða ein
ávísan part av føroya fólki
um teir koma á fólkatingi,
hetta er ein klár útmelding
um, at loysingarflokkarnir
seta føroya fólk í básar. Tey
sum eru fyri loysingini vilja
vit umboða á fólkatingi,
meðan tey sum eru ímóti
loysingini vilja vit ikki
umboða.
Hendan greiða útmeld-
ingin frá loysingarflokk-
unum,
má
fáa
allar
ávaringarklokkur at ringja
hjá øllum føroyingum, tí
hetta er eitt klárt tekin um,
at tey sum ikki taka undir
við
loysingarflokkunum
verða stilla út á síðulinjuna,
meðan tey sum taka undir
við
loysingarflokkunum
kunnu rokna við at koma
inn í varman.
Øll sambandsfólk og
samríkisfólk,
ung
sum
gomul, siti ikki heima 20.
november, men farið á val
og setið krossin við eitt av
umboðum Sambandsflok-
sins, hetta merkir eisini
eina atkvøðu fyri frælsið.
Vilhelm Johannesen
Fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Javnaðarflokkurin er fyri,
at vit framhaldandi eru í
ríkisfelagsskapi við Dan-
mark og Grønland, men
flokkurin vil seta ein
nýggjan karm um sam-
starvið í ríkisfelagsskap-
inum.
Her kunnu vit vísa á upp-
skotið um eina sjálvstýris-
lóg - eina lóg, ið greitt áset-
ir, at Føroyar hava sjálvstýri
í ríkisfelagsskapinum. Eina
lóg, ið javnsetir Føroyar og
Danmark, sum tvær sjálv-
støðugar tjóðir á jøvnum
føti. Sjálvstýrislógin og
samveldissáttmálin, ið skal
vera ein samstarvssáttmáli
millum Føroyar og Dan-
mark, skulu hava altjóða
viðurkenning. Hetta skal
verða galdandi og bindandi.
Hóast vit vilja hava sjálv-
stýri í ríkisfelagsskapinum
og vilja, at løgtingið skal
hava evsta vald í øllum
yvirtiknum
málum,
so
verður tað framhaldandi
neyðugt at hava neyvt sam-
starv við Danmark á fleiri
økjum. Tí skulu vit hava ein
samstarvssáttmála.
T.d.
skal samstarvið fevna um
uttanríkistænastu,
um
sjúkraviðgerð á ríkissjúkra-
húsinum
og
á
øðrum
donskum sjúkrahúsum, um
atgongd hjá føroyingum til
hægri skúlar og læristovnar
o.s.fr.
Sjálvstýrislógin er ein
savnandi loysn, og javnað-
arflokkurin er tann einasti,
sum hevur eina nýtiliga
loysn í spurninginum um
ríkisrættarligu
støðuna.
Samgonguflokkarnir
í
borgarligu fullveldissam-
gonguni hava uppskot um,
hvussu framtíðarstøða Før-
oya skal skipast, men teirra
loysn hevur ikki undirtøku í
fólkinum. Sambandsflokk-
urin hevur eitt nýskipanar-
uppskot, ið hevur til enda-
máls
at
nútímansgera
heimastýrislógina,
men
hetta hevur heldur ikki
undirtøku í fólkinum.
Ein breiður meiriluti av
føroyingum tekur undir við,
at heimastýrislógin verður
avloyst, og at ein nýggjur
karmur verður settur um
samstarvið í ríkisfelags-
skapinum. Og tað er tað,
sum
javnaðarflokkurin
mælir til og vil samstarva
um, fyri at finna eina loysn
- fyri at røkka einum úrsliti.
Hetta samstarvið eigur at
fara fram bæði á løgtingi og
á fólkatingi.
Vilja tit eina skjóta og
skilagóða loysn á ríkisrætt-
arligu støðuni - eina loysn,
sum hevur undirtøku í fólk-
inum, so er tað javnaðar-
flokkurin, ið hevur hesa
loysnina við sjálvstýrislóg-
ini og samveldissáttmálan-
um, sum skal áseta fram-
tíðar samstarvið í ríkis-
felagsskapinum
millum
Føroyar og Danmark.
Eg skal enda við at heita
á tykkum um at fara
mannsterk á val týsdagin
20. november og at seta
krossin við javnaðarlistan
ella eitt av valevnunum á
lista javnaðarfloksins. Gera
tit hetta, hava tit valt ein
flokk, sum vil samstarva og
finna loysnir, heldur enn at
elva til klandur og stríð og
samanbrestir, og tað er eitt
gott val fyri Føroyar og før-
oyingar.
Marjus Dam
Fólkatingvalevni
Sambandsfloksins
Vit eru mong, ið eru stúrin
um loysingina, ið Tjóðveld-
isflokkurin, Fólkaflokkurin
og
Sjálvstýrisflokkurin
vilja fremja.
Høgni
Hoydal
hevur
nevnt, at danir koma at
spara heilar 20 milliardir,
um Føroyar loysa eftir
Fólkafloksleistinum. Hvat
verður at gjalda í part hjá
hvørjum føroyingi? Um-
framt núverandi alt ov høgu
skattir?
20 milliardir at býta
ímillum uml. 20.000 ar-
beiðandi føroyingar er ein
millión í part.
So hvør arbeiðandi før-
oyingur skal gjalda eina
millión afturat í meðal. Eg
haldi, eins og mong onnur,
at meira enn ríkiligt longu
verður goldið ídag.
Eigur ein ikki at hugsa
seg væl um, áðrenn nakar
av loysingarflokkunum fær
eina
einastu
atkvøðu?
Vanligi
føroyski
skatt-
gjaldarin megnar ikki eina
slíka rokning umframt allar
aðrar skyldur. Møguliga
kunnu Annfinn Kallsberg,
Jógvan Sundstein og Høgni
Hoydal gjalda. Men teir
syrgja fyri at sleppa undan
sjálvir, ímeðan tygum fáa
rokningina.
Vit vilja gera ríkisrættar-
ligar broytingar - men tað
skal vera livandi her eftir
broytingina!
Tryggja Føroyar
Vel Sambandsflokkin
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Sjálvsstýri í ríkisfelagsskapinum
H.Hoydal og Anfinn Kallsberg ofra vælferðina
Sambandsflokkurin vil umboða allar føroyingar á fólkatingi
Hvørjum skulu vit halda við?
C
M
Y
K
14